leygardagur 13. desember 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 238 - 13. desember 2003
Nr. 238 - 13. desember 2003
13
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri
Tjóðveldisflokkin
Hvat hendið og hví ? -
Hetta eru spurningar, ið
nógvir føroyingar seta sær
eftir at Anfinn Kallsberg,
løgmaður, sleit samgong-
una og skrivaði út nýval í
undanfarnu viku.
Løgmansgølan - lygnin
og tignin
Á Ólavsøku 2002: Anfinn
Kallsberg, løgmaður, boð-
aði frá, at løgmansembætið
og politiska skipanin kundi
ikki liva við, at misstanki
varð sáddur um, at hann
skuldi hava framt lógarbrot
í fortíð síni. Hann varð tí til
reiðar at leggja frá sær, um
tingmaður hjá Tjóðveld-
isflokkinum ikki tók aftur
eina ákæru mótvegis løg-
manni í eini grein, ið varð
at lesa í bløðunum.
Í desember 2003: Anfinn
Kallsberg viðgongur at
hava fram lógarbrot. Hetta
aftaná at bókin ’Skjót
journalistin’ hevur avdúka
skjalafalsan og fíggjarligan
undandrátt sum part av
fortíð løgmans. Harvið við-
gongur Anfinn Kallsberg at
hava logið og missnýtt em-
bæti sítt á Ólavsøku 2002.
Hann nýtti vald sítt at trýsta
samgonguumboð at taka
aftur ákærur um fortíð
hansara, í eini roynd óbein-
leiðis at reinsa fortíð løg-
mans. Eisini kundi nú stað-
festast at løgmaður, í hes-
um valskeiðnum, fleiri
ferðir alment hevur logið
um fortíð sína.
Gølan týdning í 2002 -
men ongan týdning
2003 ?
Hóast bert misstanki um
lógarbrot varð nógmikið til
at fáa løgmann til at leggja
frá sær á Ólavsøku 2002 -
fyri at varðveita álitið á
politisku
skipanina
og
fólkaræðið - ja, so hevði
løgmaður í ár snávað 180
stig. Tí nú tað varð prógvað
at hann hevði ikki bert
framt lógarbrot, men somu-
leiðis logið og missnýtt sítt
embæti meðan hann hevði
sitið sum løgmaður - ja, nú
hevði tað við eitt ongan
týdning fyri virðingina og
álitið hjá løgmansembætin-
um og poltisku skipanini,
hvørt hann persónliga varð
sitandi sum løgmaður ella
ikki.
Løgmaður helt áfram við
at missnýta sítt embæti.
1) Fyrst umvegis ting-
manning Fólkaflok-
sins, ið kom við brævi
til Tjóðveldisflokkin
eina viku undan út-
gávuni av eini bók, ið
ongin kendi innihaldið
av. Brævið varð eitt
stórt álop á Tjóðveld-
isflokkin, og ein roynd
at fáa vent almenna
áhugan frá bókini og
avdúkingum hennara,
mótvegis Tjóðveldis-
flokkinum, ið onki
hevði við hesa bókina
at gera. Ein politisk
roynd at dylja yvir
sannleikan og fortíð
løgmans.
2) Tá bókin gjørdist al-
menn, nýtti løgmaður
enn einaferð sítt em-
bæti til eitt persóns-
mál, ið varð millum
hann og rithøvundar-
nir. Hesuferð legði
løgmaður eitt alment
tíðindaskriv
út
á
heimasíðuna hjá Løg-
mansskrivstovuni har
hann royndi at undir-
grava rithøvundarnir,
ið skrivað hava bók-
ina. Tittulin
’skjót
journalistin’ mátti enn
einaferð sigast at hava
rakt rætt.
3) Somuleiðis varð í tíð-
indaskrivinum lagdur
dentur á, at løgmaður
ikki hevði persónligan
vinning av stuldrinum
á eina knappa mió. kr.,
men at hesin hevði
verið skipi og harvið
manning at frama.
