Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið Nr. 145 — 6. AUGUST 1998 Eidesgaard: Signar á Brúnni skakaði mangan mann, men he vði grein Í sínum máli: Tjóðveldið hevur givið teimum borgarligu kreftunum frítt spæl --Orðingar um privatiseringar, umsetiligheit, orð- ini um, at hin ein- staki skal syrgja fyri sínum egna lívi og síni egnu heilsu - og sínum egna aldurdómi, eru týðilig tekin um, at ætlanin er at fóra borgar- sagf um eina fel- {US SKVIGU I MJjaIiDa R SI 10 á teimum veikastu, segði Jóannes Eidesgaard, for- maður í Javnað- arflokkinum, tá ið ólavsókuróðan hjá løgmanni var til viðgerðar Sum vera man var tað við stórum spenningi, at stórur partur av Føroya fólki setti seg at lýða á løgmansrød- una á Olavsøku Hetta var fyrsta løgmans- rødan hjá nývalda løgmann- i, og hetta var fyrsta polit- iska útmeldingin frå nýggju samgonguni, tá sæð verður burtur frá sjálvum sam- gonguskjalinum Men kanska serliga spennandi var tað, tí henda samgongan fegin vil prýða seg við heitinum ein sjálv- stýrissamgonga, og síðan sjálvstýrislandstýrið frá 1962 til 1966 er henda ikki roynd Fyrst havi eg hug at taka fram sjálva uppsetingina av røduni Hon er greið við fyrst ein- um samandrátti og síðan einum meira nágreiniligum parti fyri at enda við einum løglista, sum enntá hevur eina tíðaráseting við, um nær tey ymsu málini verða framløgd. Megnar landsstyrid at halda seg til henda lista og tidaråsetingarnar, so vil tað geva eitt meira samanhang- andi tingarbeiði, og tað må sigast at vera eitt framstig skakaði T. hevur kanska sinar — Hvussu verður tá id fullveldið hevur skorið eina milliard burturav okkara figgjarorku - og fiskiskapurin tå svíkur? Skulu tá pensjónir og aðrar almannaveitingar og heilsuverkið eisini skerjast samsvarandi, spurdi Jóannes Eidesgaard orsøkir, at løgmansrødan er so lítið itøkilig í ár Rættiliga nógv mál, eisini stórmál, verða bert leysliga umrødd uttan at peikað verður á eina beinleiðis itøkiliga ætlan við politikk- inum. Hetta ger so sjálvandi tað, at andstødan fær eitt sindur torført við at gera viðmerk- ingar, tá stødan hjá sam- gonguni ikki er greið. Taka vit tann partin burt- urúr, sum ber heitið "Sjálv- styrismål”, so kundi restin eins væl verið orðað av und- anfarnu samgongu, sum veruliga var ein borgarlig samgonga. I tí vanligu floksbytinum á tí hugsjónarliga listanum, so hevur Tjóðveldisflokk- urin verið settur vinstru- megin miðjuna, men undir valstríðnum hoyrdu vit ein framstandandi tjóðveldis- mann, sum nú er landsstýr- ismaður í skúla- og menta- málum siga, at flokkurin lá frå høgru og inn ímóti miðj- uni Hesi orå skakadu mangan mann, tá tey vórðu søgd, men í dag má sigast, at mað- urin hevði grein í sínum máli Orðingar sum privatiser- ingar, meira umsetiligheit, hin einstaki skal fyrst og fremst taka ábyrgd av egn- um lívi og egnari heilsu, hin einstaki hevur skyldu í stórri mun at tryggja sín ald- urdóm bera týðiligt prógv um, at her er ætlanin at reka borgarligan politikk. Ongastadni verdur nevnt nakað um eina felags skyldu til at hjálpa og stuðla teimum veikast mentu í okkara samfelag, tvørturi- móti. So meðan tjóðveldis- menn hava kastað seg yvir sjálvstýrismál, fáa borgar- ligu krefturnar í samgong- uni, og tær eru sterkar, fríar teymar til at seta tann borg- arliga politikkin í kortið. Men ikki bert fáa teir fríar teymar til at seta út í kortið, tí hvønn einasta dag kunnu teir í friði og náðum stýra borgarligt, meðan Tjóðveld- isflokkurin arbeiðir við sín- um fullveldisætlanum. Um hesar eiga fulla und- irtøku í samgonuni, er kanska eisini ivasamt, men tað fer so tíðin at vísa. Hvat fer nú at henda? I bladsamrødu við Sosialin leygardagin sigur løgmadur um marknamálið, at hann kann vissa okkum um, at tað er við at henda nakað, men tað má ikki forspillast við einum almennum kjaki. Men í løgmansrøduni sig- ur sami løgmaður, at ongin fundur hevur verið síðan septemhur 1997, og at landsstyrið nú kannar, hvat býr undir boðskapinum frá bretsku stjórnini, sum er komin fram