Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. august 1998síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 147 - 8. AUGUST 1998 tíðindablaðið S0SZlurfn 19 Klaksvíkin livir og andar fyri fiskivinnuni Rákið hjá tænastuvinnunum og mentunarlívinum er treytað av tí, sum verður drigið burturúr sjónumÍ hesari vikuni hátíðarkalda klaksvíkingar saman við gestum aðra staðni frá í Føroyum og úr útlandinum, at tað eru 90 ár liðin, at Klaksvíkar kommuna tók seg burturúr kommununi, sum allar Norðoyggjar høvdu verið felags um, síðani komm- unulógin kom í gildi í 1872 Tað eru ikki bara teir stóru bátarnir, sum føra fisk til Klaksvíkar at virka. Eisini smærru bátarnir føra mangan góðan fongin til býin, sum er sera nær knytt at fiskivinnuni Síðani kommunan fylti 75 í 1983 hevur býráðið skipað fyri = hátíðarhaldið og mentunardøgum fimta hvørt år, og hesum hava klaksvíkingar burturi og heima fagnað við at savnast og hugna sær saman. Til- tøkini, sum áhugabólkar og feløg hava åbyrgdina av, eru åhugaverd og hava eitt høgt stødi, og í sær sjálvum er tað kveikjandi at hava møg- uleikan at hitta tey, tå kennir frá barna— og ungdómsár- unum, men ikki hevur møg- uleika at vera saman við dagliga. Øll fylgja fiskiskapinum — Tað er sera stórur munur á at arbeiða í Klaksvík og so har eg komi frá, helt ein fyri, sum til fyri stuttum hevur ferðast norður til Klaksvíkar til sítt dagliga yrki. Og hann útgreinaði: — Í Klaksvík kennist tað sum gll upp á ein ella annan máta eru við í primeru vinn- uni. Ikki tí at øll takast við fisk og fiskaarbeidi, men tí nógv gera tað, og tey, sum ikki gera tað, hava okkurt tilknyti til fiskin og fiski- vinnuna. Tå tå tosar vid fólk, so fart tå fatan av, at tey fylgja við í ferðsluni inn og út av vánni, og tey spyrja eftir, hvussu tað royndist hjá hesum og hasum. At fiskaríið og fiskaar- beiðið hava nógv at siga fyri alt annað virksemi í býnum, váttar harfríðkanarkvinnan, tá hon sigur: — Hjá okkum er tað so- leiðis, at tá fiskiskapurin er góður, og tað er nógv fiska- arbeiði, so hava vit nógv at gera. Men minkar fiski- skapurin og er lítið av fiska- arbeiði, so merkja vit tað beinanvegin, og tí sigur tað seg sjálvt, at vit fylgja væl við í, hvussu tað gongst hjá skipum og bátum. Vit eru ikki við í hesum, men okk- ara virksemi og okkara inn- tøkur eru heilt tætt knýtt at hesum. Eg plagi at siga tað soleiðis, at útróðurin er ein fepurstokkur hjá okkum. Gongur tað væl í útróðrin- um, so gongur tað væl hjá okkum, og gongur tað minni væl hjá útróðrinum, so merkja vit tað beinanveg- in. Í Klaksvík eru nógvar tænastufyritøkur, bæði al- mennar og privatar, og at tað íður av mentunarligum virksemi eru tiltøkini í sam- bandi vid 90 ára fødingar- dagin staðfesting av. Men tað er fiskurin, sum er grundarlagið, og tí snúgva hesar hugleiðingarnar seg, umframt um sjálva komm- ununa, um tann partin av lívinum har norðuri. Fólk og pengar Tá bygdirnar Skálatoftir, Strond, Ánirnar, Oyri, Arnafjørdur og Klaksvík fyri níti árum síðani fóru í eina kommunu fyri seg sjálva, var samlaða fólkatal- ið í teimum umleið 620. Í dag knappast fólkatalið um tey 4.800. Fyrsta skattaálíkningin í Klaksvíkar kommunu var 4.342,97 krónur, og av hes- um rindaði ein skattagjald- ari 775,00 krónur. Samlaða talið av skattborgarum var tá 193. Tá kommunan fylti seksti ár í 1968 var skatta- álíkningin 3.582.108 kónur. Í ár verður roknað við, at skattainntgkan fer at liggja millum seksti og sjeyti mill- jónir krónur. Sóknarstýrini undir trýsti Fólkatalið í Klaksvík vaks skjótt og stødugt fram til fyrst í seksti árunum. Síðani tá hevur tað sc at siga staðið í stað. Í tíðini eftir 2. heimsbar- daga og fram til sjeyti árini varð ofta tikið til, at vegirnir í Klaksvík vóru so sera ván- aligir. Nakað var um hetta, og tå vit líta aftur á, soleiðis sum tað gekk fyri seg, so var hetta kanska ikki so undarligt. Onkra staðni skuldu nýggju klaksvíking- arnir búgva. Tí var byggi- virksemið stórt. Trýst varð lagt á komm- unalu politikararnar fyri at fáa teir at geva byggiloyvir og at syrgja fyri, at fólk fekk veg til húsini. Hetta varð roynt