Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 148 — 11. AUGUST 1998 — Vit hugsa um fylgjurnar av sjálvstýrisuppskotinum fyrst Harra formaður Sum eg segði í míni fram- søgurødu í fyrradagin, so kom sjálvstýrsispurningurin at taka sín drigva part av talutíðini hjá ungmonnum Men harvið er ikki sagt, at spurningurin av tí orsek er vorðin meira klárlagdur, tí fráboðanir serliga frá sam- gonguflokkunum hava ver- ið sera ymiskar. Men tað hevur kanska verið eitt endamál við hesum diffusu útmeldingum. Kanska fyri hon hevur verið í mong Harrans ár. Og Sambands flokkurin og danska stjórnin hava hjálpt serstakliga væl til Tað er væl einki dulsmál, at tradionelli høgra/vinstra politikkurin hevur eyðkent føroyskan politikk munandi meira enn okkara eyka politiska dimension í okk- ara rikisrættarliga støda Sjálvstýrissamgongur Vit høvdu í 60-árunum eina sjálvstýrissamgongu við somu floksmanning sum henda í dag, men á sjálv- stýrisleið kom henda samgonga ikki langt. Tað lá kanska ikki í tíðini, ella var tað tí, at flokkarnir vóru so ósamdir. Men vit hava eisini havt sokallaðar sjálvstýris- og loysingarflokkar, sum í ymsum samgonguhøpum hava fornoktað sínar hug- sjónir, ti teir vórðu bundnir niður av einum samgongu- samstarvi Vit sóðu, at Fólkaflokk- urin og Sjålvstyrisflokkurin ikki tordu at taka undir vid uppskoti Javnadarfloksins um setan av eini stjórnmála- nevnd, ti Sambandsflokkur- in hótti við at útskriva ný- val. Men vit sóðu eisini, at Tjóðveldisflokkurin heldur ikki tók undir við okkara uppskoti, sum var eitt fram- brot á sjálvstýrisleið, væl saktans tí teir vóru bangnir fyri at vit nú knappliga pro- fileraðu okkum ov nógv innan eitt øki, sum teir allar tíðit hava hildið seg havt patent uppá. Javnaðarflokkurin hevur altíð verið við Men iga sæð, so hava verið gjørd framstig á sjálv- stýrisleið fyrst og fremst í landsstýrisskeiðinum frá 1975 til 80. Tá settu menn sær itøkilig mål, sum síðan flest øll vórðu nádd. Hetta var eitt skeið, sum Javnaðarflokkurin var við í Og við skipanini av landsstýrinum í 1991 mill- um Javnaðaflokkin og Fólkaflokkin varð beinleið- is sett í samgonguskjalið at farast skuldi eina sjálvstýr- islóg. Hetta arbeiðið fór í gongd, og fyrsta stigið var, at vit fingu eina nýggja stýr- isskipanarlóg. Men tíverri komu vit ikki á mál, tí vit vórðu yvirhálaðir av bú- skaparligu kreppun! Tað hevði uttan iva verið sera skilagott, at somu lokkar høvdu tikið henda táttin uppaftur, men hevur Fólkafl. tað sum sína skyldu at fara meira radikalt til anå at hava ligið nidurbund in í sambandsleypinum So hvussu vit enn venda og snara søguligu gongdini, so síggja vit, at Javnaðar- flokkurin altíð hevur verið við, tá vunnið er fram á sjálvstýrisleið valevst kkurin kent verka aft Frælsis- og vinarsåttmålin Kundi kanska mint å, at flokkurin í 1943 hevði eitt uppskot frammi á tingi, sum bar heitið >Frælsis- og vin- arsáttmálin.. Uppskotið varð ikki samtykt, men nógv av uppskotinum gong- ur aftur í sjálvari Heima- stýrislógini, tó hon er langt frá so radikal, sum uppskot Javnaðarfloksins. T.d. vildi uppskotið hava Føroyar nevndar sum eina tjóð, men danska orðingin í Heima- stýrislógini gjørðist sum kunnugt »et selvstyrende folkesamfund.