ymsastaðni. Men als einki sigur løg- maður um, hvat nú fer at henda. Undanfarni = løgmaður heitti á danska forsætis- málaráðharran um at taka málið upp á politiskt stig. Vit vita eisini, at Poul Ny- rup hevur nevnt málið fyri sínum bretska starvsbróðuri Tony Blair. Men Anfinn Kallsberg hevur sagt, at hann fyrst vil seta seg inn í málið fyri síð- an at finna útav, hvat gerast skal. Í hesum sambandi hevur samráðingarleiðarin verið í Føroyum, men hvorki løg- ting ella uttanlandsnevnd vita meira frá hesum máli at siga. Tað kann væl vera, at eitt alment kjak kann forspilla málið fyri at brúka løg- mansins egnu orð, men løg- ting og uttanlandsnevnd hava eisini um neyðugt skyldu til at kunna viðgera eitt mál í trúnaði, um tað er neyðugt. Og fyri at eingin ivi skal vera, so kann løgmaður vera vísur í, at júst hetta mál hevur tingsins stóra áhuga. Ivast um olju og ES Tað verður ikki sagt bein- leiðis, at samgongan er samd um eina EBS- líkn- andi skipan við ES, men nevndin, undanfarna lands- stýrið setti, er liðug, og ti kundi tað verið hóskandi at spurt, um hetta verður kósin mótvegis ES, sum nýggja samgongan ynskir sær? Eis- ini kundi í hesum sambandi oljumálaráðharrin = verið spurdur, hvønn tydning ein EBS- skipan hevdi fingið fyri ein møguligan føroysk- an oljupolitikk? Hvønn tydning vil ES-oljudirektiv- ið tá fáa? Eisini vildi eg fegin hoyrt, hvørja stóðu landsstýris- maðurin í oljumálum og samgongan hava til spurn- ingin um oljuútgerðarhavn, tí tað varð jú sagt, at spurn- ingurin skuldi viðgerast í samgonguni? Hava vist storan vilja Tað er glediligt at hoyra, at tad nå gongur betur hjå før- oysku kommununum, h6ast ein triðingur av kommunalu figgjarætlanunum fara til rentur og avdrått. Eisini vil eg siga, at tað hevur verið áhugavert at eygleitt tann vilja, sum før- oyskar kommunur hava havt fyri at finna eina loysn á skuldarspurninginum. Serliga áhugavert hevur verið at sæð tað samhalds- festi, sum tær hava víst, sum undanfarna landsstýrið tí- verri ikki tók fyri fult. Tí fari eg at spyrja, hvat løgmaður ætlar, tá hann sig- ur, at ongantíð ov skjótt má ein loysn finnast á komm- unuskuldini? Somuleiðis vil eg spyrja, hvat høvudsprin- sippið verður í tí komm- unalu samanleggingarlóg- ini? Verður talan um at leggja kommunurnar saman við tvang ella sjálvbodnar? Hevði hjálpt nógv upp á steðuna Tað er somuleiðis at fegn- ast um, at búskaparligi vøksturin í hagtølunum er so týðiligur. Lyklatølini í føroyskum búskapi eru rættiliga góð, bæði hvat handils- og gjaldsjavna viðvíkur Lønargjaldingarnar eru vøkstri, men serliga áhuga vert er at síggja, at lønar gjaldingarnar í fiskivøru er vaksnar iðinun eftir at hav Men f ) evu út y rk: 3 t Í yng € aka ir enn 1 1191 Sambært búskaparfreð ingar minkar hesin utflutr ingur almikið um faktorinn tøkurnar, sum vit fáa burtur úr fiskivinnuni sum heild Og givið er, at varð henda stóra mongd virkað meira ella minni í Føroyum, so hevði hetta hjálpt nógv upp á støduna við arbeiðsloys- inum. Oftast er bert talan um kanska tveir persónar, sum fáast við henda útflutning, tó uttan at hetta gevur stór- vegis inntøkur til kommunu og land. Mugu taka í egnan barm Herfyri var ein fiskakeyp- ari í fjølmidlunum og segði, at ein høvudsorsøk til hesa stóðu við tí óvirkaða fisk- inum var vánaliga sam- bandið, sum vit hava við útlond. Men her mugu so polit- ikkarar taka í egnan barm, tí politiskt hevur man tikið stig til at forverra hetta sam- band, tá Sjálvstýrisflokkur- in so glaðbeintur kvetti høvdid av Skotlands- siglingini. Vit mugu ansa okkum A fundi við uttanlands- nevndina upplýsti figgjar- málaráðharrin, at av yvir- skotinum á fíggjarlógini fyri 1997 upp á 150 mió. kr. stavaðu tær 134 mió. kr. frå Føroya Banka. Vert er at geva gætur, at orsøkin til bankans góða úr- slit er afturføring av ov stór- ari avseting, sum bankin gjørdi í 1993, og at hesin peningur var læntur pening- ur. V.ø.o. er høvudsparturin av yvirskotinum fíggjaður við låntøku til landskassan. So tað er rætt, tá ið sagt