Harvið gongur løg-
maður á odda at tala
fyri, at tað er í lagi at
fremja stuldur um bert
málið er tað rætta.
Somuleiðis dylir løg-
maður yvir, at varð
hann ikki tvungin at
rinda knøppu milli-
ónina aftur - fyri so-
leiðis at sleppa undan
tyngjandi rættarmáli -
so hevði hann, um-
vegis feløgini, sanni-
liga havt vinning av
stuldrinum.
4) Tjóðveldisflokkurin
gav 5. des. 2003 løg-
manni skriv har víst
varð á, at Tjóðveldis-
flokkurin ynskti at
halda áfram við sam-
gonguni á sjálvbjargn-
iskós, um bert sam-
gongan varð umskipað
undir nýggjum løg-
manni. Hetta fyri at
varðveita álitið á polit-
isku
skipanina
og
fólkaræðið. Men á
tingfundi sama dag
valdi Anfinn Kalls-
berg, løgmaður, enn
einaferð at nýta sítt
løgmansembæti til at
velja sín persón fram
um framhaldandi sam-
gongu. Enn einaferð
varð løgmansembætið
missnýtt til at skriva út
val í úrtíð hetta vegna
eitt persónsmál - ikki
eitt politskt mál.
5) Og at hartil kemur, at
tá løgmaður sá at hann
hevði ein meirluta
ímóti sær á Løgtingi,
og harvið sambært
Stýrisskipanarlóg Før-
oya átti at steðga við
øllum politiskum av-
gerðum, valdi hann -
enn einaferð - at mis-
nýta sítt vald sum løg-
maður, til at koyra 4
landsstýrismenn hjá
Tjóðveldisflokkinum
til húsa, og lata sínar
egnu halda áfram til
nýggj stjórn er skipað
eftir valið. Varð henda
avgerð løgd fyri Løg-
tingið at taka avgerð
um, varð hon follin.
Lagaligur Tjóðveldis-
flokkur
Tjóðveldisflokkurin hevur
verið sera lagaligur - helst
ov lagaligur - í hesi og und-
anfarnu samgongu. Flokk-
urin hevur gjørt tað kann
hevur verið mentur at náa
teimum málum, ið sam-
gongan setti sær, og hevur
verið sera sjálvrannsak-
andi. Eitt nú tá Signar á
Brúnni og Tórbjørn Ja-
cobsen sjálvir fóru úr
landsstýrissessum
teirra
fyri at teirra persónar ikki
skuldu seta samgonguna
uppá spæl.
Eisini hevur Tjóðveldis-
flokkurin livað við, at
løgmaður einsíðis valdi at
avlýsa fólkaatkvøðuna um
fullveldiskósina í 2001.
Somuleiðis at løgmaður á
tingsins røðarapalli segði
Føroya Løgtingi, at tað
gjørdi nakað skeivt tá tað
legði fram missálit á fyrrv.
landsstýrismannin Jørgen
Niclasen, hóast fellandi
kanningarstjórafrágreiðing.
Stutt eftir varð fyrrv.
tjóðveldislandsstýriskvinna
n Annlis Bjarkhamar koyrd
úr sínum sessi av løgmanni
uttan sakliga grundgeving,
og við útgangsstøði í einum
starvsfólkamáli. Nú lands-
stýrismaðurin í fiskivinnu-
málum hevur fingið nógvar
ábreiðslur og kærur í sam-
band við eitt starvsfólka-
mál hevur løgmaður valt
onki at gera. Ferð eftir ferð
hevur løgmaður sostatt
prógvað, at hann ikki hevur
verið leiðari fyri samgong-
una, men fyri seg og sín
flokk. Hetta hevur verið
óvirðiligt og er at harmast
um.
