mikudagur 5. august 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
"Jan Miller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
| Dagny Joensen,
| Aki Bertholdsen,
| Emil L. Jacobsen
Sveinur Tréndarson
Turið Kjølbro
Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
Lýsingar og sola:
Jonhard Hammer
Útgevari, uppseting og prent:
Sp/ Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Teiefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post€ sosialurin.fo
Fullveldi ella
sjålvbjargni
Oddagrein
FØROYINGAR vilja hava meiri sjålv-
stýri, men meirilutin i føroyska fólk-
inum vil ikki loysa frå Danmark. Hetta
hava fleiri veljarakanningar seinastu
árini vist, og hetta visti eisini úrslitið
á legtingsvalinum 30. apríl.
HØVUDSSETNINGURIN hjá sitandi
landsstyri er at skipa Føroyar sum
sjålvstødugt fullveldi. Tað sigur sam-
gonguskjalið og hetta er eisini hov-
uðsboðskapurin í ólavsekuroðu
løgmans.
MEN mannagongdin, sum landsstyr-
ið hevur lagt, tykist øvug:
- Fyrst skulu vit lýsa Feroyar sum
fullveldi,
- síðani skulu vit smíðja og samtykkja
eina grundlóg,
- og í triðja lagi skulu vit skapa fyris-
itingarligu og búskaparligu fyritreyt-
irnar!
RÆTTAST hevur sjálvandi verið at
skapa fyritreytirnar, smíðja grund-
lógina og síðani skipa Feroyar sum
eitt nýveldi, um hetta er ynski fólks-
ins.
MEN tað er sjálvandi spurningurin,
um hetta er tað, sum føroyingar
ynskja.
JAVNAÐARFLOKKURIN hevur - eftir
drúgva innanhýsis viðgerð og um-
rødu - mælt til at gera eina sjálvstýr-
islóg sum eitt stig ímóti storri sjálv-
bjargni.
EINA skipan millum verandi heima-
stýrið og fullveldi.
VELJARAKNNINGAR hava víst, at
50% av fólkinum ynskir hesa leiðina,
samstundis sum bara 25-30% ynskja
loysing. Í ollum forum skal fólkið taka
stødu til bæði grundlógar- og full-
veldisuppskotini á fólkaatkvoðu, men
spurningurin er framvegis, um tey
flestu ikki ynskja eina miðleið, sum
eisini meginparturin av fólkafloks- og
sjálvstýrisfloksveljarunum vilja hava.
Sosialurin
Skilaleys gogguveiða
Eg hoyrdi gamlan mann
siga, at fjøruagn var besta
toskaagn og, eg ivist ikki i,
at so man vera.
Eitt tað besta agnið var
goggan, og av henni er væl
til í Føroyum, og er tað alla
æru vert, at menn fáa sær
hetta frálíka agn.
Fyrr var tað vanligt at seta
goggulínu, og var hon ikki
til ampa fyri nakran, men
hesa seinastu tíðina eru
menn farnir at nýta glúpar,
sum vera tveittir bæði her
og har. Hetta er til miklan
ampa fyri fiskiskapin á
teimum leiðum, har goggan
verður fiskað.
Verður lína sett á somu
leið, sum glúparnir standa,
fæst hon í flestu fórum ikki
aftur. Um hon ikki verður
slitin av glúpunum, so er
stórur vandi fyri at hon
hongur uppii. Tískil ger
henda gogguveiða óbótalig-
an skaða fyri teir, sum fiska
eftir øðrum enn goggum.
Hetta kann ikki vera rætt,
tí tað er ikki loyvt at oyðil-
eggja fiskiskapin fyri aðrar
veiðuhættir enn goggu-
veiðu.
Tað er tí av størsta týdn-
ingi, at bæði teir, sum fiska
goggu og teir, sum fiska
annað, kunnu fiska á somu
leiðum.
Hetta kann gerast á tann
hátt, at allir merkja síni flot,
og seta sín reiðskap ein
ávísan veg, og seta frámerki
hvgnn veg reiðskapurin
stendur. T.d. kundi eystari
endi av reiðskapinum verið
merktur við stangaboyu við
einum flaggi, og vestari
endi verið merktur við
tveimum fløggum ella eyst-
ari endi verið merktur við
E og vestari endi við V sum
varð skriva við stórum stav-
um á flotini. Um bert ein
glúpur varð settur, er ikki
neyðugt við nøkrum frá-
merki.
Um hetta varð gjørt,
kundi verið sloppið frá tví-
drátti, og allir partar kundu
fingið sum mest burturúr.
Tað átti at verið ein upp-
gáva hjá Vaktar- og Bjarg-
ingartænastuni at gjørt regl-
ur fyri hvussu fram skuldi
verið farið og ansað eftir at
reglurnar vórðu hildnar.
Um hetta ikki verður
gjørt, er stórur vandi fyri,
at bæði teir, sum fiska gogg-
ur og teir, sum fiska annan
fiska verða fyri stórum
missi og tapi.
Eg vóni - og fleiri við
mær - at nakað verðu gjørt
við henda átroðkandi spurn-
ing av avvarðandi myndug-
leikum, áðrenn hetta elvir
til illstødu, við stórum ampa
fyri allar partar.
