leygardagur 13. desember 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 238 - 13. desember 2003
Nr. 238 - 13. desember 2003
7
Reyðabók klár til misnýtslu
Løgmaður hevur ong-
ar ætlanir um at
halda hernaðarkann-
ingini um kalda
kríggið eystanfyri aft-
ur, tí val er útskrivað.
Hans Pauli Strøm úr
Javnaðarflokkinum
heldur løgmann bera
seg rætt at, tí annars
settu lygusøgur og
illgitingar dags-
skránna, og so høvdu
fólk á vinstraveingin-
um ikki fingið vart
seg. Báðir vænta, at
kanningin verður
misnýtt
KALT KRÍGGJ
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Hernaðarkanningin eystan-
fyri verður almenn í somu
løtu, sum løgmaður fær
hana. Tað ger Anfinn Kalls-
berg púra greitt.
Frágreiðingin um skjala-
rannsóknina
í
russisku
skjalagoymslunum
um
støðu Føroya í kalda kríng-
um er liðug, og Bent Jen-
sen, søgufrøðingur, fer inn-
an ársskiftið at handa løg-
manni hana, segði hann við
Sosialin í gjár. Tað fekk
Sámal
Trónd
Finsson
Johansen,
søgufrøðing,
sum skrivaði Svørtubók, at
óttast fyri, at kanningin
fóru at verða misnýtt í ein-
um skitnum valstríði.
Føroyski søgufrøðingurin
heldur, at løgmaður, sum
hevur bílagt kanningina,
átti at umhugsað, um kann-
ingin átti at verið hildin aft-
ur, til eftir valstríðið. Hesa
áheitanina ætlar løgmaður
sær ikki at ganga á møti.
– Í somu løtu eg fái kann-
ingina, verður hon al-
mannakunngjørd. Hetta er
eitt trý ára gamalt mál, og
eg havi alla tíðina sagt, at
eg geri hana almenna, tá ið
eg fái hana. At eg fái hana
akkurát, sum val er útskriv-
að, tað er ein tilvild, sum
ikki fær meg at halda hana
aftur, sigur Anfinn Kalls-
berg løgmaður avgjørdur.
Vandi fyri misnýtslu
Bent Jensen viðgekk í Sosi-
alinum í gjár, at kanningin
kann bæði nýtast og mis-
nýtast politiskt, og Sámal
Tróndur Finsson Johansen
helt fyri, at hansara frá-
greiðing um kalda kríggið
vestanfyri varð misnýtt av
føroyskum
politikarum,
sum við vilja gloymdu at
síggja báðar síður av sakini.
Løgmaður heldur tað ikki
vera hansara trupulleika,
um føroyskir politikarar
misnýta eina frágreiðing,
sum er gjørd av einum
viðurkendum granskara.
– Alt verður misnýtt, sum
kann misnýtast. Eisini bøk-
ur. Tað síggja vit dagliga,
men tað fær meg ikki at
halda nakrari bók aftur. Tað
hevði eisini verið misnýtt
mítt vald, sigur Anfinn
Kallsberg, løgmaður.
Røtt avgerð
Hans Pauli Strøm, sum
stillar upp fyri Javnaðar-
flokkin í Norðstreymoy,
heldur løgmann taka ta
røttu avgerðina við at al-
mannakunngera
bókina
beinanvegin. Hann hevur
alt sítt politiska lív verið
virkin á vinstraveinginum,
sum kann koma at standa
fyri skotum, tá ið bókin
verður almenn.
– At kanningin kemur,
beint sum val er útskrivað,
er av tilvild. Eg haldi tað
vera upplagt, at hon verður
løgd fram, nú hon er liðug,
sigur Hans Pauli Strøm.
Søgufrøðingurin, ið hev-
ur
skrivað
kanningina,
segði við Sosialin í gjár, at
bókin inniheldur spennandi
upplýsingar, og Hans Pauli
Strøm ivast ikki í, at hesir
kunnu misnýtast politiskt.