Tað snýr seg um álit á
politisku skipanina og
fólkaræðið
Tá løgmaður nú varð av-
dúkaður í at hava logið og
missnýtt sítt embæti sum
løgmaður, í eini roynd at
reinsa sína fortíð og draga
Tjóðveldisflokkin inn í
hesa reinsan, varð farið
langt um øll mørk. Álitið á
politisku
skipanina
og
fólkaræðið stóð uppá spæl.
Tjóðveldisflokkurin fer
ongantíð at góðtaka lógar-
brot og misnýtslu av polit-
iskum valdi. Hetta undir-
gravar
rættartrygdina,
fólkaræðið og sjálvstýris-
stríðið.
Skalt tú stýra einum landi
er fyrsta fyritreytin, at tú
kanst stýra tær sjálvum.
Marjus Dam
løgtingsmaður
Mykinesfólk siga, at Súlan
er góð. Søgnin sigur, at um
teir ikki siga tað, so missa
teir súluna.
Eg rokni ikki við, at vit
missa tunnilin, um vit
krevja, at prísirnir fara á
eitt støði, ið vit kunnu liva
við. Sum er missur Vág-
oyggin sera nógv, tí prísir-
nir eru ov høgir hjá teim-
um, ið koyra nógv.
Tá tunnilin varð tikin í
nýtslu, var rok um prísirnar.
Vit søgdu, at prísaásetingin
var púra ør. Tað hjálpti. Og
flestu munnu ásanna, at vit
høvdu rætt. Um hildið varð
fast við upprunaligu prís-
irnar, so var tunnilin farin á
heysin
beinanvegin. Tí
vágafólk vildu ikki nýtt
hann - vit vildu siglt - púra
greitt.
Strukturbroytingar vórðu
gjørdar. Ístaðin fyri at hava
20 mill kr árliga, so skuldi
pf Vágatunnilin hava 18,5
mill kr árliga fyri at svara
hvørjum sítt.
Tí undrar tað stórliga, at
vit í D&V hoyra, at »Neyð-
ugt er við 25 mill kr árliga.
Og bert pendlarnir fáa eitt
betri tilboð á hesum sinni
...prísbroytingin verður í
marts apríl«.
Tað kann als ikki góð-
takast.
Neyðugt er at
• pendlarar
skulu/mugu
hava eitt gott tilboð.
• at betri rabatskipanir
verða fyri allar hinar
bólkarnar eisini.
• at prísniðursetingin verð-
ur so skjótt sum møguligt
eftir 1. januar.
Tá neyðugt er at krevja
18,5 milliónir inn, so er
ikki neyðugt at hava ein
yvirprís fyri at fáa 6,5 mill
kr ov nógv inn.
Eisini
trúgvi
eg,
at
gjógvin ímillum 18,5 mill
kr og 25 mill, ið nú sigst
skal til, má skapa ein for-
kláringstrupulleika
hjá
øðrum enn mær.
Ætlanin var at gjalda
restskuldina upp á áleið
120 mill aftur upp á 15 ár.
Um 25 mill kr verða
kravdar inn, so verða til tað
tíð kravdar inn 375 milli-
ónir krónur fyri at gjalda
eitt lágrentulán aftur uppá
120 mill kr. T.v.s at rentur
og rakstur eru 2 ferðir
hægri enn lánið. Og tá er
okkurt, ið er vindandi
skeivt.
Eisini kann ein fýlast á,
at prísniðursetingin ikki
verður fyrrenn í »marts ella
apríl«. Tá seinasta prísáset-
ing varð gjørd í apríl, varð
sagt, at hesir prísir vóru
galdandi árið út. So ein
væntar, at prísniðursetingin
kemur so skjótt eftir 1 jan.
sum gjørligt. Soleiðis at
lægri prísurin fær fleiri at
nýta tunnilin, til gagn fyri
brúkaran, ið sum er rindar
alt ov nógv.
