fríggjadagur 7. august 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 146 — 7. AUGUST 1998
Mugu siga nei vegna plåsstrot
— Tað er ringt at siga nei, og serliga til teir róktarsjúklingarnar, sum
ini eru ikki har, og hetta hava vit eisini roynt at gera politikararnar v
FRANTS JENSEN
— Tað eru veruliga brúk fyri
fleiri røktar- og ellisheim-
plássum í Føroyum, sigur
leiðarin á Rektar- á um-
lættingarheiminum Lágar-
garði, Marjun Smith
— Tá ið Andreas Petersen
var landsstýrismaður í al-
menna- og heilsumálum
vístu hagtølini, at tørvurin
var millum 200 og 300
pláss
Somu tel verða nýtt í dag,
sjálvt um tað nú eru fleiri
ár síðani, at Andreas fór úr
landsstýrinum. Hvat tey
røttu tølini eru eru í dag,
dugir Marjun tó ikki at siga,
men hon heldur, at stødan
er ring
Kanningin, sum Sosialur-
in hevur gjørt millum nøkur
av teimum størru ellis- og
røktarheimini, vísir, at um-
leið 500 fólk standa á bíði-
lista
Bíðitíðin alt ov long
— Ein sum stendur á einum
akuttum bíðilista í Dan-
mark, skal rokna við at bíða
hægst triggjar til fýra mán-
aðir. Her í Føroyum skal
ein, sum er í somu stødu,
rokna við at bíða millum eitt
og tvey ár
— Á hesum økinum eru vit
langt verri fyri enn í hinum
Norðurlondunum
— Tað er sera ringt at
muga siga nei, vegna at tað
ikki er pláss. Ofta vera tey
avvarandi og fólkini sjálv
sera skuffaði av hesum. Vit
royna tó, at tosa og greiða
teimum frá støduni. Nógv
annað fáa vit ikki gjørt.
veruliga hava brúk fyri at sleppa inn. Men pláss-
art við, sigur Marjun Smith, leiðari á Lágargarði
— Stødan hjá okkum, tá ið tað kemur til røktarplåss er langt verri enn íh
— Ein viss bíðitíð eigur tó
at vera, annars er heldur ikki
rætt. Men stødan hjá okkum
er alt ov ring; bíðitíðin er
alt ov long.
— Stødan er ofta trupul hjá
teimum avvarandi, um tey
hava ein tílíkan persón
heima hjá sær. Serliga um
bæði maður og kona ar-
beiða úti. Ein akuttur
persónur krevur nevnliga
ofta at ansast eftir 24 tímar
um døgnid. Sjålvt um tey
fáa maksimala heimahjálp
er stødan ikki løtt.
I
Dagrøkt og útkoyran
av m
Tá ið eitt pláss stendur tómt
á Lágargarði verður valt út
eftir tørvi, hvør skal fáa tað
plássið. Í upptøkunevndini
eru tveir persónar frá
heimargktini, ein kom-
munulækni, ein medisinsk-
ur lækni á sjúkrahúsinum
og leiðarin á Lágargarði,
sum meta um støduna.
Fyri at hjálpa teimum,
sum ikki sleppa inn á ellis-
ella røktarheim, hevur Lág-
so
argarður eisini dagrøkt fyri
teimum, sum ynskja tað. Í
dagrøktini eru 30 pláss. Eis-
ini koyrir Lágargarður døg-
urðar út til 100 persónar.
Politikarnir mugu gera
nakað
Marjun sigur, at tey ofta
hava gjørt politikararnar
vart við hesa støduna við-
víkjandi fleiri rgktarpláss-
um, men tað vísir seg ikki
at nakað serligt hendir. Hon
heldur, at eisini einstakl-
ingar skuldu roynt at gjørt
inum Norðanlondunum, sigur Marjun Smith, leiðari á Lágargarði
politikarnar varar við stød-
una.
Marjun heldur, at tá ið
kreppan kom, varð sagt
stopp fyri øllum, sum hevði
við hetta at gera. Men
myndugleikarnir hava nú
endiliga ásanna, at neyðugt
er at gera nakað við henda
átrokandi tørv. Gongd er nú
spakuliga komið á málið
aftur, nú tíðirnar eru batn-
andi á Føroyalandi.
Áðrenn fíggjarlógin fyri
komandi ár verður gjørd,
uppgeva rgktar- og ellis-
heimini landsstýrismannin-
um í almenna- og heilsu-
málum, hvussu stórur tørv-
urin er á plássum. Hesi tøl-
ini skulu verða inni nú
seinni í hesum mánaðinum.
Marjun sigur, at tey øll árini
hava víst á, at tørvur er á
fleiri plássum, men í fleiri
ár hevur einki hent. Nú tørv-
urin er vorðin so stórur,
vónar hon, at okkurt fer at
henda í málinum frá politik-
arans síðu.
