leygardagur 13. desember 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 13. desember 2003
15
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í
vinnumálum, er
greiður yvir, hvussu
hættislig støðan hjá
alivinnuni er, men nú
gerst onki, fyrrenn í
fyrsta lagi í vár
ALIVINNA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg eri fullgreiður yvir
trupulleikarnar hjá alivinn-
uni.
At støðan í alivinnuni er
hættislig, kemur ikki óvart
á Bjarna Djurholm, lands-
stýrismann í vinnumálum.
Í Sosialinum í gjár segði
stjórin í Føroya Sparikassa,
at alivinnan skal hava 180-
200 milliónir í eginpeningi
næsta ár, annars verður
ongin fígging til at seta
smolt út fyri og so doyr øll
alivinnan, sum hon er, út.
Hann vísti eisini á, at árið
í ár hevur prógvað, at so
stórar upphæddir fáast ikki
í Føroyum. Hinvegin hava
útlendingar ikki loyvi til at
eiga meiri enn ein triðing
av einum alibrúki.
Hann mælti tí til, at
útlendingar fáa fríari ræsur
at seta pening í føroysku
alivinnuna.
Hann helt eisini, at skip-
anin, sum alivinnan ar-
beiddi undir, varð sera
óheppin, har aliloyvi verða
latin politisk.
Besta dømi um tað er, at
tað, at tað setti aliloyvið hjá
nýstovnaða
felagnum,
Faroe Farming, í vanda, at
løgtingsval varð útskrivað.
Hetta var felagið, sum
skuldi endurreisa alivinn-
una í Suðuroy.
Tikið í fullum álvara
Bjarni Djurholm sigur, at
hann hevur roynt at taka
politisk stig fyri at loysa
trupulleikarnar hjá alivinn-
uni.
Men higartil hevur hann
verið noyddur at ásanna, at
hann hevur ikki fingið pol-
itiska undirtøku fyri roynd-
unum at loysa trupulleik-
arnar hjá alivinnuni.
Eitt nú er hann greiður
yvir tann stóra trupulleikan,
sum alivinnan hevur at út-
vega eginpening næsta ar.
– Eg legði nakað síðani
uppskot fyri Løgtingið um
at broyta lógina, so at tað
skuldi bera til hjá útlend-
ingum at eiga 49% av ali-
vinnuni ístaðin fyri 33%,
sum nú.
– Men tað uppskotið
feldi Løgtingið at kalla ein-
mælt.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at tað sigur seg sjálvt, at
tað ber ikki til uttan víðari
at leggja eitt slíkt uppskot
framaftur.
Men hann hevði kortini
ætlað sær at givist at roynt
einaferð afturat. Men hesu-
ferð ætlaði hann at útvega
eitt haldgott, fakligt grund-
arlag at byggja eina víðari
viðgerð á, sum møguliga
skuldi enda við einum upp-
skoti til Løgtingiðá um
útlendskan kapital í ali-
vinnuni.
Hann vísir í hesum sam-
bandi á, at fyrr í ár varð ein
bólkur við umboðum fyri
vinnumálaráðið, alivinnuna
og fíggingarstovnarnar sett-
ur at arbeiða við ymsum
trupulleikum hjá alivinn-
uni, eitt nú spurninginum
um at pantseta aliloyvi.
Nevndin varð liðug fyrst
í desember - og ikki fyrst í
september, sum vit av mis-
gáum skrivaðu hósdagin.
– Undir vanligum um-
støðum, hevði vinnumála-
ráðið nú farið at fyrireikað
seg til at gera lógaruppskot.
Men politiska støðan førir
við sær, at nú má hetta bíða.
Bjarni Djurholm sigur, at
hann hevur langt síðani
boðað frá, at tá ið nevndin
var liðug við tað arbeiðið,
var ætlanin at hon skuldi
halda fram.
Og næsti arbeiðssetning-
urin hjá nevndini skuldi
júst vera at lýsa spurningin
um útendskan kapital í ali-
vinnuni, so at hann kundi
fáa eina haldgott, fakligt
útgangsstøðið at arbeiða
víðari eftir.
Men nú landsstýrið bara
er ein starvsstjørn, ber tað
ikki til hjá Bjarna Djur-
holm at geva nevndini
nýggjar arbeiðssetningar og
sostatt heldur arbeiðið upp-
at fyribils.
Ikki frá degi til dags
Men at broyta skipanina,
sum
alivinnan
arbeiðir
undir, er ikki nakað, sum
gerst frá degi til dags, tí tað
krevur politiska viðgerð,
umframt tað, at lógarupp-
skot skal fyrireikast og
smíðast og alt tað tekur tíð.
Niðurstøðan er sostatt, at
tað hendir onki í hesum
sambandi, fyrrenn nýtt
landsstýrið er skipað eftir
løgtingsvalið 20. januar.
– Men annars mugu vit
siga, at alivinnan hevur
havt støðugar og tryggar
karmar at arbeitt undir, so
treytirnar hava verið ken-
dar, leggur hann afturat.
