leygardagur 8. august 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 147 — 8. AUGUST 1998
tíðindablaðið SOSTAMMN
Ábraham Hansen kann
fáa come-back á 1. deild
NSÍ-VB: NSÍ má finna ein nýggjan
málmann fyri leikbannaða Dejan
Milanovic
Eftir stóra ósigurin móti GÍ
seinasta vikuskifti ræður nú
um hjá NSI at leggja tann
dystin afturum seg, og besti
háttur at gera tað upp á er
við at vinna á VB í morgin.
NSÍ hevur í løtuni 17 stig,
og seks stig eru upp tl
oddaliðið HB. Aftan á dyst-
in móti VB sær dystarskráin
hjá NSÍ soleiðis út: 16/8
HB-NSÍ og 23/8 NSÍ-KÍ.
Tveir torfgrir dystir, og tí
ræður eisini um hjá runavík-
ingum at tryggja sær trý stig
í morgin, um sambandið við
toppin skal haldast.
Móti GÍ var stórur saknur
í toppskjúttanum Óla Han-
sen — so stórur, at boð nú
eru send til Danmarkar eftir
honum, og hann er komin
upp til dystin í morgin.
Málverjin Dejan Milan-
ovic varð rikin av vgllinum
í Gøtu seinasta sunnudag,
og tí má onkur annar verja
NSÍ-málið í morgin. Í Gøtu
fór Mortan Hansen í málið
seinasta korterið og stóð seg
bara væl. Á 2. deildarliðn-
um hevur veteranurin Ábra-
ham Hansen vart málið, og
í Runavík er eingin avgerð
tikin enn, um tað verður
tann ungi Mortan ella tann
eldri Ábraham, sum verjir
1. deildarmálið í morgin,
meðan hin verður við 2.
deild.
Dann Knudsen fekk
skaða í fótliðið í venjingar-
dysti móti GÍ, tá liðini fyrr
í ár vóru í Danmark á venj-
ingarlegu, og hann verður
helst ikki tøkur í morgin. Og
so er tað knæskaddi Helgi
L. Petersen, sum nú hevur
fingið endaliga dómin um,
at hann ikki skal gera sær
vónir um at vera við aftur í
hesum kappingarárinum.
Venjarin verður við
Vágbingar hava framvegis
nógv høvudbryggj av at
skula manna lið bæði í 1.
deild og 3. deild, og hjá
teimum raka gll forfall sera
meint. Tí var tað eisini ein
dyggur smeitur, at Milan
Culjic keikti sær fótin móti
TB seinasta sunnudag.
Hann hevur ikki vant í vik-
uni og verður neyvan við.
Eyðun Kjærbo hevur heldur
ikki vant hesa vikuna, og
Dan Djurhuus er farin í onn-
ur lond á námsferð og verð-
ur ikki at síggja á VB-liðn-
um í øllum fórum tey kom-
andi trý umførini.
Eitt sindur av góðum tíð-
indum eru kortini í VB.
Spæliloyvið hjá nýggja
venjaranum Krzystof Pop-
czynski skuldi nú verið
komið upp á pláss, og hann
kemur so inn á miðjuna ella
í álopið, alt eftir hvar tørvur
er á honum.
VB liggur í løtuni á
sjeynda plássi á stigatalv-
uni, men tað er eitt rættiliga
fitt glopp niður til vanda-
økid. Men VB skal kortini
ikki rokna við at fáa eitt so
gott kappingarår sum í fjør,
tá teir tryggjaðu sær luttøku
í altjóða fótbólti.
Tá VB og NSÍ spældu í
Vági 9. maí í ár, vann NSÍ
heili 5-0, og kreppan kroysti
í Vági.
Í fjør var VB greitt omanå
í dystunum móti NSÍ. Í
Runavík vunnu vágbingar
4-1, meðan dysturin í Vági
endaði 3-0 til heimaliðið. Í
1996 var NSI ikki umboðað
í 1. deild, men í 1995, tá
VB var annar parturin av
Sumba/VB, vann saman-
setta liðið 3-0 í Runavík,
meðan NSI vann 3-1 í Suð-
uroynni.
Í 1994 var VB í 2. deild,
og tað sama var NSÍ í 1993.
Men í 1992 vóru bæði liðini
í 1. deild, og tá vann VB 3-
0 í Vági og 4-1 í Runavík,
altso júst somu úrslit sum í
fjør. Sostatt må sigast, at
inntil f år hevur VB havt eitt
rættiliga gott tak å NSI,
bæði heima og úti.
