Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. august 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 147 — 8. AUGUST 1998 90 ára gamla Fanny Petersen tíðindablaðið æt Pr 13 - Í dag er alt grýtuklárt Fanny Petersen er einasti innføddi klaksvikingur, id er javngamal vid kommununa. Hon og kommunan eru 90 år. Fanny er frísk, hóast høga aldurin og hon er åhugaverd at práta við, tí hon hevur verið vitnið til øgiligar broytingar nærum alla okkara óld. Eisini hevur hon sjálv verið við til at fáa broytingar á ymsum økjum. DAGFINN OLSEN MYNDIR: JAN MÚLLER Fanny Petersen í Klaksvík er einasti innføddi klaksvík- ingur, ið er javngamal við kommununa, nú kommun- an heldur 90 ára dagin. Onkur annar er líka gamal, ella eldri, men hesi eru øll flutt til Klaksvíkar. Hóast Fanny hevur verið sera virkin kvinna, so er kanska onkur, ið ikki veit hvør hon er. Tá er kanska lættast at siga, at hon er mamma Óla Petersen, kenda skemtiteknaran. Men Fanny hevur alla sína tíð verið ein sera virkin kvinna og er tað enn. Fólk gongur inn á gólvið alla tíð- ina, nú hátíðardámur merkir Klakvíkina, og Fanny hevur valla stundir at seta seg nið- ur at skriva sær okkurt nið- ur, sum hon kann siga okk- um. Virkin Hon hevur verið virkin inn- an kvinnurgrsluna og var í síni tíð við til at stovna Hús- mødrafelagid í Klaksvík, tað fyrsta av sínum slag her heima. Hetta var í 1951. — Tað var so øgiligur tørv- ur å at gera okkurt innan hetta øki, heimid. Eingin húslig útbúgving var av nøkrum slag, uttan at ein fór at tæna. Skuldu nakar á hús- arhaldsskúla, so mátti farast til Danmarkar, og tá grenj- aðu menninir ofta um, at konufólkini komu ikki aft- ur, greiðir Fanny Petersen skemtiliga frá. — Eg var eisini í kvinnu- rørsluni, men har var tað mest líkarættur og tílíkt, ið vit arbeiddu við og annars samstarvaðu vit eisini. Men tørvurin á hinum var vaks- andi, tí tað fór at minka við plássum til gentur at tæna í Hentleikarnir vóru blivnir so nógvir, sigur Fanny Pet- ersen — I Havn var ein donsk kvinna, Naina, ið testament- araði ogn sína til hvíldar- heimið, hon hevði skúla í nøkur ár. Aðalmálið hjá okkum var at seta húsar- haldsskúla á stovn, tí tórvur var á hesum. Heimið er jú stórt gki. Vit byrjaðu við skeiðum. Undirtøkan var so góð, at tørvurin sjónliga var har. Men endamálið var at fáa ein skúla, so vit savnaðu pening og spurdu myndug- leikarnar. Til síðst góð- kendu teir skúlan, tá vóru teir ivaleyst troyttir av okk- um, sigur Fanny Petersen, ið heldur at vegurin var drúgvur. Fanny Petersen er einasti innføddi klaksvíkingur, ið er javngamal við kommununa. Menn skriva um seg sjálvar — Dygdararbeiðið varð gjørt av kvinnum innan felagið og er tað mest teimum at takka, at skúlin í dag er veruleiki og er komin fyri at verða, sigur Fanny, ið leggur skemtandi afturat, at myndugleikarnir stuðlaðu væl, men teir fingu løn fyri sítt arbeiði. — Vit áttu ikki pening og fingu ikki fundarpengar, heldur hinvegin, skemtar Fanny eitt sindur sorgblíð. — Um ein ikki er politisk- ur, so kann ein koma langt, bert ein hevur vitan, sigur Fanny Petersen. Fanny heldur, at ikki er neyðugt at fara ov nógv í smálutir við gllum hesum, tí tað kann takast sum sjálv- ros. — Eg havi enn ikki tikid meg saman til at skriva end- urminningar, menn eru jå so raskir at skriva bøkur um seg sjálvar, men tað er ein gledi at hava verid til nyttu í samfelagnum, og tað er nóg mikið, sigur Fanny Pet- ersen, ið hevur upplivað mangt á síni longu