Fáa onki gjørt fyrrenn næsta ár
Bjarni Djurholm er greiðir yvir trupulleikan, men sum politiska nú fær hann onki gjørt
VALLýSING
Øssur Winthereig
Hetta valstríð verður lagt
afturum, áðrenn Tjóðveld-
isflokkurin skal í rættin um
eina lýsing frá seinasta val-
stríði. Víðari viðgerð av
lýsingarósemjuni millum
Tjóðveldisflokkin og Team
85 er útsett til eftir løg-
tingsvalið.
Tjóðveldisflokkurin hel-
dur, at Team 85 skaddi
flokkin, tá reklamuvirkið
setti eina lýsing í Sosialin
valdagin í fjør. Flokkurin
hevði ikki góðkent lýsing-
ina og vil ti ikki gjalda fulla
rokning til Team 85.
Tann positiva ella nega-
tiva umrøðan, sum eitt sak-
armál kundi havt við sær
mitt í einum valstríði,
sleppur Tjóðveldisflokkur-
in so undan.
Sakførarin hjá Tjóðveld-
isflokkinum hevur biðið
um, at tvey serkøn skulu
meta, hvørja ávirkan lýs-
ingin hevði á valúrslitið hjá
Tjóðveldisflokkinum. Men
hesum hevur advokaturin
hjá Team 85 mótmælt.
Í fyrsta lagi verður mót-
mælt, at serkøn verður bið-
in um at meta um lýsingina
og í øðrum lagi verður mót-
mælt móti persónunum,
sum Tjóðveldisflokkurin
hevur skotið upp, sum ser-
køn. Tey eru Ingvør Nol-
søe, fra reklamuvirkinum
Stephanssons
Hús
og
Jóannes Hansen, kønur í
politikki.
Partarnir skulu føra síni
sjónarmið fram fyri Føroya
Rætti síðst í januar.
Sandoyingar
fáa
aftur
hesuferð møguleikan av
velja Gerhard Lognberg á
ting. Í Sandoynni hevur
annars ljóðað, at fleiri
flokkar at ligið fram við at
fáa Gerhard Lognberg á
listan.
Gerhard Lognberg hevur
markerð seg á fleiri av
somu økjum, sum Mið-
flokkurin hevur gjørt, men
Gerhard Lognberg heldur
altso fram í Javnaðarflokk-
inum. Hann hevur ikki ver-
ið bangin fyri at staðið
einsamallur í tingbólki
Javnaðarfloksins við ser-
sjónarmiðjum.
Hann hevði greiða mein-
ing um Ginu-søgur uttan at
hava sæð sjónleikin. Hann
hevur havt greiða meining í
móti fosturtøku, har Javn-
aðarflokkurin ikki hevur
eina so greiða støðu.
Fýra nøvn eru á listanum
hjá Javnarðarflokkinum í
Sandoynni. Umframt Ger-
hard Lognberg eru Eyð-
stein Dalsgaard, Skálavík,
Tummas Frank Joensen,
Skúvoy, og Jákup Birgir
Mohr, Sandi, uppstillaðir.
Tjóðveldisflokkurin
slapp undan sakarmáli
í valstríðnum
Gerhard heldur fram
15
14
Nr. 238 - 13. desember 2003
Eivør og Pætur syngja sama lag
Fløgan hjá I Am selur væl
Árliga jólakonsertin í
Christianskirkjuni
verður komandi týs-
kvøld klokkan hálv-
gum átta. Millum lut-
takararnar í ár verða
tey bæði Eivør Páls-
dóttir og Pætur við
Keldu. Hetta er fyrstu
ferð, at tey bæði
syngja saman til eina
almenna framførslu
KONSERT
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Jólakonsertin í Christians-
kirkjuni, sum Klaksvíkar
Hornorkestur skipar fyri,
plagar at vera sera væl um-
tókt. Kirkjan er vanliga
stúgvandi full av fólki, sum
njóta jólatónarnar frá ork-
estrinum og kórum. Onk-
untíð hava einstaklingar
eisini verið við. Og soleiðis
verður aftur í ár.
Eivør Pálsdóttir og Pætur
við Keldu fara at framføra
nøkur løg á konsertini, sum
verður týskvøldið tann 16.
desember. Tey bæði fara at
syngja hvør sær og saman.
Og so fara tey eisini at
framføra eitt lag saman við
hornorkestrinum.
Eivør fer at syngja bæði
accapello og saman við
klaverfylgispæli, sum Pæt-
ur fer at taka sær av.
Fyrireikarar av jólakon-
sertini er Klaksvíkar Horn-
orkestur. Tey eru sera spent
uppá hesa konsertina, tí
Eivør og Pætur gera hana til
nakað heilt serstakt í ár.
