Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. august 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SOS Nr. 146 — 7. AUGUST 1998 Eg fari at biðja loysingar- flokkarnar hugsa seg um Tit eiga at hugsa um avleiðingarnar av at sleppa øllum teimum rættindum, sum vit føroyingar enn eiga í ríkisfelagsskapinum. Tit eiga at siga fóroya fólki frá, at ætlanir- nar í løgmansrøduni ikki kunnu gjøgnum- førast, segði Edmund Joensen, fyrrverandi løgmadur, tå id løg- mansrødan var til viðgerðar Hetta er fyrsta iøgmans- rødan hjá sitandi løgmanni, har hann i byrjanini av val- skeiðinum setur út í kortið fyri samgonguna Tá ein hevur lurtað eftir løgmansrøduni, og seinni lisið hana, spyr man seg sjálvan, hver boðskapurin er frá løgmanni til føroyska borgaran Tann bodskapur, sum eg havi fingið burturúr øllum hesum mongu orðunum, kann býtast upp í tríggjar partar |. Løgmadur staðfestur í réðu síni, at politikkurin hjá undanfarnu samgongu hev- ur eydnast avbera væl. 2. Løgmadur upplýsir, at samgongan skjótast gjørligt vil sleppa okkum av við tey rættindi, sum vit hóast alt enn hava í ríkisfelagsskap- inum. At hetta kemur at minka um inntgkurnar til føroyska samfelagið hevur ongin loyvi til at ivast í. Tað fer tað 3. Løgmadur roknar upp nærum óteljandi ætlanir um åbøtur å øllum økjum i før- oyska samfelagnum, ætlanir sum bæði merkja risastórar íløgur og sum eisini í stóran mun koma at økja um rakstrarútreiðslurnar í okk- ara samfelag 1. Politikkurin hjá undanfarnu samgongu Ongantíð i Føroya søgu hevur eitt landsstýri fingið slíkt rósaríði ummæli, sum løgmadur gevur okkara landsstýri, ella rættari landsstýrum. Felags fyri hesi landsstýrir og sam- gongur er, at tað var Sam- bardsflokkurin sum hevði leiðsluna. Hvert mansbarn i Føroy- um minnist søduna í Før- oyum fyri 4 til 5 árum síðan, tå føroyingar noyddust at flyggja út í onnur lond fyri at lívbjarga sær og sínum Føroyar vóru farnar á húsagang. Tað er óneyðugt at minna á, hverjir flokkar høvdu koyrt okkara sam- felag á ørmundahis. flokkarnir hava fingið heimild til at fremja loysingina. Okkara ávaringar til fóroyska veljarin vórðu ikki tiknar í álvara, segði Edmund Joensen Í somu létu, løgmaður hevur tikið um styrisvøl í Føroyum, sigur hann í síni fyrstu løgmansrødu m.a.: >Búskaparliga eru fyritreyt- irnar broyttar almikið sein- astu árini<. Víðari = sigur hann: „Seinasta frågreidingin frá Búskaparráðnum staðfestir, at tað gongur sum heild framá í føroyska bú- skapinum. Framgongd er í flestu vinnugreinum grund- að á gkta framleiðslu og betrad kappingarføri. Aræði, virkishugur og álit á framtíðina merkjast aftur í samfelagnum“. Hetta eru aðrir tónar, enn vit hoyrdu fyri fýra árum síðan, tá Fólkaflokkurin bakkaði út úr einum undir- skrivadum samgonguskjali. Tå var ikki talan um å- rædi, virkishug og ålit å framtíðina. Urslitini av egn- um politikki vóru alt ov ræðandi. Tó skal Fólkaflokkurin eiga ta rós, sum hann fleiri ferðir fyrr hevur fingið frá mær frá hesum rgðarapalli. Tá Sambandsflokkurin, við góðum stuðuli frå Før- oya Javnadarfiokki, hevdi vent gongdini, fekk Fólka- flokkurin eitt sindur av å- ræði, virkishug' og álit á framtíðina aftur, og kom uppí okkara samgongu og var við til at náa tey pol- itisku og búskaparligu úr- slit, sum lggmaður nú lov- prisar í síni