Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 ítróttar = ig! } CA Nr. 148 — 11. AUGUST 1998 TB brendi og so vann oddaliðið Fótbóltur: Sigursleysa botnliðið hevði ikki eydnuna við sær, tá teir høvdu møguleikarnar, og so gjørdi breiddin hjá oddaliðnum seg galdandi At tað vóru suverena odda- liðið og sigursleysa botn- liðið, sum tókust á Sevmyn, sást lítið til eina langa løtu Skuldi TB gera nakað við HB. so skuldu teir gera tað beinanvegin, og tað tóktust teir á heimaliðnum væl at vera greiðir yvir. Teir løgdu fyri við stórum áræði og nógvar! ferð. Tað var einki við at botnliðið kreyp í djåpari virðing fyri havnar- monnum, ella hverjir teir nú eru, sum manna toppin í før- oyskum fótbólti TB spældi 4-4-2 við Ola Johannesen og Hans Hammer í fløtu miðverjuni, og vid Peturi Oluf Joensen á miðvallarplássinum, sum Pól F. Joensen plagar at rekja (uppgávan var m.a. at bakka upp, tá vongverjarnir báðir — Jón Tórður Holm og Andrass Nolsøe — fóru fram vid) Fyrstu løtuna vóru teir á heimaliðnum minst líka væl við, sum oddaliðið var tað, og á hálva tímanum var tað sera óheppið fyri tvørå- menn, at tað ikki eydnaðist teimum at fáa mál, tí tá høvdu teir eftir lítlari tvær ferðir høvi at skora Dan Mortensen, sum var miðvallari i høgru, fekk hesar bådar rimmar møgu- leikarnar. Hin fyrri var so stórur, sum tú næstan ikki kanst rokna við at fáa, og als ikki ímóti oddaliðnum sum tað higartil ógvuliga sjáldan er skorað ímóti Men til stóra iðran fyri trú- føstu áskoðararnar á Tvør- oyri, so fór bólturin úr seks metra fjarstødu og við síð- una av málinum Sami spælari fekk lítla løtu seinni nýggjan møgu- leika eftir innlegg frá Tórð- uri Holm, Dan Mortensen tveitti seg og stútaði, men heldur ikki hesa ferð eydn- aðist at fáa bóltin inn um Bárður Johannesen, sum hesa ferð vardi málið hjá HB, og sum gjørdi tað so mikið væl, at tað ikki tóktist vera nakar veikleiki, at Kaj Leo Johannesen sat uttan- fyri við brákaðum lítlafing- rn HB tætt vid Og so gekk, sum tað so ofta gongur í fótbólti. Beint eftir stóru TB møguleikarnar vóru teir í HB nær við fleiri ferðir. Jens Erik Rasmus- sen, sum spældi væl í vinstr- u, var tvær ferðir uppá spæl eftir lítlari løtu. Fyrru ferð- ina snýtti hann tveir ella tríggjar, áðrenn hann legði innfyri, men Magni á Lakj- uni, sum við stuttum skot- bráði var komin heim úr Danmark at hjálpa nýggja felagnum hjá sær (hann fór av aftur landinum í gjár), tøvdi eitt sindur, og so var tann møguleikin burtur Seinnu ferðina royndi Jens Erik Rasmussen seg við skoti ímóti málinum eftir innlegg frá Halli Danielsen, men Rolf Christiansen fekk bent bóltin um út um stólp- an og til hornaspark. Heilt stutt undan hvíldini var um reppið, at Allan Mørkøre og Súni Fríði Jo- hannesen komu igjøgnum, men Andrass Nolsøe kom imillum, og få sekund fyri síðsta bríksl var um reppið, at Magni á Lakjuni og Súni Fríði Johannesen settu hol á. Trý mál í seks minuttir Bæði út frá møguleikunum fram ímóti endanum á 1]. hálvleiki og við støduni á stigatalvuni í huga var tað ikki annað enn væntandi, at tað fór at vera HB, sum fór at vera omaná seinna um- farið. Men TB legði aftur so sera ágangandi fyri í 2. hálvleiki. Teir royndu at jagstra HB menninar yvir allan vøllin. Tað eydnaðist bara partvís. Ferðin gjørdist stór, HB megnaði ofta at spæla seg úr trongstøduni, og eftir 48 og 51 minuttir fingu teir mál. Fyrst sendi Jens Erik Rasmussen frí- spark úr vinstra horni og tvørtur um, Jóhannes Joen- sen stútaði uppá tvørs aftur, og Allan Mørkøre stútaði úr stuttari fjarstødu og í málið. Tvøråmenn vóru sera mis- nøgdir við, at dómarin ikki dømdi bóltin at vera úti, áð- renn Allan Mørkøre fekk krúllin undir hann Spælarar og áskoðarar á Sevmyri mettu eisini bóltin at hava verið úti, tå HB økti. Spælararnir