Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. august 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið S0S2luin Nr. 146 — 7. AUGUST 1998 ÍTRÓTTUR tif 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil sosialurin, box 76. 110 torshavn - sosialurin.fo Evni til landsliðið vera litið eygleidd Fótbóltur: Avrikini í landskappingini benda á, at tað ikki er upplagt bara at lata standa til á liðnum, sum landsliðsvenjarin higartil hevur brúkt Í blaðnum týsdagin søgdu vit, at ferðalagið, sum annan sunnudag skal niður til Bosnia, skal veljast kom- andi vikuskifti. Vit roknaðu við, at síðsti møguleikin hjá spælarum at gera vart við, hvussu væl teir eru fyri at umboða fødilandid, fór at vera nú í vikuskiftinum, og soleiðis verður tað eisini. Men spurningurin er, hver skal eygleiða spælar- arnar. Mest upplagdi mað- urin at gera tað, er sjálvandi síggja landsliðsspælararnir líuð til. Næsti maður hjá venjaranum í Føroyum eitur Jógvan Martin Olsen, og hann at vera dúgligur at fylgja við kring landið, og ivaleyst greiðir hann ofta landsliðsvenjaranum frá, hvussu tað gongst hjá teim- um, ið higartil hava mannað landsliðsferðalagið, og hverjir nýggir møguleikar eru at manna landsliðið. Tó er tað bara venjarin, ið av- ger, hverjar spælarar hann vil hava við * På em mo To Men Jógvan Martin Ol- sen kundi ikki fylgja við síðsta vikuskifti, og hann hevur lítlar møguleikar at fylgja við hetta vikuskiftid, ti hann er í einum ødrum parti av starvinum hjá FSF. Hann er venjari hjå U-16 landsliðnum, sum sunnu- dagin får til Íslands og í hesi vikuni luttekur í opnu EM kappingini, sum er á Norð- urlandinum. Ætlanin er, at teir skulu koma aftur sunnu- morgunin, og so er at vóna, at íslandsrutan heldur ferða- ætlanina, so hjálparvenjarin fær tíð at koma í Gundadali seinnapartin. skot å bulin Tað er meiri spell nú, enn tað hevur verið leingi, at møguligir landsliðsspælarar ikki verða eygleiddir av venjaranum. Higartil hevur bulurin á landsliðnum verið so at siga tann sami hverja ferð Landsliðsvenjarin hevur hildið seg til nógvar av teimum, sum hava verið álitið hjá honum, síðani hann tók við starvinum í 1994, og sjálvandi er tað best, at landsliðið er sam- anspælt, og at spælararnir hava royndirnar, ið eru so tydningarmiklar, tá talan er um altjóða uppgávur. Men tað er samstundis týdningarmikið, at tað hongur saman soleiðis at skilja, at nýggir spælarar fáa loyvi at snodda til altjóða umhvervið og harvið so við og við gerast nátúrligur partur av hópinum, og uttan stórvegis hóvasták eru klár- ir at tørna til, tá tað verður neyðugt. síðstu undankapping var talið av spælarum átjan og ikki sekstan, sum tað hevði verið frammanundan. At tað eru sjey og ikki fimm skift- isspælarar á beinkinum átti at økt um møguleikarnar at seta nýggjar spælarar við. Men higartil hevur tað ikki verið serliga sjónskt, at ung- ir spælarar eru úttiknir við hesum fyri eyga. Í staðin fyri at taka tilkomnar menn við, sum hava havt møgu- leikan, men sum venjarin ikki hevur stórri álit á, enn at teir ongantíð koma longri enn á beinkin, har teir sita og brenna eftir at sleppa inn á vøllin, áttu einir tveir ung- ir menn fingið boð at koma við niður til Bosnia, og har vant við landsliðnum. Her verður t.d. hugsað um Rógva Jacobsen í Kl, Jákup á Borg í B36 og Andrew av Fløtum í HB, sum allir eru framrættaðir spælarar. Hetta eru menn, sum tað er stórt sannlíki fyri eiga nógvar landsdystir á, og teir høvdu neyvan verið vónbrotnir, um teir sótu á beinkinum allar 90 minuttirnar. Ivaspurningarnir Landsliðið hevur bara spælt eina ferð í ár, og tí má ein meting av spælarunum fyri tað mesta verða grundað á avrikini í landskappingini og í Europa Cup, og tað er ikki heilt rætt, tí í lands- dystum eru tað onnur við- urskifti, ið gera seg gald- andi, sum hava týdning fyri X Lesið eisini ítróttin á Internetinum www.sosialurin.fo ) = Tað gongst væl hjá føroysku fótbóltsútisetunum, og millum annað eru Todi Jónsson (myndin) og Jákup Mikkelsen á odda í donsku superliguni. Myndin