Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 148 — 11. AUGUST 1998 Nú sleppa føroyingar at royna seg móti grannunum Fótbóltur: Avtala varð um vikuskiftid gjørd um NM kapping, sum skal strekkja seg yvir fimm år Fyri fyrstu ferð síðani danir vóru við til at seta fót fyri royndunum hjá svium og hinum europeisku londun- um at velja Lennart Johans- son til formann í FIFA, hitt- ust norðurlendsku fótbólts- sambondini til fundar leyg- ardagin. Fundurin var í Malmø, og tað kann ikki sigast annað, enn at formenninir og aðal- skrivararnir fingu nógv av skafti teir fýra tímarnar, teir vóru á fundi. Kappingin Fyri føroyskan landsliðsfót- bólt kom tað stak væl við, at fundurin samdist um, at nú skal farast undir eina norðurlendska kapping fyri landslið. Tað verður roknað við, at tað verður farið undir kappingina longu komandi ár, og ætlanin er, at hon skal fevna um fimm ár. Tað vil við ødrum orðum siga, at hon verður liðug í 2004. Tað ber væl til at ímynda sær, at fleiri av norðurlends- ku londunum fara at koma í bólk saman, tá tað um hálvt annað ár fer at verða kast- aður lutur um, hvussu lond- ini skulu bólkast í undan- kappingini til HM enda- spælið, sum verður í Japan og Suðurkorea í 2002. Um so verður, so fer tað av vera lagt soleiðis til rættis, at hesi londini ikki fara at spæla í norðurlendsku kappingini, meðan tey eru í undankapp- ingarbólki saman. Endiliga eydnaðist Gamal dreymur ; Torleif Sigurdsson og Isak Mikladal, åvikavist formad- ur og aðalskrivari í FSF, vóru á fundinum, og teir eru fegnir um, at tað eydnaðist at fáa hesa kappingina í lag. Bæði tí at tað verður mett, at ein tílík kapping kann vera við til at styrkja sam- starvið — tað er týdningar- mikið at hava okkurt itøki- ligt at samstarva um ístaðin fyri bara at tosa saman, og so hevur tað ítróttarligan tydning fyri føroyskan fót- bólt: — Hjá okkum kom hetta stak væl við. Okkara trup- ulleiki hevur verið, at tað hevur verið sera torført ella mest sum ómgguligt at fáa onnur lond higar at spæla venjingardystir, men nú fáa vit hetta í einari skipaðari kapping, og tað er frálíkt, sigur Torleif Sigurðsson. Hvør er upprunin til hetta? — Íslendingar hava ofta havt uppskot frammi um at skipa fyri sovornari kapp- ing, men tað hevur áður ver- ið tyduligt, at størru tjóð- irnar ikki hava verið serliga áhugaðar. Tær hava altíð drigið eina rød av orsøkum fram, sum hava talað fyri, at tað ikki ber til at hava slíka kapping, og tí kom tað óvart á, at tað hesa ferð gekk so væl at fáa uppskotið ígjógnum, sigur Torleif Sig- urðsson. Hann greiðir frá, at hesa ferð løgdu íslend.“gar upp- ítróttar skot fram um at kappingini skuldi avgreiðast yvir fýra ár, og at tað skuldi spælast í tveimum bólkum, og so skuldu vinnararnir spæla um norðurlendska heitið. — Per Omdal, norski for- maðurin, helt tá fyri, at tá tað varð farið undir kapp- ingina, so kundu øll liðini tað sama spæla ímóti øllum, og tí mælti hann til, at kapp- ingin skuldi røkka yvir fimm ár, og at øll liðini skuldu spæla ímóti hvørjum ødrum. Og tá hann mælti til tað, var eingin mótstýða, og uppskotið varð samtykt. Noreg, Svgríki og Dan- mark hava áður spælt í skandinaviskari kapping, og áður var rættuliga vanligt, at tey norðurlendsku lands- liðini hittust í venjingar- dystum, men nú er nakað síðani, at teir góvust við hesum. Tað vóru ikki stund- ir til tað, kappingin var ikki nóg áhugaverd fyri áskoð- ararnar, og fíggjarliga var hetta ein kleppur vóru nakr- ar av grundgevingunum, men nú verður roynt aftur, og nú er Føroyar við í spæl- inum. søn åbyrgdina tlanin er, at oe landið skal spæla eina ferð á heimavelli og eina ferð á útivelli ímóti øllum hinum londunum tey næstu fimm árini. A fundinum leygardagin varð avrátt, at ein nýggjur fundur skal vera í novemb- er. Á tí fundinum skulu að- alskrivararnir leggja eitt uppskot um eina skrá á borðið til stødutakanar Hvert landið fer at hava figgjarliga ábyrgd fyri sær sjálvum. Tað vil siga, at tá spælt verður í Føroyum eiga føroyingar inntøkuna og gestirnir rinda fyri at koma higar. Mangla bara Svøriki Hóast hetta verður fyrsta norðurlendska fótbólts- kappingin millum