Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. august 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 146 — 7. AUGUST 1998 tíðindablaðið SOS 13 Hans Tórgarð um Van Gogh: Myndir: Álvur Haraldsen Ein eldsál Eftir leiklok fekk Hans Tórgarð handað blómutyssi og hann varð fagnaður so mikið, at hann fleiri ferðir mátti inn at takka fyri heiðurin. Eg hitti Hans, móðan, men væl nøgdan, eftir loknan leik DAGFINN OLSEN Orsøkin til, at Hans Tórgarð fór undir at skriva leikin Lívstrá, um listamannin Vincent van Gogh, var, at hann á sjónleikaskúlanum í Finnlandi fekk til uppgávu at skriva leik. Kravið var bert, at leikurin skuldu vara ein tíma, alt annað stóð hon- um frítt. Íblásturin til heitið hevur hann fingið úr bókini hjá Irving Stone >Lust for Life<. — >Lust< kann merkja so mangt; Hugur, styrki, gleði, Listamaðurin Zacharias Heinesen, sum hevur sæð leikin Livstrå, er rættiliga hugtikin av avrikinum hjá Hans Tórgarð. Og Zacharias er ikki ein og hvgr, tí hann hevur verið rættiliga hugtikin av van Gogh. Hann hev- ur lisið brøvini og vitjað Arles í Suður Frankaríki, har van Gogh búði og málaði nógv. — Eg havi sæð motiv- ini, men har vóru ongar myndir at síggja, tær eru í París og Amsterdam. Tó vóru nógv postkort við myndum hjá van Gogh at fáa, sigur Zacharias Heinesen. Hann sigur seg vera imponeraðan av leikin- Imponerandi greði og mangt annað, sigur Hans — Eg hevði tá leingi hugs- að um at skrivað slíkan leik, og so smekkaði eg til, sigur Hans Tórgarð, ið tá hevði lisið brøvini hjá van Gogh, sum leikurin er grundaður d. Á svenskum — Eg skrivaði leikin á svenskum, tí eg hevði eisini brøvini í svenskari tyding. Tað vísti seg, tá eg skuldi fara at umseta, at tað gekk ikki so væl. Eg var ov djúpt inni í tilfarinum, eg fekk um hjá Hans Tórgarð og av, at Hans sjálvur hevur skrivað leikin. — Hann megnar at fáa ein málara fram og eg haldi, at brøvini kundu ikki verið skilt betur. Ein kundi hugsað øvugt, at ein, ið einki kendi til málningalist, ella van Gogh, royndi seg á palli. Tað hevði kanska ikki eydnast so væl, sigur Zacharias, ið sigur, at sinnissjúkrahúsið, har van Gogh eitt skifti lá, nú er býráðshús, men at urtagarðurin, ið van Gogh málaði, enn er hin sami. — Eg var imponeraður av leikinum, sigur Zach- arias Heinesen. — Tá eg skrivaði leikin, so kendi eg tað, sum stóð hann aftan fyri meg. Alt tað, sum hann tosar um, sum hann skrivar og málar, tað líkasum brennir út igjøgnum. Hann er ein eldsál, sigur Hans Tórgarð um van Gogh ikki fråstødu. Eg bað so pápa mín (Axel Tórgarð, bløm.) um at týða leikin, sigur Hans. Men hvussu ber ein seg at við at minnast so drúgvan leik, har ein einsamallur eigur allar replikkirnar, orðini? — Tað er kanska onkuntíð, at ein ikki heldur seg orða- rætt til tekstin. Men tað týdningarmesta er at minn- ast til, hvat leikurin snýr seg um, leikgongdina og inni- hald, sigur Hans Tórgarð, ið heldur, at sjálvsagt er eisini lættari, tá ein hevur skrivað leikin sjálvur og soleiðis hevur arbeitt við tilfarinum og fingið tað inn. — Tað var sera ringt at fáa hann inn á føroyskum, tá eg nú var vanur við leikin á svenskum, sigur Hans. — Eg dugdi leikin á svenskum. Tá eg fekk før- oyska tekstin og lærdi meg hann, men so blandaði eg alt saman. Eg veit ikki um nakar legði tað til merkis, men okkurt tílíkt snikti seg í millum í kveld eisini, eg haldi t.d., at eg segði hon um ein málning, flennir Hans Tórgarð. — Men víðvíkjandi leik- stjórn, so var eingin trupul- leiki, tí tá eg skrivaði leikin var eg heima í 3 mánaðar. Tá eg so fór avstad, var leik- urin klárur at seta á pall. Annars er leikstjórnin mest at siga, hvat riggar og hvat ikki. Hvar stødgur skal vera og nær eg skal tcsa harðari, og so framvegis. Øll hug- skot, so sum spegilin, eigi eg sjálvur, sigur Hans. — Men slíkir smálutir eru av sera, sera stórum týdn- ingi, sigur Hans Tórgarð. Fleiri — Tað er trupult at spæla fleiri persónar. Tá er lættast at tosa í fleiri ættir, ávísar ættir, tí tað er lætt at ør- kymla áskoðaran. Eg legði til merkis, at tá tú prátaði við læknar so rópti tú líkasun. inn í hurð- ina á vegginum, var tað til- ætlað? — Ja, eg hugsaði, at tá hurðin nú var har, so hví ikki nýta hana. eg veit ikki hvat tú fekk burt úr tí?, spyr Hans læandi. Eg svari, eitt sindur fjált- urstungin, at eg hugsaði, at van Gogh kanska var inn- lagdur og sat á kamarinum á