Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

——— ner I Nr. 148 — 11. AUGUST 1998 itrottar matchvinnari Fótbóltur: Tvær ferðir innan eina viku hevur B36 verið aftanfyri, men kortini megnaði at vunnið. Og báðu ferðirnar hevur Jákup á Borg skotið avgerandi málið EMiL L. JACOBSEN Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar sunnudagin, tå KI gloymdi sín barnalær- dóm og gav B36 tvey stig í allarseinastu ltu. Stadionurið vísir 46:00, og tey flestu bíða bert eftir seinasta bríkslinum hjá Nik- lasi á Líðarenda. Stødan er 2-1 til B36, men tað hevur brent rættiliga nógv á framman fyri málinum hjá heimaliðnum seinastu løtur- nar. Og so stendur John Han- sen knappliga í góðari skot- stóðu. Hann útplaserar Egin Høgnesen og javnar til 2-2. Eingin tid er eftir, men i staðin fyri at iðra seg um mista sigurin, setir B36 dystin f gongd aftur, og Jåk- R Nn = Ssostaluln up á Borg fær fría ferð heilt fram móti málinum og skor- ar til 3-2, áðrenn Kl-leikar- arnir hava fingid armarnar niður aftur. B36-húsið og Kl-venjarin á gosi, og B36 vinnur dystin 3-2. Fram til tá hevði ikki ver- 15 B36 hevur innan eina viku vunnið 3-2 á báðum oddaliðunum HB og KÍ. Og í báðum førum hevur Jákup á Borg, sum her togast vi3 Símun W. Høgnesen, skotið avgerandi málið Mynd: Alvur Haraldsen ið nakað, sum kundi fingið fólk at minst aftur á henda dystin. KI kom á odda, tá tjúgu minuttir vóru spældir. Arn- old Joensen setti ferð á nak- að úti í vinstru síðu, og hann sendi inn um B36-verjuna til Heðin á Lakjuni, sum bert skuldi seta fótin á. Eitt frálíkt mál, sum gav klaks- víkingum sálarligu yvirvág- ina eina løtu. B36 kom tó skjótt fyri seg og royndi at trýsta, meðan KI tók seg longur aftur Seinni hálvleikur byrjaði, sum tann fyrri endaði, og tað lá í luftini, at heimaliðið fór at fáa eitt útjavnandi mál. Tað kom, tá ein tími var spældur. Eitt hornaspark úr vinstru síðu endaði á pann- uni hjá John Petersen, sum stútaði á tvørstongina Mikkjal Thomassen fylgdi væl við og var fyrstur at seta høvdid undir bóltin, tá hann kom útaftur. B36 hevði tå havt bóltin mest, men kontraálopini hjá KI vóru vandamikil, og ser- liga høvdu B36-ararnir trupult at fylgja vid Arnoldi Joensen. Jens Kristian Han- sen var heppin at sleppa vid einum gulum korti fyri eina neyðbremsu, og Bjarni Pri- or, sum var yvirgearaður, kundi eisini verið rikin av velli, men endaði í staðin við at skaða seg sjálvan, so hann noyddist út. Í hinum endanum fekk B36 eitt mál kolldømt, ti dómarin metti, at fríspark varð gjørt móti KI-målverj- anum Gunnari á Steig. Tað skuldu ganga 81 min- uttir, áðrenn B36 kom á odda fyri fyrstu ferð í dyst- inum. Trunkaspæl framman fyri KÍ-málinum endaði við, at Gunnar hálvbjargaði einum skoti, og so kundi jugoslaviski verjuleikarin Nino Milankovic skjóta sítt fyrsta mál fyri B36 KÍ legði nú eitt tungt trýst á B36, sum royndi at verja sum best. Alt bendi á, at årslitid av Olavsøkudystin- um millum hesi bæði liðini fór at endurtaka seg, men so skoraði John Hansen í yvirtíðini. Men dysturin var framvegis ikki liðugur, og Jákup á Borg bleiv match- vinnari fyri aðru ferð innan eina viku B36 hevur nú megnað at vunnið