fríggjadagur 7. august 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Á
|
PE
—A—
A
Nr. 146 — 7. AUGUST
1998
tíðindablaðið SOSlalin
15
Fingu enn eina ferð
Fótbóltur: Tapið hesa ferð var minni
enn tað annars hevur verið, og
venjarin heldur, at leikliga avrikið var
tað besta, hann nakrantíð hevur sæð
eitt fóroyskt U-16 landslið staðið fyri
Teir vóru næstan greiðir
yvir, at tað fór at enda við
tapi, men teir høvdu vónað,
at tað hesa ferð fór at eydn-
ast at avmarka tapið ímóti
Onglandi, sum føroyingar
fleiri ferðir hava tapt nógv
ímóti í opnu NM kapping-
ini. Síðst londini hittust var
í fjør, tá kappingin var í
Finnlandi. Í gjár fyri einum
ári síðani vann Ongland 10-
0 á Føroyum.
Sæð i ljósinum av tí úr-
slitinum, so var tað væl
betri at tapa 6-0, eftir at
onglendingar høvdu verið
å odda 2-0, tå tad var hålv-
leikt. Stóra fløgan í fysisku
venjingina alt hetta årid
gjørdi, at føroysku spælar-
amir smokkadu ikki sam-
an, sum teir annars plaga
at gera i 2. hålvleiki.
Men spælaramir og venj-
arin vóru ikki nøgdir við at
tapa 6-0.
— Nú havi eg verið við í
nøkur ár, og eg má siga, at
tað, okkara lið vísti 1. hálv-
leik var tað besta, eg nakr-
antíð havi upplivað, bæði
tá tað ræður um at vera
skipaður í verjustøduni og
um at halda upp á bóltin,
flyta fólkið fram á vøllin
og skapa sær møguleikar.
Hetta sigur Jógvan Mart-
in Olsen, sum samstundis
ásannar, at onglendingar
vóru betri. Hann heldur, at
eitt tap uppá eini trý mál
hevði ikki verið av lagi,
men tað var dyggur smeitur
fyri føroyingarnar, tá mið-
verjin Bárður Johannesen
átta minuttir inn í seinna
umfarið varð rikin av vølli,
tí hann fekk annað gula
kortið. Hann var staddur
einar fimm metrar framm-
anfyri miðstrikuna, og før-
oyingar vóru ikki yvir-
spældir í hesari støduni.
Tað vóru fleiri enn føroy-
ingarnir, sum mettu kortið
hjá svenska dómaranum
vera harðligt. At føroying-
arnir vóru undirmannaðir
ímóti so sterkari tjóð hevði
sjálvsagt við sær, at eftir-
ansingarnar dragnaðu, teir
fingu eitt mál beinanvegin,
og tað hjálpti ikki uppá
støðuna. Men venjarin sig-
ur spælarunum til rós, at
teir fóru ongantíð niður við
nakkanum.
Meguleikarnir
1. hálvleik spældu føroysku
dreingirnir seg til góðar
målmøguleikar, men tað
vísir seg torført at fáa úr-
tøkuna. 18 minuttir vóru
farnir, tá Brynjolvur Niel-
sen og Símun Joensen
spældu seg væl igjøgnum í
vinstru, hesin seinni legði
væl 6 innfyri, Vagnur
Mortensen, sum hesa ferð
byrjaði á toppinum, royndi
seg við skoti, sum var
bjargað á strikuni, bólturin
støkk út aftur til Jón Róa
Jacobsen, sum úr átta metr-
um sendi uppum málið.
Ongland skoraði til 1-0,
tá 20 minuttir vóru farnir.
Talan var um beinleiðis frí-
spark úr 25 metrum.
Níggju minuttir seinni
høvdu føroyingar aftur
upplagdan møguleika.
Vagnur Mortensen spældi
fram til Jón Róa Jacobsen í
høgru, hann slapp inn í
brotsteigin, snýtti tveir
spælarar, men ólukkutíð
bjargaði málverjin skotin-
um.
Á hálva tímanum fingu
teir brotsspark, tá dómarin
metti, at Atli Gregersen
feldi ein álopsmann. Før-
oyingarnir í Íslandi halda,
at dómurin var harður, men
so stóð 2-0.
Eftir hetta hevði Ongland
yvirvåg, men føroyingarnir
vóru framvegis væl skip-
aðir, og eingin skaði stóðst
av fyrrenn eftir útvísingina.
Í eingilska hópinum eru
tríggir spælarar úr Manch-
ester United, tríggir úr
Chelsea, ein úr Arsenal, ein
úr Liverpool, ein úr Ever-
ton, ein úr Aston Villa, ein
úr QPR, ein úr Middelsbor-
ugh, ein úr Huddersfield,
ein úr Bristol City og ein
úr Charlton.
Føroyska liðið í Húsavík
sá soleiðis út: Karstin Jo-
ensen, KÍ — Bárður Johann-
esen, B36, Teitur Ellings-
gaard, HB, Atli Gregersen,
Neksg — Jóannes L. Jacob-
sen, KÍ (Gisli Dánjalsson,
Royn, 68.) Niels Joensen,
B36, Símun Joensen, KÍ,
Elfinn Ørvarodd, SÍF —
Brynjolvur Nielsen, NSI,
Jón Rói Jacobsen, HB -
Vagnur Mortensen, HB
(Kristian Poulsen, Bó8,
58.)
