Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. desember 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 238 - 13. desember 2003 Nr. 238 - 13. desember 2003 11 Fyrr í vikuni var ein bankastjóri frammi á skíggjanum og ávaraði móti vandanum fyri búskaparligari aftur- gongd næstu árini. Í gjár var so ein sparikassastjóri í bløðunum og rópti varskó um vandan fyri, at alingin dettur niður fyri. Sum øllum kunnugt hava vit havt búskaparlig metár nú rættiliga leingi. Fiskiskapurin hevur verið góður, fiskaprísirnir hava verið methøgir og arbeiði hevur verið til allar hendur. Men nú tykist vent í holuni. Fiskaprísirnir eru fallnir nógv, rækjuvinnan er komin á gravarbakka og ali- vinnan er komin á fallandi føti. Arbeiðsloysið er so smátt við at kvinka tann skeiva vegin. Her eru tíverri ein hópur av krepputeknum at síggja hjá teimum, ið hava vilja og evni at líta eitt sindur fram um dagin í dag. Hetta er í sjálvum sær nóg álvarsamt. Enn meira álvarsamt er, at hesi tekin ikki eru komin á luftina í dag ella í gjár. Ein og hvør, sum hevur fylgt við í vinnuni, hevur kunnað sæð hesi tekin leingi. Tað er langt síðan fiskaprísirnir vóur methøgir og tað er long tíð síðan, at trupulleikarnir í alivinnu og rækjuvinnu gjørdust greiðir fyri øllum avvarandi politikkarum og vinnulívs- monum. Landsins myndugleikar hava valt at lata standa til. Hetta er ein heilt ekstremur formur fyri marknaðar- búskaparligari hugmyndafrøði. Vanligt er í øðrum londum, at myndugleikarnir hava eina ætlan og eina støðu til búskaparligar trupulleikar, sum veruliga hótta alt samfelagið. Soleiðis er støðan sjálvt í londum, har stjórnirnar halla til marknaðarbúskap og liberalistiskan hugsunarhátt. Soleiðis er tó ikki hjá okkum. Her er tað vorðið eitt dogma, at tað almenna letur standa til – tað, sum ikki kann standa má falla. Her hjá okkum, skulu vit søguliga aftur í fimtiárini fyri at finna ein so liberal- istiskan politikk. Hetta er tó ein erlig og greið støða, men henda støða frítekur ikki landsins myndugleikar fyri ábyrgd av búskapi og av, at arbeiði er til allar hendur. Í slíkum førum hava stjórnirnar uttanlanda ætlanir, ið fevna um búskaparlig tiltøk, sum skulu byrgja fyri búskapaligum vanlukkum. Hesar ætlanir fevna um fíggjarpolitikk, pengapolitikk, rentupolitikk, arbeiðsfremjandi politikk og eina marknaðarstrategi, ið kann tryggja trongdum vinnum atgongd til nýggjar marknaðir. Hesar ætlanir fevna um menning av nýggjum vinnum og nýggjum marknaðum og sum heild um eina røð av stimbrandi tiltøkum uttan tó at fevna um studning til vinnuna. Men her hjá okkum hevur eingin slík strategi verið at hóma. Fráfarandi landsstýrið hevur dusað sær í hákonjunkturinum og hevur samstundis sitið hendur í favn, meðan støðið so líðandi er rutt undan stórum pørtum av vinnuni. Hetta er ikki marknaðarbúskapur – hetta er atgerðar- og ábyrgdarloysi, og liggur her eitt stórt upptak fyri framman hjá eini komandi lands- stýrissamgongu. Vinnan eigur sjálvsagt ikki aftur at fáa studning og óhugsandi er eisini, at ein komandi lands- stýrissamgonga fer at lata føroyskari vinnu stuðul. Hetta at bjarga búskapinum uttan at fara aftur til studningsbúskap verður ein stór avbjóðing, ja, ein tann størsta í hesum árum. Men her er eingin bøn – henda uppgáva má loysast uttan studning. DAGSINS MEINING Sosialurin Døpur búskaparlig