Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. august 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 tíðindablaðið „He fn Nr. 144 — 5. AUGUST 1998 Føro Tað var ein frødi at lurta eft- ir løgmannsrøduni i år. Rød- an var positiv, frameftirlít- andi, saklig, samarbeidsvilj- ug, einki sjálvrós og best av øllum, hon vidgjørdi øll tydningarmikil mål fyri før- oyska samfelagið A sakligan og skilagóðan hátt varð greitt frå búskap- arligum, fíggjarligum og skattligum viðurskiftum og ætlanum. Oljuvinnumøgu- leikarnir hava høgan prior- itet, og ikki minst samráð- ingarnar við Bretland liggja frammalaga í ætlanunum hjá landsstýrinum Tað er natúrligt, at ætlan- irnar hjá landsstýrinum um broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya fáa gjølliga umrødu í løemansrøduni Eisini er tað aturligt, at hesar ætlanir fáa mestu um- røduna í almenna orðaskift- mum helst eisini í orða- skiftinum á tingi um løg- mansrøduna Bædi i samgonguskjalin- um og i løgmansrøduni er greiddliga sagt frå, hvussu leikur fer í hesum máli Fyrst gevur tingid landsstyr- inum heimild til at gera sítt uppskot til grundarlag fyri samráðingum við donsku stjórnina. Síðani verður nevnd vald, sum skal gera uppskotið til feroyska grundlóg. Tá ið samráðing- arloysnin við danir er enda- lig verður hon løgd aftur fyri Løgtingid til endaliga góðkenning og síðani til følkaatkvødu. Grundlógin skal sjálvandi eisini fyrst samtykkjast av tinginum og síðani góðkennast við fólkaatkvoðu. Tað var ógvuliga greitt sagt av løgmanni, at øll við- gerðin snúi seg um: fyri- reiking, kunning og dem- okratiska viðgerð. Tað er tí ein sjalvfylgja, at fyrsti parturin av arbeiðinum ligg- ur hjá landsstýrinum. Síðani er tað Legtingið, sum skal arbeiða og so aftur lands- stýrið, sum skal føra sam- ráðingarnar við donsku stjórnina yar í framtidini Latið nú ikki alt ov mikið bureukrati og ov nógvar sniðfundigar kanningar seinka málinum, sigur Jógvan Sundstein Tann skipanin, sum landsstýrið leggur upp til, er at líkna við íslendsku skipanina frá 1918. Form- liga kann hetta væl lata seg gera, og eru vidurskiftini, hvat tí viðvíkur ikki so nógv gðrvísi nú enn tá. Búskap- arliga er sjálvandi stórur munur. Danska fíggjarveit- ingin til Islands var ikki so stór tá eins og almenni sekt- orin í heila tikið var nógv minni í 1918 enn í 1998. Men í prinsippinum er stød- an tann sama, og donsk-ísl- endska avtalan staðfesti eis- ini danskt búskaparligt end- urgjald til Íslands. Eisini aðrar avtalur vórðu gjørdar um rættindi íslendinga í Danmark. Eg beri tí ongan ótta fyri, at danir og føroy- ingar ikki kunnu koma til sættis um eina góða avtalu, har eisini skiftisskipanir á øllum økjum kunnu takast við, uttan at hetta skal út- leggjast sum ein eyðmýkj- andi hjálp til einar sjålv- støðugar Føroyar Tær ætlanir, landss'ýrið hevur í sambandi við ríkis- rættarligu støduna, eru i góðum samsvari við tað, sum Fólkaflokkurin hevur staðið fyri. Beinleiðis upp- skot vóru um hetta beint aft- aná heimsbardagan, og tað er tikið beinleiðis úr stevnu- skrá floksins. Tað er tí gleð- iligt, at allir tríggir lands- stýrisflokkarnir nú .eru samdir um hetta. Tað var rætt at skipa landsstýrið av teim núver- andi trimum landsstýris- flokkunum. Ein landsstýr- issamgonga skal hava so fáar flokkar sum møguligt. Hinvegin skal landsstýrið sjálvandi samarbeiða við aðrar flokkar í Løgtingin- um. Og tað er júst tað løg- maður leggur upp til í réðu síni. Møguliga er tað rætt av landsstýrinum at samráð- ast við andstøduflokkarnar, áðrenn málið verður lagt fyri tingið. Men tað er ikki vist, at so