sjúkrahúsinum. Og lættur um hjartað fái eg at vita, at hetta júst var ætlanin. - Tað er júst hugskotið. Aftanfyri hurðina ganga sjúkrasystrar og læknar. Men her havi eg broytt veruleikan nakað, tí leikurin hjá mær gongur fyri seg, beint áðrenn van Gogh doyr, tá hann er 37 ár. Tá lá hann als ikki á sjúkrahúsi, tá var hann úti í skóginum, ella hvar hann var, greiðir Hans Tórgarð frá. Tað mesta eg veit um van Gogh, veit eg frá einum gomlum filmi við Kirk Douglas og eg spyrji, um Hans hevur sæð filmin. Tað hevur hann og hann heldur hann vera góðan. Bergtikin — Eg las i endurminningum hjå Kirk Douglas, at hann bleiv heilt bergtikin av van Gogh. Teir tóku upp á somu stóðum, sum hann hevði verið, m.a. á sálarsjúkrahús- inum. Har vóru fólk, ið mintust van Gogh, og tey signaðu seg, tá tey sóu Douglas sum Van Gogh, við reyðum skeggi. Tey hildu Van Gogh vera komnan aft- ur, greiðir Hans frá. — Douglas kendi seg, sum var hann veruliga van Gogh. Hvønn morgun hugdi hann í spegilin at vita, um oyrað var har, sigur Hans Tórgarð. — Hann er slíkur persónur, sum ein gerst púra hugtikin av, tað legði eg eisini til merkis. Tá eg skrivaði leik- in, so kendi eg tað, sum stóð hann aftan fyri meg. Alt tað, sum hann tosar um, sum hann skrivar og málar, tað líkasum brennir út igjøgn- um. Hann er ein eldsál, sig- ur Hans Tórgarð. — Tað áhugaverda við van Gogh er, at hann var slík eldsál, sum brann fyri tí hann fekst við, hann málaði bert í 10 ár, men teknaði 900 tekningar og málaði um 800 myndir. Otrålig orka. Hevur ein 1/10 av hesum, so skal ein vera glaður, sigur Hans. Finnur tú nakað aftur í hesum, nakað felags fyri listafólk? — Hetta er jú tað ekstrema Ikki tað svaka við at skera oyruni av, men mátin at mála uppá. Teknikkurin. At mála mynd uppá ein hálvan tíma. Ikki við pensli, men við at kroysta tuburnar á myndina, fyri at fáa kraftina fram. Og so at liva á sama hátt. Atti hann ikki nóg mik- ið av peningi, so keypu van Gogh heldur máling, enn mat, sigur Hans Tórgarð Upp á spurningin um, hvussu ein fyrireikar seg til slíkan leiklut sigur Hans, at tað ræður um at finna tey 5 - 10 %, ið ein møguliga hev- ur av van Gogh eldhugan- um, Tad er ringt. Um ein nærkast ov nógv, so fer ein ov langt. Tað hendi jú hjá Douglas Eg kendi tað eisini til endans, at eg var ávirkaður, eg endaði t.d. í kjakið um málningalist við fólk, ið eg ongan hug hevði at kjakast við. Men nú kenni eg, at eg havi fingið neyðugu frá- støðuna, sigur Hans Tór- garð Kundi verið Mozart Leikurin snýr seg um hugs- anir hjá einum listafólki, tað nýtist ikki júst at vera ein málari, ikki so? Avgjørt. Nú er tað ein málari, tað snýr seg um, men ein hevði oivad kunnað gjørt nakað líknandi um Mozart, ið eisini var 37 ár, tå hann doyði. Hann hevði tað bara nógv lættari, hjá honum kom tað bara úr luft- ini. Van Gogh mátti berjast, fyri at fáa nakað burturúr, sigur Hans Tórgarð — Men van Gogh kundi eins væl verið høvundur. Brøv- ini hjá honum hoyra til al- heimsbókmertirnar. Tey eru øgiliga væl skrivað, littera- tur-tekninskt, og óivað tað besta manifestið, um ein kann siga so, ið er skrivað um list. Hann dugir so væl at seta orð á. Brøvini brenna á sama hátt, sum myndirnar sigur Hans. Rættur listamaður A leikskránna hevur Hans endurgivið Ebbe Lund- gaard, danska mentamála- ráðharran, fyri at hava sagt í 1997: >Ein málari, sun einki selur, kann ikki vera ein rættur listamaður.< Eisini nýtir Hans hetta í leikinum, tí júst hetta var ein trupulleiki hjá van Gogh. Hann seldi einki — Tá danskur ráðharri sig- ur hatta í 1997, so kann tað takast sum staðfesting av, at hatta er almenn áskoðan Bara tað er nóg góð grund geving hjá mær, fyri at spæla leikin, sigur Hans Tórgarð, ið ikki væntaði, at fylla salin mikukvøldid Bert tvær sýningar vera aft- urat, men um áhugin er so stórur, so hevur Hans hug at gera fleiri sýningar, men tað fáa vit at síggja, sigur Hans Tórgarð, ið skal aftur til Finnlands 19. august — Men eg komi heimaftur so skjótt eg kann, tí familjan er her. Eg eigi dóttir upp á hálvtannað ár, so tað er als ikki lætt at vera burtur frá familjuni, sigur Hans Tór- garð, ið ikki avvisir, at tað minnir nakað um sálartrup- ulleikarnar í leikinum, men tó ikki, tí van Gogh hevði ikki eingang pláss fyri fam- ilju og børnum í sínum heimi, har listin var alt Hans Tórgarð fer aftur á pall við leikinum leygar- dagin og sunnudagin