útlit VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Ólavur Rasmussen Leirar Latið okkum sleppa goml- um aggi til frama fyri ný- hugsan og framtíðarvisi- ónum. Hetta er ein livilig oyggj, og vit hava ikki ráð til at missa ungdómin, tí uttan ungdóm er eingin framtíð. Og gloymið ikki, at framtíðarkorini nú liggja í okkara hondum. Latið okkum ásanna, at eftir løgtingsvalið er eisini ein dagur, og at líkamikið hvørji verða vald, so ynskja vit teimum tað besta, við vón um, at tey skilja, at størsta avbjóðingin fyri Suðuroynna er at standa saman sum ein oyggj! Tí at stór tøk liggja fyri framm- an! Kári P. Højgaard løgtingsmaður Áki Andreasen hevur í bløðunum 11. desember viðmerking til vælskrivaða grein hjá Jákup Sverra Kass. Her verður Sjálvstýr- isflokkurin og undirritaði lagdur undir at latið seg brúkt av navngivnum per- sónum, funnist at og hótt ein og hvønn tanka á sjálv- stýrisleið. Ákæran Einhvør tingmaður og flokkur er suverenur, og er tað ein grov og fullkomu- liga ógrundað skuldseting at seta fram móti Sjálv- stýrisflokkinum, at hesin letur seg brúka (missbrúka) av nøkrum. Orð og gerðir......... Í samgonguskjalinum er greitt avtalað, hvørji mál skuldu yvirtakast. Tað sum tingmaðurin Kári P. Høj- gaard hevur víst á er, at ætlaðu yvirtøkurnar verða gjørdar sum avtalað, í samráð við allar avvarðandi partar. Áki, Sjálvstýrisflokkurin hevur í verki prógvað, at gjørdar avtalur halda, eisini í verki innan tinggátt. Hav- umhvørvið er tað einasta yvirtøkumálið, sum framt er í hesum valskeiðnum. Tað er landstýrismaðurin Eyðun Elltør, ið umsitur málsøkið vegna Sjálvstýr- isflokkin. Hví slitnaði samgongan At samgongustevið hevur verið út av lagi vánaligt millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin seinasta árið, kann ikki vera ókent fyri nakran. Tú finnur høvuðssvarið, hví ikki meir er komið burturúr á sjálv- stýrisleið, í hesum fyri- brigdinum. At samgongan slitnaði, og árar vórðu lagdar inn, áðrenn teinurin var hálvrógvin, hava hesir stóru samgonguflokkarnir 100% ábyrgdina av. Sjálvstýrisflokkurin borgan fyri tryggari kós Stigvíst at virka fyri at vinna føroyingum størri sjálvstýri og sjálvbjargni hevur verið og er skjaldra- merki Sjálvstýrisfloksins. At Sjálvstýrisflokkurin hevur verið í samgongu í 43 av teimum 55 árunum síðani Heimastýrislógin kom prógvar, at talan er um álitisflokk, sum ikki ber seg undan ábyrgd at stýra land- inum, tá boð er eftir hon- um. Gevið Sjálvstýrisflokk- inum dygga álitisváttan á valinum 20. januar 2004. Orð og gerðir mugu fylgjast Framtíðarvisiónir á borðið! Kristian Magnussen løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Mong seta sær óiva spurn- ingin, um tað yvirhøvur ber til at stýra Føroyum við skili, tá ein nærum dagliga hevur verið vitni til tað politiska menningarstig, ið samgonguflokkarnir síðan 1998 eru á. Orsaka av okkara serligu ríkisrættarligu støðu í ríkisfelagsskapi við Dan- mark og Grønland, hava vit eina eyka dimensión í før- oyskum politikki umframt ta klassisku høgra og vinstra, nevniliga samband og loysing. Hesin veruleiki setur serlig krøv til før- oyskar flokkar og politik- arar, men ásannast má, at flestu flokkar ikki megna á skynsaman hátt at virka í hesum veruleika og eru tí endaðir sum óarbeiðsførar hugsjónarligar fløkjur. Einasti flokkur í Føroy- um, ið er ein nøkurlunda