týsdagur 11. august 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SOS
Nr. 148 — 11. AUGUST 1998
90 ára fødingardagurin í
Klaksvík var eitt plettskot
Veðrið var so gott, sum tað ikki ber til at rokna við, at tað skal vera, og klaksvíkingar og gestirnir
hjá teimum drukku 4.200 koppar av kaffi og te umframt alt tað, sum Føroya Bjór heyði at bjóða
Orn JÓannEs HANSEN
MYNDIR: Jan MULLER
Klaksvikin hevur latid seg
i aftur gerandishamin. Hå-
tidardåmurin er goymdur
burtur, og vinnuliv og heim-
aliv er vid at finna aftur til
tad dagliga, samstundis sum
skålarnir gera klårt til i
komandi viku at taka ímóti
teimum, sum fara undir eitt
nýtt skúlaár.
Veðrið er eisini komið
aftur í sítt vanliga lag. Hóast
fleiri framsýningar vóru á
90 ára fødingardags skránni
sunnudagin, so var formligi
endin leygarkvøldid, og
morgunin eftir var veðrið í
einari meiri vanligari útgáv-
u, enn tað hevði verið há-
tíðardagarnar. Sum tað leið
út á fyrrapartin seig mjørk-
in seg um Borðoyarnesháls,
Háfjall, Halgafelli, Klakkin,
Oyrafjall, Kjølin og Kunoy-
arnes, fram ímóti middegi
kendist år honum, og út á
seinnapartin regnaði
Fyri tey, sum leygardagin
høvdu latið hoyggj vera
hoyggj og í staðin luttóku í
veitsluhaldinum í Klaksvík
var tað sjálvandi harmuligt,
at terrin ikki skuldi halda
sær, men tey flestu mundu
hugsa við sær sjálvum, at
tað var nú heppið, at veðrið
skuldi arta sær soleiðis, sum
tað gjørdi fríggjadagin og
serliga leygardagin
Tølini tala
Leygarmorgunin bjóðaði
Klaksvíkar byråd øllum t
ein kopp av kaffi, te, øl
sodavatn og vinarbreyð í
Nólsoyar Pálls getu. Borðið
var 80 metrar langt, og í
góðveðrinum meti ein ør
grynna av fólki upp. Bæði
klaksvíkingar í Klaksvík og
teir, sum búleikast aðra
staðni, men sum ikki hava
gloymt røturnar. Vidhvørt
ivadist tå i, hvat samband
hesin og handan høvdu vid
Klaksvikina og f hvussu so
er í einum før togaði gest-
urin koyrikortid úr lumm-
anum fyri å tann hått at stad-
festa, at fødistadurin var
Klaksvik og tad i 1957!
I Leirvik var ein ørgrynna
av bilum, sum stóðu har í
vikuskiftinum. Og Dúgvan
førdi fleiri bilar og ferðafólk
um Leirvik: 'órð, enn teir
gjørdu í vikuni rundanum
6lavsøkuna.
I fyrstu vikuni av av aug-
ust ferðaðust 6.300 fólk vid
Dúgvuni og bilatalid var
2.000. Bara 7. august førdu
teir 1.252 ferðafólk.
Hvussu nógv fólk var til
morgunmatar hjá býráðnum
er ilt at meta um, men tað
vóru omanfyri tvey túsund
og kanska væl fleiri oman-
fyri tað talið.
Føroya Bjór skonkti jolly
og pylsnargl, men vit hava
ikki frætt, hvussu nógv rann
úr teirra tunnum. Bakaríið
hjá Símuni syrgdi fyri kaffi,
te og vinabreyði, og tað
gekk, so segði hann — sum
heitt breyð!
3.200 koppar av kaffi
vórðu skonktir, eitt túsund
te koppar, og 4.400 stykki
av vinabreyði, sum í alt vór
u trý hundrað metrar til
longdar. 15 fólk syrgdu fyri
at nakað var á borðunum
alla tíðina r fimm stóðu
støðugt og bryggjaðu kaffi
Utsynningur og útsynn
1gurvestan €ru vinmenn
við klaksvíkingar. Veðrið
var so mikið gott hesa løt-
una fyrrapartin leygardagin,
at tú sást ongan frakka ella
jakka, og fleiri gingu hvít-
klædd og tosaðu, skemtaðu
og hugnaðu sær.
