týsdagur 11. august 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 148 — 11. AUGUST 1998
tidindabladid
AKFJU AF UL
Petur Mohr Dam, lógmaður til arbeiðis í Tinganesi stutt áðrenn hann doyði 8. november í 1968. Myndina tók Dorit
Kjærbeck, sum tá starvaðist í Tinganesi. Myndin lå í Sosialinum eftir deyða P. M. Dams og hevur verið at sæð í
nógvum heimum
Petur Mohr Dam 100 ár
EIRIKUR LINDENSKOV
Í dag eru liðin 100 ár síðani,
at Petur Mohr Dam, stovn-
ari og formaður Javnaðar-
floksins varð føddur. Í hes-
um sambandi skipar Javn-
aðarflokkurin fyri hátíðar-
haldi í Trongisvági fríggja-
dagin og leygardagin. Tann
23. januar í ár vóru eisini
liðin 70 ár síðani, at Javn-
aðarflokkurin fyrstu ferð
fekk umboðar á tingi, tå
Petur Mohr Dam og Mour-
entius Viðstein vóru valdir.
Friggjakvøldid klokkan
20:00 byrjar mentaløtan í
Trongisvágs skúla, tá Jó-
annes Eidesgaard, floksfor-
maður setur steynuna.
Summarkórið fer at syngja
kórsang, og Kanny Samb-
leben og Árni Hansen fara
at spæla lættan klassiskan
tónleik fyri violin og klaver.
Thomas Michael Smith
fer at lesa tilfar eftir P. M.
Dam, Katrin Jørgensen og
Tróndur Enni fara at spæla
ávikavist trompet og cornet
og solostykki við klaver-
fylgispæli.
Finn Juel Thomsen fer at
lesa upp yrkingar eftir M.
S. Viðstein og Ad Libitum
fer at spæla undirhaldstón-
leik. Eisini verður ein aft-
urlítandi = fotoframsýning
um arbeiðarargrsluna ser-
stakliga á Tvøroyri, og
verður hon opin báðar dag-
arnar.
Leygarmorgunin klokkan
9:30 fer Jóannes Dalsgaard,
mentamálastóri at tosa um
>Arbeiðarargrsluna serstak-
liga á Tvgroyri<. Karl Jesp-
ersen, fyrr. fakfelagsfor-
maður fer at hugaleiða um
P. M. Dam og Atli P. Dam
fer at siga frá pápa sínum.
Jákup Lindenskov, fyrrv.
landsstýrismaður fer at hug-
leiða um M. S. Viðstein.
Klokkan 13:00 fer Jóann- ”
es Eidesgaard, floksformað-
ur at tosa um Javnaðarrgrsl-
una politiskt og fakliga.
Danski umhvørvismåla-
ráðharrin, Svend Auken fer
at tosa um >Týdningin av
javnaðarhugsjónini í kom-
andi øldini«, og Leif Hág,
umboð fyri LO í Svøriki fer
at tosa um evnið:
>Globalisering - ein hóttan
ella ein møguleiki«.
Undir evninum >Javnað-
arflokkurin fakrørslan
frameftir« fara Jákup Dani-
elsen, fyrrv. formadur i
Starvsmannafelagnum, Jo-
an Ziskason, formadur i
Sjúkrasystrafelagnum, Sim-
un Abrahamsen, stjórnar-
limur f FA, Hans Hammer,
formadur f Fylking at hug-
leida.
Eisini fer Maria Petersen,
formaður í Sosialistiskum
Ungmannafelag at tosa um
>Javnaðarflokkin og fram-
tíðina<.
Tiltakið er alment og end-
ar við eini jubileumsveitslu
um kveldið.
P. M. Dam og M. S. Viðstein valdir á ting í 1928
EIRIKUR LINDENSKOV
Fyrstu umboð Javnaðar-
floksins á Løgtingi vóru
Petur Mohr Dam og Mour-
entius Viðstein, sum vórðu
valdir á valinum 23. januar
1928.
Av teimum 6.332 fólku-
num sum vóru á vali, valdu
671 Javnaðarflokkin, ella
10,6%.
Síðani 1906, tá vit fingu
floksbýti á tingi, høvdu bara
Sambandsflokkurin og
Sjálvstýrisflokkurin stillað
upp. Við valið í 1928 fingu
Sjálvstýrisflokkin og Sam-
bandsflokkin åvikavist
2.680 og 2.9:7 atkvødur.
Sjålvstyrisflokkurin fekk 11
mans, Sambandsflokkurin
fekk 10 mans, medan Javn-
aðarflokkurin fekk tveir
mans valdar.
Við valið í 1932 vóru
báðir javnaðarmenninir aft-
urvaldir. Sjálvstýrisflokkur-
in fekk nú 8 mans og Sam-
bandsflokkurin 11.
Í 1936 vaks Javnaðar-
okkur rættuliga fitt, og
fekk nú valdar seks mans.
Teir vóru Hans Jacob Poul-
sen á Eiði, sum kortini
doyði árið eftir. Fyri hann á
ting kom J. S. Heinesen í
Leirvík. Trónd Hansen,
urtagarðsmaður í Havn varð
valdur fyri Suðurstreym.
Men tá eisini hann doyði í
1939 kom J. P. Henriksen á
ting fyri hann. Á Sandi varð
Jóan Petur Davidsen valdur,
P. M. Dam var afturvaldur í
Suðuroy saman við J. H.
