Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 1998síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| } | | | | | Í tíðindablaðið - Venjingarstgðan var nóg goð ímóti Svoriki Fótbóltur: Føroyska U-16 landsliðið megnaði at spæla við alla tíðina, men teir fingu ikki úrtóku burturúr målmøguleikunum Høvudsmålid hjå føroying- unum í fyrireikingunum til opnu norðurlendsku kapp- ingina fyri U-16 landslið, sum í hesum døgum er á norðurlandinum í Íslandi, hevur verið at fáa venjing- arstøduna so mikið góða, at spælararnir orka at fylgja við í allar 80 minuttirnar og ikki fella saman síðstu løt- una, soleiðis at tapini verða fýra ella fimm mål størn, enn munurin annars kundi veri Og skulu vit meta út frá fyrsta úrslitinum, so eydn- aðist tað hampuliga væl Føroyar eru í bólki við Svø- ríki, Finnlandi og Onglandi, og í fyrsta dystinum ímóti Svøriki taptu Føroyar 3-0, sum eisini var hålvleiks- stødan Venjarin, Jógvan Martin Olsen, sigur úr Íslandi, at úrslitið var ikki nóg gott, tá avrikið verður havt í huga — Men tað vísir seg aftur »g aftur, at okkara dreingir hava ilt við at gera nýtslu úr møguleikunum. Fyrstu 20 minuttirnar vóru vit á hædd við teir, og allan 2 hálvleik vóru vit væl við Tað var hugaligt at stað- festa, at spælararnir ikki bara sparkaðu burtur, sum vit onkuntíð hava sæð, men 3. deild í blaðnum í morgin Í seinastuni hevur tað ging- ið eitt sindur striltið hjá okkum at fáa fylgt við í 3 deild hjá monnum. Men hetta fær nú bata Í morgin hava vit aftur fråsøgn frá 3. deildardyst- unum um vikuskiftið, eins og stødan verður gjørd upp, nå 10 umfør eru spæld Sosialurin å netinum www.sosialurin.fo at teir varðveittu bóltin, fluttu fólkið fram og spældu seg til onkran målmøgu- leika, samstundis sum verjuparturin var væl skip- aður alla tíðina, burtursæð frá síðstu 20 minuttunum av 1. hálvleiki, sigur venjarin. Frá ferðaleiðaranum, Dánjali Andreasen, frætta vit, at íslendsk blød í gjár hildu fyri, at Sveríki vann ov nógv ímóti Føroyum, sum hevði møguleikar at fáa mál. Longu eftir sjey minuttir hevði Hjalgrim Elttør góða roynd. Uppspælið var í høgru og inn móti miðjuni, áðrenn tað var stungið fram ímillum. Hjalgrím kom leysur í brotsteiginum, men málverjin bjargaði royndini úr ellivu metrum til horna I 2. hálvleiki hevði Jón Rói Jacobsen, sum spældi sera væl á álopsrættaðum miðvallarplássi í høgru, tveir møguleikar. Eftir tveir minuttir varð fríspark gjørt ímóti honum dygst uttanfyri brotsteigin, eftir at hann hevði sneitt tríggjar av, og fimm minuttir seinni hevði hann góða roynd, sum fór í síðunetið. Frispælingini stóð Brynjálvur Nielsen fyrr Í 2. hálvleiki hevði Svø- ríki eina góða langskots- roynd, sum Karstin Joensen bjargaði sera væl til horna Svarta løtan At prísurin í altjóða fótbólti er høgur, tá tú ert óskettin, var seinni helmingur av |. hálvleiki ímóti Sveríki gott dómi um. 20 minuttir vóru farnir, tá sviar, ið ikki vóru so sann- førandi hesa ferð, sum teir onkuntíð hava verið í slík- um kappingum, fingu hol á. Føroyingar mistu í uppspæli í høgru, sviar fóru í mót- álop, og innleggið varð í lítið pressaðari stóðu beint út