Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. desember 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 238 - 13. desember 2003 Nr. 238 - 13. desember 2003 5 Bók um Jósef Stalin Fyrsta verk á føroysk- um um valdsharran og ríkisovastan, sum meira enn nakar ann- ar myndaði heims- søguna í seinnu helvt av 20. øld BÓKAÚTGÁVA Sosialurin Skal ein kunna skilja dags- ins politisku hendingar, sum tær daga á einum al- tjóða lørifti, er tað viðhvørt ein fyrimunur at hava eitt sindur av baksýnisvitan. Hvat er t.d. orsøkin til teir áhaldandi og blóðugu trup- ulleikarnar millum Russ- land og Tsjetsjenia? Hvað- ani kemur tann politiska fyrimynd, sum t.d. Kuba og Norðurkorea eru skipað eftir – og sum til fyri stuttum eisini var galdandi í Irak? Hví varð Tibet koll- rent, og hví noyddust milli- ónir at láta lív í Kampuchea árini 1975-78? Hesar og mangar aðrar spurningar fær ein svar uppá í bókini Jósef Stalin eftir føroyska rithøvundin Hanus Kamban. Uppruna- liga var talan um átta grein- ir, sum komu á prent í Sosi- alinum í vár, nakað aftaná fimti ára dagin eftir deyða Stalins. Í bókini verður greitt frá uppvøkstrinum og lívinum hjá tí fátæka dronginum úr Georgia, sum endaði við at gerast valds- harri í einum av heimsins størstu ríkjum. Greitt verð- ur frá, hvussu Stalin sum ungur fer upp í ta russisku kollveltingarligu rørsluna, hvussu hansara flokkur í oktober 1917 tekur valdið í Russlandi, og hvussu Stal- in, takkað veri lutvís søg- unnar tilvild og lutvís per- sónligum eginleikum, kem- ur í Lenins stað í 1924 og fær fult ræði í sínum flokki og sínum landi í 1929. Bókin er tó als ikki ein ævisøga í trongari merking. Tvørturímóti eydnast tað høvundinum at viðgera mangar spurningar av søgu- ligum, hugmyndafrøðiligum og prinsipiellum slag. Greitt verður frá, hvussu tann eur- opeiska javnaðarrørslan tíð- liga í tíðini klovnar í ein to- taliteran og ein fólkaræðis- ligan vong, og hvussu ein innlendsk messiansk rørsla seyrar inn í ta russisku marxismuna. Somuleiðis verður greitt frá, hvussu tann sovjetski landbúnaðar- politikkurin skilvíst førir til harðræðið í 30-árunum, út- reinsingarnar og GULAG. Umframt Stalin verða eisini Lenin og Trotskij lýstir – sum persónar og hugmynda- frøðiligir leiðarar. Í bókini verður ikki dult fyri, hvørjar avleiðingar Stalins persónleiki og hug- myndafrøði fingu fyri Russland og heimin. Kort- ini er hetta verk ikki bara eitt ákærurit, men eisini ein roynd at skilja eitt søguligt og politiskt tíðarskeið. Hetta kemur eitt nú til sjóndar í kapitlinum Barba- rossa, har greitt verður frá tí týsku innrásini í USSR í 1941. Høvundurin dylur ikki fyri Stalins stóru moralsku og hernaðarligu mistøkum í hesi lagnu- stund, men greiðir eisini frá, hvussu tjóðin, her- leiðslan og leiðarin spaku- liga reisa seg, so at fígg- indin at enda má dvína. Vit skulu ikki dylja fyri, at vit hava lisið hesa bók- ina við størsta áhuga. Kunnleikin um USSR, Lenin og Stalin hevur – av orsøkum, sum høvundurin nemur við í formælinum – ongantíð verið eins stórur og tann vitan, vit hava um eitt nú Nazitýskland og Adolf Hitler. Við hesum verki verður tí lagað upp í eitt glopp. Bókin er væl og greidliga skrivað, ja, hóast hon sigur frá eini daprari søgu, er hon spennandi og í støðum beinleiðis hugtak- andi lesnaður. Hjá leikum ella lærdum, sum vilja vita meira, ikki bara um hetta tíðarskeið, men eisini um heimin í dag, er bókin eitt gott stað at byrja við. Jósef Stalin eftir Hanus Kamban er 108 síður og hevur o.u. 30 myndir. Hest- prent hevur havt sats, prent- ing og innbinding um hend- ur. Útgevari er Sosialurin. Bókin kostar kr. 148. Sosialurin Hanus Kamban, rithøvundi við nýggju bók síni um Jósef Stalin Mynd Jens K Vang C M Y K 5 4 JOHN DAM er ein hin týdningarmesti skiparin og vinnulívsmaðurin í føroysku siglingar- søguni. Hann var undangongumaður í rækjufiskiskapinum, men eisini innan laksa- hemara- og skeljaveiðu gekk hann ótráddar leiðir. Hetta er ein lívssøga um áræði og framskygni, soltnar tíðir og gulltíðir, vónir og vónbrot, eydnu og lagnu. JOHN DAM er 400 blaðsíður við hópin av spennandi myndum. Bókin er innbundin og kostar kr. 295,- SKIPALISTIN 2004 hevur lógarkravdan føroyskan álmanakka, streymtalvur og streymkort umframt dagførdar upplýsingar og hópin av nýggjum myndum av føroyska flotanum. Tilfarið í SKIPALISTANUM er álítandi og viðkomandi hjá øllum teimum, ið hava áhuga fyri skipi og sjógvi. Skipalistin – hentur at hava! SKIPALISTIN 2004 kostar kr. 175,- og innbundin kr. 240,- – Fæst í bókabúðunum Ein spennandi greipa … R E P R O Z