500 á bidilista til
ellis- og røktarheim
Tað er sera trupult hjá ellis- og róktarsjúklingum at sleppa inn á ellis- og røkt-
arheim. Øll tey størru heimini í Føroyum hava langar bíðilistar. Umleið 500
persónar tilsamans bara á fimm av teimum størstu heimunum. Hóast tørvurin
ikki er eins stórur hjá øllum følkunum, so mugu sjålvt tey, ið standa á akuttum
bíðilista, rokna við at bíða millum eitt og tvey ár, áðrenn tey sleppa inn
FRANTS JENSEN
Bíðilistarnar hjá ellis- og
rgktarheimum eru ógvuliga
langir. Ofta fleiri ferðir tað,
sum pláss er fyri á hvørjum
einstakum staði. Sosialurin
hevur tosað við fleiri av
teimum størstu ellis- og
røktarheimunum í land-
inum, og vísir tað seg, at
bara á teimum fimm heim-
unum, har vit hava fingið
upplýst bíðilistan, standa
næstan 500 fólk og bíða fyri
at sleppa inn. Hesi fimm
heimini hava sjálvi bara
pláss fyri 191 fólkum.
Gjørt skal beinavegin
verða vari við, at tørvurin
hjá øllum hesum 500 fólk-
unum ikki er eins stórur.
Talan er heilt frá akuttum
tørvi til tey, sum ynskja at
koma uppá bíðilistan í góð-
ari tíð. Í Suðurstreymoy er
eisini tað galdandi, at nakrir
av persónunum standa á
listum til tvey ymisk heim
Men sjálvt um ein hevur
hetta í geymanum, so er
tørvurin tó ómetaliga stórur
á fleiri plássum
Mest í Havn
Á Ellisheiminum í Havn er
longst bíðilisti. Pr. 1. juli
stóðu heili 181 persónar á
hesum bíðilistanum. Á
heiminum sjálvum er pláss
fyri 25 fólkum, umframt 8
pláss til umlætting
Ójavnan er tó, hvussu tey
181 á listanum eru fyri. Á
ellisheiminum hava tey ikki
nakran akuttan bíðilista, og
vita tí ikki, hvussu nógv tey
eru, sum hava mest brúk
fyri at koma inn. Tey flestu
teirra hava tó brúk fyri ein-
um plássi.
A Røktar- á umlætting-
arheiminum, Lágargarði eru
pr. 16. juni 165 á bidilista
at sleppa inn. Á sjálvum
heiminum eru 48 pláss.
Av teimum 165 standa 25
å akuttum bidilista. Og hesi
skulu rokna at bíða millum
eitt og tvey ár, áðrenn tey
sleppa inn.
At tað eru 25 sum hava
akuttan tørv at koma inn
merkir ikki, at hini 140 bara
standa á listanum uttan at
hava serligan tørv. Tey
nógvu av teimum hava tørv
at koma inn, upplysa tey å
Lágargarði.
Tervurin avgerð
Eitt fyribrigdi tykist eisini
vera galdandi í høvuds-
staðnum, sum ikki er aðra-
staðni. Tað er at nøkur, sum
longu, tá ið tey eru vorðin
67, skriva seg á bíðilistan.
Nøkur av teimum kunnu so-
statt standa heilt leingi á
bíðilista, uttan beinleiðis at
hava nakran tørv á einum
plássi á ellis- ella rgktar-
heimi.
Men sjálvt um fólk vilja
verða á bíðilistanum í góð-
ari tíð, so er tað tó ikki bíði-
listin, sum avgerð, í hvgrjari
raðfesting hvgr einstakur
kemur inn. Tá ið eitt pláss
stendur tómt, verður mett
um tørvin hjá hvørjum ein-
støkum, og tann, sum hevur
størstan tørv, sleppir inn.
Bíðilisti allastaðni um
landið
Á Eysturoyar Røktar- og
Ellisheimi er bíðilistin eisini
stórur. Millum 60 og 80 eru
á listanum. 46 pláss eru á
heiminum.
Á Suðuroyar Ellis- á
Røktarheimi eru 42 fólk á
bíðilista umframt 10, har
familjan hevur biðið um
pláss, um tað gerst neyðugt.
30 búpláss eru á heiminum.
28 fastbúgvandi og 2 pláss
til umlætting.
Á Ellis & avlamisheim-
inum í Vágum eru pr. |.
august 31 fólk, sum standa
á bidilista. Eisini her er tørv-
urin ójavnur. Tað eru eini
20, sum kunnu bíða ella eru
í sambýli í Vestmanna. 34
pláss eru á Ellis á avlamis-
heiminum í Vestmanna.
Helst nógv hægri enn
500
Tað eru onnur heim, stovnar
og kommunur í landinum,
sum eisini taka sær av ellis-
og røktarsjåklingum enn
tey, vit hava neynt
omanfyri. Millum annað
eldrasambýli, vistarheim og
umlættingarheim. Um
stødan við bíðilistum er
nakað líknandi á hesum
stóðum, sum hon er á teim-
um størru ellis- og rgktar-
heimunum, so er tað rætta
talið á ellis og rgktarsjúkl-
ingunum nógv hægri, enn
tey 500, sum vit kunnu vísa
á.
Men á teimum fimm om-
anfyrinevndu ellis á rgkt-
arheiminum, sum Sosialur-
in hevur tosað við, standa
also umleið 500 fólk á bíði-
lista fyri at fáa pláss. Og
hesi fimm heimini rúma
191 fólkum - og hesi
plássini eru altíð fullsett.
araldsen
Alvur
Mync