Á beinkinum uttan at
verða skiftir inn: Pól Næs
Joensen, B36, Helgi Just-
inussen, B36, Hjalgrím Elt-
tør, KÍ
Gult kort: Kristian Poul-
sen og Niels Joensen
Reytt kort: Bárður Jo-
hannesen 48. (tvey gul
kort).
Í gjár hvíldu føroyingarn-
ir seg, men seinnapartin í
dag klokkan 15 skulu teir
aftur í eldin. Tá er måtstød-
uliðið í Dalvík Finnland,
sum í fyrradagin vann 3-2
á Svøriki.
Í hinum bólkinum vann
Noreg 2-1 á Danmark, og
Írland vann 1-0 á Íslandi.
Í dag klokkan 17 spæla
Írland og Noreg í Dalvík.
Hinir báðir dystirnir eru í
sekkin frá Onglandi
Ólafsfirði, har Danmark og
Ísland klokkan 17 fara at
spæla fyri at sleppa undan
afasta plássinum í bólkin-
um. Tað kann roknast við,
at taparin í tí dystinum skal
spæla móti føroyingum i
morgin. Allir endadystirnir
í morgin verða á Akureyri
jh
Sosialurin
- fimm
ferðir
um
vikuna
www.sosialurin.fo
Jan Allan fingið tilboð úr Ísrael
Fótbóltur: Vágbingurin, Jan Allan Miller, hevur fingið boðið sáttmála við
ísraelska 1. deildarfelagið Hapoel Rishon
TERJ1 NIELSEN
Í útjaðaranum av danska
býnum Esbjerg situr 29 ára
gamli vágbingurin, Jan All-
an Miller, og umhugsar
stødu sína. Jan Allan er júst
afturkomin av seks daga
langari venjingarlegu í
Belgia, har hann hevur vant
við ísraelska liðnum Hapoel
Rishon.
Spæld fýra dystir
upp á
Jan Allan og møguligu lið-
felagar hansara í ísraelska
felagnum spældu eisini
nakrar dystir í Belgia. Fýra
dystir vóru leiktir upp á
tríggjar dagar, og tað gekk
bara heilt væl, sigur Jan
Allan.
Spælt varð ímóti bæði
belgiskum og ísraelskum
liðum. Best kenda liðið,
sum leikt varð ímoti, var
belgiska 1. deildarliðið St.
Truiden, sum hevur havt
fleiri danir í hópinum sein-
astu árini. Henda dystin
tapti Hapoel Rishon 1-2.
Ódisiplineraðir ísraelar
telefonini úr Esbjerg sigur
Jan Allan, at fótbóltsment-
anin er ein heilt onnur mill-
um ísraelar, enn hon er mill-
um okkum her í norður-
Europa.
Jan Allan greiðir frá, at tá
ið teir vandu okkurt spæl,
har teir skuldu halda seg
innan eitt ávíst gki, sum var
merkt av við keylum, té
løgdu ísraelsku leikararnir
einki í, um teir fóru væl út
um gkið, og venjarin legði
heldur einki í tað. Ísraelsku
leikararnir taka tað heldur
ikki ov tungt, um teir eru
nakað seinkaðir til venjing.
Gott tilboð
Tilboðið, sum Jan Allan
hevur fingið frá Hapoel Ris-
hon, er gott. Jan Allan sigur,
at hann er væl nøgdur við
lønina og alt tað figgjarliga,
men at hann er ikki heilt
samdur við ísraelska felagið
um longdina á einum møgu-
ligum sáttmála. Haraftrat
eru onkur smærri ting, sum
partarnir ikki eru samdir um
enn.
Jan Allan hevur eisini
kravt av ísraelska felagnum,
at kemur lønin ikki í bankan
rættstundis, so kann hann
beinan vegin fáa spæliloyv-
ið hjá sær eg verða loystur
frá sáttmálanum.
Sum umrøtt í Sosialinum,
so var Jan Allan í Ísrael fyri
tveimum vikum síðani, og
hann sigur seg verða sera
væl nøgdan við umstødur-
nar har niðri.
Hevur tilboð
frá superligafelagi
Tað er ikki bert Hapoel Ris-
hon, sum fegin vil hava Jan
Allan í sín hóp. Eisini eitt
superligafelag í Danmark
vil fegið hava hendur á vág-
binginum og hevur givið
honum eitt tilboð, sum er
galdandi frá 1/1-99.
Hvat fyri eitt superliga-
felag, ið talan er um, vil Jan
Allan ikki út vid, men eitt
gott boð er helst Aarhus
Fremad. Í Aarhus Fremad
eru fleiri leikarar, sum Jan
Allan hevur spælt saman
við í Danmark, bæði í Es-
bjerg og AC Horsens. Har-
aftrat er fyrrverandi venjar-
in hjá Jan Allani í Horsens,
Per Bie, fyri stuttum givin
sum venjari hjá Aarhus
Fremad, og hann h:vur
helst umrøtt vágbingin fyri
leiðsluni í århusianska fel-
agnum.
Tekur stóðu
í komandi viku
Jan Allan fór undir aftur
venjingina í Esbjerg í gjár,
men hann sigur, at hann nú
fer at tosa við superligafel-
agið, og so fer hann í kom-
andi viku at taka støðu til,
um hann í næstum skal bú-
leikast í tí heilaga landinum
Ísrael, ella um hann fram-
haldandi skal hava bústað í
Danmark.