er. Uppgávan hjá tingflokkunum er fyrst og fremst at arbeiða í tinginum. Tí hava andstøduflokkarnir allir møguleikar fyri at gera sina åvirkan galdandi har. Fortreytin er sjålvandi, at andstøduflokkarnir eru eins sakligir og landsstyrisflokk- arnir hava verid higartil i sini kunning um rikisrætt- arliga målid. Um Javnaðarflokkurin meinar nakað sum helst við sínum tosi um broytingar í rikisrættarligu støduni, fer hann uppí arbeiðið í tingin- um við tí í hyggju at vera við til eina loysn, og ikki við teirri ætlan at skapa rumbul um málið fyri at oyðileggja tað, tá fólkaat- kvødan verður. Fólkaat- kvøda er eitt vandamikið amboð. Tað verður hidið, at ein slík er best trygdin fyri demokrati. Men so er ikki. Mong dømi eru um, at mål, sum eru til f6élkaatkvødu, verða gjørd til antin svørt ella hvít, hóast tey natúrliga ikki eru tað. Ongantíð er slíkur gróðrarbotnur fyri demagogiskum virksemi, bæði hjá persónum og fjøl- miðlum, sum í sambandi við folkaatkvødu. Tað er tí ov vánaligt um politisku flokkarnir fara at vaska sínar hendur undir viðgerðini av hesum týdn- ingarmikla máli og skjóta seg undir, at fólkið skal taka endaliga avgerð. Fyri Javnaðarflokkin og fyri Miðflokkin skuldi ikki nakað verið til hindurs fyri at tikið undir við ætlanunum hjá landsstýrinum. Hinveg- in kann neyvan roknast við, at Sambandsflokkurin tekur undir við málinum. Men hesin flokkur hevur heldur ongatíð verið við til nakrar nýskapanir fyrrenn aðrir fyrst hava tíkið tey tungu tøkini. Vónandi verður tað, tå samanum kemur meiriluti á Føroya Løgtingi, tað vil siga Fólkaflokkurin, Tjóð- veldisflokkurin, Sjálvstýris- flokkurin, Javnaðarflokkur- in og Miðflokkurin, sum fara at taka undir við einum endaligum uppskoti til sína tíð. Og tann tíðin verður vón- andi um eitt ár. Latið nú ikk: alt ov mikið bureukrati og ov nógvar sniðfundigar kanningar seinka málinum. Jógvan Sundstein Lívstrá - sjónleikur um Vincent van Gogh Bert góða viku aftaná at »Rumbul í Húsi< var frumsýndur fyri fullum húsum á Gamla Meiarínum, kemur Gríma aftur við nýskrivaðum sjónleiki. Tað er Hans Tórgarð sum hev- ur skrivað, og sjálvur fer at framføra einmansleikin »Livstrå«, sum er um listamannin Vincent van Gogh Hans Tórgarð er undir sjón- leikaraútbúgving í Finlandi, og tað var í samband við skúlagongd sína, at hann fekk møguleikan at framføra sin egna leik um van Gogh. Leikurin varð upprunaliga skrivadur og spældur å svenskum, og hevði frumframførslu í Helsinki í januar í ár, har hann fekk sera góða måéttøku. Hann verður nú spældur á føroyskum á Gamla Meiarínum. Axel Tórgarð hevur týtt leikin Tann líðandi listamaðurin Tað eru brevini hjá lista- manninum sjálvum, sum liggja tl grund fyri sjónleikin. Vincent van Gogh er kanska mest kend- ur fyri at hava skorið annað Oyra av sær, og seinni at hava beint fyri sær. Hann hevur verið ímyndin av >tí líðandi = listamanninum“, hann, sum ikki kundi mála uttan at pína seg sjálvan - sum var noyddur at skera annað oyrað av sær fyri at finna tað sønnu listina - sum ikki kundi taka pengar fyri síni listarverk, ti ein sannur listamaður bert kann liva í neyð. Hesar og fleiri aðrar mytir roynir leikurin at gera upp við. Til alla lukku fyri tey, ið vilja finna fram til listina aftanfyri = mannin, og mannin aftanfyri mytina, skrivaði van Gogh næstan líka nógv sum hann málaði. Brøvini hjá honum bera ikki boð um eina sjålvpinda sál, men um ein mann sum elskaði lívið, og sum málaði tað, hann elskaði - og hann málaði lívið eins og hann livdi tað: Brennandi og kærleiksfult. Miseydnaður listamaður Sjálvur sigur hann seg vera ein miseydnaðan