– Tað er klárt, at hon
verður misnýtt. Soleiðis er
politikkur. Men um løg-
maður heldur henni aftur,
so verður tað eisini misnýtt.
So hevði verið frítt spæl at
farið eftir teimum, sum eru
á vinstraveinginum. Leysa-
søgur, lygisøgur og heila-
spuni hevði verið nýtt sum
vápn, uttan at nakað var at
hava tað í, og tað hevði
verið ótrúliga óheppið, sig-
ur Hans Pauli Strøm.
Hann óttast ikki fyri, at
skjalarannsóknin í fyrr-
verandi Sovjettsamveldin-
um, fer at fylla ov nógv í
valstríðnum, tí fólk vilja
hava onnur ting á tapetið.
Loyniligt virksemi
Kanningarsetningurin, sum
løgmaður sjálvur orðaði,
legði annars upp til, at Bent
Jensen skuldi hyggja eftir,
um føroyingar, føroysk fel-
øg og føroyskir myndug-
leikar luttóku tilvitað ella
ótilvitað
sum
umboðs-
menn, njósnarar ella loyni-
umboð hjá Sovjettsamveld-
inum og tess sameindu.
Bent Jensen vil einki siga
um kanningina nú, men
áðrenn hann fór í gongd,
segði hann, at hann óivað
fór at síggja føroysk nøvn í
sovjetsku skjalagoymslun-
um. Hans Pauli Strøm ótt-
ast als ikki, at nakað kemur
fram, sum ikki tolir dagsins
ljós.
– Hatta eru kanningar av
loyniligum virksemi. Vit
róptu um geilar og tún um
tað, sum vit fingust við. Eg
standi inni fyri mína fortíð
á vinstraveinginum og í
friðarrrørslun, og eg eri als
ikki keddur av, um kann-
ingin tekur í herðatoppin á
ávísum fólkumi, sigur Hans
Pauli Strøm.
Kanningarsetningur hjá Bent Jensen
1. At lýsa trygdarpolitisku støðu Føroya í kalda
krígnum, sum Sovjetsamveldið og tess sam-
eindu (Varsjavasamgongan) mettu hana.
2. At lýsa hernaðarligt virksemi hjá Sovjetsam-
veldinum og tess sameindu á landi í Føroyum,
á føroyskum havleiðum og í føroyskum loft-
rúmi.
3. At lýsa, í hvønn mun Sovjetsamveldið og tess
sameindu høvdu eina serstaka hernaðarliga
ætlan (strategi) mótvegis Føroyum, eins og tey
eyðvitað høvdu mótvegis Danmark.
4. At lýsa fregnarvirksemið hjá Sovjetsamveld-
inum og tess sameindu í Føroyum umframt
uttanlands Føroyum viðvíkjandi.
5. At lýsa, í hvønn mun føroyingar, føroysk feløg
og føroyskir myndugleikar luttóku tilvitað
og/ella ótilvitað sum umboðsmenn, njósnarar
ella loyniumboð hjá Sovjetsamveldinum og
tess sameindu.
6. At savna saman viðkomandi skjalatilfar í
skjalasøvnum hjá Sovjetsamveldinum og, um
umstøðurnar tala fyri tí, eisini í Eysturtýsk-
landi og á NATO høvuðsstøðini í Brússel til
tess at greiða tann yvirskipaða setningin.
Fakta
Reyðabók hjá Bent Jensen kemur út í somu løtu, løgmaður fær hana, staðfestir Anfinn Kallsberg, sum viðgongur, at hon kann misnýtast politiskt
Myndagerð: Álvur Haraldsen
Terji Rasmussen verður forsangari í
Sjálvstýrisflokkinum
Nýggj nøvn stinga seg
nú upp, sum bjóða
seg fram til Løgtingið.