landslið síðani føroyskur fótbóltur kom uppí altjóða fótbólts- familjuna, so er tað ikki púr- a nýtt hjá føroyingum at spæla ímóti tjóðunum, sum vit rokna at vera okkara næstu grannar — um ikki landafrødiliga so mentun- arliga. I 1990 og 1991 vóru Før- oyar og Danmark vid i som- u EM undankapping. Dan- mark vann 4-1 i Keyp- mannahavn og 4-0 í Lands- krona, Noreg og Føroyar spældu tveir venjingardystir í 1992 og í 1993 — Noreg vann 2-0 í Oslo og 7-0 á Svangaskarði, og í 1994 og í 1995 vóru Føroyar og Finnland við í somu EM undankapping. Finnland vann 5-0 í Helsingfors og 4-0 á Toftum. | Føroyar og Ísland hava spælt fýra venjingardystir — ein í Gundadali og tríggjar í Íslandi. Ísland hevur vunn- ið allar- 3-2 í Gundadali í 1990, og tvær ferðir 1-0 og ein ferð 2-0 í Íslandi. Tað vil við ødrum orðum siga, at Føroyar hava spælt ímóti øllum teimum norð- urlendsku tjóðunum burtur- sæð frå Svøriki. Men tað eru bara Finnland og Noreg, sur) hava verið á Svanga- skarði. jh — Okkara trupulleiki hevur verið, at tað hevur verið sera torført ella mest sum ómeguligt at fáa onnur lond higar at spæla venjingardystir, men nú fáa vit hetta í einari skipaðari kapping, og sigur Torleif Sigurðsson 17 tað er frálíkt, Fótbóltur: ÍF mátti bíða til 11. umfar, áðrenn fyrsti sigurin kom. Men so kom hann eisini væl og virðiliga EMiL L. JACOBSEN Tað hevur ikki verið so stuttligt at verið IF-ari í ár. Liðið hjá fuglfirðingum hevur havt trupult við at gera mál, og tað hevur merkt, at ÍF fram til sunnu- dagin ikki hevði vunnið í 1. deild. Burtursæð frá dystinum móti VB hava ósigrarnir hjá ÍF verið teprir, men tað hev- ur so ongantíð eydnast at fingið try stig burtur úr cin- um dysti. Ikki fyrr enn sunnudagin. Sumba var í Fuglafirði, og har trívast teir ikki væl. Í steypakappingini fyrr í ár taptu sumbingar 11-0 í Fuglafirði, og tað úrslitið var ikki langt frá at endur- taka seg. IF vann 6-0, og møgu- leikarnir vóru til fleiri mål. Skoytast skal upp í, at sumbingar tvær ferðir høvdu bóltin á stongini, men tá var ÍF longu langt frammanfyri. Sumbingar vóru skerdir til dystin. Tríggir av teim- um, sum vanliga byrja inni, vóru leikbannaðir, og tað merkist hjá Sumba, sum ikki er av størstu feløgum í landinum. ÍF hevði tríggjar póllend- ingar á vøllinum sunnudag- in. Torstein Joensen hevur brotið beinið, og í hansara stað var venjarin Piotr Kra- kowski komin inn á aftasta pláss. Jazek er komin fyri seg eftir skaðan fyrr í ár, og har frammi legði Mariniak Maciej lunnar undir fyrsta IF-sigurin í ár við at gera tvey tey fyrstu málini. Bæði komu heilt tíðliga í dystinum, og tað var ein dyggur smeitur fyri sumb- ingar, sum vóru komnir norður at dyrgja eftir tí eina stiginum, teir høvdu frå byrjan. Aftan fyri 0-2 tíðliga í dystinum var einki enda mál í at liggja afturi, og tað gav cisini ÍF betri sømdir. Egil Zachariasen økti til 3-0, áðrenn sumbingar høvdu fyrstu royndina á stongina. Í seinna hálvleiki fekk Egil eitt afturat, og mót endanum øktu Aslakkur Petersen og Bárður á Lakj- uni til endaliga urslitid 6-0 Tå var Dånjal Johan Jo ensen longu rikin av velli fyri sítt næsta gula kort, og tað gjørdi ikki uppgávuna hjá sumbingum í regninum í Fuglafirði lættari Tvey tey seinastu málini vóru rættiliga tilvildarlig Tað hjá Aslakki var eitt langskot, sum rakti ein mann í nakkan (bólturin hevði helst farið inn kort ini), og tað hjá Bárði var eisini eitt skot, sum varð avrættað Við sigrinum tók IF seg upp um Sumba og er nú omanfyri nidurflytingar- strikuna. Sumbingar noydd- ust enn einaferð at ásanna, at tað gongur sera striltið á utivølli, har teir hava tapt sjey ferðir higartil í lands- kappingini. Nú hava teir verið í Eysturoynni tvær ferðir upp í slag og hava tapt tilsamans 12-0! Komandi leygardag taka sumbingar ímóti B36, sum er væl fyri í løtuni Um ÍF tá megnar at fáa nakað burturúr á Toftum móti B68, meðan Sumba tapir á Krossinum, kann tað gerast tungt hjá sumbingum at fáa IF aftur Tann 30. august spæla IF og TB í Fuglafirði, og tá kann ÍF meir ella minni tryggja sær plássið í 1. deild eisini komandi ár að hjá á ÍF Sosialurin vit við ti foroyska itrott- inum