mikudagur 5. august 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
2. Í know what you
did last summer
3. Det bli'r ikke
bedre
4. Samleren (Kiss
the Girls)
5. Sjakalen
6. L.A.
Confidential
7. Djævelens
Advokat
8. Nothing to loose
9. Face Off
10. G. I. Jane
Blaðstjórn:
Terji Nielsen.
Tlf.: 31 18 20
Fax. 31 47 20
e-mail:
yngdasosialurin.fo
og
terjiapost olivant.fo
Útg.: Sosialurin
Yngd
er aftur!
Yngd er nú aftur
úr summarfrí!
Eftir eina góða
friløtu, er Yngd
nú aftur klárt við
ymiskum til ung-
fólk.
Blaðið er enn
rættuliga nýtt, so
meyla/skriva/ring
til okkum, og sig
tína hugsan um
blaðið.
Vit taka gleðiliga
ímóti øllum, sum
tit hava uppá
hjarta.
tíðindablaðið SOS)
3 arin í SMS
2. Moirae: Sangir úr Náttini
3. Kallakórið Quaeduilt
4. Modern Talking: Back for good
6. Nalja: Elin & Kári —
8.Ymiskt: Most Wanted Cool Summer
9. Millum Frændur: Kærleikans
Vallaraheim
10. Ymiskt
11. Frændur: Svart Gull
12. John Fogerty: Premonition
13. Five: Five
14. Ymiskt: Allez!Ola!
15. Ymiskt: Turn up the Bass
16. Tórshavnar Manskór
17. Ymiskt: Absout Music 17
18. Ymiskt: Absolut Let's Dance 20
19. Savage Garden: Savage Garden
20. Brandy: Never Say Never
Yngd nr. 16 - 5. aug. 1998
Nr. 144 — 5. AUGUST 1998
Vit úe HEL í
Nicole og Robbie hava avlýst brúdleypið
Nicole Appleton frá tónleikabólkinum All Saints hevur avlýst ætlaða
hjúnarbandið við Robbie Williams, mest kendur frá bólkinum Take
That. Parið kom saman í januar og hevði annars fyri einans 7 vikum
síðani sagt frå, at tey høvdu avgjørt at gifta seg. Men einastaðni úr
Suðuramerika ringdi Nicole til London og segði at hon vildi avlýsa
brúdleypið.
Eftir ætlanini skuldi hon verið komin til London í næstu viku. Robbie
hevur verið heima í Onglandi og marknaðarfort sína seinastu fløgu.
Sambært plátufelagnum hjá All Saints er orsøkin til at tey ikki longur
vilja gifta seg, at tey hava verið ov lítið saman í seinastuni.
Korn við nýggjari flegu “Follow the Leader"
Korn.fer í næstum at marknadarføra sína næstu flogu. Teir fara at
gera tað í besta politiska herferðaranda. Teir fara at gera sera nógv
burturúr, fyri at fáa áhugan fyri fløguni at økjast. Bólkurin hevur ætlanir
um at nýta hornorkestur, “cheerleaders", ella dansigentur, kend fólk og
teirra egna flogfar at flúgva kring landið.
Teir byrja 17. august í Los Angeles og flúgva so frá staði til stað, ialt
14 ymisk stoð, har teir fara at vitja í fløguhandlum. Teir fara at heilsa
uppá fólk og skriva autografar
Afturat fløguni er eisini ætlanin at fáa fólk at leggja merki til teirra
konsertferð, sum byrjar um miðjan september. Konsertferðin hevur
fingið tað heldur serliga heitið “Familjuvirðir"
Tá ið fløgan kemur út 18. august, vilja tey sum keypa fløguna, finna
útav, at fløgan byrjar við nr. 13 og ikki nr. 1, sum vanligt er. Teir fyrstu
tólv "sangimir" eru bert nøkur sekund, har onki ljóð hoyrist. Um nakar
hugsar um hví teir nýta just nr. 13, so segði James “Munky" Shaffer, at
“Ongin annar hevur gjørt tað fyrr. Tað var bara eitt tápuligt hugskot
sum vit fingu, og so gjørdu vit tað bara."
Korn kannar í løtuni, um eitt videolag verður gjørt av fløguni
Beastie Boys eru online á konserferðum
Tá ið The Beastie Boys fara á konsertferð í næstum, fara teir at hava
eitt kamera við, sum fer at vísa hvat teir gera "backstage"
A sjålvari konsertini fara teir at taka myndir, sum kunnu síggjast
“online" á heimasíðuni hjá teimum. Tað ganga 30 sekund ímillum
hverja mynd, og tær fara allar at koma frå hølinum aftanfyri pallin, har
teir fyreika seg til konsertina. Um tú hevur áhuga fyri at síggja hesar
myndirnar, so kann tú vitja “www.beastieboys.com" og síggja hvat
fer fram
Natalia Imbruglia
Natalia Imbruglia, sum fekk eitt hit við sanginum "Torn", kann í løtuni
velja at tjena rættiliga nógvar pengar. Eftir "Torn" hava fleiri ymisk
virki, leikstjórar og onnur roynt, at fáa Nataliu at gera eitthvert fyri
teimum. Hennara vakra andlit hevur millum annað fingið eitt stórt
smyrsl-virki at bjóða henni ein sáttmála til at vera teirra "andlit" í
lýsingum og ødrum. Sovorðnir sáttmálar kunnu oftani geva sera nógvar
pengar.
Films-leikstjórar hava eisini roynt at fáa hana at spæla í teirra filmum,
men Natalia sigur nei. Hon er ikki áhuga í at gera sovorðið nú, og tí
velur hon at siga nei til alt:"Eg haldi, at tá ið tú drenar uppeftir, so veit
tú at nógv ymiskt fer at koma framvið. Tað er helst lætt at taka av, men
eg trúgvi ikki uppá at gera nógv ymiskt í senn. Eg velji sera varliga
sjálv, hvat tað er sum eg vil gera. Beint nú eri eg ikki áhuga í at gera
lýsingar ella filmar. Kanska kemur tað seinni, men beint nú hava eg
ivaleyst at gera", sigur Natalia Imbruglia.
Í. Armageddon
2. The Wedding
Singer
3. Picture Perfect