Jan Dam og Kaj Leo ikki við
TB-HB: Oddaliðið er skert, tá tað
í morgin á útivelli skal takast við
botnliðið, ið hevur alt fólkið tókt
HB fer í morgin suður á
sevmýri uttan í hvussu so
'r tveir av fystu og mest
royndu monnunum. Jan
Dam fekk reytt kort ímót
B36 og er tískil leikbann
iður. Kaj Leo Johannesen
brákaði annan lítlafingurin
undir venjing mikukvøldid,
g hann verður helst ikki
við. Tað hevur verið tosað
um at pjøssa um við skinn-
ara, so hann kann spæla,
men sjálvur roknaði hann í
gjár við, at Bárður Johanne
sen fer at verja málið:
Og eg haldi ikki, at tað
er verri, enn at eg heyði ver
ið við. Bárður hevur ment
seg nógv, og eg havi fult álit
á honum, sigur málverjin,
sum hevur góðar vónir
- Vit liggja á odda, vit
hava skotið flest mál, og tað
Alt ella einki
í Fuglafirði
ÍF-Sumba: ÍF saknar sín liðskipara,
meðan Sumba hevur trý leikbann
Emii L. JACOBSEN
upp til ein
Higan botngysara, tá
ÍF í morgin tekur ímóti
Enn hevur ÍF íkki
go np
vue
sín tapti ÍF bert
eina 0 seinni by Sumba,
so tað er ivasamt, hvat
fuglfirðingar kunnu
brúka tað til.
ÍF-liðskiparin Torstein
Joensen breyt beinið í
Klaksvík seinasta sunnu-
dag og verður neyvan
við aftur í ár, og tað er
ein dyggur smeitur fyri
ÍF, sum annars hevur all-
ar mans tøkar (í hagtøl-
unum týsdagin góvu vit
Bartali Eliassen eitt gult
kort í Klaksvík, men að
var ein villa).
Fyri sumbingar var
dysturin móti B68 sein-
asta vikuskiftid dýrur.
Bæði Jan Poulsen og
leikandi venjarin Spasojé
Biberdzic fingu reytt kort
og eru feikbannaðir Har-
NR fekk Sonni
Kjærbo sítt triðja gula
kort á Toftum og noyðist
Ú eisini at sita uttanfyri.
Allir hinir skuldu verið
tøkir.
Fyrra dystin millum
líðini í hesi kappingini
vann Sumba 1-0.
eru fægst mál farin igjøgn-
um hjá okkum, so vit hava
góða utgangsstødu, hóast
tapið ímóti B36
Rúni Nolsøe noyddist av
vellinum mikukvøldid, ti
hann hevði fingið snuddir i
fótin. Hann hevur fingið
viðgerð, og hann hevur ikki
vant, men í HB vóna teir, at
hann verður við í morgin
Allir klárir
TB hevur ikki tey bestu
hagtølini á Sevmýri ímóti
HB. Síðst teir vunnu var í
1991, tá úrslitið var 4-1
GÍ ætlar at halda sær
GI-B68: Í Eyst-
uroyar uppgerðini
í dag er alt fólkið
tókt hjá báðum
pørtum
Seinnapartin f dag skulu
toftamenn inn í Sarpisgerði
at royna, um teir kunnu
koma út aftur á Skålafjørdin
við einum betri úrsliti, enn
grannarnir í NSÍ fingu við
sær úr Gøtu sunnudagin.
Sambært skipanini skuldi
dysturin verið í morgin,
men gøtumenn hava biðið
um at fáa hann avgreiddan
í dag, so teir hava betri
stundir at fyrireika seg til
Europa Cup dystin á
Svangaskarði, sum verður
hósdagin.
Gøtumenn spældu væl í-
móti NSI, og teir hava alt
fólkið tókt hesa ferð. Jón
Petur Olsen var hålvskadd-
ur á beinkinum síðst, men
hann er betri fyri nú. Um
Síðst, teir fingu stig, var í
1995, tá tað var málleyst. Í
fjør var TB í 2. deild, og í
fyrraárið vann HB 9-2
A Tvøroyri rokna teir við,
at allir spælararnir vera tók
ir. Í hesi vikuni hava Pól F
Þórður Holm og
Tordur Mortensen ikki vant
tí teir hava verið
smáskaddir, men teir vera
ivaleyst við í morgin
TB hevur ikki vunnið í ár
men í Gundadali ímóti HB
var um reppið at teir fingu
javnleik. Urslitid var 4-3. jh
Joensen
so NÓGV
hann kemur inn á liðið er
ein annar spurningur. Hesa
ferð ber tað til hjá eyka-
monnunum hjá GI, sum ikki
koma inn, at spæla i 2
deild. Tann dysturin verður
í Gøtu í dag klokkan 17 í-
móti HB.
Hjá B68 er eingin leik-
bannaður, og allir, sum vóru
við ímóti Sumba, eru tøkir
aftur. Øssur Jacobsen er
framvegis skaddur. Olaf
Højgaard var síðst í 2. deild,
men hann verður í hópinum
í Gøtu í dag.
Niels Suni Poulsen fer av
landinum um tvær vikur.
Toftamenn rokna við, at teir
tá fáa Oleif Joensen heim.
Hann hevur verið í Dan-
mark eitt langt skifti.