Terji Rasmussen,
sangari, verður vænt-
andi á listanum hjá
Sjálvstýrisflokkinum í
Suðurstreymi
UPPSTILLING
Øssur Winthereig
ossur@sosialurin.fo
Nú skal trívast í annað lag í
Sjálvstýrisflokkinum.
Ein av forsangarunum
verður Terji Rasmussen,
sangari og tónleikari. At
grundtónin í Suðursteymoy
verður hildin, fer Sámal
Petur í Grund at syrgja fyri.
Báðir eru á veg upp á
listan hjá Sjálvstýrisflokk-
inum í Suðurstreymi. Upp-
stillingarfundur hevur ikki
verið, men nevndin í sjálv-
stýrisfelagnum
hevur
í
hvussu so er teir báðar í
uppskoti.
– Eg havi fingið fyri-
spurning frá felagnum í
Suðurstreymi og eg havi
sagt ja, sigur Sámal Petur í
Grund.
Umframt Terja Rasmus-
sen og Sámal Petur í Grund,
stilla Klæmint Olsen og
forkvinnan í felagnum Ása
Olsen upp. Klæmint Olsen
er hampuliga nýggjur í
flokkinum, men er ikki
nýggjur í politikki. Hann
hevur umboðað Tjóðveldis-
flokkin í Tórshavnar Býráð.
Flokkurin fyrst
Sjálvstýrisflokkurin hevur
ofta verið borin av einum
ella tveimum kendum and-
litum, men hesum ætlar
flokkurin at sleppa burt-
urúr.
Ása Olsen, forkvinna í
sjálvstýrisfelagnum í Suð-
urstreymi, vísir til stríðið í
flokkinum, tá Helena Dam
á Neystabø tók seg úr
flokkinum og kjak og kegl
tók seg upp í bløðunum
beint undan valinum.
– Nú skulu vit ikki hava
eitt stjørnuskot. Tá tað er
vekk, so dettur alt burtur.
Nú skal flokkurin profiler-
ast og ikki einstøk valevni,
heldur Ása Olsen.
Hon vísir aftur, at flokk-
inum tørvar ungar veljarar
og ung valevni.
– Vit hava ungfólk á list-
anum og eg vænti, at okk-
ara veljaraskari er eins
blandaður og aðrir, sigur
Ása Olsen.
Lassi við aftur
Í Eysturoynni verður Lassi
Klein eitt av valevnunum.
Hann hevur verið burturi í
nøkur ár, men roynir seg nú
aftur. Landsstýrismaðurin í
oljumálum. Eyðun Elttør,
stillar upp í Norðoyggjum.
Við seinasta løgtingsval
eydnaðist tað ikki flokkin-
um at hava lista í Suðuroy,
men soleiðis verður ikki
hesuferð.
– Eg haldi flokkurin hev-
ur fótað sær aftur eftir
trupulleikarnar uppundir
seinasta løgtingsval, sigur
Ása Olsen.
Uppstillingarfundirnir
hjá
sjálvstýrisflokkinum
vera mánakvøldið.
Terji Rasmussen, kendur sum
sangari og tónleikari, stillar
upp fyri Sjálvstýrisflokkin í
Suðurstreymi
FARVÆL OG TAKK.
Løgtingsfólk og landsstýrisfólk
møttust fríggjadagin fyri
seinastu ferð áðrenn
løgtingsvalið. Hálvannað ár
er síðani hetta løgtingið var
valt. Seinasta val var eyðkent
við, at nógv nýggj andlit vóru
at síggja. Og somu andlit
bjóða seg fram einaferð
afturat. Enn hevur eingin av
tingfólkunum ella
landsstýrisfólkunum boðað
frá, at tey ikki ætla at stilla
upp. Eitt mál var á skránni
hjá Løgtinginum. Tað var at
geva landsstýrinum heimild
at innkrevja skatt og rinda
neyðugar útreiðslur til at reka
landshúsarhaldið. Eitt samt
løgting samtykti
bráfeingisfíggjarlógina fyri
2004.
C
M
Y
K
7
6