mikudagur 5. august 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
%
2
Nr. 144 — 5. AUGUST 1998
Leygardagin 8. august verð-
ur aftur skipað fyri útferð
niðan á Slættaratind.
Tað er ferðavinnan í Eyst-
uroy, sum skipar fyri.
Á ferðini verður eisini
møguleiki fyri at vitjað
fornminnissavnið „Látrið“ á
Eiði, har tað eisini ber til at
fáa eina máltíð.
Tekna nóg nógv seg til,
verður smurt breyð at fáa í
„Látrinum“
— At stíga fótin á hægsta
fjall okkara, Slættaratind,
sum er 882 metrar høgur,
er eitt upplivilsi hvgrja ferð,
siga fyrireikararnir.
— At hava Føroyar, við
øllum sinum vakurleika
fyri sínum fótum, gevur ein-
a bergtakandi kenslu, sum
ikki er løtt at lýsa í orðum,
men má upplivast.
Farið verður til gongu
niðan av Eiðisskarði leygar-
dagin kl. 18.00.
Ferðin varar einar tríggjar
tímar, men hon verður ikki
gjørd uttan at minst sjey,
átta fólk hava teknað seg.
Fyrireikararnir siga, at
túrurin verður bara farin um
tað viðrar.
Skuldi tað hent, at, tað
ikki viðrar, kann útferð
møguliga gerast niðan á
Eiðiskoll ístaðin.
Utferðin kostar 100 krón-
ur. Men børn, yngri enn 14
ár betala 50 krónur.
Máltíðin á „Látrinum“
kostar eisini 100 krónur.
Men hon skal bíleggjast í
seinasta lagi fríggjadagin á
miðdegi.
Tað ber til at melda seg
útferðina hjá:
Olaf í Garði Joensen á
tlf.: 42 34 42, hjá Jóannes
Mørkøre á tlf.: 42 30 31, á
Eysturoyar Kunningarstovu
í Runavík, tlf.: 44 94 49,
fax.: 44 91 80, ella hjá
Kunningarstovuni í Fugla-
fjørdi tlf.: 44 48 60, ella fax.
nr. 44 51 80.
At standa á
Føroya hægsta
fjalli og hava
allar Føroyar
undir sínum
fótum, er eitt
upplivilsi hvórja
ferð
tíðindablaðið
|
Trølshøvdi ,
Metin /”
» „sk
fe
dy
KVÆSKICGIUNEIU UU
Fara aftur nidan å Slættaratind
A
Ambadslur "4
Blåa Bok
kemur til jola
Bláa Bók, sum eftir ætlan skuldi koma út fyri jól 1997
kemur ikki út fyrr enn til jóla í ár. Tað er Kunningartæn-
astan, sum ger bókina, men nú er tað telefonbókin, sum
er í fremstu rød hjá teimum
FRANTS JENSEN
— Frá okkara síðu er bókin
næstan liðug. Men tað hava
verið nógvar broytingar
síðstu tíðina, sum hava gjørt
arbeiðið longri. Millum
annað fingu vit fleiri
nýggjar løgtingslimir, sum
vit eisini vildu hava við í
bókina, sigur Gunnar
Isholm Simonsen, sum er
ritstjóri á Kunning-
artænastuni.
— Arbeiði við at gera Bláu
Bók tók meir tíð enn vænt-
að. Serliga var trupult at fáa
fólk við í bókina. Ætlanin
var heilt frá byrjanini at
hava í minsta lagi 300 fólk
við í bókini. Men tað var
stórur trupulleiki at fáa so
nógv fólk. Nakað fyri jól
høvdu vit bara umleið ein
triðing av hesum persónun-
um.
Gunnar sigur, at føroying-
ar eru rættiliga varnir at
koma fram sjålvir. Nakrir
søgdu beinleidis nei til at
vera við, meðan aðrir vóru
nakað trekir.
Gunnar leggur tó dent á,
at føroyska útgávan av Bláu
Bókini byggir á eitt breitt
úrval av persónum, og ikki
sum eitt nú tann danska,
sum verður roknað fyri at
vera meir snobbut.
Í bókini vera eitt breitt
úrval av eini 300 føroying-
um, sum á ein ella annan
hátt kunnu kallast almennir
persónar. Tað eru eitt nú po-
litikarar, almennir og pri-
vatir stjórar, læknar, prestar,
sakførarar og listafólk
Ahugi fyri familju
Tann fyrsta føroyska sokall-
aða Bláa Bók skuldi koma
út til jóla í fjør. Men millum
annað av ti, at tað var so
trupult at fáa fólk við í bók-
ina, varð arbeiðið útsett. Nú
er tað mesta komið uppá
pláss, og tað mangla mest
sum bara rættingar.
Tað gongur tó rúm tíð
áðrenn føroyingar kunnu
blaða í bókini, fyri at finna
út av nøkrum um aðrar før-
oyingar.
— Eg haldi avgjørt tað er
grundarlag fyri eini tílíkari
bók. Føroyingar eru åhug-
aðir í familju, og vilja
gjarna vit nógv um aðrar
persónar, sigur Gunnar.
Í bókini eru ymiskir upp-
lýsingur um hesar persón-
arnar. Umframt mynd, út-
búgvingar og starv, eru eis-
ini upplýsingar um hvørji
foreldrini og børnini eru og
stutt skrivað um tann ein-
staka persónin.
Gunnar væntar, at bókin
verður um tær 200 síðurnar.
Men í fyrsta umfari er tað
nýggja telefonbókin, sum
Kunningartænastan arbeiðir
við. Kunningartænastan
skal hava hana lidna cina-
ferð í november, men teir
vænta kortini at fáa tíða at
gera Blau Bók lidna í hesum
Sjúkrasystrar
Í samband við at Klaksvíkar Sjúkrahús fyllir 100 ár, verður skipað fyri einum
evnisdegi fyri sjúkrasystrar
leygardagin 8. august frá kl. 13.00-17.30.
Laila Lindén, sjúkrasystrastjóri á Ríkissjúkrahúsinum heldur fyrilestur
undir heitinum:
+ Menning av sjåkrasystrayrkinum - fyrr, nú og framyvir.
* Leikluturin hjá sjúkrasystrini - fyrr, nú og framyvir.
Sjúkrasystirin í stovnsbygnaðinum - fyrr, nú og framyvir.
Marin Vang, fyristødukvinna á Sjúkrasystraskúla Føroya
* Sjúkrasystraútbúgvingir - fyrr, nú og framyvir.
Joan Ziskason, formaður í Sjúkrasystrafelag Føroya
Leikluturin hjá fakfelagnum - fyrr, nú og framyvir.
Allar sjúkrasystrar og lesandi eru vælkomin.
Neyðugt er tó at síga frá um luttøku á tlf. 455453 (lok. 106 ella 107),
ella 457475 (lok. 106 ella 107) í seinasta lagi mánadagin 3. august kl
14.00