Tunnilin er góður - men
prísirnir eru ov høgir.
VIÐMERKINGAR
Niklái Petersen
løgtingsmaður
Eftir løgtingsvalið í 1998
var
fullveldislandstýrið
skipað millum Tjóðveldis-
flokkin, Fólkaflokkin og
Sjálvstýrisflokkin. Hesir
settu sær fyri, at nú skuldi
kósin setast á fullveldisleið,
skútan varð mannað, kum-
passin rættað, og kósin sett.
Tað gekk væl tey fyrstu
árini, heilt fram til 2001, tá
fólkaatkvøðan varð avlýst.
Eftir valið í 2002 varð so
sjálvstýrislandstýrið skipað
millum Tjóðveldisflokkin,
Fólkaflokkin, Sjálvstýris-
flokkin og Miðflokkin.
Síðani tá er deviatiónin á
kumpassini bara vaksin og
vaksin,
misvísningurin
tikið yvirhond, og ilt hevur
verið at hildið kós og ferð
og komið rættan veg móti tí
knattstøðu, sum var sett út í
kortið.
Sjálvstýrarin hevur verið
óálítandi og sligið frá fleiri
ferðir, skiparin á skútuni
hevur ivast, hvør kósin
skuldi verða, helst tí mis-
vísningurin bleiv ið so
stórur, og tískil hevur ging-
ið striltið tann rætta vegin.
Hóast tað, so hevur
gingið rætta vegin kortini,
ferðin hevur verður lakari,
men fram kemur tann, ið
hóvliga fer, sum orðatakið
sigur, so ikki er at missa
mótið men halda treystliga
áfram.
Byrðurin hevur ikki verið
góður seinastu tíðina, nógv
sjask ímóti og lítil fram-
drift, men málið má ongan-
tíð kámast burtur, tað er og
verður altíð har.
Afturhaldið hevur besta
hugin at taka hann undan ,
tað er behagiligari at lensa,
men tá kemur einki í last-
ina.
Nú er aftur tíð at rætta
kumpassina, tað hevur allar
tíðir verið góður sjómans-
skapur at rætta kumpass av
og á fyri at koma aftur á
beint, tað er einki forgjørt í
tí.
Vónandi er so frægt av
seiggi eftir í tí føroysku
sjálvbjargningssálini,
nú
tað rekur hart á kýkin.
Við tjóðveldiskvøðu.
Skalt tú stýra einum landi - mást tú kunna stýra tær sjálvum
Tunnilin er góður – prísirnir skulu niður
Meðan vit rætta kumpass
Heimurin kemur til Setrið
Føroyskt er eitt mál
sum øll onnur, sigur
Turið Sigurðardóttir,
sum komandi summ-
ar stendur fyri tí
fyrsta altjóða skeiðin-
um á enskum um før-
oyskt mál, mentan og
bókmentir á Fróð-
skaparsetri Føroya.
Skeiðið er á universit-
etsstigi og gevur góð-
kenning hjá lærdum
stovnum
UNDIRVÍSING
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
So løgið tað ljóðar, so er
stórur áhugi úti í heimi at
læra um føroyskt mál og
mentan á universitetsstigi.
Tað hava bæði Fróðskapar-
setrið og Altjóða skrivstov-
an, sum hevur fingið nógv-
ar fyrispurningar uttan-
lands, sannað.
Hesum áhuga gongur
Fróðskaparsetur Føroya nú
á møti. Komandi summar
skipar Fróðskaparsetrið fyri
fyrstu ferð fyri einum skeiði
nevnt »Faroese summer
institute«, har undirvíst
verður í føroyskum máli,
bókmentum og mentan í
døgunum frá 5. til 27. juli.
Summarskeiðið gevur 8
stig á sonevnda ects-stigan-
um, ið stendur fyri Euro-
pean credit transfer system.
Ein lestrarhálva telur 30
stig.