listarmann tí ongin vil keypa hansara málningar. At hann einki annað vil, enn at kunna liva av at selja síni verk. Men kortini vil hann ikki mála annað, enn tað hann brenn- ur fyri - hóast mikið fátækradómið og herviliga sjúku. Heimargktin hevur eittans aðalendamál - at tryggja brúkarunum av heima- røktini = eina nøktandi tænastu, og at henda tænasta er á sama stødi hjá øllum brúkarum landsins. Til at gera hettar arbeiði fyri brúkaran, fær heimargktin tillutað sín part av almennu føroysku fíggjarlógini. Við ødrum orðum: teir pengar ið fara til Heima- røktina skulu í størst møguligan mun síggjast aftur í tænastuni, sum tú sum brúkari fær ágóðan av. Allar almennar skipanir hava eina umsitingarliga síðu, her leiðsla og leiðslu- lið; og eina útinnandi síðu, her heimasjúkrasystrar, heilsusystrar og heima- hjálpir. skal leiða og skipa útinn- | andi partin, meðan útinn- andi parturin hevur dagliga sambandið við teg sum brúkara av skipanini. Tað er alneyðugt at um- sitingarligi parturin av skipanini er evnadur soleidis at hann stendur mát við útínnandi partin av skipanini. Tað merkir at umsitingarligi parturin ikki kann brúka meira av | Umsitingarligi parturin ' Tin heimarøkt skal varðveitast! harvið til brúkaran. Og tað er júst her vit nú skulu seta kikaran um vit staðfesta fíggjarligar trup- ulleikar hjá heimargktini. Fyri bert góðum hálvum | ári síðani heyði Heima- røktin líknandi figgjarligar trupulleikar, og eykajåttan vard tå latin skipanini utt- an krøv til figgjarstyring komandi. Henda søgan skal ikki gerast ein fram- haldssøga, og tiskil må gerast okkurt munagott vid umsitingarliga partin av Heimarøktini. Onki er at ivast í at broytingar mugu henda í Heimargktini, men tær koma ikki at skerja tæn- astuna hjá tær sum hevur tørv á Heimarøktini. samladu figgjarjåttanini, Páll á Reynatúgvu enn hann við skilagóðari formaður stýring (umsiting) gevur í Trivnaðarneyndini aftur til útinnandi partin og L E Vísandi til tíðindaskriv í Dimmalætting, Sosialinum og sendingini Nón hjá Útvarpi Føroya í farnu viku, verður við hesum sagt frá, at barnaverndin er sera hørm um, at áðurneyndu fjølmiðlar eru so lítið at sær komnir, og eru á so lágum stødi, at teir nýta ósonn tíðindaskriv, ið viðgera børn í ávísari bygd, í teirra tíðindaflutningi. Duga teir ella tey, ið hava ábyrgdina av hesum fjøl- miðlum ikki at skyna á, hvat er gagnligt og hvat, ið skaðar í einum so lítlum samfelag, ella taka hesi fólk øll ålvarsmål sum skemt? Attu fjølmiðlarnir ikki at spurt avvarðandi mynd- ugleikar, um hald var í tíðindinum, áðrenn teir fara út til almenningin við einum so býttisligum og ósakligum tíðindaskrivi, sum ein tilvildarligur skemtari av flat- londum, harra Niels Uni Dam, staddur á Landavegi 70 í Tórshavn, ber teimum? Vit spyrja bara? Vegna barnaverndina í Sørvågi Torkil Haraldsen, formaður Leikurin setur m.a. spurn- ing við, um tað er rætt at maðurin sjálvur er meira kendur enn verkið. Og var maðurin nú eisini so ørur, sum tað sigst? Eisini verður nomið við spurningin um sjálvmorð: Nær hevur eitt menniskja rætt at gevast at liva? Og hava vit yvirhøvur sjálvi rætt at avgera tílíkt? Vincent van Gogh gjørdist bert 37 ár, men megnaði at leggja úr hondum stórverk, sum í dag teljast millum tey mest virdu í heiminum. Sjónleikurin »Livstrå« verður sýndur á Meiarínum mikudagin 5. august kl. 20.00. Bert tvær sýningar verða afturat hesari, leygardagin 8. august kl. 20.00 og sunnudagin 9. august kl. 16.00. Leikurin er góðan tíma til longdar og atgongumerkið á 80,- kr. fáast á Kunningarstovuni, og við dyrnar ein hálvan tíma áðrenn sýning.