« Og taka vit grundsjónar- mið floksins, sc er tað eing- in ivi um, at Javnaðarflokk- urin vil ganga fram á sjálv- stýrisleið, men við skili og uttan at seta vælferð og livi- umstødur borgarans upp á spæl. Tí harmar tað neg almik- ið, at nakrir samgongumenn hava hug at kastað Javnað- arflokkinum fyri, at vit bert seta upp ræðumyndir og annars einki vilja á sjálv- stýrisleið. Hetta er bein- leiðis skeivt, og tænir einum politiskum samstarvi um henda politikk til litlan sóma. Fylgja ikki bara við rákinum Men lat tað vera sagt, at vit í hesum máli ikki verða nakrir, sum bert fylgja við rákinum, men at vit hava okkara egnu áskoðan og meiningar um, hvat skila- gott skal henda. Og lat tað eisini vera sagt, at okkara politikkur ikki byggir á tað kensluborna, men á tað, sum realistisk kann lata seg gera. Vit vita, hvat vit vilja, men vit hava sum so mong onnur saman við okkum tor- ført við at finna útav, hvat tað er, sum samgongan vil. Og tað er okkara parla- mentariska tradition, at tað er samgongan, sum vanliga fráboðar politikkin, sum so andstødan tekur støðu til. Men henda fráboðan hevur síðan apríl mánaða bæði í føroyskari og útlandskari pressu snúð seg um eina endaliga loysing frá Dan- mark. Og mær tykir, at Fólkaflokkurin, sum tann stóri taktikkarin í politikki, hevur latið tjóðveldismenn spæla harrar í húsi, meðan teir hava snikkað borgarliga politikkin til á ti búskaprliga økinum Taka vit minsta ella var isligasta felagsnevnaran fyri ti, sum er sagt um sjålvstyr- ismålid i hesi tingviðgerð, so er tad, at vit gera ein nyggjan såttmåla, sum skal avloysa Heimastýrislógina, men at vit í minsta lagi komandi 20 árini skulu dúva up á ríkisstuðulin Ríkisstuðulin, sum av mongum er skýrdur sum beinleiðis skaðiligur fyri føroyskan búskap og vinnulív, skal ikki nú verða ein árligur ríkisstuðul, men ein føst avtalað upphædd í eini 20 ár, sum skal eita skiftisstuðul. Men verða vit betur føroyingar, um ríkis- stuðulin eitur skiftisstudul? Síðan skulu vit taka gll målsøki heim ein fyrrapart, hava tey nakrar tímar fyri síðan at senda tey niðuraftur seinnapartin við umbøn um, at danir framyvir umsita tey, eins og teir altíð hava gjørt. Men valla ger hetta okkum til betur føroyingar? Men tað er nógv, sum týð- ir uppá, at hetta er ein tíð fyri »smartar vendingar, smartar clicheir«, sum vit liva í. Og tað eru flokkar, trívast væl í hesum. Vit trúgva uppá realpolitikk Men Javnadarflokkurin er og hevur altíð verið ein flokkur, sum hevur trúð upp á realpolitikk. Hvat er real- istiskt, og hvussu náa vit hesum málum? Dreyma- kendar ordingar føda onga tjóð, tvørturim6ti. Men henda viðgerðin hevur hvorki sannført and- støduna og enn minni Før- oya fólk um, at tit byggja politikkin á eitt realistiskt grundarlag, og undir gllum umstødum tosa tit innan- hýsis forbi hvønn annan. Nakrir siga, at ríkisstuð- ulin skal burtur ongantíð ov skjótt, meðan aðrir tosa um skiftisstuðul í minst 20 ár. Hava vit ráð til vælferðina? Av teimum sum siga, at ríkisstuðulin skal burtur, har siga nakrir, at hetta gerst við, at vit umstilla okkara samfelag til ein broyttan Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins føroyskan búskap, meðan aðrir siga, at vit skulu í eini skiftistíð útvega nýggjar inntgkur. Nakrir siga, at sjálvstýr- ispolitikkurin skal ikki á- virka og broyta vælferðina, tvørturim6ti, meðan aðrir siga, at vit hava ikki við einum reinum føroyskum búskapi ráð til hesa vælferð- ina, sum vit hóast alt hava. Óli Breckmann segði tað soleiðis, at tað verður neyð- ugt at læra Tjóðveldisflokk- in sjálvstýris-ARC-ið, sum er, at