Heilt úr Kina
Fróðskaparsetrið
hevur
skipað fyri líknandi skeið-
um á norðurlendskum síðan
1970, men nú verður farið
víðari út í heim. Norður-
lendsku skeiðini hava verið
fíggjað av Norðurlanda-
ráðnum, men nýggju skeið-
ini verða fíggjað av teimum
lesandi sjálvum, greiður
Jákup Sørensen, fulltrúi á
Setursskrivstovuni frá.
– Vit hava longu fingið
tríggjar fyrispurningar um
luttøku í dag, tí skeiðini eru
boðin út á heimasíðu okk-
ara. Ein fyrispurningur er
enntá komin heilt úr Kina.
Vit fáa dag og dagliga fyri-
spurningar, har fólk spyrja,
um til ber at koma higar at
lesa, og hetta er so ein roynd
at ganga hesum ynskjum á
møti, sigur Jákup Sørensen.
Góð umboðsfólk
Turið Sigurðardóttir, deild-
arleiðari á Føroyamálsdeild-
ini, sum er lektari í bók-
mentum, hevur lagt skeiðið
til rættis innihaldsliga. Hon
heldur tað hava stóran
týdning fyri Føroyar, at fólk
koma hendanvegin at lesa.
– Vit hava skipað fyri
norðurlendskum skeiðum
síðan 1970. Nógv hava
hildið fram at havt áhuga
fyri føroyskum viðurskift-
um, og tey eru vorðin eitt
slag av umboðsfólkum fyri
okkum. Tey koma aftur og
nøkur gerast gestalærarar.
Nøkur undirvísa í føroysk-
um uttanlands. Tað hevur
havt stóran týdning fyri
okkum, og vit vóna, at hetta
altjóða skeiðið fær sama
týdning, sigur Turið Sig-
urðardóttir.
Eini 30 fólk hava luttikið
hvørja ferð á hvørjum
skeiði, og talið verður nak-
að tað sama á tí nýggja al-
tjóða skeiðunum. Men hví
tíma útlendingar yvirhøvur
at koma hendanvegin at
kunna seg um okkara lítla
mál og mentan?
– Føroyskt er eitt mál
sum øll onnur. Hjá teimum,
sum lesa germanistikk, er
tað serliga áhugavert at
granska felags eyðkenni.
Tað sama er galdandi fyri
tey, sum lesa norður-
lendskt, tí vit eru eitt norð-
urlendskt mál. Tey, sum
lesa málvísindi, skulu eisini
duga fleiri mál. Tey granska
ljóð og bygnað í málinum,
og tá er føroyskt eins
áhugavert sum onnur mál –
hjá summum kanska upp-
aftur áhugaverdari, sigur
Turið Sigurðardóttir.
Romantiskar sálir
Kanska hava fólkini, sum
koma hendanvegin at lesa,
hóast alt nøkur felags
eyðkenni.
– Tey flestu eru nakrar
romantiskar sálir, sum vilja
sleppa langt burtur til eitt
lítið fólk og eina stórsligna
náttúru. Summarskeiðið er
sjálvandi bygt upp á eitt
fakliga dygdargott støðið,
men samstundis bjóða vit
eisini eitt mentanarligt til-
boð, sigur Turið Sigurðar-
dóttir.
Tað kostar 4500 krónur at
luttaka á skeiðnum, men
møguleiki er fyri at fáa
stuðul. Harafturat skulu tey
lesandi eisini rinda fyri
uppihald og innivist.
Turið Sigurðardóttir,
deildarleiðari á
Føroyamálsdeildini, og Jákup
Sørensen, fulltrúi, hava
fyriskipað fyrsta altjóða
skeiðið í føroyskum á
Fróðskaparsetrinum
Mynd: Jens K. Vang
Í morgin, 3. sunnudag
í advent kl. 16.30,
verður skipað fyri
konsert í Kvívíkar
kirkju í samband við
at tann dagin verður
Kvívíkar kirkja 100 ár
JÓL
Tað er Vestmanna Sangkór,
við nøkrum sangarum úr
Kvívík, sum eigur høvuðs-
partin av skránni.
