týsdagur 11. august 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið Soslalurfi
Nr. 148 — 11. AUGUST 1998
Nýtt skúlaár - nýggj)
fólkaskúlaløg
Í komandi viku verður farið undir eitt nýtt skúlaár í fóroysku fólkaskúlunum við einari nýggjari fólkaskúlalóg
TeErI NIELSEN
Nógv hevur verið tosað um
hana, bæði fyri og ímóti,
men í komandi viku skal
hon so roynast í verki. Talan
er sjálvsagt um nýggju
fólkaskúlalógina, sum lær-
arar og næmingar í tí før-
oyska fólkaskúlanum nú
skulu laga seg eftir
Hava fyrireikað seg
væl
Katrin Ellingsgaard, vara-
skúlastjórin á landsins
størsta skúla, Venjingar-
skålanum, sigur vid Sosi-
alin, at tey har á staðnum,
hava fyrireikað seg væl til
at taka ímóti nýggju fólka-
skúlalóg'ni
Lógin kemur at krevja
nógv av lærarunum, og tí-
skil hava bæði leiðsla og
lærarar á Venjingarskúlan-
um gjørt nokk so fitt burtur
úr at fyrireika seg til nýggja
skúlaárið við nýggju lógini
Tey hava eisini havt fólk
á skúlanum á vitjan til at
greiða nærri frá innihaldin-
um í nýggju lógini
Roynt verkætlanir
Eitt, sum er nýtt sambært
nýggju lógin, er, at allir
næmingar skulu royna at
gera eina verkætlan, meðan
teir ganga i framhaldsdeild-
ini. Tað eru fleiri av lær
arunum føroysku fólka
skúlunum, sum ikki hava
roynt hetta áður millum
annað tí valdu tey á Venj
Ingarskulanum at hava
3 vid
lærarunum, har
at gera nakrar
verkætlanir, har lærararnir
sjålvir vóru næmingarnir
SKCH
tey royndu
Tað verður ein nýggjur fólkaskúli, sum børnini fara í komandi månadag
Helistrupuleikar
Innihaldið í nýggju lógini
krevur millum annað, at tað
mangan verður arbeitt í
munandi smærri eindum
enn hvat vit vanliga kenna
skúlunum. Hett:
kemur eisini at føra við sær
at tørvur verður á fleiri ar
beidshølum, sum
skúlar als ikki hava
Størn dentur skal leggjast
á tær handaligu lærugrein
arnar, og tiskil skulu tær e1s
ini hava góðar umstødur
Hetta kann gerast ein trup-
1
|--
tað frá
uleiki hjá teimum smærru
skúlunum serliga, tí at
nógvir av hesum hava til
dømis ikki eina handar
beiðsstovu ella smíðstovu,
heldur varaskúlastjórin
Venjingarskúlanum
Millum annað verkætlan
irnar hava við sær, at tað
verður neyðugt
munagóðum
við einum
lærarasam
starvi, og til eitt dygdargott
lærarasamstarv er helst ets
ini neyðugt vid góðum ar
beidshølum til lærararnar,
men tað eru helst fáir skúlar,
ið hava hesi hølir til taks.
Næmingarnir eru
vanabundnir
Sum nakað nýtt í fólkaskúl-
anum hava næmingarnir í
10. flokki ikki nakra kravda
lærugrein, og tískil stendur
teimum frítt at velja sær
alskyns lærugreinar
Katrin Ellingsgaard siguf,
at hóast hetta, so hava teir
næmingar, sum fara í 10
flokk á Venjingarskúlanum
í ár, valt sera vanabundið
Teir flestu hava valt før-
(Savnsmynd)
oyskt, danskt og rokning, og
tað eru bert heilt fáir, sum
hava valt ødrvisi. Orsøkin
til hetta er kanska, at næm-
ingarnir vilja velja tað
trygga fram um tað nýggja
og ókenda. Eisini kann
hugsast, at foreldrini eru eitt
sindur afturhaldandi við
nýggjum lærugreinum, og
tískil siga býrnunum sína
hugsan um lærugreinavalið.
Stórar broytingar fyri
læraran
Sambært Katrini, so verða
tað serliga lærararnir, sum
koma at merkja mest til
nýggju fólkaskúlalógina.
