hósdagur 6. august 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 145 — 6. AUGUST 1998
tíðindablaðið S08ZVÍn
Spæla klovnaleik á Filipsoyggjunum:
Til Filipsoyggjarnar at hjálpa
gøtubørnum
7. oktober farc fólk år Fóroyum væntandi úr Føroyum til
Filipsoyggjarnar. Ætlanin er at hava ymisk tiltók í Fóroy-
um, fyri at savna pening til gøtubørnini í Manilla, men
umframt at hjálpa peningaliga, er eisini ætlanin at geva
børnunum eitt upplivilisi, siga Angela Petersen og Ólavur
Jøkladal, ið eru tveir av fyrireikarunum. Fyrsta tiltakið
verður í SMS komandi vikuskifti
DAGFINN OLSEN
Í einum húsum á Argjum
stendur telefonin ikki still í
hesum døgum. Orsøkin er,
at har hava tey sett sær fyri
at fara til Filipsoyggjarnart
fyri hjálpa gøtubørnum í
Manilla og tað krevur fyri-
reiking.
Tá eg tríni innar í hugn-
aliga køkin hjá Angelu, sita
Angela og Ólavur og fyri-
reika. Ólavur við telefonini
í hondini. Á svenskum
roynir hann at fáa greiði á
eina teldupost adresu.
Angela skeinkir mær
kaffi og greiðir frá, hvussu
alt hetta kom í lag:
— Tað byrjaði so spaku-
liga við, at eg og ein vin-
kona, Siri, sótu og tosaðu
um, hvussu stuttligt tað er
at hoyra og síggja børn
flenna og hvussu stuttligt
tað er at framføra klovna-
leik fyri børnum, sigur Ang-
ela, id er pedagognæming-
ur.
Samstundis komu tær at
hugsa um, at tad ikki eru
øll børn, id sleppa at uppliva
tilikt.
— Vit pråtadu so um, at
tað hevdi verið áhugavert at
farið til Russlands, ella
aðrastaðir, men vit flentu so
eftir hugskotinum eina løtu,
men meira kom ikki burt-
urúr. Dagin eftir sigi eg so
við hana, at eg meinti tað
Mr. Universe fer at hjálpa til at savna pening inn til børn-
ini í Manilla
um at gera okkurt fyri børn
og at vit skuldu royna okk-
urt. Tað var hon við uppá,
og soleiðis byrjaði tað,
greiðir Angela frá.
Regin Guttesen
eisini við
Fyrst var høvudsætlanin at
spæla klovnaleik fyri børn-
unum, men tað stóð skjótt
greitt, at fleiri fólk máttu
uppí, eitt nú tónleikarar.
— Vit hittu so Ólav, ið er
lærari okkara, og eg spurdi
hann, um tað ikki hevði ver-
ið áhugavert at farið til Fil-
ipsoyggjarnar at hjálpa
børnum har. Hann svaraði
beinanvegin, at tað helt
hann. Ein annar í flokkinum
hevði eisini hug at koma við
og hann ringdi til Regin
Guttesen, sum játtaði at
vera við, sigur Angela.
— Vit vistu ikki rættuliga,
men nú var greitt, at tað
bleiv okkurt við klovnum
og tónleiki, men fotograf
máttu vit eisini hava, tí
stuttligt er at hava góðar
myndir, ið kunnu nýtast aft-
aná at greiða fólki frá stød-
uni í Manilla, sigur Angela.
Skelkandi tel
Hóast byrjanin var í lagið,
so stóðu tey eitt sindur á
berum. Angela hugdi so í
telefonbókina, fyri at finna
eitt felag, ella líknandi, ið
kundi vera til hjálpar. So
Mynd: Jens Kr. Vang
kom hon á Skandinavisku
Barnamissiónina. Har vóru
tey glad, at tey høvdu valt
Filipsoyggjarnar, tí har var
veruliga hjálp fyri neyðini.
— Har stendur illa til og
tølini eru skelkandi, sigur
Angela og hyggur at Ólavi,
ið hevur kannað málið.
— Eg eri lærari hjá trimum
av teimum í føroyskum og
vit hava fingist vid leikur
og dukkuleik. Kanska er tað
ti, tey hava biðið meg vera
við, sigur Ólavur.
— Eg kagaði í eitt leksi-
kon, ið er frá fyrst í sjeyti-
árunum. Har stendur, at í
Manilla búgva 2,2 milliónir.
Eg samskifti so við ein før-
oying í Manilla, Ragnar
Niclasen, ið greiddi frá, at
tað búgva 15 milliónir í
Manilla, so vøksturin er
øgiligur, greiðir Ólavur frá.
— 1,2 milliónir av hesum
eru gøtubørn. Harav eru
25.000 undir 10 ár og tey
verða misnýtt. Eg gangi út-
frá, at talan er um kynsliga
misnýtslu, so tørvurin er
stórur á hjálpararbeiði, sigur
Ólavur.
Annað hvert barn doyr,
áðrenn tað verður 10 ár.
Sjålvstødug verkætlan
— Vit hoyra ikki til nakarn
felagskap ella bólk, men
gera tiltakið, sum sjålvstød-
ugur bólkur, greiða Angela
og Ólavur frá.
Angela hevur tó verið í
samband við Skandinavisku
Barnamissiónina og tá Ól-
avur kom inn í myndina,
setti hann seg í samband við
New Tripes Missión, tí hann
visti um føroying, ið heyði
eitt sindur at siga f felags-
skapinum og at Ragnar
Niclasen virkadi i Manilla
fyri felagsskapin.