er frá seinasta landsdystinum hjá føroyska A-landsliðnum móti Estlandi Mynd: Alvur Haraldsen avrikini. Eitt gott dømi um hetta er Jan Dam. Sidani 1989 hevur hann verið fastur fús- ur á landsliðnum, og hann hevur oftast staðið sterkur í myndini. Í ár hevur hann verið nógv plágaður av skaðum, so fyrrapartin av árinum hevði hann ikki møguleikar at venja eins nógv og hinir í HB, og tað hevur sæst aftur á avrikun- um hjá honum í landskapp- ingini. Tá landsliðið var í Estlandi hevði Jan Dam ver- ið skaddur leingi, og var akkurát komin fyri seg aft- ur. Men Allan Simonsen vísti honum álit, og Jan brúkti allar sínar altjóða royndir og spældi væl. Út frá tí, sum er at síggja í Føroyum, so eru tað ser- liga teir, ið manna miðverj- una á landsliðnum, ið ikki eru so væl fyri, sum teir vóru í fjør. Jens Kristian Hansen var millum berandi kreftirnar á FM liðnum hjá B36, men at tað ikki hevur gingið so væl í ár, vóru av- rikini í Europa Cup og dyst- urin ímóti HB månakvøldid dømi um. Pól Thorsteinsson var ein brandur hjå VB i fjør, og hann gjørdist beinanvegin álit á landsliðnum, eftir at hann 30. apríl í fjør fyri fyrstu ferð var við niðri á Malta. Í ár hevur hann spælt við B36, og har hevur ikki gingið so væl hjá honum, sum tað gjørdi í fjør. Av- rikini í Europa Cup og ímóti HB boða kortini frá, at hann er við at finna stevið aftur. Hesir tríggir omanfyri nevndu eru saman við Óla Johannesen, sum ikki var við í Estlandi, eru allir evni til miðverjuna. Hans Fróði Hansen var við í Estlandi, men hann kom ikki inn, og hann eigur framvegis fyrsta landsdyst- in á. Eingin ivi er í, at hann verður við í ferðalagnum til Bosnia, men spurningurin er, um hann eigur at byrja inni. Tað hevði verið upplagt at kanna verjuspælararnar månakvøldid, tá B36 og HB stríddust í Gundadali, men tað varð ikki gjørt, og okk- um kunnugt so verður landsliðsvenjarin ikki í Gøtu leygardagin ella í Gundadali sunnudagin, tá ávikavíst GI (Henning Jarn- skor var á beinkinum í Est- landi, men avrikið ímóti NSI boðar frá, at hann á veg uppaftur) og B68 (Øssur Hansen hevur ikki verið so sannførandi í ár, sum hann onkuntíð hevur verið) og B36 og KÍ spæla, ella á Tvøroyri sunnudagin, har TB og Óli Johannesen skulu spæla ímóti Hans Fróða Hansen og øllum hinum landsliðsmonnunum hjá HB — burtursæð frá Jan Dam, ið er leikbannaður. Sjálvsálitið Føroyingar taptu 4. juni 5- 0 í Estlandi, og síðani tá hevur alt viðvíkjandi lands- liðnum ligið púra stilt. Okk- um vitandi hevur venjarin ikki verið i Føroyum síðani, og tá spælararnir fara ul Bosnia verður tað fyrstu ferð, at teir allir hittast aftur eftir ferðina til Estlands. Hvussu teir kenna tað, vita teir best sjálvir, men tað er neyvan nakað at ivast í, at stórtapið har yviri, tíggju mánaðir aftaná, at Føroyar vunnu 2-0 á sama liði, er størsta vónbrotið, sum før- oyskur landsliðsfótbóltur hevur verið úti fyri gll tey tíggju árini, føroyingar hava tikið lut í altjóða fótbólti. Í felag at viðgera tapið fyri at koma víðari og finna sjálvsálitið aftur er nakað, sum avgjørt ikki má undir- metast, og venjarin og spæl- ararnir fara heilt víst at av- ráða, at tapið í Estlandi skal goymast burtur, hóast tað verður sera torført at gloyma tað. Tá ferðalagið til Bosnia hittist annan sunnudag verða tað eisini fleiri pos:- tivir lutir at gleðast um. Ikki minst at tað gongur væl hjá teimum, ið royna seg uttan- landa. Julian Johnsson er millum berandi kreftirnar hjá Kongsvinger, Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson eru báðir fremstir í super- liguni — í hvussu so er til sunnudagin, tá teir spæla ímóti hvørjum gðrum i Parkini í Keypmannahavn, og Uni Arge tykist hava funnið sama skarpskjótara leiklutin í íslendsku kapp- ingini, sum hann í mong ár hevur havt í føroysku kapp- ingini. Jan Allan Miller hevur ikki nógva dystarvenjing, men tað má roknast við, at hann er væl fyri, tí hann hevur hesar síðstu vikurnar stríðst nógv fyri at sannføra ísraelar um, at tað er teim- um til gagn at keypa hann. jh gl % me aan UL AE