Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið S082/UT Nr. 145 — 6. AUGUST 1998 Karsten Hansen fíggjarmálaráðharri: Um tveir mánaðir eru vit komin uppundan: Nú skal endi fåast á hesum oskilinum hjá landskassanum — Vit eru varugir við trupulleikan. Og vit hava sett okkum fyri at vit skulu vera komin uppundan 1. okt- ober. AK! BERTHOLDSEN --Heilt so ring, sum Hergeir Nielsen vil vera við, er stød- an ikki Karsten Hansen, fíggjar- málaráðharri, er ikki heilt samdur í, at tað er so ringt skil í roknskaparhaldinum hjá landskassanum, sum partamaður hansara, Her- geir Nielsen, løgtingsgrann- skodari, vildi vera vid i Sos- ialinumm týsdagin Hergeir Nielsen, sum er formaður fyri løgtings- grannskoðararnar segði í Sosialinum, at tað var bein- leidis skelkandi at siggja, hvussu lítið skil var á rokn- skaparhaldinum hjá tí al- menna Men samstundis var tað, sum fór fram, grovt brot á st'risskipanarlógina, tí eftir henni skal landskassans rokskapur verða lagdur fyri tingið einast eitt hålvt år eftir årslok. — Tvs, at roknskapurin fyri 1997 skuldi verid lagd- ur fyri tingið 1. juli i år. — Men hann er verri enn so lidugur enn. — Seinasti roknskapur, sum varð lagdur fram, var tann fyri 1994 Hergeir Nielsen segði, at hann ætlaði at reisa málið, nú ólavsgskurgða løgmans var til viðgerðar í tinginum og hann ætlaði at seta fíggj- armálaráðharranum eina rgð av spurningum um hesi viðurskifti Stødan ikki so ring Karsten Hansen, fíggjar- málaráðharri viðgongur, at trupulleikar hava verið. Men hann er ikki samdur við partamannin í, at trup- ulleikar eru heilt so stórur, sum løgtingsgrannskodarin vil vera við --Tað er ikki rætt, at tann seinasti roknskapurin, sum er liðugur, er tann fyri 1994 — Tí 22. desember í fjør varð roknskapurin fyri 1995 lagdur fyri tingid --Roknskapurin var ikki prentaður, men tað stendur ongastaðni, at hann skal vera tað. — Eftir at roknskapirnir eru lagdir fyri tingið, skulu teir grannskoðast og góð- kennast. Karsten Hansen sigur, at --Tað er rætt, at rokns- kaparhaldið hjá landsk- assanum hevur verið langt afturútsiglt. — Men stødan er ikki so ring, sum Hergeir Nielsen, formaður fyri løgtings- grannskoðararnar, vil gera hana til — Men 1. oktober eru vit komin uppundan og so er tað liðugt við hesum 6- skilinum, sigur Karsten Hansen, figgjarmåla- ráðharri seks mánaða freistin er fyri, nær roknskapirnir skulu verða lagdir fyri tingid. — Onki stendur í lógini um, nær teir skulu vera grannskoðaðir og goðkend- ir. — Hetta er tó ikki ein um- bering fyri, at tað hevur gingið so long tíð, sum tað hevur. — Men eg rokni ikki við, at nakar hugsar sær, at landskassans roknskapur skal verða grannskoðaður uppá eitt hálvt ár, tí tað klár- ar eitt lítið virki nóg illa Karsten Hansen leggur afturat, at samstundis, sum 1995 roknskapurin varð desember, varð eisini rokn- skapurin fyri 1996 lagdur fram til kunningar, tó at hann ikki var heilt full- fíggjaður — Tað, sum manglaði vór- u upplýsingar frá Strand ferðsluni um hallið í 1996 | andi oljuvinna kann hava og onkrir upplýsingar frá lønjavningargrunninum. Endi fáast á óskilinum Karsten Hansen sigur, at landsstýrið nú fer at bera so í bandi, at roknskaparhaldið kemur í rættlag. — Vit arbeiða miðvíst við málinum, men ein trupul- leiki hesa seianstu tíðina hevur verið, at nógv fólk hevur verið í summarfrí og at tað tey hava onki fingið gjørt í summar. — Men málið verður tikið uppaftur nú. Fíggjarmálaráðharrin sig- ur, at roknskapirnir fyri 1995 og 1996 eru heilt lið- ugir og fara til prentingar fyrst í komandi viku. — Og vit hava sett okk- um fyri, at roknskapurin fyri 1997 skal - og eg endur- taki skal - vera liðugur 1. oktober, sigur hann. — Og nú fara vit finna út- vegir fyri, hvussu tað kann lata seg gera. — Vit eru í ferð við at gera eina skipan, sum fær báði hetta, og alla skipanina at virka effektivari. Karsten Hansen sigur, at eftir tað skal stýrisskipanin haldast á hesum øki, tí nú skal vera liðugt við hesum óskilinum. Tvs, at roknskapurin fyri eitt ár skal verða lagdur fyri tingið í seinasta lagi 1. juli árið eftir. Karsten leggur tó afturat, at tað er