løgmansrødu. Tað skal Fólkaflokkurin eina ferð enn eiga tøkk aftur fyri. Eg eri samdur við løg- manni um, at samgongurnar undanfarnu fýra árini hava rikið ein sera konstruktivan búskaparpolitikk, og hetta er sum kunnugt gjørt undir leiðslu Sambandsfloksins. Tó vil eg skunda mær at gera vart við, at Sambands- flokkurin hevði ikki verið førur fyri at reisa føroyska samfelagið upp aftur eftir so stuttari tíð, um Føroyar ikki høvdu verið í ríkisfelags- skapinum. Vit mugu ikki gloyma, at Danmark átók sær alla okk- ara uttanlandsskuld uppá 7 milliardir krónur, eina utt- anlandsskuld sum loysing- arflokkarnir høvdu bundið føroyska skattaborgarin i seinnu helvt av åttatiårun- um, meginparturin medan Tjóðveldisflokkurin umsat figgjarmål í Føroyum. Og tå iøgmadur so bræ- neggjadur i rødu sini for- telur, at okkara uttanlands- skuld nå er 0 kr., loyvi eg mær at minna løgmann å, at landskassin enn hevur eina skuld til danska statin uppá 4-5 milliardir kr. aft- anå at ein lítil milliard er eftirgivin. 2. Okkara eftirverandi rikisrættindi Løgmaður sigur í løgmans- røduni m.a.: »Høvudssetn- ingur landsstýrisins er greiður sambært samgongu- avtaluni: Føroyar verða skipadar sum fullveldi, har alt politiskt vald og åbyrgd eru hjá føroyskum myndug- leikum... Endamálið er at samstarva á einum nýggjum grundarlagi sum javnbjóðis partar<. Hetta kann ikki merkja annað enn, at okkara sam- starv við Danmark og Grøn- land skal verða tað sama sum samstarvið við t.d. Ísi- and, Noreg og Svøriki. Í áðni minti eg á, at tá Før- oyar vóru farnar á húsag- ang, tók Danmark á seg alla okkara uttanlandsskuld til onnur lond. Hetta gjørdi Danmark ti Føroyar vóru ein partur av rikisfelags- skapinum. Onki er meira natúrligt enn at Ísland, Noreg og Svøriki ikki bjóðaðu seg fram til at yvirtaka okkara uttanlandsskuld. Hesi lond eru skipað sum sjålvstødug fullveldi, sum ikki vóru í ríkisfelagsskapi við Føroyar. Eins naturligt hevði tað verið, at Danmark íkki hevði latið við seg koma, um Føroyar og Danmark ikki vóru í rikisfelagsskapi, hvort við annað. Líka natúrligt verður, sum Lykketoft eisini hevur gjørt púra greitt, at Danmark ikki næstu ferð fer at yvirtaka føroyska uttanlandsskuld, aftaná at Føroyar eru skip- aðar sum fullveldi. At talan verður um eina næstu ferð, hevur ongin loyvi til at ivast i, sum hevur lytt å løgmansrøduna hjå okkara nyggja løgmanni 3. Komandi iløgur og vaksandi rakstrar- útreiðslur Tá eg lýddi á løgmansrød- una á Olavsøku 1998, fyri ikki at tosa um tá eg aftaná nærlas hana, sat eg og hugs- aði um, hvat tað fer at kosta Føroyum og føroyingum at fremja allar tær ætlanir, sum løgmaður roknar upp í løg- mansrøduni. Eg skal ikki endurtaka øll hesi tiltøk, tað hevdi tikid ov langa tid, og eg skal heldur ikki royna at seta krónutal á tær einstødu ætl- anirnar. Men at talan er um veldugar upphæddir kann ein og hvgr ímynda sær, sum lesur løgmansrøduna. Eg loyvi mær at mæla tingmonnum, bædi tykkum f samgongu sum skulu taka politisku åbyrgdina av til- tøkunum, og tykkum í and- stóðu, at ímynda tykkum hvat alt hetta kemur at kosta føroyska skattaborgaranum. Lesid brotini, eitt fyri og annað eftir. Nýggju avtalurnar við donsku stjórnina koma eftir stuttari tíð at kosta føroy- ingum ein stóran part av nettoinntøkuni til føroyska samfelagið. Øll hini brotini