Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. desember 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 238 - 13. desember 2003 Nr. 238 - 13. desember 2003 9 -tá útgevari og teknari vóru í jolahummøri uttan fyri Tinghúsið mikudagin, einans fimm vikur undan komandi løgtingsvali BÓKAÚTGÁVA Sosialurin Neyvan nøkur bók, sum kemur út til jóla, vendir sær so nógv til okkara tingfólk og politisku flokkarnar sum Skemt 2003, bókin við tekningum hjá Óla P í Sosi- alinum. Tað kom tí heldur ikki óvart á tingmenn, tá teir undan tingfundinum mikudagin vóru steðgaðir av útgevara og blaðteknara uttanfyri tinghúsið. Ein jólagáva frá blaðnum og teknara til fyrst og fremst formenninar fyri flokkarnar og seinni eisini til restina av tingmanningini, nú mangir teirra hava staðið fyri skot- um á baksíðuni í blaðnum - ikki bert hetta seinasta árið, men hesi seinastu 15 árini tekningin hevur verið fastur táttur á baksíðuni í Sosial- inum – var einki annað enn rímuligt. Val er í hondum, so vit fara at fáa eina nýggja ting- manning og eitt nýtt lands- stýri so ella so. So ilt er at meta um, hvør av teimum, sum hevur mynda politikk- in hetta seinasta árið, eisini kemur at gera tað eftir valið. Og tað fer sjálvandi at ávirka komandi tekning- arnar í blaðnum og harvið eisini tí næstu Skemt-bók- ina, sum vónandi kemur út aftur um eitt ár. Livst so spyrst. Ella sum onkur ting- maður plagar at taka til: Spyrst so livst. Leygardagin fer Óli P at signera Skemt í Leikalund í Klaksvik, millum klokkan 11 og 13. Mikudagin varð hann í Bókasøluni í SMS og signeraði jubileumsbók- ina, sum hesaferð eisini inniheldur 15 littekningar frá útgávunum hesi sein- astu 15 árini. Útgevari og teknari ynskja øllum – her ikki minst »ofrunum« í Skemt 03 eini góð jól og eitt gott nýggjár. Tingmenn fingu SKEMT í jólagávu Formenninir í Sjálvstýrisflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Sambandsflokkinum (nýggj samgonga!?) vóru fegnir um at fáa nýggjastu Skemt-bókina frá teknaranum »himself« Tobbi, ein av beundrarunum av tekningunum hjá Óla P fekk nýggjastu bókina, tá hann møtti í tinginum í vikuni Jenis vildi eisini fegin hava nýggju bókina Ikki bert tingmenn fingu jólagávu frá útgevara og teknara. Hesir fittu havnadreingirnir vóru uttan fyri tingið henda dagin og teknarin var í sonnum jólahýri. Teir fingu eisini Skemt við heim til hús Kári fegnast um nýggja skipið Hann hevur verið eitt langt lív á sjónum. Fór fyrstu ferð til skips í 1955 við sluppuni, Lítlu Emmu, sum Óla Hans Olsen í Syðrugøtu førdi. Hóast heilsan fór at bila fyri nøkr- um árum síðan, hev- ur hann kortini siglt sum maskinmaður til fyri einum trimum árum síðan FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Vit, sum við vóru á ferðini í Noregi, tá ið nýggi Finnur Fríði varð navngivin á Langsten-skipasmiðjuni, høvdu ein frálíkan túr. Eitt er tað, sum sæst aftur í bløðunum. Annað er tann persónliga kunningin, tú fært, tá ið tú ert millum fólk, sum standa vinnuni so nær. Slíkt er góð barlast hjá teimum sum skriva um ymisku tættirnar í vinnuni, og tað skapar eisini eitt ávíst álit millum partarnar, at tann, tú seinni tosar við, veit, hvør tú ert – og øvut. Faðir og sonur Tað var Atlantsflog, sum flutti ferðalagið úr Føroy- um til Noregs og heimaftur. Vit sótu á somu plássum báðar vegir – og síðumað- urin var tískil hin sami. Síðumaðurin hjá mær hendan túrin, var 64 ára gamli gøtumaðurin, Kári Hansen. Sonur hansara, Jaspur, sum býr í Saltang- ará, var eisini við í ferðini. Báðir teljast millum teir 11, sum eiga Trónd í Gøtu og nú eisini nýggja Finn Fríða. Teir hava báðir verið við frá byrjanini – og Jaspur var bert eini 20 ára gamalur, tá ið hann setti pening í Trónd í Gøtu. Kári hevur verið eitt langt lív á sjónum. Hann fór fyrstu ferð til skips í 1955 við sluppuni, Lítlu Emmu, sum Óla Hans Ol- sen í Syðrugøtu førdi. Hó- ast heilsan fór at bila fyri nøkrum árum síðan, tá ið Kári fekk blóðtøpp, hevur hann kortini siglt sum maskinmaður til fyri einum trimum árum síðan. Í fleiri ár sigldi hann við grøn- lendskum rækjubátum. Í Noregi handaði Lang- sten-skipasmiðjan honum ein kikara sum gávu og tøkk fyri áralangt samstarv. Kennir skipasøguna Kári Hansen kennir alla skipasøguna hjá gøtumonn- um og vísir á, at tann fyrsti Finnur Fríði varð bygdur í Noregi í 1961 sum línubát- ur og varð seinni umbygdur til kraftblokk. Jupiter, sum eisini er eitt kent skipanavn í Gøtu, varð bygdur á Skála Skipasmiðju í 1972. Í dag er Atli Hansen eigari av Jupiter og skipið, sum er í flotanum í dag, er keypt úr Noregi. Felagið, sum eigur Trónd í Gøtu, eigur eisini gamla Finn Fríða og Saksa- berg. Hesir eru lagdir, og veiðirættindini verða flutt yvir á nýggja skipið. Tummas Thomsen, ið er ein av monnunum aftanfyri Trónd í Gøtu og nú nýggja, Finn Fríða, byrjaði sítt skipavirksemi miðskeiðis í sekstiárunum. Undan hon- um var tað Erling Jacobsen, sáli, sum fekst við skipa- rakstur. Erling og Tummas arbeiddu saman í fleiri ár. Synirnir hjá Erlingi, Dávur og Pól, eru báðir parteigar- ar í Tróndi í Gøtu og Finni Fríða. Finnur Fríði Kári vísir á, at nýggi Finnur Fríði er 9 metrar longri og nakað breiðari enn Tróndur í Gøtu, men lastar minni. - Nýggja skipið stingur heldur ikki so djúpt, og tað kann gerast ein fyrimunur. Hann vísir á, at Tróndur í Gøtu fulllastaður stingur heilar 10 metrar, og tað er ikki so heppið, tí tað eru ikki allar havnir, ið eru so djúpar. Kári er annars sera fegin um nýggja skipið, sum hann heldur vera ógvuliga snotuligt og væl egnað til veiði av pelagiskum fiski. - Maskinan í nýggja skipinum er nógv størri enn maskinan umborð á Tróndi í Gøtu. Hann vísir á, at Finnur Fríði og nýggi Skálaberg hava somu maskinu, einar 10.000-11.000 hestar. Hin- vegin er maskinan umborð á Tróndi í Gøtu bert 4.600 hestar. - Trolspølini umborð á Finni Fríða eru 80 tons hvørt spælið, meðan spølini umborð á Trónda í Gøtu eru bert 37 tons hvørt spælið, sigur Kári Hansen at enda. Parteigarar og gummur: Ytst til høgru síggja vit Jaspur Hansen, sum 20 ára gamal setti pening í Trónd í Gøtu. Maðurin, sum stendur triðuttastur høgrumegin, er Kári Hansen, ið er pápi Jaspur Mynd: Vilmund Jacobsen Stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, var eisini í Noregi, tá ið nýggi Finnur Fríði varð navngivin Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 9 8