Hon krevur, sum ådurnevnt,
eitt sera gott lærarasam-
starv, og haraftrat kemur
hon at krevja nógv meiri
arbeiði frá læraranum uttan
fyri sjálva skúlatíðina.
Ein partur av nýggju lóg-
ini verður tó torførur at liva
upp til. Í nýggju lógini verð-
ur lagt upp til, at lærarin
leggur eina undirvísingar-
ætlan við hvørjum einstøk-
um næmingi. Hetta verður
sera torført hjá teimum
stóru skúlunum serliga, og
kemur hetta eisini at krevja
serstakliga nógva tíð.
Teir flestu skúlarnir byrja
aftur komandi mánadag, og
spennandi verður so at
síggja, hvussu broytingarn-
ar í skúlalógini koma at
merkjast. Livst so spyrst!
- Sosialurin
- hann er
altíð á
plettinum
Lesið eisini
Sosialin á netinum
www.sosialurin.fo
Stak friðarligt vikuskifti
Kring alt landið hevur vikuskifti verið sera friðarligt, burtursæð frá at nókur ung úr Eysturoynni valdu at svimja nak-
in í svimjihøllini í Havn leygarmorgunin.
Teri NIELSEN
Hóast veðrið fyri tað
mesta hevur verið heilt
gott í vikuskiftinum, og
nógv fólk hevur verið úti,
so hevur vikuskifti verið
av teimum friðarligastu
hjá løgregluni kring alt
landið
Fridarli bileum
Á tn í Klaksvík
verður sagt, at tað vóru
óvanliga nógv fólk úti í
býnum allan eygardagin
Nógv fólk varð til stóra
jubileumsmorgunmatar-
borðið, og eisini var ser-
stakliga nógv fólk til
bæði gospelkonsert og
midnáttarsamkomu
seinni um kveldið.
Hóast tað nógva fólkið,
so hendi einki ólógligt í
Klaksvík í vikuskifunum
Løgreglan í Klaksvík
hevur einki lógarbrot
skrivað í rapportirnar frá
vikuskiftinum, so sigast
må, at klaksvikingar hava
skikkad sær væl i sam-
bandi vid jubileumi hjå
bynum.
Svumu nakin i
Svimjihøllini
Stutt eftir at Svimjihøllin
í Havn hevði latið upp
leygarmorgunin, var løg-
reglan boðsend hagar.
Orsøkin var tann, at fýra
ung úr Eysturoynni
høvdu leitað sær niðan í
svimjihøllina, har tey
vóru farin inn í umklæð-
ingarrúmini uttan at
gjalda.
Inni í umklæðingar-
rúmunum høvdu so
tvinni teirra latið seg úr
klæðunum og vóru fn
út í sjálvan hylin at
svimja nakin! Løtu seinni
kom so ein triðji, eisini
nakin, út í hylin.
Løgreglan kom á staðið
og handtók fólkini, sum
nú verða skuldsett fyri
brot á politividtøkurnar.
Tey fýra ungfólkini vóru
leyslatin seinni
leygardagin.
Tveir tiknir fyri at
koyra við kenning
Talið av bilførarum, sum
verða tiknir fyri at koyra
við kenning, er stødugt
minkandi.
Í farnu viku vóru tveir
bilførarar tiknir fyri rús-
drekkakoyring. Annan
tók løgreglan í Eystur-
oynni einaferð mit í
farnu viku, og náttina til
sunnudagin tók løgreglan
í Havn ein bilførara, sum
koyrdi ávirkaður.
Krøkti laks í
Leynum |
Um vikuskifti var ein
maður úr Norðstreymi
tíkin fyri at krøkja laks í
ósanum í Leynum.
Løgreglan fekk fráboð-
an um, at fólk høvdu
illgruna til, at maðurin
royndi at krókja, og fór
beinan vegin á staðið.
Maðurin hevði tá ikki
fingið nakað, men verður
tó skuldsettur, og haraftr-
at varð reiðskapurin tíkin
frá honum.
Annars friðarligt
Sum heild kann tó ikki
sigast annað, enn at viku-
skifti var stak fridarligt.
Onkur smærri herverk
vóru tó í Havn og í Eyst-
uroynni. Millum annað
vóru nakrir handilsrútar
í miðbýnum í Havn
knústir.
Haraftrat vóru onkur
smærri = ferðsluóhapp
ymsastaðnis í landinum,
men talan var bert um
materiellan skaða.