tað verður einki polit- iskt frælsi uttan eitt búskap- arligt frælsi. Her eru vit púra samdir, men vit eru ikki samdir um, hvussu vit verða búskaprliga frælsir, tí Fólkaflokkurin vil gera tað við sínum kongstanka um Føroyar við einum discount lønarlagi. Her siga vit, lat okkum vid menning av føroyskum vinnulivi og evt. vid olju- inntøkum gera okkum leys- ar av rikisstudulin, men til ta tíð, ætla vit ikki at kasta Føroya fólk út í ein niður- skurð upp á eina milliard á fíggjarlógini við katastrof- alum fylgjum fyri alt okkara fólk. Hetta er munurin á Fólkaflokkinum og Javnað- arflokkinum. Munurin mill- um okkum og Tjóðveldis- flokkin er so tann, at vit tora at standa við, at tað er enn neyðugt við hesi árligu játt- an, meðan tjóðveldismenn renn undan henni og vilja ikki kennast við hana, men álíkavæl taka ímót henni við opnum ørmum. Tað ger Fólkaflokkurin forrestin eisini. Hyklarí um blokkin Hví var blokkurin so ikki skorin fyri komandi trý ár- ini, tá tit samráddist 10. juni.? Ti tit vilja allir í sín- um lagi hava hann, men vilja ikki kennast við tað. Tað eitur >hyklarí.< Tá alt hetta verður sagt, so kemur landsstýrismaður- in upp og spyr andstøduna, hvat tað er hon vil. Vit vita, hvat vit vilja, men vit hava eisini krav upp å at fåa at vita, hvat tykkara felags k6s er. Og fyri meg at siggja, er avstandurin stórur millum Tjóðveldisflokkin og Fólka- flokkin, tá tað snýr seg um tann búskaparliga partin. Har hava tit, so frægt sum eg havi skilt hetta orðaskift- ið, onga semju.. Vilja tit brúka andstøduna til at finna semjuna tykkara mill- um, so kunnu vit tosa um tað, men so mugu tit við- ganga, at tað hóast alt er ein skeiv samgonga, sum situr í Føroyum í dag. Annars hevur tað mangan undir hesum orðaskifti streyfa meg, at sjálvstýris- lógin liggur mongum sam- gongufólkum rættiliga frammaliga. Okkara boð er, at vit før- oyingar hava rættin til at skipa fyri øllum vidurskift- um í egnum landi, og at vit í ásannan av hesum gera ein nýggjan sáttmála um ríkis- felagsskapin. Okkara boð er, at vit í hesum nýggja sáttmála leggja allan tann dynamikk, sum er neyðugur fyri at vit, so hvgrt vit t.v.s. Føroya Løgting.ynskir tað, útbyggja okkara sjálvstýri. Og at hesin sáttmáli onga avmarking hevur Legg ikki frá bryggju enn skútin er klár að er góður sjómansskap- ur, at ikki verður lagt frá bryggju, fyrr enn skipið er sjóklárt. Og júst í sjálvstýr- isspurninginum liggja veld- ugar politiskar uppgávur fyri framman, sum td. at fyrireika yvirtøkuna av eini føroyskari rættarskipan. Vit vilja fegnir vera vid til at gera sjóklárt, men vit ætla ikki at verða við, tá stubbarnir skulu bjargast, tí skútan ikki var sjóklár, tá fyrsta nosið kom, og fólkið skolaði fyri borð. Tí er tað mangt, sum bendir á, at okkara uppskot, kanska eitt sindur broytt, um setan av eini stjórnmála- nevnd, er tað, vit hava brúk fyri. Tað verða mangir leikir í hesum sjálvstýristalvi, men Javnaðrflokkurin vil fyri hvgnn leik kenna fylgjurnar fyri okkara fólk, og vit vilja kenna næsta leik, áðrenn vit flyta. Og vit ætla ikki at leggja kongin ella sópa talv- fólkið á gólvið. Og eg kenni á mær, at Føroya fólk setur sítt álit á Javnaðarflokkin, at vit liva upp til okkara ábyrgd og syrgja fyri, at farið verður fram við skili í hesum máli. Hetta vilja vit eisini gera, men enn einaferð, fólksins vælferð kemur fram um tað, sum menn kunnu reypa um á flaggdegnum. Takk fyri