Fyri at markera 100 ára
dagin
hevur
Kvívíkar
kirkjuráð heitt á kórleiðar-
an Kára Bæk at fáa okkurt
nýtt framført til hátíðarkon-
sertina, og hevur hann vent
sær til teir tríggjar, Edvard
N. Debess, Atla K. Petersen
og Kristian Blak, og biðið
teir gera nýggjar útsetingar
av ávísum advents- og jóla-
sálmum, fyri kór og 3 blási-
ljóðføri - floytu, klarinett
og fagott.
4 nýggjar útsetingar av
jóla- og adventssálmum
komu burturúr, umframt
tveir, sum kórleiðarin sjálv-
ur hevur gjørt. Tær nýggju
útsetingar fyri kór og
blásaratrio eru:
- Sum ein føgur rósulund,
Hartmann / Kristian Blak
- Í hesi sælu jólatíð, gl. før.
sálmalag / Kristian Blak
- Av himni kom ein
einglaherur, gl. før. sálma-
lag / Atli K. Petersen
- Eitt barn er førr í Betle-
hem, týskt vísulag / Edvard
N. Debess
- Ver glað nú, Brúður
Krists, Jac. Regnart/Kári
Bæk
- Byrja nú við trúgv og
treysti, Lindemann / Kári
Bæk
Onkrar av útsetingunum
eru reiðiliga ótraditionellar
og hava fingið eitt meira
moderna snið.
Á skránni er annars brot
úr motettini »Harri vár
drottin«, fyri solo, kór og
orgul, sum Kári Bæk skriv-
aði til 1000-árahaldið í
2000. Petra Iversen syngur
solo og orgulfylgispælið
hevur Heðin Kambsdal.
Kórið syngur eisini sam-
an við orglinum Christmas
Lullaby hjá John Rutter.
Sunnuva Bæk fer at
spæla Exultate Jubilate hjá
Mozart, lagt til rættis fyri
trompet og orgul.
Í Kvívík er eitt lítið
barnakór, sum hevur eini 3
ár á baki. Tey fara eisini at
luttaka, bæði við egnari
skrá og saman við Vest-
manna sangkóri. Tað er
Petra Iversen, sum í løtuni
venur barnakórið.
Aðrir tónleikarar, sum
luttaka, eru: Andrea Hein-
driksdóttir, floyta, Peder
Riis Jensen, klarinett og
Christine Andersen, fagott.
Konsertin verður endurtik-
in í Vestmanna mánakvøld-
ið tann 15. des. kl. 20.00 í
Vestmanna kirkju.
Hátíðarhalda
100 ára dagin
hjá Kvívíkar
kirkju
Jólakonsert í
Vestmanna
mánakvøldið
JÓL
Mánakvøldið tann 15.
des. kl 20 verður kon-
sert í Vestmanna kirkju.
Tað verður við Vest-
manna Sangkóri við nøk-
rum sangarum úr Kvívík,
barnakóri úr Kvívík,
solistum og tónleikarum.
Kári
Bæk
stjórnar
Vestmanna Sangkóri, og
Petra Iversen stjórnar
barnakórinum, umframt
at hon eisini er solistur.
Fleiri av sangunum
verða við tónleiki, har
tónleikararnir
verða
Heðin Kambsdal, orgul,
Andrea Heindriksdóttir,
floyta, Peder Riis Jen-
sen, klarinett, Christine
Andersen, fagott og
Sunnuva Bæk, trompet.
Skráin fyri konsertina
verður tann sama sum
fyri konsertina í Kvívík
dagin fyri í samband við
100-ára
haldið
fyri
Kvívíkar kirkju.
C
M
Y
K
13
12