lívsleið. Hon hevur livað í 4 ættarlið, og tað eru ikki smávegis broytingar, ið eru hendar. Grandi og spennandi — Tað eru øgiligar broyting ar farnar fram, serliga síðstu árini. Tá ein er so gamal, sum eg, sær ein alt í per- spektiv. Tá sær ein, hvussu nógv ein sjálvur er broyttur, samstundis, sum broytingin seinastu árini hevur verið bæði grandi og spennandi, helddur Fanny Petersen — Bara í køkinum er er so nógv hent. Frá kolinum og torvinum til allar knapparn- ar í dag. Og tann tíðin, tá alt varð gjørt í heiminum, ein fór ikki út at keypa klæðir ella nakað. Klæði kundi keypast, men ein mátti seyma alt sjálvur. Í dag er alt liðugt og grýtu- klárt, sigur Fanny Petersen, sum í mong ár gekk at keypa fisk á stongunum og gjørdi knettir, eftir at børn- ini vóru hálvvaksin Broytingin hevur verið øgilig á húsliga økinum, men ikki at tala um á mong- um gðrum økjum. Tað er spennandi at hava livað í 4 ættarlið, men eg kenni meg vidhvørt fremmanda, tá eg gangi yvir á posthúsið, tí har eru so nógvir bilar. Men eingin kann broyta menn- ingina, ein má broytast sjálvur, sigur Fanny Petersen Men tygum hava eisini sjálv sett spor, gjórt broyt- ingar. Uppá ein máta, ja, men bert innan kvinnuheimin --Men-skal ein seta-sper=um—- tað so bara er innan hús- mødrafelag, so skal ein vera politiskt upplýstur, ella fylgja við. Annars kann ein ikki nýta kreftirnar, ið skulu avgerða. Kundi verið 50 Men fanny roynir at fylgja við enn, men tað er ringt, tí alt er ein fløkja, heldur hon, og tað er ringt at taka stóðu Hon er røsk enn, hóast høga aldurin - Eg síggi rættuliga væl, men hoyri ikki heilt væl Men tey siga, at eg havi einki at gremja meg um, tí eg kundi tað sama verið 50 ár, men tað passar jú ikki Men tað man vera mátin at vera uppá, at vera opin yvir fyri spurningum, sum stinga seg upp. Teimum ungu, sum koma inn, dámar øgiliga væl at tosa og kjakast við meg, so okkurt frískt má vera eftir enn, heldur Fanny Petersen Kundi fingið 10.000kr — Men annars veit eg ikki, eg eri minkað 15 cm. Ég detti niðureftir, sigur Fanny Petersen, sum í sambandi við 90 ára dagin hjá komm- ununi fekk vitjan av borg- arstjóranum, Jógvan við Keldi, ið handaði henni skreytblað — Fanny er skemtilig av lyndi, so hon mælti vid borgarstjóran, at tå hann nú kom å vitjan, so kundi hon fingid kekk uppå 10.00 kr, ti nú hevði hon goldið skatt so leingi Men hetta var bert skemt, sigur Fanny Ætlan um ellisheim sidani 1948 Men Fanny liggur ikki å løtu siduni. Hon hevur, sum 90 åra gomul, fyri stuttum verid vid til at endureisa málið um ellisheimið, ið ongantíð varð bygt, hóast peningur varð savnaður inn í 1948 — Tá komu 600.000 krón- ur inn, so tað er væl yvir milliónina nú. Tað bleiv ongantíð bygt, men so var eg frammi í fjølmidlunum og nevndi hetta Tá svaraði Jógvan við Keldu aftur, at um 2 ár skuldi eg sleppa at klippa bandið til ellisheimið. 7 ikki av tí gamla slagnum men vardar íbúðir og sam býli — Hesum hava vit stríðst fyri, og teir hava lurtað. Um eitt hálvt ár er projektering in liðug, so tað hjálpir við- hvert. Eingin í Klaksvík helt annað, enn at pengarnir óivað vóru burtur, kanska brúktir til okkurt annað, sig- ur Fanny Petersen, ið næst- an ikki hevur stundir at práta, tí hon skal pynta 4 lagkøkur og gera mat Eg havi nóg mikið av tíð og hon má fyllast út á onkr- an hátt, um ein ikki skal gerast senilur, sigur Fanny Petersen Í samband við 90 ára dagin hjá Klaksvíkar kommunu handaði Jógvan við Keldu Fanny Petersen skreytblað