fríggjadagur 7. august 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Blaðfólk: Ljósmyndari: Útgevari, uppseting og prent: Telefon: 311820
Jan Miller | Á gny Joensen, Jens Kristian Vang Sp/t Sosialurin Telefax. 314720
| Ár B Børtholdsen. Bústaður:
Blaðstjóri: | Emil L. Jacobsen Lýsingar og sola: Argjavegur 26, Argjum e-mail:
Eirikur Lindenskov — | Sveinur Tróndarson Jonhard Hammer Postadr: Postsmoga 76, post & sosialurin.fo
! Turið Kjølbro 110 Tórshavn
Logmaður gloymdi | (OMMI
Eingin verdur meira
enn eina almenna løn
Sjálvt ikki ein so arbeiðssamur maður sum Bjarni Djurholm klárar til fulnar
at rókja tvey almenn stórv
landskassaskuldina
Oddagrein
LANDSKASSASKULDIN er framvegis
millum fimm og seks milliardir krónir og
hon skal framvegis gjaldast aftur.
Í dlavsøkurødu løgmans verður í meira
enn einum viðfangi sagt, at í ár kemur
uttanlandsskuld foroyinga niður á null,
og hetta fegnast løgmaåur sjálvandi um.
VÍST kemur uttanlandsskuldin netto nið-
ur á null, men henda ásannan er bara
tikin úr einum størri samanhangi.
NETTOUTTANLANDSSKULDIN hvørv-
ur, ti føroyingar - peningastovnar, trygg-
ingarfeløg, privatar fyritøkur og nakrir
stovnar - eiga nógvan pening uttan-
lands. Tilsamans einar seks til sjey milli-
ardir. Bara bankin og sparikassarnir eiga
væl omanfyri 3 milliarðir.
SAMSTUNDIS skylda føroyingar eisini
einar seks, sjey milliardir uttanlands og
tá skuld og ogn eru umleið tað sama
nærkast nettouttanlandsskuldin nullin-
um.
MEN skuldin hjá landskassanum er um-
leið hálva sættu milliard, og hana skulu
vit framvegis gjalda aftur. Eftir avtaluni í
juni skulu vit gjalda stívliga 300 milliónir
um árið.
TAÐ er hesa skuld - og hesa rentu og
avdráttarskyldu - sum vit skulu hava í
huga, tá vit hugsa um foroyska lands-
húsarhaldið, fíggjarlóg, og fíggjarorku.
SJÁLVANDI hevur uttanlandsskuldin
tydning, tá hugsað verður um umdømi
Feroya og kredittvirðið Foroya, men
sum er, hevur hon onga beinleiðis ávirk-
an á okkara landskassa.
TAÐ hevur hinvegin okkara fíggjarlóg
og allar eykajáttanarlógirnar sum verða
lagdar fram hvenn mánað. Innlendis
politikkurin er at sýna, um vit hava styrki
og forleika at halda ímóti og veruliga
meta um, hvat skal játtast eyka og hvat
ikki skal játtast. Ofta tykist, sum um vit
leggja eina neyva fíggjarlóg og meira
ella minni slaka í eykajáttanarlógum.
Men tað kann ikki vera rætt ti tå er lika
vítt sum sítt at gera eitt stórt fíggjarlóg-
ararbeiði.
Sosialurin
Beint fyri Glavsøku skrivaði
Sosialurin fleiri greinir um
tingmannalønina, sum nú
skal hækka munandi.
Løgtingsformadurin
Finnbogi Isakson sigur i
eini av greinunum, at skulu
tingmenn røkja tingarbeiðið
til fulnar, so må tingmanna-
lénin hækkað somikið
nógv, at tingmenn hava
tingarbeidi sum sítt høvuds-
starv. 25.000 krónur um
mánaðin verður nevnt. Sum
er, verður politiska arbeiðið
mett sum eitt frítíðarstarv,
og lønarvidurskiftini eru
høvudsorsøkin til, at arb-
eiðsstevið í unginum er sum
tað er, sigur Finnbogi Ísaks-
on
Sámal Petur í Grund sig-
ur, at tað skal loysa seg at
vera politikari og er fyri, at
lénin hækkar. Vil ein polit-
ikari halga seg politiska arb-
eiðinum, so skal hann fáa
eina løn, sum hann kann
liva av. Sámal Petur
heldur, at tað er spe
politikari ikki kan
politiska arbeiðið til fulnar,
tí hann eisini må røkja aðrar
skyldur
Heini O. Heinesen er ikki
samdur vid Såmal Peturi, tå
10 Samal Petur sigur, at
møguleikin at fåa bestu
fólkini til politikarar verður
størri, um tingmannalønin
verður nógv hægri
Heini O. Heinesen heldur
tað er sera týdningarmikið,
at tey, sum bjóða seg fram í
politikki, gera tað, tí tey
halda seg hava ein politisk-
an boðskap, sum tey vilja
stríðast fyri, eisini um lónin
ikki er at reypa av. Um ting-
mannalgnirnar fara at
hækka so er Heini O. Hein-
esen harðliga ímóti, at tað
eisini skal bera til hjá ting-
manni at hava annað full-
tíðarstarv.