til horna, sum varð stútað í málið. Føroysku spælar- arnir vildu vera við, at mál- verjin, Karstin Joensen, varð hildin og tískil ikki slapp út, men tað hildu norski dómarin og ís- lendsku linjuverjarnir ikki, og so var 1-0. Og bara fimm minuttir seinni var 2-0, tå føroyski målverjin mistók seg í met- ingini av frísparksbólti úr 25 metrum. Ein minutt fyri hvíldina — eftir 39 minuttir — øktu sviar enn eina ferð. Uppspælið var í høgru, og innleggið varð stútað í kass- an. Aftur hesa ferð vóru før- oysku eftiransingarnar ov leysar So stóð einki til, og nógv bendi á skrædi í 2. hálvleiki, men tá kom nógva venjing- in føroysku spælarunum til góða. Beint eftir dystin hjá før- oyingum spældu Ongland og Finnland. Tað endaði við 3-3 javnleiki, men tað stóð leingi illa ti! hjá Finnlandi, ið annars verður mett at hava eitt sera gott lið í ár Til stutt fyri leiklok var Ongland á odda 3-1, men innanfyri ein minutt fekk Finnland tvey mál Føroyingar sóu vid egn- um eygum, at helst eru bæði Finnland og Ongland væl betri enn Svgríki, so vón- irnar fyri at sleppa undan stórtapum vóru kanska ikki tær bestu, men spælararnir vóru væl fyri, áðrenn teir í gjár klokkan trý skuldu spæla í Húsavík ímóti Ong- landi Í hinum bólkinum spældu íslendsku vertirnir á Akur- eyri ímóti Noregi, sum vann við ikki minni enn 8-2. Á Ólafsfirði vann Írland 4-0 ímóti Danmark. Stórur blíðsskapur Veðrið var gott, tå føroy- ingar spældu í Dalvík. Tað var turt, og tá teir fóru at spæla datt lotið burtur, sum hevði verið. Hitastigini mundu vera eini fimtan. Tað vóru ikki so heilt fáir áskoðarar, og teir tóku á við føroyingum. Millum áskoð- ararnar vóru Uni Arge, Jens Martin Knudsen og Påll Guðlaugsson og aðrir før- oyingar, sum búgva har á leið. Sum altíð so var íslendska gestablídni stórt, og eftir dystirnar vóru føroyingarn- ir, sviarnir, onglendingarnir og finnararnir bodnir til døgurda hjá bygdarráðnum í Dalvík, har tað búgva eini tólv hundrað fólk, ella um- leið eins négv, sum tað búgva á Toftum. Fríggjadagin klokkan trý spæla føroyingar aftur í Dalvík. Tá er Finnland mót- stødulidid. Leygardagin verður spælt um endaligu plaseringarnar Føroyska liðið ímóti Svø- ríki sá soleiðis út: | Karstin Joensen, KÍ — Bárð- ur Johannesen, B36, Teitur Ellingsgaard, HB, Atli Gregersen, Neksg — Jó- annes L. Jacobsen, KÍ, Ni- els Joensen, B36, Símun Jo- ensen, Kl, Elfinn Ørvarodd, SIF — Brynjolvur Nielsen, NSÍ, Jón Rói Jacobsen, HB — Hjalgrim Elttør, KI (Vagn- ur Mortensen, HB, 60.) A beinkinum uttan at verða skiftir inn: Pól Næs Joensen, B36, Helgi Justin- ussen, B36, Kristian Poul- sen, B68 og Gisli Dánjals- son, Royn Gult kort: Jón Rói Jac- obsen 22. Vaknaður eftir seks vikur í Franski løgreglumadurin Daniel Nivel, sum undir HM-endaspælinum í Frak- landi varð álopin av týskum ófriðarkroppum, er nú rakn- aður við aftur, eftir at hann hevur ligið uttan vit í seks vikur Tann 43 ára gamli Daniel Nivel varð álopin av fýra týskum sonevndum hooli- gans tann 21. juni i býnum Lens stutt undan dystinum millum Tyskland og Jugo- slavia. Teir fýra ófriðar- kropparnir slógu og spark- aðu løgregiumannin og bukaðu