ikki nakað nýtt, at roknskapurin hjá landskass- anum eru seinkaðir. — Teir hava altíð verið fleiri ár afturút. — Hetta hevur verið ein afturvendandi trupulleiki so leingi, at tað hevur næstan vunnið hevd. — So tað er ikki nakað nýtt. Men vit skulu hava bilbukt við hesum trupul- leikanum nú, sigur hann. Ymsir trupulleikar Karsten Hansen sigur, at tað eu ymisk viðurskifti, sum hava gjørt, at tað almenna hevur verið so langt afturút við roknskaparhaldinum seinastu árini. — Orsøkin til, at tað hevur gingið so striliti at fáa viður- skiftini í rættlag, er ikki bara tí at ov lítið av pengum hev- ur verið sett av til endamál- ið. --Hesi seinastu árini hava verið hendingarík og tað hava verið so nógvar ser- uppgávur hesi, sum hava „stolið“ rættiliga nógva ar- beiðsorku frá teimum somu fólkum, sum skuldu gera hitt arbeiðið. — Gjaldsstovan og fíggj- armálastýrið eru flutt út í Albert Hall á Argjum. — Samstundis er ein heilt nýggj roknskaparskipan sett í verk og tan uppgávan varð stórri og truplari, enn upp- runaliga mett. — Somuleidis hava bygn- aðarbroytingar eisini kravt sítt. --Harafturat eru fólk eisini tikin burturfrá hesum ar- beiðnum til ymsar aðrar, ar- beidskrevjandi seruppgåv- ur m.a. til at fyrireika bankakanningar, til at finna tilfar til grein 19 nevndina og til at fyrireika samrådi- ngarnar vid danir. Karsten Hansen er púra samdur vid løgtingsgrann- skoðaran í, at tað hevur 6- metaligan týdning at rættlag er í hesum viðurskiftunum. — Tað kann ikki vera nak- ar ivi um tað. — Men hinvegin kunnu vit ikki geva fólki ómgguligar uppgávur, leggur hann aft- urat. — Tey hava ikki havt for- treytir fyri at loysa uppgåv- una, hóast tey hava arbeitt ótrúliga hart fyri at koma uppundan. — Men nú verður meiri fólk sett burturav til enda- málið, so nú koma vit upp- undan, sigur fíggjarmála- ráðharrin. Føroya Arbeiðarafelag tekur upp Føroya Arbeið- arafelag hevur havt fundir við | Meginfelag Ar- beiðaranna í Skotlandi Aki BERTHOLDSEN Føroya Arbeiðarafelag hev- ur nú tikið stig til eitt sam- | starv við skotsk fakfeløg. lagdur fyri tingid tann 22. | Føroya Arbeiðarafelag | sigur, at nú frálandavinnan helst fer at taka seg upp, er | tað sera umráðandi, at allir partar í eini slíkari vinnu víðka sjónarringin og gjølla | kanna, hvørjir fyrimunir, og, hverjir vansar ein kom- við sær. Hetta er ikki minst gald- andi fyri tey, sum sum ar- beiða í hesi vinnuni. Tí hevur Føroya Arbeið- arafelag tíkið súg til eitt samstarv við skotska ar- beiðarafelagið, Transport & General Worker's Union í Aberdeen. Tað felagið fevnir um Hetland, Orknoyggjar og Landnyrðingsskotland. Hetta felagið er eisini týð- andi limur í meginfelagið hjá skotsku arbeiðarunum Scottish Trade Union Cong- ress. Ingeborg Vinther, for- maður í Føroya Arbeiðara- felag, sigur, at skotsku fak- feløgini hava verið sera pos- itiv og opin fyri einum sam- starvi við føroyingar. — Vit halda, at Føroyar og Skotland liggja so nær hvørjum ødrum, at tað skuldi verið so sjálvsagt, at fakfelagsrørslan í báðum løndunum samstarvaðu, sigur formaðurin í FA. Hon sigur, at telur olju- vinnan seg upp, er vænt- andi, at londini koma enn tættari at hvørjum gðrum, og at snógv samband verður millum londini. Samstarv:ð ímillum fak- feløgini í báðum londunum skal m.a. miðja ímóti at kunna seg um vidurskiftini, hvgr hjá ødrum og at geva hvør ødrum leiðbeingar og góð ráð um ymisk viður- skifti. Ingborg Vinther heldur, at hetta kann ikki minst verða hent, um ein oljuvinna tekur samstarv við skotsk fakfeløg seg upp, tí skotsku fakfel- øgini hava drúgvar royndir við oljuvinnuni, har ið viut eru púra blonk. Men ikki minst miðjar samsarvið ímóti at stuðla hvør ødrum, um ósemjur taka seg upp á arbeiðs- marknaðinum í ødrum land- inum so at verkafólk í ødr- um landinum ikki taka ar- beiðið frá verkafólkinum í tí landinum, sum er rakt av arbeiðsósemju. Heilt itøkiliga er tað kom- ið burturúr samstarvinum, at umboð fyri Føroya Ar- beiðarafelag verða umboða á rådstevnu hjá Skotska meginfelagnum seinni í vár. Skotar koma eisini higar at vera við á fundum hjá Føroya Arbeiðarafelag, sigur Ingeborg Vinther.