mikudagur 5. august 1998síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AA AAA AA AA SÓ
4
tíðindablaðið SOSU
Nr. 144 — 5. AUGUST 1998
Bokmentarådstevna á
Læraraskulanum:
Mentaliteturin er húðin
- ideologiin er klæðini
Í gjár byrjaði stór vísindalig bókmentaráðstevna á Læraraskúlanum. Malan
Marnersdóttir er formaður í felagsskapinum International Association For
Scandinavian Studies. Bókmentafólk og granskarar hittast annað hvørt ár og
staðið fylgir formanninum. Stevnan fevnir víða, og ongum nýtist at gerast
bangin av, at hon nevnist ein visindalig stevna. Har er alt frá Matras og
Heinesen til fyribrigdið >at senda drunn<
DAGFINN OLSEN
— Luttakararnir eru bók-
mentafrødingar úr fyrst og
fremst norðurlondum, men
úr USA, Canada,
%sklandi, Sveis, Polen
Ruslandi og Australia. Mill-
um140 og 180 fólk hittast
annað hvert ár til ráðstevnu
har vit undir onkrari yvir-
skrift skifta orð um bók-
mentir og hava fyrilestrar,
sigur Malan Marnersdóttir
frá Feroyamálsdeildini á
Fróðskaparsetrinum, ið eis-
ini er formaður í felags-
skapinum, ið skipar fyri
stevnuni
— Békmentafrødinagr eru
fólk, ið artbeida á universi-
tetum og undirvísa í bók-
mentum, lika sum á Føroya-
målsdeildini td., greiðir
Malan frá
4 dagar eru til fyrilestrar
fá morgni til myrkurs og ein
er til útferð
eisini
EIS
Mentalitetur
er inniligari
— Yvirsknftin í år er Norð-
urlendskar bókmentir í
mentalitetssøguligum ljósi
Tað merkir, at ein kannar
skaldskap og setir hann í
samband við mentalitet,
sigur Malan Marnersdóttir.
— Mentalitetur er hugtak, ið
er framkomið í hesari gld-
ini, og sum er nakað annað,
enn ideologi. Mentalitetur
Multi
W
kontan
er inniligari. Ein hevur sagt,
at mentalitetur er húðin,
ideologi er klæðini, og so-
leiðis kann ein kanska lýsa
tað, sigur Malan Marners-
dóttir.
Frá midøld
til okkara dagar
Lagt varð fyri gjáramorgun-
in við fyrilestri, ið var um
mentalitetssøgulia hugtak-
ið. Hvussu bókmentir og
søga hava verið lýst úr ein-
um mentalitetssøguligum
sjónarmiði, síðan miðgldina
og til okkara dagar
— Fyrilestrahaldarin gav
avbod vegna sjåku, men
hann sendi okkum fyrilest-
urin, og vit fingu Valdemar
Dalsgaard at lesa hann upp,
og ti kom hann væl frå,
heldur Malan Marnersdótt-
ir, ið tó heldur tað var spell,
at høvi so ikki var at seta
spurningar.
Fólk eru vælkomin
6 høvudsfyrilestrar eru, men
eisini eru bólkar, har fólk
hittast og halda styttri fyri-
lestrar, hava orðaskifti og
arbeiða við ymsum undir-
evnum
Malan Marnersdóttir sig-
ur, at hetta eru fólk, ið fáast
við slit" og sum hava tekn-
að seg til rådstevnuna, men
stevnan er ikki meira aft-
urlatin enn so, at fólk eru
vælkomin at seta seg at
Aptiva 2137-E53
AMD KG 233 MHz -
15" skerm - 24 x CD ROM - 3D grafikkort við I MB VRAM
16 bit ljóðkort við hátalarum - Win95
Lotus SmartSui'e 97 - Mús og tastatur
48 MB SDRAM - 2,1 GB hd
Aumarkað nøgd !!!
Figging: útgjald kr. 3.400,-
Rest yvir 12 mår.: kr. 600,- um mån
FARODANEKO
Tif. 311414 - Fax 317534
lurta, um tey hava hug til
tess
Frá Christian og Willi-
am til at senda drunn
— Felagskapurin IASS varð
stovnadur eftir kriggid og
hetta er 22. rådstevnan og
békmentafrødingar úr øll-
um heiminum luttaka á
stevnunum, sigur Malan
Marnersdóttir.