hann síðani við hansarz egna tåragass- pistóli. Daniel Nivel fall í óvit og hevur síðani ligið í koma við ógvusligum heila- Óviti skaðum. Teir fýra eru allir hand- tiknir og skuldsettir fyri dråpsroynd. Teir kunnu fåa upp til 20 åra fongsulsrevs- ing fyri ógerðina. Daniel Nivel, ið er giftur og eigur tvey børn, hevur framvegis trupult við at tosa og er partvíst lammaður í høgru síðu av kroppinum. Nr. 145 — 6. AUGUST 1998 Lassin til ILLS: ENS Reykjavikar Tad tykist vera torført hjá dómarum úr teimum smáu UEFA limalond- unum at fáa uppgávur í Europa Cup kappingun- um og í landsdystum. Tað eru helst fáar upp- gávur eftir, tá dómararn- ir úr stóru fótbóltstjóð- unum í Europa hava fingið sín part, og so verður tað smábýtt hjá hinum, tí nú eru tey so kallaðu smáu UEFA limalondini so mong í tali. Føroyingar eiga ein dómara, sum stendur á listanum hjá UEFA. Tað er Lassin Isaksen, og hann kann ikki klaga um arbeidsloysi, ti higartil hava boð verið eftir hon- um tríggjar ferðir. Fyrsta ferðin var 18. apríl, tá hann í Hollandi dømdi kvinnulandsdyst millum heimaliðið og Noregi. Onnur ferðin var 4. juni, tá hann dømdi U-21 landsdyst millum Danmark og Finnland. Dysturin varð spældur í Køge. Triðja uppgávan var í Litavia 21. juni, tá Ink- aras Kaunas i Intertoto kappingini spældi ímóti Baki Fexlesi úr Aser- badjan. Og nú, so taka teir á sjónum ul, skrivar aftur hjá Lassanum. Annan sunnudag skal hann til Svørikis at halda skil á, tá a-landsliðini í kvinnu- fótbólti hjá Svøriki og Noregi skulu spæla í HM undankappingini. Linjuverjarnir, sum fara við Lassanum, vera Jón Kári Frederiksen og Tummas Pauli Olsen. Teir vóru eisini við á ferðunum í Hollandi og Littava. Fyrsti adysturin Lassin skal longu kom- andi mikukveld royna seg í altjóða uppgávu. KSÍ, íslendska fótbólts- sambandið, hevur biðið hann koma til Reykja- víkar, har hann á Laug- ardalsvøllinum skal døma millum Island og Letland. Hetta er fyrsta ferdin, at Lassin Isaksen fær til uppgåvu at døma a-landsdyst á mannfólka- síðuni. Talan er um venjing- ardyst, og í sovorðnum fórum er tað vorðið van- ligt, at linjuverjarnir koma úr heimlandinum. Tað vil siga, at føroyski dómarin fer einsamallur til Reykjavíkar í kom- andi viku. Venjingardysturin er ein liður í fyrireikingun- um til EM undankapp- ingina, sum tað nú av álvara verðu farið undir. Ísland er í bólki við Russlandi, Fraklandi, Ukraina, Armenia og Andorra. Fyrsti dysturin hjá Íslandi verður á heimavelli leygardagin 5. september, og tað kann ikki sigast annað, enn-at grannatjóð okkara fyri vestan fer at fáa seg rættuliga roynda. Mót- stødulidid verður einki annað enn nýggju heims- meistararnir úr Frak- landi, sum fyri fyrstu ferð í trý ár skulu royna seg í undankappingar- dysti (teir vóru sjálv- skrivaðir í HM enda- spælinum á heimavølli). Hetta verður samstundis fyrsti = týdningarmikli dysturin hjá nýggja venj- aranum. Letland er í bólki sam- an við Noregi, Grikka- landi, Georgia, Slovenia og Albania. Fyrsti dyst- urin hjá teimum verður á útivelli sunnudagin 6. september. Mótstýðulið- ið verður Noreg, og dyst- urin verður spældur á Ullevál í Oslo. jh