Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

} tíðindablaðið SOS Gospelkonsert í Nordurl Jon Lotterud Band Friggjakvøldid 7. august høvdu uml. 300 fólk leitað sær niðan í Norðurlandahúsið til eina frálíka gospelkonsert. Hetta var samstundis fyrstu ferð, at Jon Lotterud við orkestri og køn sínum soleiðis vitjar Føroyar Jon Lotterud er bæði góður sangari og tóna- og lag- smiðjur VICTOR CARLSEN Lat tað beinanvegin verða sagt, at Jon sum so mangur annars úlendingur hevur fingið ta sokalladu »føroya sjúkuna<, soleiðis at skilja, at hann neyvan hevur verið her fyri seinastu ferð. Í fjør vitjaði hann í samband við sangskeiðið sum Heima missiónin skipaði fyri norð uri í Nesvík, og tá hevur hann ivaleyst fingið hug skotið til at vitja aftur, hesu- ferð við manning síni Konsertin var sera mode rat, við frålika góðum og tilpassaðum ljóði til tey flestu oyruni, og byrjað var sera varliga við sangi, ið ynskti Guds náði at vera við okkum gllum somlum Soleiðis varð hildið áfram við fleiri kendum av fløgu Jon's, ið kallast »Mine tider«. Løg sum >Hvor fin's livet< og >Gi dem du en fremtid< vóru eisini sangir, (Mynd: Alvur Haraldsen) sum fangaðu áhoyrarnar væl. Nú er at siga um Jon, at hann hevði havt sín fingur við í teimum flestu løgun um sum vórðu spæld, og hann tekur tí rættuliga við- komandi evni upp í tí hann skrivar sangirnar um. Sang irnir >Mr. X< og >ulv í fáre klær« vóru sangir um menniskju hann hevur møtt og vit sum vanlig menn iskju hava so lætt við at gera okkum ósjónlig í mongdini og ikki siga hvørji vit eru Tað gerst lætt at gerast ein úlvur í lambsskinni, sum bert er úti eftir at finna brek ini hjá hinum. S--teiðis við ger Jon tað at hann skrivar um, og ivaleyst eru tað mong, ið kenna seg aftur í hesum Annars framførdu Jon og hansara manning fleiri góð- ar sangir, sum m.a. ein norð- maður, ið kallast Solberg og so heimskendi Andraé Crouch eisini høvdu skriv að. Ungu næmingarnir Kristin Solberg og Frode André Bjørkli komu sera væl frá hesum framførslum Tað bæði sást og hoyrdist, at lærari teirra Jon hevur lagt teimum gott í holdið við síni undirvísing Annars var stuttligt at hoyra »føroysku« krrødd- irnar í nøkrum av sangun- um, og setti hetta ein ser- stakan dåm å framførsluna. Hesar røddir man Jon hava valt sær ut aftanå sangskeiðið, tí sera reint og gott var at hoyra røttu fylluna, ið sangirnir kravdu skuldi vera við. Ivaleyst ein roynd, ið er verd at royna aftur. Aftaná fleiri sangir og samlaðu longdina uppá uml. hálvanannan tíma var tíð at gevast, men tað bæði sást og hoyrdist, at soleiðis sluppu gestirnir ikki, nei lurtarafjøldin vildi hava meir Og meiri sang fingu vit Enska lagið >He heals the brokenhearted< og >Náde være med dere« í føroyskari týðing fingu vit loyvi til at syngja saman við Jon og hansara manning. Satt at siga ein verdugur endi á eini annars frålikari konsert, ið eg persónliga merkti hevði givið mær góðan ferning fleiri dagar framhaldandi Orkestrið hjá Jon spældi sera væl og tøkk skulu teir hava fyri gott spæl. Jon Lotterud spældi tangentar og sang, Harald Skullerud spældi trummur og slag verk, Helge Harstad spældi á teimum ymsu bassunum og Hallgrím Bratberg spældi teir ymsu guitarrar nar Saman við ljóðútgerðini hjá Norðurlandahúsini hevði ADJ-Sound eisini latið ein part av útgerðini Takk fyri eina góða kon- sert - og vælkomin aftur Norsku næmingarnir framførdu egin løg og »My tribute« hjá A. Crouch R JG Menig Knappliga var mótt hinum upprisna Jesusi sioppin al byrja et nytt HV við n hedssem Frálíkar fóroyskar røddir luttóku eisini á konsertini i Norðurlandahúsinum, fríggja kvøldið Mynd: Alvur Haraldsen Harrin har Mong eru tey er g ú x 1 num Bæði tey, sum ongantíð fyrr høvdu mætt honum og tey, sum vóru fráfallin kólnaði og sum høvdu synd í sínum lívi. Kom og hoyr ein salvaðan Harrans tænara Møtini verða i Rhema, Staravegur 5 hesar tíðir: Mikukvøldid Hóskveldið Friggjakvøldid Leygardagin Sunnudagin . august august august . august . august kl. 20 kl. 20 kl. 20 kl. 10 og 20 kl. 11 og 18 ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN STARAVEGUR 5