týsdagur 11. august 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 148 — 11. AUGUST 1998
sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil & sosíalurin.fo
R Air
ítróttar SO
ÍTRÓTTUR
zu
13
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
www.sosialurin.fo
B36 hevur eftir 6 døgum fingið
6 stig imoti oddalidunum
Fótbóltur: HB styrkti um sína stóðu
í toppinum, spælimaskinan hjá GÍ steðgaði
upp, og suðuroyarliðini taptu tilsaman 14-2
Tað vóru felggini í miðstaðar-
økinum, sum fingu stig, og tað
vóru tey í útjaðaranum, sum einki
fingu.
Høvudsstadurin og Eysturoy
mugu metast sum miðstaðurin í
Føroyum. Í 1. deild í fótbólti er
hetta økid umboðað við seks lið-
um, og gll hesi liðini fingu stig í
vikuskiftinum. Suðuroyggin er
uttasti útjaðarin í føroyskum fót-
bólti, og hóast Borðoyggin ikki
er so langt burtur, so er Klaksvíkin
uttarlaga, í hvussu so er tá tað
ræður um fótbólt.
Urtøkan hjá útjaðaranum var
soltin hesa ferð. Annað vikuskiftið
á rað vórðu sumbingar sendir úr
Eysturoy við einum stórtapi uppá
6-0, og við sær suðuraftur høvdu
teir vágbingar, ið vístu lítið í
Runavík og taptu 4-1. TB hevði
vitjan av oddaliðnum, og hóast
tvgrámenn vóru ágrýtnir og vístu
tenn eina góða løtu, so vísa hag-
tølini, at tampurin brennur. Eftir
ellivu umfør eigur TB framvegis
fyrsta sigurin á, og tá ÍF vann og
Jan Guttesen og hinir í B36 hava upp á seks dagar vunnið á báðum oddaliðunum
fór uppum sumbingar, sum yvir-
tóku næstaftasta plássið, so sigur
tað okkum, at Suðuroyggin er ikki
serliga væl fyri í fótbóltskapping-
ini.
Komandi vikuskiftini verður
talan um lagnudystir í botnstríðn-
um. Tað verður spælt aftur longu
leygardagin, tí landsliðið skal til
Bosnia sunnudagin. Tá skal TB
til Klaksvíkar, IF skal út á Toftir,
og Sumba fær vitjan av B36. Og
annan sunnudag tørna TB og
Sumba saman á Sevmyri, og so
skal TB til Fuglafirðar.
Sum umfar dettur av umfari ger-
ast møguleikarnir at bøta um stød-
una alt færri, og tvgrámenn eru
greiðir yvir, at skulu teir yvirliva
Mynd: Álvur Haraldsen
í bestu deildini, so skulu teir vinna
ein ella helst tveir dystir tey næstu
trý umførini.
Hevuðsstaðurin undanvind
Fyri einari góðari viku síðani
hevði B36 tvær torførar uppgávur
fyri framman. Í Gundadali skuldu
teir bæði spæla ímóti HB og KI
Við gongdini fyrr í summar í huga,
hevði tað ikki verið óvæntað, um
B36 einki fekk burturúr. Nú eru
uppgávurnar loystar, og úrtgkan
hjá meistaraliðnum var seks stig,
og tað ger, at teir av álvara eru
við í kappingini um pláss í Europa
Cup.
Tey bæði næstu vikuskiftini eig-
ur B36 Sumba á útivglli og IF á
heimavelli, og so fáa vit at síggja,
um teir fara at standa seg eins væl
ímóti botnliðunum, sum teir hava
gjørt ímóti oddaliðunum.
Urslitid hjá HB á Sevmyri vísir,
at teir á ongan hátt vórðu rendir
um koll av ósigrinum ímóti B36
Leygardagin fáa teir vitjan av NSÍ,
sum framvegis liggur á bronsu-
plássi og sum ofta hevur staðið
seg væl í Gundadali ímóti havn-
arlidunum.
Um NSI komandi år fyri fyrstu
ferð skal fáa møguleikan i Europa
Cup velst nógv um avrikini næstu
vikurnar, tí eftir vitjanina í Gund-
adali fáa teir í Runavík vitjan av
KI
Strevið hjá GÍ
Gøtumenn vístu ikki Europa Cup
stev, tá teir leygardagin bara fingu
eitt stig á heimavelli ímóti tofta-
monnum
Longu hósdagin verður GI aftur
á heimavglli — á Toftum. Tá fáa
teir vitjan av ungverska toppliðn
um MTK Budapest, og tað er ikki
hvør sum helst. Teir vóru meist
arar í 1997, og teir vunnu steypa
kappingina bæði í 1997 og í 1998
Í Europa Cup háva teir m.a. spælt
ímóti Croatia Zagreb, jugoslavisk-
um snillingum, sum B68 i 1993
fekk ein dyggan lúsing frå. Im6ti
teimum vann MTK 1-0 á heima-
velli, men tapti 2-0 á útivelli. Sc
tað kann roknast við, at fótbólts-
spæl á høgum stødi verður at
síggja á Svangaskarði hósdagin
Skráin hjá GÍ er sera strong, tí
longu leygardagin skulu teir til
Vágs at spæla ímóti VB
B68 og Ki ósteðug
Vónirnar um fyrsta FM heitið sid-
ani 1991 kyknaðu í Klaksvík í
síðstu viku, tå B36 hevði vunnið
á HB. Tað er framvegis møguleiki
fyri, at KÍ kann vinna FM, men
nú hava teir ikki støðuna í sínun
hondum. Høvdu teir vunnið ímót
B36, so bar til hjá KI at vinna FM
uttan hjálpt frá gðrum. Tað ber
ikki til longur, tí nú er munurin ti
HB fimm stig, og so er neyðugt at
vóna, at td. GI annan sunnudag
vinnur á HB í Gøtu
Mest óvæntaða úrslitið mundi
fyri mong vera, at B68 fekk stig
við úr Gøtu. Fyri toftamenn sjålv-
ar var hetta ikki heilt óvæntað, tí
tað hevur ofta víst seg, at teir hava
staðið seg væl í Sarpisgerði, eisini
tå GI var besta liðið í landinum
Toftamenn og klaksvíkingar
hava tað til felags, at teir eru í
støðugir. Tað ber ikki til at rokna
út, hvussu tað fer at hilnast næstu
ferð. Komandi leygardag fær B68
vitjan av IF, og annan sunnudag
skulu teir til Vágs. Um avrikir
vera eins sannførandi, sum avrikið
í Gøtu var, so ber til hjá B68 at
lyfta seg upp um miðjuna, men
tað ber eisini til at ímynda sær, at
årtøkan verður lítil
Hjá KI er á sama hátt. Teir eru
óstýðugir, og hóast uppgávan á
heimavelli ímóti TB á papírinun
sær hópin lættari út enn útidyst
urin ímóti NSI og heimadysturir
ímóti GI, so er vónleyst at sig:
nakað um avrikini frammanund
an. Tað ræður um, hverjum hýr
klaksvíkingarnir eru í