— Fólk úr ødrum heims-
pørtum vilja fegin hava
samband við norðurlendsku
békmentafrødingarnar og
tað er eisini gott hjá norður-
lendskum bókmentafólki at
hava samband við fólk
aðrastaðni; tey, ið hyggja at
norðurlendskum bókment-
um uttanífrá.
— Stevnan er annadhvørt
ár og aðruhvgrjaferð í ein-
um norðurlandi. Í ár er
stevnan i Føroyum og næstu
ferð væntandi í Onglandi,
sigur Malan Marnersdóttir.
Hóast stevnan kallast ein
visindalig bókmentaráð-
stevna, so er høvudståtturin
skaldskapur.
— Júst nú, meðan vit práta,
heldur ein fyrilestur um
Christian Matras, sigur
Malan, ið greiðir víðari frá,
at eisini verðra 2 fyrilestrar
um William Heinesen og
fyrilestur um at senda
drunn.
— So skilligt er, at bók-
mentahugtakið er vítt, sigur
Malan Marnersdóttir.
Endamálið
Endamálið við slíkari
stevnu er at lýsa norður-
lendskar bókmentir í
mentalitetssøguliga ljósi-
num og hoyra ymisk sjónar-
mið.
— Leygardagin er ein lítil
løta sett av, har fólk kunnu
royna at samanfata tað, tey
hava tosað um í bólkunum,
meðan stevnan hevur verið,
sigur Malan Marnersdóttir,
ið ikki er bangin fyri, at
bókin er hótt av framtíðar
tøkni.
Bókin ikki hótt
Ofta verður sagt, at bókin
fer at gerast fornminni, nú
telduinnrásin hevur gjørt
seg galdandi um allan heim.
Er hetta nakað, ið slík ráð-
stevna tekur upp og nervar
hetta bókmentafólk?
— Tað hevur verið nevnt,
at mentalitetssøguliga, so
må ein eisini hyggja at mið-
lunum. Fyri 100 árum var
skaldskapur í Føroyum nú-
stani so smátt við at gerast
skrivligur. Nú, 100 ár eftir,
er skaldskapurin við at ger-
ast digitalur, men hetta forð-
ar ikki fyri, at vit fáa hann
út í bók. Eg rokni við, at vit
leingi enn take bókina fram-
um, t.d. tá vit hyggja í eina
skrá ella tá vit fara í song á
kvøldi, tí hon er lættari at
sovna frá, enn teldan, tí ein
skal ikki hugsa um at
sløkkja, sigur Malan
Marnersdóttir, ið heldur
telduna verða frálíkt amboð.
— Bókin fær kanska aðrar
uppgávur og teldan yvirtek-
ur nakrar uppgávur. Teldan
er jú frálík til at leita. Hevur
tú bók á teldu og ein setning
ella navn, ið tú ikki júst
minnist aftur hvar var, so er
so lætt at finna hann aftur á
telduni. Men lestraruppliv-
ingina, hana fáa vit áhald-
andi líka góða við eini bók,
tí ein lesur ikki á sama hátt
á telduskíggja. Vit skriva og
gera bøkur á teldu, men
njóta tær í hondunum, sigur
Malan Marnersdóttir.
Útferð
Fyrilestranir, ið verða hildn-
ir hesar dagarnar á Lærara-
Malan Marnersdóttir: —
Vit skriva og gera bøkur
á teldu, men njóta tær
i hondunum
Mynd: Álvur Haraldsen
skúlanum, koma allir út á
prenti.
Hóast stevnuluttakararnir
eru fólk, ið dagliga fáast við
bókmentir, so eru fólk væl-
komin at seta seg at lurta,
um okkurt er, ið hevur teirra
áhuga. Fyrilestrarnir eru
mangir og fevna víða.
Ímorgin verður farið út-
ferð til Gøtu og Eiðis.
Stevnan endar leygardagin.
Bókmentaráðstevnan er í
hesum døgum á Lærara-
skúlanum. Luttakararnir
koma úr øllum heiminum
Mynd: Álvur Haraldsen