eftir førimuni, men tað var lættari sagt enn gjørt, tí samstundis kravdi stóra fólka— og vinnumenn- ingin, at útbyggingar eisini vórðu á ødrum økjum, sum so vid og við gjørdust á- byrgdir hjá kommunalu myndugleikunum at syrgja fyri, eitt nú havnabygging- ar, skúlabyggingar, kloakkir og vatnveiting. Og hetta hevði aftur við sær, at í fyrs- tu atløgu vórðu vegirnir ofta grivnir ígjógnum, og so mátti liðugtgerðin bíða til seinni. Umleið 1960 hevði kommunan fyri fyrstu ferð ábyrgdina av einari bústað- arútstykking — tað var tann á Biskupsstødbønum. Síð- ani tá hevur kommunan fingið tak á vegunum og kloakkunum, sum nú munn- u hava sama stødi sum aðra staðni í landinum. (Mynd: Jan Miller) Umsitingin Í søguligari tíð hevur Klaks- víkin ikki á øllum økjum verið nátúrligi miðstaðurin í Norðoyggjum. Tað sæst m.a. í, at tað var á Viðareiði, at Norðoya prestur hevði bústað, og tað var ikki fyrr- enn 25. august í 1928 ella fyri snøggum 70 árum síð- ani, at ein prestur kom aft- urat sum búfastur kapell- anur við bústaði í Klaksvík. Norðeya prestagjald varð býtt í tvey í 1924, og síðani 27. september hetta árið hevur sóknarpresturin fyri Norðoya vestara prestagjald búð í Klaksvík. Sýslumaðurin hevur í mong hundrað ár búð í Klaksvík — fyrst á Gerða- garði, seinni á Oyri og á Uppsalagarði og miðskeiðis í síðstu øld vórðu sýslu- manshús bygd. Samfelagsbroytingar Í 1830unum varð ein deild av kongaliga einahandlin- um sett á stovn úti í Klaks- vík og henda og ikki minst frælsi handilin, sum tók seg upp beinanvegin einahand- ilin var avtikin í 1856, vóru við til at gera Klaksvíkina til ein nátúrligan miðdepul í Norðoyggjum. At Klaksvíkin, eftir at kommunan var vorðin veru- leiki, vaks nógv og í tíðini millum heimsbardagarnar báðar gjørdist fremsti fiski- vinnustaðurin í Føroyum vóru tað fleiri orsøkir til. Ein var náttúruhavnin, sum var nógv betri enn allar aðra staðni í Norðoyggjum. Kommunan keypti í 1910 eina ketu at leggja tvørtur um vánna á tveimum strekkjum, og tá varð vágin av tryggingini góðkend sum vetrarlega hjá skipum. Hetta var ein av orsøkun- um til, at skiparar og teim- um å baki fiskimenn år hin- um bygdunum i Norðoyggj- um fluttu til Klaksvíkar at búgva. Síðani miðskeiðis í nítj- andu gld hevði útróðurin givið týdningarmikla inn- tóku í fleiri bygdum, t.d. í Svínoy, á Kirkju, í Mikla- dali og Viðareiði, men fólk- avøksturin og meiri fjøltått- aðu livskrøvini høvdu við sær, at tað var dragandi at flyta til stórbygdina, sam- stundis sum liviumstødurn- ar á bygd ikki vóru so lokk- andi í nýggju tíðini. Hetta skundaði undir at bygdafólk alla staðni frá í Norðoyggj- um og eystara parti av Eyst- uroy í stórum tali fluttu til Klaksvíkar. Vinnugrundarlagið Náttúruhavn og skip nytta einki, um ikki aðrar um- støður eru í lagi. Tað vóru longu seint í fyrru øldini vinnufyritøkur, sum áttu skip í Klaksvík, og í hesari øldini hava tað eftir før- oyskum viðurskiftum verið heilt stórar fyritøkur i Klaksvík, men tað er einki at liggja omaná, at størsta og týdningarmiklasta virki í Klaksvík og í øllum land- inum í meiri enn eina hálva øld var virksemið hjá J. F Kjølbro. Hann hevði skip og bátar, fiskavirkir og tæn- astuvirkir og so nógv annað og virkini hjá honum høvdu fleiri hundrað fólk í arbeiði At vinnulívið í Klaksvík tíðliga í tíðini skeyt seg framum so nógv annað, mundu tað vera ymiskar or- søkir til, og ein sera tydn- ingarmikil orsøk var, at elverkið á Strond fór í gongd í januar 1931. Tá hevði sóknarstýrið stríðst fyri hesi sek síðani 1917 At teir vóru framskygnir og dugdu at meta um týdningin av elverkinum er einki at ivast i, tí teir tóku rívan til Verkið kostaði tíggju ferðir skattaálíkningina í 1930, og kommunan fíggjaði alt eins- amøll við lánum, sum vóru afturgoldin yvir 25-30 ár Bygnaðarbroytingarnar Síðstu fj6dringsøldina hava verið stórar samfelagsremb- ingar — ikki minst á vinnu- liga økinum. Eftir at fiski markið í 1977 varð flutt út á 200 fjórðingar varð veiðu- mynstrið hjá føroyingum kollvelt. Stórur partur av framhald á síðu 20 Í sambandi við 90 ára dagin á býnum 45 53 89 Bakaríið hjá EILER