Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. august 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 144 — 5. AUGUST 1998 Mugu læra vaks Nú skal skil fáasí á tjalding í fór- oysku náttúruni. Nýggjur faldari er gjórdur, ið á enskum og týsk- um greiðir ferð- andi frá, hvar tey kunnu sláa tjald- ið upp. Tað er av týdningi fyri Ferðaráð Fór- oya, at fóroying- ar læra at liva við vaksandi ferðavinnuni. Tí roynir Ferðaráð- ið at basa trupul- leikanum við tjóldum og bú- vagnum á ikki loyvdum stóðum DAGFINN OLSEN Ferðaráðið hevur sett sær fyri, at fáa skil á tjalding í Føroyum, so trupulleikin vid tjalding å ikki loyvdum stødum ikki heldur fram. Ferðaráðið hevur ti sam- starvað við fleiri stovnar um, hvussu hesin trupulieiki kann basast. Í samstarvi við Vinnu- málastýrið, Landsverkfrød- ingin, Politiið, kommunur- nar, økisferdavinnufeløgini, Smyril Line og tjaldplåss- ini, hevur Ferdarådid hugt at lógini um tjalding. Eisini er faldari gjørdur, ið vísur, hvar tjalding kann fara fram. Eisini sigur faldarin eitt sindur um, hvussu ein eigur at fara fram í føroysku náttúruni. Fáa faldaran Ikki øll ferðafólkini nýta tjald ella búvagn. Tað eru serstakliga ferða- fólk av Norrønu, ið búgva í tjaldi ella búvagni. Tí verð- ur faldarin latin teimum, tá tey koma til Føroya. Á enskum og týskum verður greitt frá um viður- tíðindablaðið # skifti, ið tjaldafólki møgu- liga hava áhuga fyri. Greitt verður frá um náttúru og ferdamøguleikar og stød, har gisting er møgulig og loyvd. Ferðafólkini í búvagnum fáa eisini at vita, at ikki er loyvt at gista fram við veg- num, á víkiplássum ella á útsýnisstóðum. Tað góða er tó, at faldarin ikki bert sigur, hvar ikki er loyvt at gista. Sagt verður greitt frá, hvar gistingar- møguleikar eru hjá fólki, ið hava tjald ella búvagn. Liva við vaksandi ferðavinnuni Við talmertktum korti yvir Føroyar, fáa ferðandi at vita, hvar ymsu loyvdu gistingar- stødini eru. Sagt verður, hvørt stødini eru ætlað tjaldi, búvagni ella báðum. Sagt verður eisini frá í styttri punktum, hvat ein kann loyva sær og ikki, sum ferðandi í føroysku náttúr- uni. Tað er royndur lutur, at júst ferðandi við tjaldi ella búvagni, eru sera áhugaði í náttúruni og vilja fegin upp- liva vøkru náttúru føroyinga Harumframt verður vist til ymsu kunningarstovur- nar kring landið. Ein hentur faldari hjá ferðandi, ið nú hava allar møguleikar at gista á loyvdu stødunum, so tey ikki eru til ampa fyri nakran. Tá hetta áður er hent, og onkur hevur tikið sær nær, so er ikki víst, at ferðamaðurin hevur vitað betur. Nú er so býtt um hetta. Ferðaráðið sigur, at tað er av stórum týdningi, at vit 15 læra at liva við vaksandi ferðavinnuni. Tískil arbeiðir Ferðaráðið við ymsum mál- um. Tjalding á ikki loyvd- um stóðum er eitt av hesum málum. Hervið verður søkt eftir 4 dekkarum til M/F NORRØNU, at byrja skjótast tilber. Fyri at verða settur í starv krevst: * Góðkent heilsuprógv fyri sjófólk * Lokið brandskeið, ikki eldri enn 5 ár * Trygdarskeið * Skikkaður til kagtænastu, góðkend- an synsprøva og hoyriroynd ikki eldri enn 3 ár. Skrivlig umsókn verður at senda til: SD P/F SMYRIL LINE Postboks 370 FO-110 Tórshavn