í løgmans- røduni, næstan uttan und- antak, koma at føra við sær risastórar hækkanir í út- reiðslunum hjá okkara sam- felag bæði til fløgur og rakstur. Eg fari at minna á, at teir somu flokkar sum nú mynda okkara samgongu, sum tá vóru undir leiðslu av Føroya Javnaðarflokki, koyrdu okkara samfelag á húsagang, hóast helvtin av nettoinntøkuni til okkara samfelag kom úr Danmark. At hugsa sær, at tit kunnu gjøgnumføra setningin i løgmansrøduni samstundis sum tit sleppa okkara rætt- indum i rikisfelagsskapin- um, tað er at skjóta rimuliga langt, langt yvir málið. Hver hevur hø na? Løgmansrødan å 6lavsøku 1998 visir tydiliga, at Før- oyar eru á veg burtur úr rik- isfelagsskapinum. Hetta harmar meg, og hetta harmar allar samband- sveljarar. Ein kann so spyrja, hví alt hetta er komið so vítt? Tað ber illa til at skuldseta Tjóðveldismenn fyri at hava lumpa sínar veljarar. Hesin flokkur hevur tónað reint flagg. Ég tori eisini at siga, at Fólkaflokkurin undan sein- asta løgtingsvali tyduliga segði veljaranum frå, at teir ætlaðu at kvetta við Dan- mark. At so nógvir veljarar ikki tóku hesi týðuligu signalini frá Fólkaflokkinum fyri fult, er lætt at skilja, tá ein hevur í huga politiska leik- lutin hjá hesum flokki tey seinastu nógvu árini. Men tann flokkur, sum eftir mini bestu sannføring eigur høvudsåbyrgdina av, at Føroyar eru å veg til at loysa frå restini av rikinum, er Føroya Javnaðarflokkur. Og kanska serliga teir javnadarmenn, sum fingu sambandsáhugaðar veljarar at velja hendan politiska úlvin í roði. Tað var Føroya Javnað- arflokkur sum gekk á odda fyri at fremja yvirtøkurnar í sjeytiárunum. Tað er hann sum seinastu árini hevur leika mest í um stýrisskipanarviðurskiftini. Hann hevur sett bæði egnar og aðrar samgongur uppá spæl við krøvum um broytingar fram móti loysingini. Bæði núverandi og und- anfarni formaður Javnaðar- floksins vóru eisini skjótir at boða frá, at teir heldur enn fegnir vildu taka undir við fullveldisætlanunum hjá hesari samgongu. Tað kann ikki undra nakr- an, at veikar politiskar sálir í Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum ikki við góðum vilja lata seg yvir- bjóða av javnaðarmonnum, tá talan er um loysingina. Samantak Eg eri noyddur at viðganga, at Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin og hinir loysingarflokkarnir hava fingið heimild til at fremja loysingina. Okkara ávaringar til før- oyska veljarin vórðu ikki tiknar í álvara. Hóast hetta loyvi eg mær at mala loysingarmonnun- um til at hugsa seg um. Tit eiga at hugsa um av- leiðingarnar av at sleppa gllum teimum rættindum, sum vit føroyingar enn eiga í ríkisfelagsskapinum. Tit eiga at siga føroya fólki frå, at ætlanirnar í løg- mansrøduni slettis ikki kunnu gjøgnumførast, ser- liga um tit siga frå tykkum rættindini i rikisfelagsskap- inum. Høvdu tit fingid tykkara fullveldi, tå tit ynsktu tað frå byrjanini av, høvdu tit ivaleyst verið førir fyri at koyra føroyska samfelagið á húsagang, sum tit eisini gjørdu tað innan fyri ríkis- felagsskapin. Men hvørki tit ella Sam- bandsflokkurin høvdu verið førir fyri at endurreist okk- ara samfelag so lætt og so skjótt, sum vit gjørdu tað tey farnu 4 árini, hevði Sambandsflokkurin — ikki tryggjad okkum rikisfelags- skapin til dagin í dag. Tað stendur rimmarfast. Í í VGt:a ge EL