leygardagur 8. august 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
. tjóri: Blaðfólk: | Ljósmyndari: Útgevari, uppseting og prent: Telefon: 311820
Jan Miller | Dagny Joensen, Jens Kristian Vang Sosialurin Telefax. 314720
| Áki Bertholdsen, Bústaður:
aað sk | Emil L. Jacobsen Hýsingar 29 sela: veg 26, Argjum e-mail:
: ; irikur Lindenskov Sveinur Tréndarson ammer ostadr: Postsmoga 76, post sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo Turið Kjølbro 110 Tørshavn
Djupvatnstrolararnir mugu
ikki sleppast upp á fjall
Oddagrein
FYRI fleiri árum síðani boðaði tásit-
andi landsstyri frå, at allir studningur
til fiskivinnuna skuldi falla burtur, og
í ár fall so seinasti ílegustuðulin burt-
ur.
Við eðrum orðum er tað ikki komið
óvart á nakran, at flotin skuldi klára
seg uttan iløgustudul. Allir politisku
flokkarnir eru helst eisini samdir um,
at vinnan skal klára seg uttan bein-
leiðis ella óbeinleiðis rakstrarstudn-
ing. Ødrvisi er við stuðli at stovna
vinnuvirki, viðvíkjandi stuðli til markn-
aðarkanningar og onnur vinnulig
framtøk.
Kortini kom tað óvart á tey flestu, at
landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum
heldur fast um ikki at lata djúpvatns-
trolararnar fáa iløgustudul samhald-
andi.
Teir tólv djúpvatnstrolararnir hava ikki
fingið lut í okta toskafiskiskapinum,
sum hevur bjargað ødrum pørtum
av flotanum. Harafturat hava teir ver-
ið fyri skerjingum. Fyrst undir Íslandi,
síðani eystanfyri og at enda undir
Feroyum, har royndin er avmarka eft-
ir blálongu, tí á hesum leiðum royna
garnabátar.
Tí eru djúpvatnstrolararnir í eini ser-
stødu. Og teir eru eisini í tí serstoðu
at teir so at siga bara eru knýttir at
Vágum og Suðuroynni.
Nú er ikki vist, at teir fara av knóran-
um, um teir ikki fáa ílogustuðul aftur,
men fara teir av knóranum, kann
hetta fáa álvarsligar avleiðingar fyri
hesi eki, sum frammanundan eru
hart rakt av búskaparkreppuni.
Í síni tíð vóru djúpvatnstrolararnir ein
nýskapan og lætti um trýstið á aðrar
fiskastovnar. Tí hava teir aðra lagnu
uppiborna, og mælt verður tí til ann-
aðhvert iløgustudul ella aðra komp-
ensatión í eini skiftistíð í nøkur fá ár,
tí hesir trolarar geva eitt lutfalsligt
stórt íkast til bæði lokalsamfeløgini
og føroyska samfelagið sum heild.
Sostalurin
Politiskt frælsi og síðani
sjálvbjargni er skeiv raðfylgja
Stutt eftir valið var greitt,
at sitandi samgonga var
veruleiki. Hóast hesir triggir
flokkarnir: fólkaflokkurin,
tjóðveldið og sjálvstýris-
flokkurin høvdu boðað frá
undan valinum, at tað var
fult sjálvstýri teir miðaðu
ímót, so var tað paradoksalt
nokk Edmund Joensen, ið
legði stødi undir hesa sam-
gonguna við at skjóta Ann-
finn Kallsberg upp sum løg-
mansevni og samrådingar-
leidara. Hvussu Edmund
Joensen sjálvur hevur tað
við hesum er ógreitt, men
hetta var so ein herskin biti
fyri teir veljarar, ið sóu sam-
bandsflokkin sum ein gar-
ant fyri rikisfelagsskapin.
Fyri mær sæt út sum eitt
ógvuliga greitt trýbýti er
gjørt samgonguflokkana
millum: Sjålvstyrisflokkur-
in fekk eina yvirumboðan í
landsstýrinum, ið als ikki
stendur mát við nakrar pro-
portiónir.
Tjóðveldisflokkurin fekk
sjálvstýrismál, meðan fólk-
aflokkurin eigur tann dagl-
iga politikkin.
So í fólkaflokkinum sita
taktikarar.
Medan sjålvstyrisflokk-
urin gledist yvir ein eyka
landsstýrismann og tjóð-
veldisflokkurin putlast við
loysingina, førir fólkaflokk-
urin hvønn dag praktiskan
borgarligan politikk. Men
taktisk evnir eru ikki nakar
ringur eginleiki í politikki.
Sum søgan sigur frå, so
hava vit verið i rikisfelags-
skapi við onnur lond óslitið
í 1000 ár. Frá umleið ár
1000 til 1380 í felagsskapi
við Noreg. Eftir hetta og
fram til 1814 í ríkisfelags-
skapi við Noreg - Danmark.
Eftir Kielerfriðin 1814 hava
vit verið í ríkisfelagsskapi
við Danmark.