Sostatt er talan um sjålv-
støduga verkætlan, ið tó
nytir hjålparfelagsskapir, id
virka á staðnum og eru
kendir og góðtiknir á staðn-
um, til at fáa framt ætlanina
í verki.
Einki til fyrisiting
— Vit ivadust ofta um, hvat
vit kundu gera, tí at fara til
Filipsoyggjarnar at spæla
klovn, tað ljóðar løgid, men
so kom Bo Wallenberg frá
Barnamissónini á vitjan.
Hann helt hetta íkki vera
løgið, tí tørvur er á hjálp og
børnunum tørvar, at alt ikki
er negativt. Teimum tørvar
Angela Petersen og Olavur Jøkladal, sum ætlað til Manilla at hjålpa gøtubørnum
slíkt upplivilsi, sum sovorð-
in skemtiframførsla kann
geva, sigur Angela, id legg-
ur afturat, at ikki er vanligt,
at Barnamissiónin letur til-
vildarlig sleppa at fremja
tað, ið knan tykjast sum til-
vildarligt tiltak, undir teirra
veingjabreidid.
— Sjålvt um vit bert eru i
2 vikur, so kunnu vit gera
okkurt. Um tey so kanska
eru burtur dagin eftir, so
hava tey fingið eitt gott upp-
livilsi og vit vóna sjálvsagt
at fáa so nógvan pening inn,
sum gjørligt. Vit ætla sjálvi
at lata peningin, so hann
kemur á rætta stað og so
einki fer til fyrisiting, sigur
Angela, ið eisini sigrur, at
avgerðin um, júst hvar
pengarnir fara, verður tikin,
tá tey koma til Manilla og
síggja tørvin.
Framfera brot úr
Bíbliuni
— Vit hava samband við eitt
barnaheim og fyrstu vikuna
fara vit út við eini kvinnu,
ið fer út um náttina í bussi
at býta mat út Tá hon
steðgar við bussinum, koma
børnini á gøtuni rennandi og
so fåa tey velling. Tå ætla
vit at framføra og syngja og
taka eitt brot úr Bíbliuni at
leika fyri teimum, tí tað
kenna tey, sigur Angela.
— Tá verða eisini børn
vald út at sleppa á barna-
heim. Eisni verða gentur
valdar út, ið skulu á barna-
heimið Roses of Sharon, ið
er fyri gentur, ið hava verið
misnýttar. Har eru 19 gent-
ur, ið eru frá 5 til 19 ár og
teimum ætla vit at geva gåv-
ur, tí tær eiga einki, so alt
hevur týdning fyri tær,
greiðir Angela frá.
Helvíti á jørd
--Vit ætla eisini at vitja
Smokey Valley. Tað verður
kallað „Helviti á jørð“. Eg
havi hoyrt, at fólk, ið hava
verið har, troysta sær ikki
at fara ov langt inn, tí har
lugtar so illa. Men vit mugu
fara við einum smíli, tí har
búgva teym tað er teirra
heim. Vit ætla at geva teim
um eina góða ltu við leiki
og tómleiki, sigur Angela,
ið leggur dent á, at hetta bert
er ein síða.
— Sjålvsagt er eisini um-
rådandi, at vit hava pening
við, tí tað hava tey so hjart-
aliga brúk fyri, sigur
Angela.
Vónandi kann hetta fáa
onnur at fara eisini, tí stóðan
har er vónleys, sigur Ang-
ela.
— Onkur hevur spurt Ang-
elu, hví júst Manilla?,
Hjálpir hetta nakað, er tað
ikki bert ein dropi í havin-
um?, sigur Olavur.
— Men alt hjålpir, alt ger
mun. Fyri tey, sum hitta
okkum, hevur tað nógv at
sigi. Ein linni í teirra ger-
andisdegi og ein troyst, tí
vit kunnu sita her hendur í
favn og syngja, at limmal
er longu her, meðan stødan
er ein onnur, um vit fara
hinumeginklótuna, sum t.d.
ruskplássið, ið Angela
nevndi, sigur Olavur.
— Tey sovna svong og
vakna svong og fara út á
ruskplássini at leita sær
fødi, sigur Olavur
Peningur skal til.
Tað ringasta er, at tey hava
eingi rættini. Hjá okkum
hava vit eitt trygdarnet, t.d.
barnavernd. Har er alt líka-
mikið, sigur Angela, ið vón-
ar, at fólk stuðla tiltøkunum,
ið tey fara at skipa fyri, ella
at fólk stuðla við at seta
pengar á konta i Føtoya
Sparikassa, nevnd ,Manilla
"98".
— Fáa vit ikki nóg mikið
av peningi, so senda vit tað,
ið er komið inn, sigur Ang-
ela, ið fegin vil vísa við hes-
um, at tað ber til at hjálpa,
um ein situr í førøyum.
— Fólk spyrja eisini, um
eg ikki havi nokk við míni
egnu børn. Jú, men eg havi
eisini yvirskot at hugsa um
onnur. Meðan onnur kanska
fara til Malorca í 2 vikur,
so geri eg hetta, sjálvt um
tað er eitt stríð av tí, sigur
Angela, ið eisini ætlar, at
farast skal út á skúlar og til
onnur áhugaði, at vísa
myndir og at greiða frá
støduni í Manilla.
Tiltøk:
7. og 8. august i SMS |
Klovnurin Joe Joe år |
USA og Nøfle og Snofie |
framfors. Eisini vera fólk |
úr Afrika, ið luttaka við |
dansi og ødrum
Mr. Univers luttekur
eisini.
22. august.
Gospelkonsert í høllini í
Runavik
Regin Guttesen, I am og
|
|
|
|
|
|
|
|
Heini Liitsen