leygardagur 8. august 1998síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ll, 5 Bls, AAA AA sl
18
tíðindablaðið SOS!ANU
Nr. 147 — 8. AUGUST 1998
Norðoya LItD ud
Y PPIR 170X1
fyrr 498,-
NÚ EINANS 12599
PARKETT GÓLV
14mm Ahorn
PR. kvm. 2989
10 LTR. FLUGGER 98
heildekkandi træverja
EINANS 598%
2,5 LTR. FLUTEX 15
hålvmatt veggjamåling
EINANS 1959
NORÐOYA LITBUD SP/F - KLAKSVIKSVEGUR 89
TELEFON 45 73 00
hugsa um....????
* Tínar bestu litir á klæðum?
* Tíni bestu snið á klæðum? Tín besta stíl?
* Hver frisura er best til títt andlitsskap?
+ Hverjar brillur klæða tær best?
* Títt besta val av smykkum, hattum, taskum
0.Ø.?
+ Tinir bestu makeup litir og teknikkir?
+ Góða húðrekt til tina húð?
+ Tú kanst fáa tínir bestu litir í eina viftu,
40 tilsamans!!!!
+ Tú kanst fáa eina bók 63 síður, um teg og
bara fyri teg!!!
+ Tú kanst fáa make up og húðpleygu!!!
* Tú kanst fáa eina guide ið vísur 15 teir bestu
hårlitirnar!!!
+ Skeivt val av litum gera teg trista og gráa,
men
* í réttum litum sum hoyra til húð, hår og
eyguni hjá tær blívur tú ikki bara vakrari,
men fært meirg
ÚTSTRÁLING OG
SJÁLVSÁLIT!!!!!
RING OG HOYR MEIRA!
Lydia Petersen - Hamarsniðið 22
FO 700 Klaksvík - TIf. 45 68 31
BEUTY FOR ALL SEASONS
Vilhelm Johannesen:
Arbeitt við posti í
Í 1962 byrjaði Vilhelm Johannesen sum postmaður. Nú 36 ár seinni skal hann í
eina tíð verða settur leiðari á posthúsinum í Klaksvík til dagligi leiðarin kemur
aftur úr farloyvi. Og Vilhelm gleðir seg til teir fýra mánaðirnar
Eftir at hava verið > postmaður< í 36 ár, skal Vilhelm næstu fýra mánaðirnar verða
leiðari á posthúsinum í Klaksvík
SVEINUR TRÓNDARSON
MYNDIR: JAN MÚLLER
Posthúsið í Klaksvík skal
hava nýggjan leiðara teir
fýra næstkomandi mánað-
irnar frå 1. september at
rokna
Dagligi leiðarin hevur
farloyvi til 1. januar 1999
og av tí at núverandi avloys-
ari hansara fer úr starvinum,
so skal nýggjur leiðari setast
tíðina sum eftiri er
Og maðurin, sum skal
røkja starvið er ikki heilt
ókendur í Klaksvík, minni
enn so
Hann er eingin annar enn
Vilhelm Johannesen.
Vilhelm hevur nógvar
royndir. Hann hevur verið
postmaður í Klaksvík í
nógv harrans ár. Hann hevur
verið løgtingslimur fyri
Javnaðarflokkin í nógv ár
og eisini hevur hann sitið í
landsstýrinum í nøkur ár.
Í ár eru liðin 36 ár síðan
Vilhelm fór at arbeiða sum
postmaður í Klaksvík, men
søgan er eitt sindur longri
enn so.
Onnur skipan
Tá Vilhelm byrjaði, sum
postmaður, í 1962 vóru við-
urskiftini eitt sindur ødrvisi
enn tey eru í dag.
Tá vóru postboðini í
Klaksvík ikki ein partur av
danska postverkinum, sum
tá stóð fyri postflutningin-
um í Føroyum
Postboðini vóru í starvi
hjá teimum, sum høvdu
fingið útlisiterað uppgávuna
at bera út postin í Klaksvík.