Men tað verður valla bara
søgan sum kemur veljaran-
um í hug, tá ið atkvødast
skal um loysingina.
Hvussu sær gerandisdag-
urin út eftir loysingina?
Hvussu trygg er framtíðin
hjá okkara børnum eftir
loysingina? Hetta eru relev-
antir spurningar, ið veljarnir
hevur krav uppá at fáa svar-
aðar. Onkur signal eru
longu komin. T.d. segði Oli
Breckmann undir viðgerð-
ini, at hvørki danska ella
føroyska samfelagið hevur
ráð til verandi vælferðar-
skipan. Hetta er erlig tala
frá einum borgarligum pol-
itikara, í hvørs hendur fólk-
ið skal leggja sína framtíð.
Eitt annað signal um okk-
ara framtíð er tann fráboð-
aða fólkatryggingin, sum
mótsatt samhaldsfasta skal
tryggja stættarmunin heilt
upp í ellisår.
Javnaðarflokkurin hevur
seinstu mongu árini havt
sum stevnumið at seta í
gildi eina sjálvstýrislóg, so-
leiðis at vit so hvgrt vit vera
sjálvbjargin taka ræði á gll-
um málsgkjum. Eftir okkara
tykki má og skal politisk
frælsi og búskaparligt frælsi
fylgjast. Hetta er eisini ein
spurningur um moral.
Tá ið vit spyrja, hvussu
ein fíggjarlóg sær út uttan
blokkin og tá ið vit spyrja
um, hvussu vit skulu fíggja
almannamál, heilsumál og
skúlamál, fáa vit at vita, at
hetta eru ræðumyndir, ið
ikki krevja svar. Og í løg-
mansrøduni síggja vit,
hvussu samgongan priorit-
erar. Fyrireikingarnar til
loysing eru feldar í fimm
punktir:
Tær fíggjarligu og bú-
skaparligu framrokningar-
nar eru nevndar síðst í rað-
festingini. Hesar áttu eftir
javnaðarmetum at staðið
fremst.
Fyri líkasum at kyrra
andstøðu og veljaran verður
fullveldisætlanin samanbor-
in við íslendsku loysingina.
Men Ísland 1918 og Føroy-
ar 1998 kunnu als ikki sam-
anberast. Fyri tað fyrsta var
Ísland ikki umfatað av ti
donsku grundlógini fyri tað
næsta hevði Ísland onga utt-
anlandaskuld og fyri tað
triðja fekk - eftir hvat eg
havi fingið upplýst - Ísland
60.000 kr. árliga í rikisstudli
móti okkara milliard.
Út ímóti 80% av Føroya
fólki vilja broytingar í ta
ríkisrættarligu støðuna. Ti
er sjálvstýrislógin hjá javn-
aðarflokkinum ongantíð
meira aktuelt enn júst nú.
Hinvegin eru einans nøkur
og 20% ið ynskja loysing-
ina. Tí eru tað sterkar kreftir
ið samgongan stendur upp
ímóti. Hetta veit samgong-
an og tí skulu pengar setast
av til politiska upplýsing.
Tey isavomu skulu yvirtal-
ast.
Her fari eg at spyrja um
andstødan fær sín lut av
hesum pengum.
Annars er talan um polit-
iska indoktrinering, og tað
kunnu vit ikki liva við.
Sambært løgmansrøduna
so skulu fullveldisætlanirn-
ar til aðalorðaskifu í ting-
inum í nærmastu framtíð
Fólkið vil broytingar og
Javnaðarflokkurin vil broyt-
ingar.
Samgongan má gera sær
greitt, at skal verunligt orða-
skifti spyrjast burturúr, so
megu tøl og fakta á borðið
Javnaðarflokkurin vil í
fullum álvara viðgera hesar
spurningar, men vit hava
boðað frá at sjålvstyrisætl-
anin undir ongum umstød-
um skal kosta fólksins væl-
ferð. Og broytingar í ríkis-
rættarligu støduna, sum
javnadarflokkurin ikki fær
sjónliga åvirkan á, fara vit
als ikki at taka undir við.
Viðgerðin higartil hevur
ikki verið tekin um semju í
loysingarspurningum.
T.d. hava verið langt mill-
um sjónarmiðini hjá Bjarna
Djurholm og Høgna Hoydal
og ímillum sjónarmiðini hjá
Helenu á Neystabø og
Heina O. Heinesen.
Hóast løgmansrødan var
hólig og hóast bara 4 mál
higartil eru løgd fyri tingið
í tí nýggju setuni, so eru
longu tekin um, at vit fáa
eitt baldrugt samgongu-
skeið, tí tað tykist hvørki at
vera semja um fullveldis-
tankan ella fiskivinnupolit-
ikkin.
Harra formaður!
Eitt tað fyrsta, henda
sjálvstýrissamgonga tryggj-
aði sær frá dønum, var, at
blokkstuðulin skuidi halda
óbroyttur fram valskeiðið
út, og hetta er jú ikki tekin
um, at teir fyribils ætla at
skapa eitt sjálvberandi sam-
felag. Men livst so spyrst.
Dan R. Petersen