hugsjónarlig eind við realpolitiskum boð uppá, hvussu vit, á solidariskum grundvølli, kunnu menna tjóðina og virka fyri sjálv- ræði við støði í okkara ríkisrættarliga veruleika, er Javnaðarflokkurin. Hóast vit hava havt stóra búskaparliga framgongd seinastu árini, eru ikki stórvegis ábøtur gjørdar innan almanna- og heilsu- økið og skúlaverkið, og tí eru enn tung tøk at taka, sum best takast við einum sterkum Javnaðarflokki í leiðslu landsins. Serliga má arbeiðast fyri at betra um korini hjá teimum við skerdum møguleikum, bæði ungum og gomlum. Tey sum kenna søguna vita, at Javnaðarflokkar saman við fakfelagsrørsluni, hava gingið á odda í stríðnum fyri at skapa fyritreytir fyri einum samfelag fyri øll. Samfelagiðsmenningin má stýrast við neyðugum fyriliti fyri tí einstaka og fyri solidaritetinum, og tí eiga vit á valinum 20. janu- ar at standa saman um at verja og menna tær væl- ferðarskipanir, ið eru altav- gerandi fyri okkara trivnað. Besti møguleikin fyri at fáa ávirkan er at taka aktivan lut. Gott val Javnaðarflokkurin er lykilin Edmund Joensen So hendi tað aftur! Nýval er útskrivað bert 19 mánaðirr eftir seinasta løgtingsval. Nógv verður tosað um hvør osøkin er. Eitt er tó heilt víst. Tað er samgong- an sjálv sum eigur heiðurin av, at fullveldisskútan er sokkin, sum samfelags- frøðingurin, Jógvan Mørk- øre, málbar seg í fjølmiðl- unum. Tað var óneyðugt hjá andstøðuni at taka nøkur ítøkilig stig til hetta. Ongantíð í Føroya søgu hava politiskir samgongu- flokkar havt so gott út- gangsstøði, og ongantíð hava Føroyar havt so góðar fíggarligar umstøður sum tey seinastu 6 árini. Fiskiflotin var saneraður í botn við eyka stuðuli og bíligum lánum úr Dan- mark. Framleiðslu-vinnan á landið sanerað í botn við eyka stuðuli og bíligum lánum úr Danmark. Met- stórar fiskanøgdir, methøg- ir fiskaprísir, metlág renta, rímuligir orkuprísir og aðrir fyrimunir, og ongir vansar av nøkrum handa slagi. Hvítar bøkur og aðrar bøkur í ymiskum litum við gyltum lyftum øll 6 árini um bólgnandi peningakass- ar í einum fullveldispara- dísi, sum eftir øllum at døma skuldi vara alla okkara tíð og nakað væl afturat. Og nú knappliga hoyra vit vinnulívsmenn innan flestar vinnugreinar, aling, rekju-veiðu, feskfiska- veiðu, framleiðslu á landi, peningastovnar o.a. boðað frá kreppu oman á kreppu. Tað sindrið av tøkum pen- ingi, sum teir ikki náddu at brúka, hava teir goldið áðrenn tíðina til danska statin. Við at sleppa endanum nú, slapp samgongan undan tí avdúkandi endaligu við- gerðini av fíggjarlógini fyri 2004, sum hevði víst, og kemur at vísa, risa stórt hall. Vit í Sambandsflokkin- um vita av royndum, at henda samgongan, líka sum aðrar sjálvstýris- og full- veldissamgongur, ikki ork- aði longur enn pengaríki- ligheitin vardi. Í somu løtu sum tað táttaði í fíggjarliga, so gekk galið, og so var aft- ur boð eftir okkum í Sam- bands-flokkinum. Nú er aftur boð eftir Sambandsflokkinum at rudda upp aftaná tað nógv umtalaða full-veldislands- stýrið. Eitt landsstýrið sum setti sær stór og gylt mál, men sum onga leið kom. Alt gekk eftir hæli. Aftaná at hava gjørt Føroyum so dyggiliga fyri skommum, fingu fyrst durafjóringin í Keypmannahavn við boð- um um at fara heim at spyrja føroya fólk fyrst og ikki minni í New York fingu boð um at fara heim at spyrja Danmark fyrst. Umframt at føroyska vinnan liggur