Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. august 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SOS Nr. 147 — 8. AUGUST 1998 sosialurin, box 76, 110 tørshavn - tlf 31 18 an Allan sagt nei 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil Csosialurin.fo til Hapoel Rishon Fótbóltur: I gjár boðaði umboðsmaðurin hjá Jan Allani Miller ísraelska felagnum Hapoel Rishon frá, at vágbingurin ikki longur hevur áhuga í at skriva sáttmála við felagið Teri NIELSEN Í ítróttarsosialinum í gjár skrivadu vit um, at vágbingurin Jan Allan Múller hevði firgið boðið sátt- mála við ísraelska 1. deildarfel- agið Hapoel Rishon. Vit nevndu eisini, at onkur smærri ting vóru, sum partarnir ikki vóru samdir um, millum annað longdin á sátt- málanum, og hetta var eisini tað, sum førdi til at ísraelska felagið í dag hevur fingið at vita, at Jan Allan ikki longur hevur áhuga í at skriva sáttmála Dróg ov leingi út Umboðsmaðurin hjá Jan Allani, Jákup í Stórustovu frá Nordplayer, sigur við Sosialin, at teir í fyrra- dagin settu Hapoel Rishon eitt ultimatum, har teir kravdu, at fel- agið í gjár skuldi svara, um teir vildu ganga ynskjunum hjá Jan Allani á mør. Ísraelska felagið svaraði aftur í gjár, at teir vildu koma við einum endaligum svari sunnudagin, men hetta var ovboð- ið fyri Jan Allan og Nordplayer, og tískil hevur vágbingurin vent ísraelska felagnum bakið Pråta við onnur feløg Jákup í Stórustovu sigur við Sosi- alin, at Jan Allan nú fer at práta við onnur feløg, ið hava víst hon- um áhuga. Sum vit skrivaðu í blaðnum í gjár, so var tað eitt danskt superligafelag, sum var áhugað í at fáa Jan Allan knýttan at sínum hópi frá ársbyrjan kom- andi ár, og haraftrat er eitt annað útlendskt felag, sum hann skal tosa við. Jan Allan Miller heldur tó fyri- bils fram við at venja í Esbjerg, sum hann framvegis hevur sátt- mála við, hóast hann lítla og onga spælitíð fær á besta liði felagsins. Jan Allan Miller verður fyribils verandi í Esbjerg p | Lesið eisini ítróttin á Internetinum Å www.sosialurin.fo z Fótbóltur: FSF og Adidas hava longt såttmålan til tvey år afturat EmiL L. JACOBSEN Eins og so nógv onnur roynir før- oyska A-landsliðið í fótbólti at fylgja við mótanum, og tá Føroyar mikudagin 19. august spæla móti Bosnia á Kosovo Stadion í Sara- jevo, verður tað í nýggjum klæð- eru tað landsliðsspælararnir Pól Thorsteinsson, Allan Mørkøre og Hans Fróði Hansen Í nýggju búnunum og venjingarklæðiunum Jens Erik Magnussen frå FSF (v.m.) og Thomas Hanus Dam frå Thomas Dam ltrótti, sum umbodar Adidas i Føroyum. Høgrumegin um Adidas hevur verid klædna- sponsorur hjá Fótbóltssamband- inum og landsliðunum síðani 1992. Sáttmálarnir hava alla tíðina verið fyri tvey ár í senn, og tað verður hesin eisini. Tað er eisini tað lættasta, tí ein undankapping Nýggj klæði til tekur eimi tvey ar Sostatt er hetta tann fjórði í rødini av sáttmálum millum FSF og Adidas Og tað eru ikki smápengar, sum eru í einum tílíkum sáttmála — landsliðið brúkar fyri fleiri hundr- að túsund krónur í klæðum. Búnin er nýggjur, men litirnir eru sum vera man teir somu hvítar troyggjur, bláar brøkur og hvítar hosur Eykabúnin er »øvugtur« — bláar troyggjur, hvítar brøkur og hvítar hosur — og tað verður allarhelst í hesum búnanum, at Føroyar fara at spæla í niðri í Sarajevo, eftirsum landsliðið Bosnia eisini spælir í hvítum om anfyri og bláum um miðjuna. Nýggi búnin er sera snøggur, og sum nakað nýtt kann nevnast, at FSF-búmerkið er broderað í bringuna á troyggjuni. Hetta er rættiliga vanligt í dag. Myndir: Álvur Haraldsen 1 |