– Hugskotið fingu vit, tá
vit fóru at hugsa um kon-
sertirnar,
sum
Sissel
Kyrkjebø hevði í Christi-
anskirkjuni fyri nøkrum ár-
um síðani, sigur Heri Ell-
ingsgaard, virkandi for-
maður í orkestrinum.
Flutt til týsdag
Vanliga hevur jólakonsertin
verið sunnudag. Men í ár er
hon so løgd eitt týskvøld.
– Hetta er ikki nakað,
sum vit hava ætlanir um,
skal verða framyvir. Kon-
sertin í ár verður týsdag av
tí einføldu orsøk, at Eivør
kann ikki verða í Klaksvík
tann sunnudagin framman-
undan, tí hon hevur eina
konsert í Íslandi og kemur
tískil ikki til landið fyrr enn
mánadagin, greiðir Heri
Ellingsgaard frá.
Hann sigur, at tey eru
sera spent upp á konsertina
í ár, tí hetta er eitt sera aktu-
elt par, sum fer at framføra
saman á fyrsta sinni.
Heri vísir á, at um ein
hugsar um, hvussu væl
konsertirnar
við
Sissel
eydnaðust, so er hann ikki í
iva um, at tað verður sera
flott, tá Eivør við síni vøkru
rødd fer at syngja í Christi-
anskirkjuni. Leggjast skal
afturat, at Christianskirkjan
er helst tað hølið í býnum,
sum hevur bestu ljóðviður-
skiftini.
Til konsertirnar við Siss-
el vórðu fólk so hugtikin, at
tað varð klappað fyri henni
í endanum av konsertini.
Tað er ikki vanligt, at tað
verður klappað í kirkjuni,
men tá var talan um eina
reina konsert. Jólakonsertin
er ein andakt, har bæði inn-
og útgangsbøn, signing og
bønarhald er.
Gleði og hornblástur
Sum altíð so verða horntón-
ar og kór eisini við á kon-
sertini. Í ár verður tað eitt
nýtt kór úr KFUM og K,
sum luttekur. Talan er um
eitt gospelkór, sum eitur
Gleði. Tað er Tummas Pauli
Mýri, sum stjórnar kórin-
um, og fara tey at framføra
nøkur jólaløg. Og so spælir
fyrireikandi orkestrið sjálv-
andi eisini fleiri løg á kon-
sertini.
Heri sigur, at tað eru tey
somu jólaløgini, sum meiri
ella minni mugu ganga aft-
ur á hvørjum ári, tí teirra
inntrykk er, at fólkið vænt-
ar tey. Men so hevur ork-
estrið somuleiðis eini tvey
ella trý meiri ótraditionell
løg við.
Norðmaðurin
Kjell
stjórnar Klaksvíkar Horn-
orkestri. Konsertin byrjar
sum sagt klokkan hálvgum
átta og fer væntandi at vara
umleið hálvanannan tíma.
Tað er ein góð vika
síðani, at fløgan hjá I
Am kom út, og yvir
850 eintøk eru seld
TÓNLEIKUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Nýggja I AM fløgan,
xthree.one.four, ið kom á
marknaðin hósdagin 4. des-
embur 2003, hevur longu
selt yvir 850 eintøk.
Limirnir í I Am eru sera
fegnir um frálíku móttøk-
una, sum fløgan hevur fing-
ið og um tey góðu sølu-
tølini.
Birgir Sigurðsson sigur,
at teir høvdu ikki væntað,
at fløgan fór at selja so væl
beinanvegin, orsakað av at
hon ikki kann sigast at vera
tann mest útvarps vinarliga
fløgan. Her hugsar um tann
modernaða rokk-tónleikin,
sum I Am hevur lagt seg
meira eftir at spæla á hesi
útgávuni.
Birgir leggur afturat, at
um teir leggja allar pro-
motionfløgurnar til miðlar
og stuðlar afturat, so eru
yvir 1.000 fløgur farnar út
av goymslunum eftir einans
einari viku. Og tað eru
hann og hinir limirnir sera
ovfarnir av.
2.000 eintøk vórðu prent-
að av fløguni, so kanska er
spurningurin um, tað verð-
ur nóg mikið til jólasøluna,
sum av álvara man fara í
gongd nú.
I Am hevur ikki gjørt so
nógv við at framføra her á
landi, síðani fløgan kom út,
og kemur tað av, at onkur
teirra er í lestrarørindum í
Danmark.
Men vikuskiftið 20 - 21.
desembur, fara I AM at
signera fløgur og spæla ak-
kustiskan tónleik í fleiri
stórum
handlum
kring
oyggjarnar.
Eivør Pálsdóttir og Pætur við
Keldu framføra á fyrsta sinni
saman alment til árligu
jólakonsertina í Christians-
kirkjuni, sum verður týs-
kvøldið 16.desember klokkan
19.30
Mynd: Jan Müller
Nýggja fløgan hjá I Am,
xthree.one.four. má sigast at
vera sera væl móttikin. Eftir
einari viku eru yvir 850
eintøk farin um handils-
diskarnar í landinum
C
M
Y
K
14