steðgaðu upp, men tá dómarin tagdi, streyk Súni Fríði Johanne- sen avstað, legði til nýggja TB hevði møguleikarnar, men kendi ikki sina vitjunartíð i dystinum móti HB álopsmakkaran hjá sær, Magna á Lakjuni, sum hegnisliga lyfti upp um Rolf Christiansen, og so var 2-0. TB gjørdi eina síðstu roynd at koma afturíaftur, og bara triggjar minuttir eft- ir seinna HB málið eydn- aðist tað Zoran Pavlovic at koma igjøgnum og munka um munin. Málið hevði eina øgiliga leikferð við sær. Tvøråmenn fluttu sítt fólk langt fram og royndu at leggja trýst á, og hetta bar møguleikar við sær í báðum endum. Ikki minst snarálop- ini hjá HB vóru vandamikil, og ta einu ferðina vardi Rolf frágera væl, fyrst við bein- unum, tá Hallur Danielsen royndi seg og so við hond- unum, tá retururin varð stút- aður ímóti málinum. Breiddin hjá HB TB hevði ikki hepnið við sær, tá teir høvdu sínar møguleikar í 1. hálvleiki, og tað eydnaðist ikki at javna til 2-2. Soleiðis gongst ofta hjá botnliðum, og sum 2. hálvleikur leið gjørdist tað alt meiri sjónskt, at venjing- arstødan hjá HB og breiddin á liðnum er góð, og serliga er tað Allan Mørkøre, sum er væl fyri. Landsliðsmaðurin um- setti brotsspark til 3-1, tá tað restaði eitt korter. Tað var í sambandi við frísparksinn- legg, at dómarin dømdi Ola Johannesen at hava felt (Savnsmynd) Hans á Lag. Og stutt fyri leiklok var Allan Mørkøre aftur upp á spæl. Hann breyt fgjøgnum í høgru, har TB verjan var tunn, legði inn- fyri til John Hera Dam, sum hevði loyst Magna á Lakj- uni av (ætlanin hevåi annars verið, at Magni bara skuldi spæla 1. hálvleik), og John Heri Dam skoraði úr 16 metrum. HB viðhaldsfólkini, sum vóru farin suður, fegnaðust saman við sínum monnum, meðan TB fólkini ásannaðu, at tað er og verður torført. Nú skulu teir til Klaksvíkar, og so koma lagnudystirnir ímóti ÍF og Sumba! jh Sandoyingar hildu fast um leiðsluna við máli í evstu lotu Fótbóltur: B71 var nær við at missa leiðsluna í 2. deild til LIF, men fekk avgerandi mál í yvirtíð EmiL L. JACOBSEN B71 hevur sett kósina upp móti 1. deild. Tað sær tað í øllum førum út til, eftir at sandoyingar leygardagin megraðu at vinna tøttu upp gerðina móti FS Vágum Dysturin var mestsum liðugur, og spælt varð eftir tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, tá Kári Nielsen megnaði at fáa bólun í neuð hjá heimaliðnum Málið var annars sera gott. Kári byrjaði sjálvur á lopið og sendi út í høgru, har ein sandoyingur so sendi innfyri fyrstu ferð Bólturin varð snittaður víð- ari, og har kom Kári, sum hevði fylgt við fram, og setti bóltin í netið Tað var ikki heilt í tråd við dystzrgongdina, at B71 skuldi fara við øllum. Men soleiðis gongur tað ofta, tá oddaliðini eru í trupulleik- um, og Valdemar í B71- málinum bjargaði framúr væl ta einu ferðina, tá John Johansen fekk ein bólt stungnan inn um verjuna hjá sandoyingum. FS Vágar kundi eisini av réttum iðra seg eitt sindur um, at teir ikki fingu nakað burturúr dystinum. Våga- menn eru komnir væl fyri seg eftir slaku byrjanina, og tad hevur styrkt munandi um liðið, at menn sum Jógvan Hendrik Samuelsen og Valbjørn Ole-Jacobsen aftur eru við. Men tað var altso ikki nóg mikið móti 571, sum fram- vegis hevur oddasessin í 2. deild, eitt stig framman fyri LIF. Hesi bæði liðini hava nú lagt eitt sindur av sjógvi ímillum seg og hini, og um henda stødan heldur sær fram til 5. september, tá leir- víkingar skulu til Sands, er lagt upp til ein sera spenn- andi dyst við Maginskúlan. Tað má eisini sigast at gera kappingina í 2. deild eitt sindur meira áhuga- verda, at trý tey ovastu lið- ini í deildini nú eru lið, sum ikki eru umboðað í 1. deild, og sum tískil spæla fyri uppflyting. Tað má jú vera tað, sum kappingin fyrst og fremst skal snúgva seg um. ylg við ítróttinum í Sosialinum