Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. desember 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 238 - 13. desember 2003 Nr. 238 - 13. desember 2003 3 DANSUR Tónleikabólkurin Deiggj fara aftur á pallin í Klubb- anum á Tvøroyri. Fyrstu ferð Deiggj spældu varð í 1981, og varð tað júst í Tvøroyrar Klubba. Tvøroyrar Klubbi varð tá eitt tað best umtókta dansi- hølið í Føroyum. Síðani Deiggj byrjaði, hevur bólk- urin verið virkin næstan øll hesi árini við skiftandi manningum. Teir sum spæla við í dag eru teir flestu sum vórðu við stovna tónleikabólkin Deiggj. Hesir eru Dennis Lave, Pætur Dam, Páll Lave og Fróði Vestergaard. Afturat teimum eru komnir Sverri Heinesen og Herluf Hermansen. Hesir eru mill- um annað kendir frá bólk- um sum Absurdy Fair og Present Past. Tónleikurin sum bólkur- in spælur til eitt slíkt tiltak, er dansivinarligur rocktón- leikur mest frá 70´unum blandaður við nýggjari tón- leiki. Nevnast kunnu eitt nú løg hjá Clapton, Santana, Cream, Rolling Stones, Uriah Heep, Deep Purple, Afzelius, Shubidua, Gaso- lin, Dire Straits, Gnags, Fleedwood Mac, Super- tramp, Kára P, Martin Joen- sen, R.E.M. og eisini heimagjørd løg eru á skránni. Bólkurin, sum hevur venjinghøli í Havn, hevur í eini 2 ár vant miðvíst hvørja viku, og ætlanir eru um at fara uttanlands at spæla komandi summar. Tað eru sera nógv síðan Deiggj spældu til eitt alment tiltak í Klubbanum á Tvøroyri, men nú hevur Klubbin ætlanir um at hava fleiri dansitiltøk í Klubban- um við ymiskum bólkum. Hetta er sera gleðiligt, tí tørvur er á einum hugna- ligum dansihøli í Suður- oynni fyri tey sum ikki longur eru tannáringar. Deiggj hava seinastu 2 árini spælt fyri tað mesta í Kagganum, men eisini hevur bólkurin spælt til konsertrøðirnar, Livandi Tónleikur, Aftur í 80’ini sum var á Kambsdali og til Mentanarnáttina hjá Tórshavnar Býráð í fjør. Eisini hava teir spælt til onkrar veitslur. – Hetta er so fyrstu ferð, at henda manningin spælir alment á Tvøroyri, og vón- andi fara fólk at fáa eitt hugnaligt kvøld í Klubban- um leygarkvøldið 13. de- sember, sigur tónleika- bólkurin í tíðindaskrivi. Dansur við Deiggj á Tvøroyri Tøkk Vit takka øllum hjartaliga, sum sýndu Gunnar æru og okkum samkenslu, nærveru og hjálpsemi, tá ið okkara elskaði og kæri Gunnar Berg so brádliga andaðist og varð jarðaður. Ein serlig tøkk til Bergur Debes Joensen, sóknarprest, fyri alt hann hevur verið fyri okkum eftir andláti, og vøkru prædikuna hann helt til jarðarferðina. Familjunnar vegna Anna, Eilif og Jákup Týsdagin kemur á fysta sinni fullfíggjað nótabók til teir 504 sangirnir í Songbók Føroya Fólks NÓTABÓK Í samband við at nótabókin LØG TIL SONGBÓK FØROYA FÓLKS verður givin út týsdagin 16.12.03 verður almenn framløga og felagssangur í samkomu- høllini á Føroya Studenta- skúla og HF-skeið í Hoy- dølum týskvøldið kl. 19.00. Løg til Songbók Føroya Fólks er savn av løgum til 9. útgávu av Songbók Før- oya Fólks, sum kom út í 1997. Í nótasavninum eru tilsamans 504 løg, 299 før- oysk og 205 útlendsk. Tey gomlu føroysku løgini og nøkur afturat í gomlum føroyskum sniði hava ikki fylgispæl. Øll hini løgini hava klaversats og talset- ingar (besifringar). Tað er Zacharias Søren- sen, sum hevur lagt savnið til rættis og forlagið NÓT- AR, sum gevur tað út. Nótabók til Føroya Fólks C M Y K 3 2 Skraddararnir Beinta & Sólvør Tlf.: 27 00 96/25 78 00 · Trapputún 1, kj. Gávukort frá Skaddarunum ... – So skal tað ikki býtast um team85 Tórshavn 317010 Miðvágur 332000 Klaksvík 404500 Sandur 361000 Tvøroyri 371000 Saltangará 404400 Tilboðini eru galdandi so leingi, vøra er á goymslu. Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum. ÁRSINS JÓLAGÁVUR ÁRSINS JÓLAGÁVUR 220,- -15% PIPAR&SALT VIDEOBANDIÐ Alt tilhoyr í des. NOKIA 2100 999,- Nýggj og fiks frá NOKIA Livandi paususkermar, bert 84 g. SMS-listar, o.m.a.