í andaleypi, hevur fullveldislandsstýrið minkað stórliga um fíggjar- liga stabilitetin í landinum, partvís við at frásiga okk- um triðingin av heildarveit- ingini og ikki minst tá talan er um øking av almennu og óproduktivu útreiðslunum við umleið einari heilari milliard um árið. Tað sein- asta ger uppruddingarar- beiðið sera sera torført. Hugsi tykkum til, at føroyska vinnan sum nú er í størri ella minni kreppu, saman við tær og mær, skulu knokkroytast eftir einari heilari milliard meira um árið, enn áðrenn Hvíta- bók varð skrivað. Turru tølini niðan fyri vísa so týðuliga munin millum sambandspolitikk og fullveldispolitikk. VIÐMERKINGAR Klæmint Olsen SEV-umboðsnevndarlimur Umboðsnevnd SEV’s skal fríggjadagin 12.12.2003 taka støðu til framhald av vatnorkuútbyggingini á Eiði. Fyri viku síðan fingu nevndarlimirnir sendandi prosjektupp- skotið "Eiði 2", sum Landsbyggifelagið hevur gjørt. Fyri eina íløgu uppá 150,6 mió kr. fæst ein árlig framleiðsla uppá 17,2 mió kWt. Eisini verður umrøtt eitt ískoyt- isprosjekt - um farið verð- ur heilt suður til Sela- traðar - ið kostar 35,4 mió kr., og sum gevur 3,3 mió kWt afturat; tó helst ikki meira enn 2,2 mió kWt, um vatn skal verða eftir til alistøðina í bygdini. Kanska verður eisini neyðugt við einari nýggj- ari turbinu á Eiðis-verk- inum til einar 20 mió kr. Alt í alt ein íløga uppá góðar 200 mió kr. fyri 20 mió kWt. Talan er um eina dýra íløgu, ið valla hevði sæð dagsins ljós nakra aðra staðni enn í Føroyum. Vindorkuútbygging hevði verið munandi bíligari, men tað er kanska rætt, tá ið sagt verður, at tað ikki ber til við so nógvari vindorku, tí kervið tolir tað ikki. Leiðsla SEV’s heldur í øllum førum, at vatnorkan er okkara álit. Sjálvur haldi eg, at Før- oya fólk hevur krav uppá eina uttanveltaða meting. Landsins myndugleikar eiga at leita sær sjálvstøð- uga ráðgeving á hesum øki - og fleiri økjum, ið eg skal venda aftur til - áðrenn teir geva sítt loyvi. Tað ber ikki til at taka alt fyri fult, ið SEV borðreið- ur við, tí ein slíkur felags- skapur hevur sín egna innbygda hugsanarhátt. SEV kann t.d. ikki fara niður í "umdreyningum" - tað hevði helst ikki verið so smart at lagt fram eitt avlop uppá 50 mió, tí so høvdu fólk kravt, at streymprísurin fór niður - harafturat kemur, at verk- frøðingar og annað gott fólk eisini skulu liva. Eg viðgangi, at hendan viðmerking kanska var í ljótara lagi. Lat okkum tí í staðin seta okkum tveir einfaldar spurningar: Er her talan um eina skila- góða útbygging av vatn- orkuni í Eysturoy? Eru øll neyðug fyrilit tikin til ávirkanina á náttúruna? Tíverri verður svarið "nei" uppá báðar spurn- ingar, og tí eigur SEV at steðga á. Hetta í øllum førum til onnur prosjekt eru umhugsað, og til vistfrøðiligar kanningar og umhvørvismetingar eru gjørdar. Fyri at taka tað síðsta fyrst, so restar nógv í. Vit vita lítið og einki um umhvørvisárinini. So gott sum ongar kanningar fyri- liggja, og tær, sum eru, eru gamlar og ófullfíggj- aðar. T.d. skuldi SEV fyri fleiri árum síðan havt gjørt kanningar av Funn- ingsfirði, nú áirnar vest- aru megin vórðu tømdar, men enn bíða vit. Nógv bendir annars á, at marg- feldið í náttúrini minkar, og at útlátið av vakstrar- húsgassum veksur, tá ið vatnið verður leitt burtur. Tí mugu kanningar ger- ast, áðrenn farið verður víðari, hetta eisini so at tað aftaná