á nummar eitt og nummar tvey í kappingini innan fyri eina viku, og í báðum førunum hava teir verið aftanfyri, men eru komnir afturíaftur. KI misti eitt týðandi fet í kapprenn- ingini við HB, men enn eru allar súðir ikki syftar, og HB hevur framvegis eina vitjan í Klaksvík til góðar Um B36 hevði uppiborið at vunnið sunnudagin, er torført at siga. Teir høvdu bóltin meir, meðan KÍ, sum stóran part av dystinum hugsaði mest um at verja, eisini hevði fleiri góðar møguleikar, sum ikki vórðu útnyttaðir Klaksvíkingar hava eisini alla orsøk til at iðra seg um, at teir ikki fingu í minsta lagi eitt stig burtur úr dyst- inum. Sigursmálið hjá B36 var gott, men KI kann bert takka sær sjálvum fyri, at tað kom. LÍF avgjørdi alt í fyrra hálvleiki Fótbóltur: LÍF vann fyrra kálvleik av dystinum móti B36 3-0, og so var eingin ivi um úrslitið EMiL L. JACOBSEN At LÍF ætlar at gera seg galdandi í ovasta partinum av 2. deild, lótu teir ongan iva vera um leygardagin, tá teir vunnu 5-1 á B36. Leirvíkingar eru í løtuni á ødrum plássi í deildini, og munurin upp til oddaliðið B71 er bert eitt stig. Tað eru eftirhondini nógv ár, síðani LÍF veruliga gjørdi um seg í bestu deild- ini, men í Gundadali standa teir seg vanliga væl. Í dystinum leygardagin var sera lítil ivi um, hvønn veg stigini fóru, og tå eitt korter var spælt, var stødan 2-0 til LÍF. Kristian Eliasen royndi seg við langskoti, sum Dán- jal Bærentsen í B36-mál- inum fekk bjargað til horna. Hornasparkið endaði hjá Kristiani Eliasen, sum hesa- ferð fekk bóltin í málið til 1-0. Tá vóru átta minuttir spældir, og átta minuttir seinni lá bólturin aftur í B36-málinum. Hesaferð var tað Tórhallur: Justinussen, sum trekti og skoraði. Tá hálvur tími var spæld- ur, hevði B36-liðskiparin Finn Merk ein stóran kjans, tá hann rak ígjógnum alla LIF-verjuna, sum var meira upptikin av at ansa eftir hin- um B36-arunum. Men Trúgvi í LIF-målinum fekk bóltin av Finni, og sum heild stóð LÍF-málverjin sera stinnur í mann-móti- manni stóðum, sum tað vóru fleiri av í dystinum. Tá eini tíggju minuttir vóru eftir av hálvleikinum, økti Jonhard Høgnesen til 3-0 eftir langan bólt fram í høgru síðu, og so var eingin ivi longur. B36 kom annars væl við móti endanum av fyrra hálvleiki, men tað vóru leir- víkingar, sum alla tíðina høvdu tamarhald á støduni, og sum eisini høvdu flestu kjansirnir. Tað skuldu ganga 35 min- uttir av seinna hálvleiki, áðrenn nakað mál kom aft- urat, og tað var B36, sum tá minkaði til 1-3. Men í sein- LÍF er framvegis bert eitt stig aftanfyri B71 eftir 5-1 sigurin á B36 leygardagin astu minuttunum fekk LÍF tvey mál afturat, so endaliga stødan bleiv 5-1. LIF visti heilt gott spæl til tidir, og teir hava eina sterka verju og ein góðan málmann. Um liðið hevur 1. deildarstødi, er kortini ein heilt annar spurningur. Sjálvir halda leirvíkingar ikki, at teir hava so nógv at gera í bestu deildini, og tað verður eisini neyðugt at styrkja seg við nýggjum spælarum, um tað kemur so Vítt. Mynd: Alvur Haraldsen Men tað man vera lítið at ivast í, at LÍF fer at vera millum tey ovastu liðini, tá kappingin er liðug. So er spurningurin bert, hvussu ovarlaga teir enda.