Poul Schlúther sást mill-
um gestirnar. Hann tóktist
lítið nervadur av, at illa
staddi konservativi flokkur-
in nú hevur heitt á hann um
aftur at taka við leiðsluni
(tað vil hann ikki). Hann
heilsaði upp á nógv fólk, og
tá býráðsformaðurin pres-
enteraði ein kendan klaks-
víking, Franklin Ziska, fyri
honum sum svág hjá Hák-
uni Djurhuus, sála, fyrrver-
andi løgtinsmanni, løg-
manni og félkatingsmanni
fyri fólkaflokkin, helt
Franklin fyri, at Hákun var
stoltur av at vera svágur
hansara!
Grevin í fortíð
og nútíð
Leygardagurin var allur
sum hann var ein dýrdar-
dagur.
Inntil klaksvikingar í des-
ember f 1974 fingu svimji-
høll var vanligt at leita sær
út í Grey um sumrarnar.
Tey, sum nú eru miðaldr-
andi og eldri enn tað, minn-
ast Pól Juul í Grótinum sum
umsjónarmann. Hann plag-
di at máta hitan, og tað var
veldugt, tá hann boðaði frá,
at nú var vatnið fimtan stig
ella meiri enn tað.
Seinnapartin leygardagin
var tónleikur og sangur av
øllum hugsandi slagi úti í
Grøv, og fólkameingið var
so stórt, sum tað ongantíð
hevur verið áður. Småbørn-
ini hugnaðu sær í ánni, og
tey vaksnu kokkaðust, prát-
aðu og undraðust yvir, at áin
ikki er stórri, enn hon er, og
at hyljarnir báðir, sum frá
fyrst í øldini og sjeyti ár
fram vóru karmarnir um alla
svimjiundirvísing í Klaks-
vík, ikki eru stórri, enn teir
eru. Fyri tríati og fýrati ár-
um síðani tóktist tað at vera
nógv víðari til veggja og
djúpari niður á botn, enn tað
nú vísti seg at vera!
Vordid sum fyrverkari
Endahátíðarhaldið í Christ-
ianskirkjuni var akkuråt so
tignarligt og hátíðarligt,
sum tað skulid vera.
Nýggja Klaksvíkskórið
sang, og Jógvan Liitzen,
formaður í mentunarnevnd-
ini hjá býráðnum, heilsaði
mannfjøldini og útlendsku
gestunum, sum fóru av aftur
landinum sunnudagin og í
gjár. Nýggi sóknarpresturin
í Klaksvík, Hens Eiler
Hammer, las bíbliutekstin,
og nýggi viðareiðisprestur-
in, Meinhard Bjartalíð,
stjórnaði kórinum, har
helmingurin er manning úr
17 sangarum, sum aftur eru
úr sangkórinum í Betesda.
Orgulkonsertin var góð,
men hon tóktist kanska í so
drúgv hjá fólki, sum er í
hátíðarhaldi.
Finalan var í Akursmørk.
Millum lítið og einki av
druknum fólki var at síggja
og hoyra, og onkur helt fyri,
at fullasti og mest trillrundi
í Klaksvíkini hesa dýrdar-
løtuna var mánin. Hann stóð
spegilsblankur og rundur
yvir Borðoyarvík og smílt-
ist oman yvir fródligu
mannfjøldina, sum sang í
felagi, bædi å føroyskum og
hinum norðurlendsku mål-
unum — hetta mundi vera
fyrsta ferðin at tey flestu
vóru við til at syngja danska
tjóðsangin á tamb (hann tel-
ur fýra vers).
Rosinan í pylsuendanum
var fýrverkaríið, sum
kommunan hevi rindað, og
sum skótarnir enn eina ferð
skipaðu fyri. Litur og ljóð
var meiri, enn tað nakrantíð
hevur verið, og tað bar væl
til at sammeta tað við tað,
sum sæst í Tivoli í Keyp-
mannahavn.
Veðrið var so mikið klárt,
stilt og friðfult, at himmalin
stóð í ljósum loga, og krút-
roykurin mundi ikki farið
burtur.
Frágera vakurt, tignarligt
og hátíðarligt. Um tíggju ár
er hevur Klaksvíkar komm-
una hundrað ára fødingar-
dag, og stødid, sum teir løg-
du á 90 ára fødingardags
haldinum ger at krøvini til
haldið um tíggju ár eru stór!
Mett verður at ímillum
4 og 5.000 fólk vóru
framvið í Nólsoyar
Pålsgøtu og fingu sær
upp í munnin av onkr
um góðum í góðveðr-
inum leygardagin. So
nógv Wwienarbreyð
varð etið, at tað svarar
til góðar 300 metrar 4