Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. august 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið SN Tr XVÆæXKa } Nr. 147 — 8. AUGUST 1998 Tann nýggi sjúkrasystrastjórin var bara til arbeiðis í fimm mánaðir: Hevur longu - — Arbeiðsbyrðan bleiv ov stór. Tí valdi tann nýsetti sjúkrasystrastjór- in í heilsuverk- inum at gevast. AK! BERTHOLDSEN Tann nýggi sjúkrasystra- stjórin í heilsuverkinum bleiv ikki drúgvur í starvi sínum Eftir at hava arbeitt í bara fimm mánaðir, er sjúkra- systrastjórin, Marjun Smith longu farin úr starvi. Hon segði upp, tí arbeiðs- byrðan varð ov krevjandi. Sjúkrasystrastarvið í før- oyska heilsuverkinum er eitt nýtt starv, sum varð stovnað í kjalarvørrinum á teirri nógv umrøddu DIOS- frágreiðingini í sambandi við bygnaðarbroytingarnar á Landssjúkrahúsinum. Starvið varð sett á stovn eftir kravi frá sjúkrasystr- Marjun Smith bleiv ikki gomul í starvinum sum sjúkrasystrastjóri í heilsuverkinum. Arbeiðsbyrðan bleiv ov stór og nú hevur longu sagt seg út starvinum unum, sum kravdu, at sjúkrargktin fekk umboð í leiðsluna á Landssjúkrahús- inum, javnbjóðis læknun- um. Men tá ið sekt varð eftir fólki til starvið, bleiv talan bara um eitt parttíðarstarv, sum fólk, ið frammanundan arbeiddu í heilsuverkinum, kundu søkja. Tann, sum fekk starvið, var Marjun Smith, sum eis- ini er leiðari á ellis- og røkt- arheiminum, Lágargarði. Marjun Smith tók við starvinum 1. februar. — Men tað var skjótt at eg ásannaði, at arbeiðsbyrðan varð ov stór, sigur hon. Hon valdi tí at taka av- leiðingarnar av og at siga upp. Og 30 juni fór hon úr starvinum, sum hevur stað- ið ómannað síðani. Marjun Smith sigur, at starvið sum sjúkrasystra- leiðari er so krevjandi, at tað var vónleyst at rgkja tað starvið til fulnar, samstundis sum sum leiðarastarvið á Lágargarði eisini skuldi røkjast til fulnar. — Talan var m.a. um nógv- ar og langar fundir, sum ofta vardi heilar dagar. — Avleiðingin var, at tað gekk útyvir bæði størvini. — Tí valdi eg at taka av- leiðingarnar og at fara úr starvinum sum sjúkrasystra- stjóri. Hon sigur, at eftir hennara tykki eigur starvið sum sjúkrasystrastjóri at vera eitt fult starv, ella í minsta lagi eitt 3/4 starv. Hon sigur, at hennara til- mæli til landsstýrið er at gera tað til eitt fulltíðarstarv. — I øllum førum ta fyrstu tíðina, inntil alt er komið í eina fasta legu, tí hetta er eitt spildurnýtt starv, sum krevur at verða arbeitt upp. Men tað var ikki so frægt sum eitt hálvt starv. — Lenin var 6.666 krónur um mánaðan og tað eru ikki nógvir leiðaratímar, sigur hon. Og eg dugi ikki at í- mynda mær, hvussu nakar, sum hevur fastar arbeiðstíð- ir, skal kunna rgkja hetta starvið eisini, tá ið tað ikki ber til hjá mær, sum siti í leiðarastarvið, og tí fyri ein part kann leggja starvið til rættis sigur Marjun Smith. Hon sigur, at fyri so vítt gjørdi hon ikki landsins myndugleikar varugar við støduna, uttan at hon onk- untíð bar upp á mál, at tað var í so strævið. — Tá id eg sá, hvønn veg tað bar, gjørdi eg bara upp við meg sjálvan at fara áðr- enn summarfrítíðina, sigur Marjun Smith. Kennir seg illa viðfarnan av samfelagnum — Í 10 ár hevur ein sjúkur, eldri maður farin uppum tey áttati staðið á bíðilista fyri at koma inn á ellisheim. Men hann sleppir ikki inn. Í staðin má hann einsamallur liva sínar dagar innan teir fýra veggirnar í einum kamari, sum ikki er stórri enn 12 fermetur, í eini kjallaraíbúð. Heimahjálpin er næstan tann einasta, sum vitjar inn á gólvið FRANTS JENSEN Hvat er lønin eftir eitt langt lív at hava stríðst og strevast fyri samfelagið? At hava knossast og tænt landinum, goldið sín skatt heilt síðani ein tjenti sær tey fyrstu oyr- uni. Tá ið hesi fella frá, og ikki orka meir. Hvat ger samfelagið síðani fyri tey? Hverjar umstødur fáa hesi at liva undir? Ella er tað bara ein partur av hesum fólkunum, sum hava møgu- leikan at gera brúk av tí, sum samfelagið bjóðar teimum eldru. Og hví skal landið taka ein so stóran ” part av