Heini O. Heinesen heldur
eisini, at tað er av stórum
týdningi, at tey sum vald eru
á ting, kenna seg sum tæn-
arar hjá fólkinum og ikki
millum valini kenna seg
Grund
sum harrar hjá veljarunum.
Vilhelm Johannesen sigur
seg hava kent sviðan av at
halga seg politiska arbeið-
inum, og at tað kostar pol-
itikarunum ikki so lítið, um
teir fara úr borgarliga starv-
inum í politiska starvið. Tað
er alneyðugt at fáa pensj-
ónsviðurskiftini hjá ting-
monnum í eina betri legu,
og tað er skeivt at borgarar
skulu hava útreiðslur av at
vera lógarsmiðir, heldur
Vilhelm Johannesen.
Bjarni Djurholm
Tað, sum fekk meg til
skriviborðið hesaferð, vóru
viðmerkingarnar hjá Bjarna
Djurholm, sum sigur við
Sosialin, at tað er avskepl-
andi um politikarar ikki
kunnu hava annað starv
Umstødurnar hjá tingmonn-
um eru ov vånaligar, men
hann vil ikki taka frælsið frá
teimum at varðveita sam-
bandið við arbeiðsmarkn-
aðin
Bjarni Djurholm sigur
seg vera sera fegnan um sitt
borgarliga starv, sum hann
eftir fórimuni roynir at røkja
so væl sum til ber, sam-
stundis sum hann er pol-
ttikari
Bjarni Djurholm er vara-
stjóri i Eysturskúlanum, eg
sjálvur starvist, Bjarni hev-
ur saman við stjóranum
ábyrgd av 500 næmingum,
35 lærarum, forledrum, gðr-
um starvsfólkum og undir-
vísir eisini nakrar tímar.
Hann hevur saman við stjór-
anum eisini pedagogisku
ábyrgdina í Eysturskúlan-
um, sum eftir nýggju
skúlalógini fer at krevja enn
meira av øllum í skúlaverk-
inum.
Ert tú stjóri í einum fólka-
skúla, sum eg meti vera eitt
slag av einum kalli, so mást
tå í minsta lagi vera tøkur
hjá næmingum, lærarum,
foreldrum og ødrum starvs-
fólkum hvønn dag í vanligu
skúlatíðini. Umframt koma
so foreldrafundir, lærara-
Vagnur Michelsen
fundir og aðrir fundir.
Eitt stjórastarv í fólka-
skúlanum er eitt álitisstarv,
sum krevur nógv av tí ein-
staka, tí uppgávurnar eru
óteljandi
Skilji ikki, at Bjarni eisini
kann røkja vanligt tingarb-
eiði, vera 1. formaður í for-
mansskapinum, samráðast
við danir og millum annað
vera eygleiðari í banka-
kanningini. Tí tingfundir
eru sum oftast um morgunin
klokkan tíggju, tá ið vit
hava vanliga skuálgongd í
Eysturskúlanum.
Skilji heldur ikki, at
Bjarni Djurholm bjóðar sær
sjálvum tílíkar arbeiðsum-
stødur sum varastjóri og
tingmaður og vil varðveita
hesa skipan.
Eitt fulltíðarstarv
Sjálvandi skulu politikarar
hava góðar arbeidsumstød-
ur og fáa løn fyri arbeiðið,
sum teir gera í tinginum
Men verður tingmannalønin
hækkað til 25.000 krónur
um mánaðin, so eigur ein
politikari ikki at kunna fáa
aðrar 25.000 krónur í øðrum
borgarligum starvi. Politik-
arin må velja, alt annað er
ómoralskt.
Tað er eisini sera óheppið,
at sjálvstýrissamgongan í
fyrstu tingsetuni ætlar at
hækka sína egnu løn, hetta
felur ikki í góða jørð hjá
vanliga fólkinum. Havi tó
sera stórt álit á løg- og vara-
løgmanni, at hesir fara ikki
at góðtaka, at tingmanna-
lønirnar hækka uttan treytir
fylgja við.
Góði moralurin í nýggja
fullveldinum Føroyar skal
sjålvandi fyrst og fremst
gróðursetast innan tinggátt.
Vagnur Michelsen
Minnist til haldaragjaldið!