Fyrr í ár vann GI 1-0 á
Svangaskarði. Toftamenn
standa seg ofta væl í Gøtu.
I fjør endaði 1-1, í fyrraárið
vann GI 2-1, og í 1995 var
tað B68, sum endaði oman-
á. Teir vunnu 2-0. jh
Lykladystur
í Gundadali
B36-KÍ: KÍ hevur alt sítt f6Ik
tókt, meðan Pól Thorsteigsson er
leikbannaður hjá B36
Sum kappingin líður eru
lykladystir ella seks stigs
dystir, sum summi kalla
tað, á skránni hvert viku-
skifti. Hesa ferð er ein
av tydningarmiklu upp-
gerdunum tann i Gunda-
dali, har klaksvikingar i
morgin koma at stríðast
fyri at halda tørn um
munin upp til HB. Mun-
urin tódnaði eftir síðsta
umfar. Nú eru HB bara
tvey stig undan KÍ.
B36 vann seks stigs
dystin ímóti HB mána-
kvoldið. Við sigri á KÍ í
morgin eru teir við aftur
í kappingini um pláss í
Europa, og laga úrslítini
hjá hinum feløgunum
seg tíl fyrimunar fyri
B36, so er ikki so langt
upp á toppin.
Men so skulu trý stig
fáast ímóti KÍ, og í B36
síga teir seg vera greiðar
yvir, at dysturin skal
vinnast. Fyrsta takið er
at fáa alt fólkið niður aft-
ur á jørðina eftir meiri
enn væl komna sígurin
á HB
Tað er dyggur smeitur
hjá B36, at Pól Thor-
steinsson, sum rættuliga
tykist vera komin fyri
seg, ikki verður við
ímóti KÍ. Gula kortið,
sum hann fekk ímóti
HB, ger, at hann er
leikbannaður í morgin
Hínir spælararnir, sum
vóru við ímóti HB, eru
allir tøkir. Aki Mørk
fekk ein snudd i ungl-
ingadysti ímóti GÍ tys-
kveldið, men tað verður
roknað við, at hann verð-
ur klárur. Carl Høgnesen
er farin at renna aftur,
men enn gongur rúm tíð,
áðrenn hann verður við
aftur. Tomislav Sivic skal
sita uttanfyri tvær ferðir
afturat, áðrenn hann
sleppur at royna seg aft-
ur.
Stórur
Hóast klaksvíkingar
hetta vikuskiftið, so kann
kassameistarin hjá B36
gleða seg um, at nógvir
åskodarar koma úr
Klaksvík í morgin. Teir
tevja rættuliga møguleik-
an fyri FM heitinum.
Jóannes Jakobsen
mundi vera glaðasti mað-
ur í Gundadali mána-
kveldið, sjálvt um barn-
dómsfelagið hjá honum
tapi. Hann hevur allar
spælararnir iøkar í morg-
in. Eisini Pól Juel Vil-
helmsen, sum íkki var
við ímóti ÍF, tí hann
heyði fingið lítlan løst
ímóti B36 á lavsøku, tå
heimaliðið vann 2-1
Í Klaksvík fyrr í ár
endaði 1-1. KÍ hevur ikki
vunnið á útivelli ímóti
B36 síðani 1994, tá teir
vunnu 4-0.
I fjør og í 1995 vann
B36 2-1, og í 1996 end-
aði 1-1 jh
SS
kambinum
Stevna i
i Sandavági
Róðrargkið í bygdini skal broytast
Leygardagin 22. august
skipar Sandavágs Ítrótt-
arfelag (SIF) fyri ymisk-
um tiltøkum. Men høv-
uðsdenturin verður lagd-
ur á róður.
Tað er soleiðis, at ætl-
anir eru frammi um at
broyta róðrargkið í Sand-
avági til Vestanstevnuna,
sum verður í Sandavági
komandi summar, til at
vera 1000 metrar.
Í hesum sambandi er
ætlanin at skipa fyri
motiónsróðri fyri kvinn-
ur og menn leygardagin
22. august, har nýggja
málið verður roynt.
Róðraráhugað, sum
ikki hava luttikið í FM-
róðrunum, hava í nógv
ár ynskt at rógva, m.a
fyri at minnast á gamlar
dagar, tá róð varð, ella
fyri motión og ikki í so
harðari venjing/kapping,
sum róðurin er nú.
Nú er høvid til tess, og
øll tey, sum ikki hava róð
við í FM-kappingini í ár,
kunnu luttaka í hesum
róðrinum, sum verður í
Sandavági.
Róð verður í gllum
båtastøddum, tó treytað
av, at minst tríggir bátar
luttaka í hverjari báta-
stødd. Steyp verða latin
vinnarunum, og nr. 1, 2
og 3 fáa heiðursmerki
Dagurin annars verður
hildin sum stevnudagur
við fótbólti, rulluskoytu
kapping, brotsspark-
kapping, matsølu og
dansi umframt ymsum
ødrum tiltøkum