tí, tað gevur teimum eldru í pensjón innaftur í skatti? lila viðfarin Øll tey nógvu, sum ikki sleppa inn á ellis- og rgkt- arheim - bíðilistin til fimm av teimum stórstu heimun- um liggur um 500, vísti Sosialurin á í gjár - hvørja sømdir fáa tey frá sam- felagnum? Er tað familjan, sum má taka sær av teim- um? Og hvat við teimum, har eingin í familjuni er at taka sær av hesum fólkun- um Hetta er stødan hjá eldri manni: farin uppum tey átta- ti. Oyru hansara eru illa far- in, yvir 20 tablettir skal hann taka um dagin, og meginpartin av degnum liggur hann í seingini Heimahjálpin kemur inn á gólvið av og á, og døgurda fær hann koyrdan, sum hann síðani sjálvur hitar sær í einum borðovni. Annars er hann einsamallur, og má meir ella minni klára seg sjálvan. — Eg kenni meg illa og órætt viðfarnan av sam- felagnum, ikki at hava nakrar betri umstødur at liva undir enn hesar, sigur hesin maðurin, sum ynskir at verða óneyndur. Klára seg sjálvan Í 10 ár hevur maðurin stað- ið á bidilista at sleppa á ellisheim, men har sleppir hann ikki. Sjálvt um hann er farin væl uppum tey átta- ti, fær hann boðini, at hann er Ov ungur í sinni Maðurin hevur trupul- leikar av nógvum ymiskum slag. Hann hevur trupulleik- ar av maganum, hjartanum, hoyrir heilt illa, og orkar næstan ikki fram á gólv Forkálkingin er eisini farin at gera um seg Hóast sjúkdómur og elli nývir mannin, so er tað kort- ini ikki hetta, sum er tað ringasta. Hinvegin av sam- felagnum at verða settur púra einsamallur í eitt kjall- arakamar, og so meir ella minni klára seg sjálvan. Tað er ikki lætt hjá einum, sum metir seg hava tænt sam- felagnum alt sítt lív. — Hetta er íkki eitt liv at liva, sigur maðurin. Hetta er meir ella minni eitt lív í lorti. — Sjálvur kenni eg meg eisini illa viðfarnan av sam- felagnum. Eg hugsi um, hvussu landið fer við sínum borgarum, eftir at teir í eitt langt lív hava tænt sam- felagnum, og goldið allan sín skatt og aðrar skyldur. Meginparturin tikin av krí ónini Fyrsta er tað krígspensjón- in. Leingi gekk til hon kom, men tá hon so endiliga kom fyri nøkrum árum síðani, var bara ein lítil partur útgoldin. Á pappírinum fær hann nærmari 100.000 kr um árið, men útgoldið fær hann ikki meir enn ein trið- ing av hesum. Hinar tveir triðingarnar fer landið av- stað aftur við. - Eg haldi tað er alt ov vánaligt, at so nógv skal fara avstað aftur í skatti. Uppskot varð frammi um, at krígspensjónin skuldi verða skattafrí, men tað kom ikki igjøgnum. Eg haldi tað er vánaligt, at vit ikki skulu fáa tað, sum vit hava fortjent at fáa. Teir flestu av okkum, liggja nú undir grønu torvu, og hava einki fingi. Men hjá okkum, sum liva enn og fáa nakað, verður stórsti parturin verð- ur tíkin aftur. — Nú tosa løgtingsmenn eisini um, at geva sær sjálv- um meir í løn. Teir hugsa nógv meir um seg sjålvar enn um onnur. Sjálvur hevur maðurin ikki nógv at liva av. Krígs- pensjónin ávirkar vanligu pensjónina, so inntøkurnar eru ikki tær nógvu. Sjålvur skal hann gjalda húsaleiðu, mat, heilivág og annað, og tá alt er goldið er einki eftir. Lenin frá samfelagnum Tað er týðiligt, at maðurin kennir seg illa viðfarnan av samfelagnum, og hann spyr, um hetta skal verða stødan hjá teimum, sum hava tænt samfelagnum. Eisini innan heilsuverkið, kennir hann til hesa stød- una. Hóast hann hevur staðið á bíðilista í 10 ár, sleppir hann ikki enn inn á ellis- heim. Hann hevur kortini verið nakrar fáar vikur til umlætting. Okkurt tíðar- skeið hevur hann eisini ver- ið innlagdur á sjúkrahús. Men har heldur hann, at sjúklingarnir verða ov illa viðfarnir og eftiransaðir. Til dømis var onkur glidin av stólinum niður á gólv, og eingin kom og hjálpti við- komandi uppaftur á stólin. Sjálvur hevur hann roynt at fingið hjálp ymsastaðni frá, men hansara livikor eru ikki nógv batnað av hesum. — Eg haldi tað er vánaligt av samfelagnum at geva mær hesa lønina fyri at hava tænt tí eitt langt lív. — Hetta kann ikki halda áfram. Eg klári tað ikki meir, sigur maðurin. ON