Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 148 — 11. AUGUST 1998 Tað er neyðugt at gera arbeiðið ordiligt Tað er nógv sum talar fyri, at ætl- anin at broyta lógina um vinnu- ligan fiskiskap fer at draga út. For- maðurin í vinnu- neyndini sigur, at talan er um so nógvar broyting- ar, at tær kunnu ikki viðgerast ordiliga upp á tveir dagar Áki BERTHOLDSEN Tað er nógv sum bendir á, at John Petersen, landsstýr- ismaður í fiskivinnumålum noyðist at brynja seg við toli. Í hvussu so er eina tíð. Tí tað er nevniliga nógv, sum bendir á, at tað fer ikki at ganga heilt eftir ætlan við ætlanini at broyta lógina um vinuligan fiskiskap. Í farnu viku legði hann uppskot fyri tingið um broytingar í lógini um vinn- uligan fiskiskap. Fríggjadagin varð tað beint í vinnunevndina. Og har var ætlanin, at tað skuldi verða avgreitt so at tað kundi verða lagt fyri tingið aftur í morgin. Og síðani skuldi tingvid- gerðin ganga skjótt, so at broytingarnar kundi verða lýstar og koma í gildið táið nýtt fiskiár byrjar 1. sep- tember. Fer ikki at ganga Men tað fer neyvan at ganga so lætt, sum ætlanin var. Vinnunevndin fór undir arbeiðið í gjár og skuldi halda fram í dag. Men hor erður neyvan liðug í dag Heini O. Heinesen, for- maður í vinnunevndini, sigur, at vinnunevndin fer ikki at leypa framav, men fer at viðgerða málið væl og virðiliga. — Talan er um so nógvar og grundleggjandi broyting- ar, at eg dugi ikki síggja, hvussu vit kunnu verða lið- ug í dag. Hann sigur, at av tí at tal- an er um so grundleggjandi broytingar, sum ætlanin er at fremja, er tað neyðugt, at viðgerðin í vinnunevndini verður nágreinilig og at nevndin fær neyðuga tíð at viðgera allar spurningarnar væl og virðiliga. 40 broytingar Heini O. Heinesen sigur at alt í alt er talan um 40 broyt- ingar, sum lardsstýrismað- urin skjýtur upp at gera í lógini um vinnuligan fiski- skap. — Talan er í summum før- tíðindablaðið SOS um um rættiliga grundlegg andi broytingar - Eitt nú verður skotið upp at leggja bólk 3, sum eru línuskipini og bólk 4 B, sum eru teir stóru útróðrar- båtarnar saman, so at fiski- dagar kunnu umsetast ímill- um teir bólkarnar. Heini O. Heinesen sigur at hetta eru so mikið grund- leggjandi broytingar, at tað verður neyðugt at kalla fólk, t.d. partar í málinum, til fundar í vinnunevndini at hoyra teirra áskoðan um hesar broytingar. Hann hugsar eitt nú um vinnufelggini, hvers vidur- skifti hesar broytingar fara at ávirka. — Tí tað kann t.d. henda, at útróðrarbátarnir verða rættiliga nógv verri fyri við hesi broytingini og tað verð- ur neyðugt at hoyra, hvat teir halda um broytingina. Somuleiðis heldur hann, at tilmælid hjá fiskivinnu- satarvsnevndini er beinleið- is í stríð við lógina. — Starvsnevndin, mælir til at lækka dagarnar hjá øllum, uttan línubátunum, hóast tað eru teir, sum hava fiskað mest. — Línubátarnir liggja omanfyri tann prosentpart- in av samlaðu veiðini, sum leir eiga. — Skulu so allir aðrir bók- ar skerjast, fer prosentbýtið millum bólkarnar enn meiri av lagi. Hann vísir eisini á, at í Formaðurin í vinnu- nevndini, Heini O. Heinesen, sigur, at vinnunevndin fer at taka sær tað neyðugu tíðina at viðgerða málið, tí talan er um rættiliga stórar og grundleggjandi broytingar, sum krevja nágreiniliga viðgerð Tí skal ikki roknast við, at nevndin verður liðug í morgin sum ætlað. Hann heldur, at mest sannlíkt er, at tilmæli um nakrar av broytingunu verða lagdar fyri tingið í morgin men at tær stórstu broytingarnar mugu bíða uppskotinum til broytingar, sum nú eru lagdar fyri ting ið, eru so nógvar ulvísingar til ymsar greinir í lógini, at uppskotið er rættiliga fløkt og torskilt at lesa, so tað krevur sína tíð Hann heldur eisini, at tað er ein óskikkur at leggja so nógvar broytingar fyri ting- ið, samstundis sum fiski- dagatalið skal ásetast - Fiskidagarnir skuldu verðið lagdir fyri tingid fyri seg, og skuldu aðrar broyt- ingar verðið lagdar fyri tingið fyri seg, táið góðar stundir vóru til at viðgera tær. Sumt má bíða Heini O. Heinesen sigur, at í gjár skuldi vinnunevndin viðgera, hvussu farast skuldi fram og, m.a., hver skuldi kallast til fundar. Ætlanin var so m.a. at brúka dagin í dag til at hoyra sjónarmiðini hjá teimum ymsu pørtunum. Formaðurin í vinnu- nevndini sigur, at talan er um so stórar broytingar, at skal neyvndararbeiðið gerast til lítar, verður tað ikki lið- ugt at leggja fyri tingið í morgin. Hann leggur afturat, at hann er sinnaður at brúka ta tíðina, tað tekur at vid- gera málini væl og virðiliga, tí tað heldur hann er neyð- ugt. — Annars er fryktandi fyri, at tað verður bara okkurt tilvildarligt, sum verður samtykt, uttan at tingmenn reiðiliga fáa sett seg inn í málið og uttan at teir tískil reiðiliga vita hvat teir gera. Heini O. Heinesen sigur, at hansara ætlan er at við- gerða tær broytingar fyrst, 5 sum „ongi bein eru i”, sum hann tekur til Somuleiðis ætiar hann, a at nevndin fer at til eitt fiskidagatal — Ætlanin er so at leggja tilmælini um fiskidagatalið og tær smáu broytingarnar fyri tingiå í morgin — Men tilmælið um hinar broytingarnar må so bíða til vit hava havt stundir at við gerða tær væl og virðiliga sigur formaðurin í vinnu nevndini Annars fylist hann å, at hagtølini yvir, hvat hvør bólkur hevur fiskað, eru ov vánalig so tað er ilt at vita akkurát hvar teir ymsu skipabólkarnir flóta Kom og síggj Í a = r osjonligu" brusukabinuna Så GustAvsBERG FACETTE er ein heit nýggj rød av RA eru úr klárum trygdar- glasi og við forkromaðum sum standard. Støkk inn á ið at síggja Facette og fá faldara og príslista við tær heimaftur. 4 KSvend Krosstein Falkavegur - tlf. 31 46 00 - tá okkurt skal koyrast ella goymast | | | TIf. 319192 —