Frans Jacobsen
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum
vil leggja fót fyri vinnuvirksemi í Fuglafirði
Fuglafjørður er eitt av teim-
um plássum í Føroyum sum
hevur verið serahart rakt av
vinnuligari = niðurgongd
Enn kennur byurin svidan
av nidurgongdini. I Fugla-
firði liggur verksmiðjan
"Havsbrún", sum tíbetur
hevur koyrt, og er eitt av
best riknu virkjum á Føroya
landi. Verksmidjan man
órvað verða tað arbeiðspláss
her á landi, sum hevurgivið
besta íkastið til føroyska bú-
skapin, og er heldur ikki
sum nógvar stærfyritøkur
sanerað í høvd og reyv, fyri
síðani at hóra víðari móti
næstu sanering
Fuglafjørdur hevur verið
nevndur háborgin hjá yjóð-
veldismonnum, men tá
ið sjálvur formaðurin í
flokkinum í Sosialinum 28.
juli soleiðis "Drýtur í egið
reiður" so gevur hettar Giv-
að tjóðveldisfólki, og ødr-
um, í Fuglafirði nakað at
hugsa um, og eg karn sum
býráðlimur ikki lata hettar
fara óátalað aftur við borð-
inum.
Kortanei til at taka fiski-
skapin eftir ídnaðarfiski
undir Føroyum uppaftur. So
greiður er Heini O Heines-
en. Hann vísir á, atídnaðar-
skipini góvust at fiska
grundað ringari samvitsku,
tí ov nógvur hýsu og upsa-
murtu; var í veiðuni. Nú
veit eg ikki, hvussu nógv
Heini O. Heinesen hevur
tosað við teir ið veruliga
fiskaðu ídnaðarfisk, men
sagtverður frá skilamonn-
um innan hesa vinnu, at
veiðan kundi verið stýrd,
um viljin var til staðar. Serl-
iga tær síðstu lastirnar, hjá
ávísum bátum, vóru fiskað-
ar har ein og hvør vist at
ov nógvur murtur varð í
veiðuni, men einki varð
gjørt fyri at steðga hesum
Stongdar leiðir ávísa tíð er
ein av møguleikunum. Aw
tí at ongar reguleringar
fungeraðu, so bleiv úrslit-
ið, at fiskiskapurin. eftir ídn
aðarfiski varð totalbannaður
undir Føroyum.
Heini hevur eisini loysn-
ina, hann loysir Gordiska
knútin. At fiska tey 30.000
tonsini undir Føroyum, sum
fiskifrødingarnir ráða til,
kann ikki koma uppå tal
Húkamenn siga hettar er
skaðiligt fyri fiskastovnin
undir Føroyum, men hann
heldur, at vit eiga stóra
kvotu í ES sjógvi, sum vit
kunnu fiska. Eftir hesum
úttalilsi, má hugburðurin í
Tjóðveldisflokkinum helst
verða: Vit skulu verja okk-
ara, men vertin liggur á,
hvussu vit ræna frå gørum.
Vit eru bert ein av nógv-
um tjóðum, sum í nógv
harrans ár tilsamans hava
fingið tillutaði fleiri hundr-
að túsund tons av ídnaðar-
fiski árliga úrNorðsjónum.
Hví hesin stóri fiskiskap-
ur í Norðsjónum ikki ger
skaða, meðan tað sindri vit
sum einsamøll tjóð kundu
fiska her um okkara leiðir,
skal gera so stóran skaða,
er mær ein gáta. Tað kann
ikki verða an:að enn at
húkasyndromið hevur
skúgvað allan sunnan hugs-
unarhátt út á eitt síðusporð.
Heini sigur víðari; "Vit
kunnu ikki takað veiðuna
uppaftur fyri at fóðra
verksmiðjuna í Fuglafirði.
Tað finst eisini ein heimur
uttanfyri Fuglafjørð". Eisini
skjýtur hann í skógvarnar
hjá Havsbrún:, at teir hava
fingið í so góðar sømdir frá
tí almenna". At Havsbrún er
eitt tað best riknad virkið í
landinum, og kanska tað ið
leggur mest eftir seg í Før-
oyska búskapinum, kemur
Heina ikki til hugs. Húka-
syndromið hevur gjørt
Heina blindan
Eina skortfleingju fær
Fuglafjørdur afturat frá
Heina í greinini, og tað
er, at Fuglafjørður er einasta
havn sum fingið hevur játt-
an á fíggjarlógini til havna-
bygging, hettar skilji eg eis-
ini, sum um hann heldur tað
verað ov nógv. Politikarar
hava tosað nógv um pelag-
iska vinnu á Føroya landi.
Teir hava verið ógvuliga
positivir fyri tí, at gagnnýta
ad rikidømi sum svimur
kring oyggjar okkara, men
tå talan er um fløgur
f hesa nyggju vinnu er hug-
flog teirra enn i Pinkulinga
landi. I okkara grannalond-
um verður ikki hugsað um
3 mill í stuðul til slíka stór-
vinnu, men heldur 30 mill
Um Heini veruliga mein-
ar nakað við tí, at vit her á
landi skulu lívbjarga okkum
sjálvum, so átti hann, at lat-
ið ídnaðarbátarnar fiska
meira á okkara leiðum, held-
ur enn bert at sogið danskan
ES-sjógv. At lagt framm
uppskot um eina enn stórri
havnafløga til ein pelagisk-
an miðdepil, hevði eisini
sømt seg einum veriligum
sjálvbjargnismanni.
Jóhan Heri Joensen
Gasssøla
Akranesgøta 2 - Tórshavn
(v/ Velbastaðvegin) Tlf. 315544
Brudarlin
v/ Anniku Gaard
Fagralid 22
Tax. 314281 &
mr
Brúðar- og
brúðargentukjólar
við tilhoyri til leigu
Nýggir kjólar kunnu
| útvegast |