ber til at síggja, hvat veruliga hendir. Alt annað hevði verið skila- leyst. Norska felagið Berdal gjørdi í síni tíð útrokning- ar, ið prógva, at tað loysir seg nógv betur at fara í hæddina, upp í einar 300 metrar. Orkuráðið mælti til, at hetta varð kannað, áðrenn framhaldandi út- bygging varð loyvd. Tor- móður Dahl sáli og Før- oya Náttúru- og Um- hvørvisverndarfelag hava eisini við útrokingum víst á, at uml. 50% meira megi kann fáast til vega, um farið verður í hædd- ina, og kostnaðurin verð- ur ikki so nógv meira. Harafturat uppturkast áir- nar ikki, tær fáa lov at liva, tí nóg mikið væta kemur í neðra. FNU vísir eisini á, at ein víðari út- bygging í Eysturoy kundi verið skipað á tann hátt, at frárenningin verður í Skálafjørðin í staðin fyri í Eiðisflógva. Hetta hevði sjálvsagt kravt eitt orku- verk á staðnum og eina goymslu í fjøllunum. Ikki heilt bíligt kanska, men ein stórur vinningur á umhvørvisøkinum, tí vatnið í Skálfjørðinum tá hevði verið endurnýggj- að. Landsmyndugleikin eigur sjálvsagt at krevja av SEV, at hesin møgu- leikin verður kannaður, áðrenn loyvi verður givið at seta spakan í. Mítt tilmæli á umboðs- nevndarfundinum verður tí, at SEV steðgar á til nevndu viðurskifti eru kannað. Hendir tað ikki, má landsmyndugleikin sýna neyðuga ábyrgd. SEV eigur at steðga á Boð eftir sambandsflokkinum – til uppruddingina Myndin talar fyri seg sjálva. Talan er um tvey fylgjandi løgmansskeið. Tað fyrra var frá 1994 til 1998 (Sambandsskeiðið). Tað seinna er frá 1998 til 2003 (Fullveldisskeiðið) Vegna Heilsuhjálpar- felag Føroya Ása Olsen, forkvinna Nú 30 ár eru liðin, síðan Heimahjálparaskipanin varð sett á stovn, kann ein ikki annað enn undrast á, hvat er hent við hesi skip- an. Tað er ongin loyna, at Heimarøktin hevur havt trupulleikar við at halda játtanina, og er heldur onki nýtt í tí, men hevur hettar verið gongdin síðan Heimahjálpar Heima- og Heilsusjúkrasystraskipanin vóru saman lagdar, og má ein spyrja, hvat er orsøkin? Í uppskotinum til fíggjar- lóg fyri 2004 sæst, at játtanin til Heimarøktina stórt sæð er tann sama sum í 2003, og kundi ein hugsa sær at fingið at vita, hvat ætlanin er við hesi skipan. At Heimarøktin nú hevur fingið bíðilistar, ið bara veksa, alt meðan sjálv veitanin av Heimarøkt er á einum minimalum støði ger, at vit nú hava eina støðu, ið hvørki brúkarar, teirra avvarðandi ella starvsfólkini kunnu liva við. Støðan í Heimarøktini er heilt einkult tann, at teir brúkarar, ið eru hepnir at sleppa inn á eitt sambýli, fáa eina góða røkt alt døgn- ið, meðan hjálpin verður tikin frá teimum brúkarum, ið eru úti í økinum. Sambýlini, ið vóru ætlaði til eldri fólk við ellisbrek- um, eru uttan undantak øll smá røktarheim í dag, tó við tí muni, at normeringin av starvsfólkum ikki er meir enn tann sama. Í Fokus týsdagin tann 23. september vóru tveir spurn- ingar settir mær og Páll á Reynatúgvu, og vóru spurningar hesir: Skal tað vera ein rættur ella olmussa hjá teimum eldru, at fáa ta røkt, teimum tørvar. Til seinasta løgtingsval meldaðu flest allir flokkar út, at tað skuldi vera ein rættur, og tí er spurningur- in, um tað bert er uppundir løgtingsval, at hettar er ein rættur. Hendan spurning meti eg at bæði vit sum starvsfólk í Heimarøktini og ikki minst tey gomlu í Føroyum hava rætt til at fáa at vita. Heimarøktin á einum vegamóti! C M Y K 11 10