leygardagur 8. august 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 147 — 8. AUGUST 1998
= tíðindablaðið SOS!ENNM
Norðoya Sparikassi skrivar hervið út kappin
um tekning av nýggjum búmerki.
A Norðoya Sparikassi
"Búmerkjakapping“
Póstboks 149
Ósavegur 1
FO- 700 Klaksvík
laksen "9B tf 45 71 71
3
Ein dómsnevnd, ið verður sett saman av
skikkaðum fólki, tekur støðu til innkomnu
uppskotini.
Norðoya Sparikassi tilskilar sær rætt til at nýta innkomið uppskot sum
búmerki stovnins, ella ikki at nýta nakað av innkomnu uppskotunum sum
nýtt búmerki.
Norðoya Sparikassi er stovnaður 24. september 1919, og er
ein lokalur peningastovnur, hvers høvudsøki eru Norðoyggjar og Leirvík. Hevuðsskrivstova
og tvær deildir eru í Klaksvík. Harumframt eru deildir í Norðdepli, á Viðareiði og í Leirvík. Norðoya Sparikassi hevur altíð
verið peningastovnur lentakaranna, og vil vera tað framyvir. Harumframt hevur sparikassin seinru árini eisini fíggjað ein part av
vinnulívinum. Norðoya Sparikassi leggur stóran dent á at viðvirka til menning og framburð í sínum virkiseki, og at vera ein hollur
ráðgevi við skjótari og góðari tænastu og trygdini í hásæti. Í løtuni starvast 35 fólk í Norðoya Sparikassa.