Men í 1967 varð hetta
broytt
Tá >yvirtók< danska
n ødrum
sum
tænastu
mannastarv; sum postboð
Aspiranttíðin má hava
gingið uppá stás, tí tvey ár
seinni varð Vilhelm Johann-
esen settur í starv sum tæn
astumaður í danska post-
verkinum
Tað vil siga, at Vilhelm
nú hevur verið í starvið hjá
postverkinum í 31 ár.
Politikarafarloyvi
Men tá hann sjálvur ger
upp, so hevur hann ikki ver-
ið so leingi.
— Av ti at eg eri politikari,
so hevur verið neyðugt hjá
mær at taka farloyvi frá
postverkinum.
— Eg havi íalt havt far-
loyvi í eini 7-8 ár, so sam-
anlagt havi eg arbeitt hjá
postverkinum í 23-24 ár.
Vilhelm Johannesen
hevði farloyvi meðan hann
sat sum landsstýrismaður í
tvey skeið og seinni, tá hann
bæði var formaður í ting-
bólki javnaðarfloksins og
formaður í figgjarnevndini
í umleið eitt ár
— Av ti at flokkurin var sc
vælumboðaður á tingi tå, so
helt eg tað verða rættast at
fara úr starvinum sum post-
maður í eina tíð
Utbúgvingarleiðari
Tá Vilhelm Johannesen var
liðugur í landsstýrinum 1.
januar 1989 valdi hann at
halda frí eina tíð.
— Eg havdi tørv á at
sleppa at taka tað eitt sindur
meira róligt eina tíð, og tí
valdi eg at bíða við at far
aftur til arbeiðis.
Stutt áðrenn Vilhelm
skuldi byrjað aftur hjá post-
verkinum spurdi táverandi
stjórin Esbern Midjord um
hann hevði hug at taka við
starvinum sum útbúgving-
arleiðari.
Skipanin var soleiðis á
postverkinum, at leiðandi
størv skuldu lýsast innan-
hýsis fyrst, men har var
eingin umsgkjari, og eftir at
Esbern Midjord hevði fing-
ið loyvið at lýsa starvið
leyst innanhýsis av nýggj-
um, søkti Vilhelm og fekk
starvið.
— Og síðan 1. september
1989 havi verið útbúgving-
arleiðari á postverkinum.
Og tað uppgávuna dámar
Vilhelmi væl
Arbeiðsgkið hjá honum
erat skipa fyri útbúgvingum
postverksins, skeiðvirksem-
inum og gðrum útbúgving-
um.
Afturat hesum hevur Vil-
helm um hendi innanhýsis
kunningina hjá postverkin-
um umframt at hann tekur
sær av ymsum umseting-
aruppgávum.
Men hóast nøgdur, so
gleðir Vilhelm seg til upp-
gávuna, sum stendur fyri
framman.
- Gott at verða í
Klaksvík eina tíð
Tey árini Vilhelm hevur
starvast sum útbúgvingar
leiðari hevur hann starvast
í Havn øll árini
Fyrsta árið var arbeiðs
pláss hansara á Frímerkja-
deildini. Síðan flutti hann
heim í deildina í miðbýnum,
sum tå var høvudsdeildin og
har var hann tey næstu sjey
árini fram til 1997
- Seinasta árið havi eg
verið uppi í ldé-húsinum,
har postverkið nú heldur til,
sigur Vilhelm.
Men sum klaksvíkingur,
so er teinurin til Havnar
rættuliga langur, og hann
gleðir seg til at sleppa und-
an at ferðast hvgnn dag.
— Eg havi ferðast nóg
nógv og tí verður gott at
verða í Klaksvík í eina tíð,
sigur hann.
Men tað verður bert fyri
eina tíð. Tí 1. januar 1999
kemur dagligi leiðarin aftur
og tá hann er afturkomin fer
Vilhelm aftur til Havnar at
arbeiða.
3
:
H
4
3
á