Danbjørg, lærara og Jacob
Nielsen, vitapassara.
Vid valid i 1936 stilladi
eisini Vinnuflokkurin
(seinni Fólkaflokkurin) upp
á fyrsta sinni, og fekk hann
tá tveir mans valdar, S. Ell-
efsen í Miðvági og C. H
Jacobsen í Havn.
Sjálvstýrisflokkurin og
Sambandsflokkurin fingu
við hetta valið hver sínar
átta mans valdar.
Javnaðarflokkurin stillaði fyrstu
ferð upp til Fólkatingsvalið 1926
EIRIKUR LINDENSKOV
Fyrstu ferð at Javnaðar-
flokkurin stillaði upp til val
í Føroyum, var til fólka-
tingsvalið í 1926. Hetta árið
vóru 3.998 fólk á vali, 2.462
valdu Sambandsflokkin,
1.046 valdu Javnaðarflokk-
in, meðan 490 valdu Sjálv-
stýrisflokkin.
Umboðan Føroya á dan-
atingi var tá á døgum ødr-
visi, enn hon er i dag. Tå
var rikisdagurin byttur i
tvinni kømur, Fólkatingið
og Landstingið, og høvdu
Føroyar ein lim í hvørjum
tingi.
Við lóg frå desember
1947 fáa Føroyar rætt til at
velja tveir fólkatingsmenn,
og varð fyrsta val eftir hesi
skipan 18. februar 1948.
Við nýggju grundlógini
frá 5. juni 1953 verður tann
broyting gjørd, at ríkisdag-
urin bara skal hava eitt ting,
fólkatingið.
Fólkatingsmaðurin var
valdur á sama hátt, sum
báðir fólkatingmenninir
verða valdir í dag, meðan
løgtingid valdi landstings-
mannin.
Seinasti landstingsmaður
Føroya var Hans Iversen í
Kvivik, sum tó bert sat frå
4. august til 21. september
1953. Poul Niclasen, sum
hevði umboðað løgtingid á
Landstingið doyði 3. august
1953.
Javnaðarflokkurin hevur
ongantíð havt umboð í
Landstinginum.
Petur Mohr Dam -
virkin i felagslivi
Umframt at vera politikari og lærari
var Petur Mchr Dam tann ídni stig-
takarin
Petur Mohr Dam er føddur í Skopun 11.
august í 1898 og doyði 8. november 1968.
P. M. Dam var sonur Ole Christian Dam,
handilsmann úr Kollafirði og Sáru Mariu
Dam, f. Olsen úr Vestmanna.
Petur Mohr Dam var sjúkligur í upp-
vøkstrinum, men fór til Havnar á Lærara-
skúlan i 1917 og tók læraraprógv í 1920
Árið eftir var hann sjúkur, men tók seinni
við lærarastarvi í Sumba, síðani í Trongis-
vági og so á Tvøroyri. Eitt skifti var P. M.
Dar eisini formaður í Føroya Lærarafelag.
Petur Mohr Dam var ein av stigtakaru-
num til stovnina av Javnaðarflokkinum, og
var hann formaður floksins næstan alla
tíðina til deyðadags í 1968.
Petur Mohr Dam baksaðist nógv við at
savna arbeiðs- og fiskimannafólkið til an-
deilsvirkir, m. a. Ísvirkið, Arbeiðaranna
Trolaradrift (AT) og fyrsta flakavirkið á
Tvøroyri. Hann var løgtingsmadur frá
1928 til 1968, undantikið nøkur ár av teim-
um, hann var løgmaður, tå hann hevdi var-
amann fyri seg.
Hann var fyrstu ferð valdur til løgmann i
1959, tá Javnaðarflokkurin vann stórsigur
og fyri fyrstu ferð gjørdist størsti flokkur í
Føroyum. Hann sat sum løgmadur hetta
skeiðið út, til Håkun Djurhuus tók við í
1963.
Petur Mohr Dam var fólkatingsmaður frá
1948-57 og frá 1964-67. Í sóknarstýrinum
í Froðbiar sókn síðan 1925 og formaður
1934-57, 1959-63 og 1967. Í mong ár var
hann eisini blaðstjóri á Sosialinum.
Eftir Petur Mohr Dam liggja nógvar yrk-
ingar, og nakrir sálmar og einstakar sýgur.
Hann var limur av mongum nevndum m. a.
í Skipafelagnum Føroya til 1955, i Trygg-
ingarsambandinum og Føroya Skúlastjórn.
Stjórnarformaður í AT, Tvgroyrar Skipa-
felag og ødrum feløgum á Tvøroyri um-
framt í Vinnulánsgrunninum.
Petur Mohr Dam var giftur við Raghild,
f. Strøm. Hon var fødd í Trongisvågi 12.
januar 1909 og doyði 11. august 1976.
Multime iatelda
Aptiva 2137-E53
AMD K6 233 MHz - 48 MB SDRAM - 2,1 GB hd
IS“ skerm - 24 x CD ROM - 3D grafikkort við I MB VRAM
Lotus SmartSuite 97 - Mús og tastatur
Avmarkad nøgd 11!
Figging: útgjald kr. 3.400,-
Rest yvir 12 mår.: kr. 600,- um mån
FARODANEKO
Tif. 311414 - Fax 317534