mikudagur 12. august 1998síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SIL) á Ra Mar +
tíðindablaðið SOSU
Nr. 149 — 12. AUGUST 1998
Grundlóg - fulltrú ella
harraboð?
Í samgonguskjalinum í-
millum Fólkaflokkin,
Tjóðveldisflokkin og
Sjálvstýrisflokkin, sum
varð undirskrivað eftir
legtingsvalið í vár, varð
sagt, at samgongan m.o.
loysingartiltøk hevdi sett
sær fyri, at gera grundlóg
fyri Føroyar. Hetta frøddi
meg af fleiri orsøkum.
Hava vit nakra
grundlóg?
Í fyrsta lagi, so er tað óhepp-
ið í einum rættarsamfelag,
at spurnartekin verður sett
við grundarlagið undir allari
lóggávu. Hetta hevur meira
og minni verið lagið í Før-
oyum, líka síðani danska
grundlógin var lýst at galda
í Føroyum, fyri skjótt 150
árum síðani. Zacharias
Wang er ein teirra, sum hev-
ur gjørt nógv burturúr
spurninginum. Í „Stjórn-
málafrgði“ (2. útgáva 1989)
skrivar Zacharias á síðu
169: „grundlógin [er] sett í
gildi í Føroyum í heimild-
arloysi, og hon er tí ikki
galdandi her.“ Men í somu
bók, á síðu 175, skrivar
Zacharias: „Statsrættarliga
sæð eru Føroyar ein donsk
kommuna.“ Sum tað sæst
av hesum, eru tveir polar í
grund-lógarkjakinum - og
Zacharias Wang er talsmað-
ur fyri báðar!
Grundlógin
er einki verd
Í ødrum lagi er tann danska
grundlógin lítið verd sum
sovorðin. Frávik og tulking-
ar hava, saman við illvilja-
num móti einari veruligari
dagføring av lógini, havt
við sær, at danska grund-
lógin er løgfrødisliga út-
vatnað. Hetta sæst td. av,
at løgfrødingar síggja tað
sum eitt avgjørt arm6dstek-
in, um grundlógin verður
nýtt í sambandi við eitt rætt-
armál. Grundlógin hevur
mist sín autoritet, og hetta
ber í sær, at hon í frægasta
lagi verður sædd sum ein
vegleiðing hjá lóggevara,
men ikki sum ein avmark-
andi karmur um dagliga
lóggávuarbeiði.
Grundlógin
- eitt býtisbarn
Í triðja lagi hevur tað, at
grundlógin í Føroyum er
donsk, havt við sær, at
grundlógarspurningar hava
havt lítlan áhuga ímillum
føroyingar. Hetta er óheppið
sæð frá einum demokratisk-
um sjónarmiði. Avgerandi
fyri um ein statur kann kall-
ast demokratiskur er jú, at
til ber at føra alla lóggávu
aftur til eitt demokratiskt
mandat, t.e. eina fulltrú frå
fólkinum til lóggevara.
Hendan fulltrú hevur bara
nakað virðið um hon er ver-
ulig, soleiðis at skilja at
fólkið veruliga tekur undir
við politisku skipanini. Men
eingin kann taka undir við
ngkrum, sum ein ikki veit
hvat er.
Grundlógartilgongdin
hvarv
Sum sagt frøddi tad meg, at
politiskur vilji endiliga tykt-
ist vera fyri at fara undir
eina grundlógartilgongd.
Men ásannast má, at síðani
samgonguskjalið var undir-
skrivað hevur lítið verið at
hoyrt til ætlaninar um at
gera grundlóg.
Grundlóg í eini
handavending?
Í 6lavsøkurødu løgmans
verður grundlógin aftur
nevnd. Tað er tó synd at
siga, at umrødan av eini
komandi grundlóg rúgvar
nakað upp í røduni. I fylgj-
uskølunum til røduna stend-
ur at landsstýrið ætlar at
leggja uppskot fyri tingið
um at seta eina grundlógar-
nevnd. Grundlógar-spurn-
ingurin verður vidgjørdur í
fýra setningum, og etta
kann neyvan sigast at vera
nógv, tá hugsað verður um,
hvussu avgerandi týdning
grundlógartilgongdin hev-
ur, tá talan er um at stovn-
seta eitt demokratiskt full-
veldi, sum ætlanin er. Tad
må eisini sigast at verða
hugvekjandi, at løgmaður í
somu rødu leggur stóran
dent á, hvussu trupult og
tidarkrevjandi tað verður at
yvirtaka fólkakirkjuna,
meðan grundlógin bara skal
fáast frá hondini.
Hvat siga flokkarnir?
Lítið ella einki hevur verið
at hoyrt frá ymsu flokku-
num á tingi, um hverja
stóðu teir hava í grundlóg-
arspurninginum. Ivaleyst
kemst hetta av, at tað munnu
vera fáir flokkar, um nakar,
sum hava tikið støðu til hvat
tað er, sum skal standa í eini
fóroyskari grundlóg. Ég
síggi ein ovurstéran vanda
í teirri sannroynd, at so gott
sum eingi sjónarmið hava
verið at frammi um, hvat ein
føroysk grundlóg skal inni-
halda.
Enn eina
danska tyding?
Vandin er tann, at lands-
styrid setir eina nevnd, sum
eftir at hava arbeitt í duldum
eina tíð, barslar við eini týð-
ing av donsku grundlógini,
sum so verður sett í gildið
fyri Føroyar. Hetta var tað
sum hendi, tá nevnd í sínari
tíð var sett at gera uppskot
til nýggja stýris-skipanar-
lóg. Stýrisskipanarlógin er
í stórum ein føroysk tillag-
ing av teimum stýrisskipan-
arligu pørtunum av donsku
grundlógini, og spurningur-
in er hvat vit skulu við tí-
líkum krotusmíði, sum ikki
kann standa á egnum bein-
um.
Fólksins umboð skulu
umboða fólkið!
Avgerandi fyri føroyska
lóggávu má vera, at hon út-
gongur frá føroyska fólki-
num. Tað er ikki nóg mikið
bara at týða danskar lógir,
sum gjørt hevur verið, sein-
ast í su bandi við nýggju
føroysku kappingarlógina,
sum er ein avskrift av
donsku kappingarlógini,
sum danir nú eru farnir und-
ir at endurskoða, tí hon er
vorðin ótíðarhóskandi í
Danmark! Skal nøkur dem-
okratisk meining vera i før-
oyskari lóggávu, so skal
lóggávan hava sín uppruna
í føroyskum ynskjum um at
skipa vidurskiftini í Føroy-
um, á ein hátt, sum er hósk-
iligur fyri Føroyar og før-
oyingar. Hetta ber bara til,
um føroyska fólkið verður
tikið við uppá ráð.
Grundlóg er annað enn
stýrisskipan
Tann grundlógin, sum nú
ætlanin er at gera, skal vera
grundarlagið undir gllum
politiskum virksemi í Før-
oyum. Sjálv stýrisskipanin
er bert ein partur av hesum
virksemi. Ein demokratisk
grundlóg skal fyrst og
fremst tryggja borga-runum
demokratisku rættindi. Har-
umframt skal ein grundlóg
áseta avmarkingar fyri
myndug-leikanum hjá lóg-
gevara. Eitt grundlógarkjak
átti tí eftir míni meting at
snúð seg um hvussu til ber
at tryggja eitt nú framsøgn-
arfrælsið og rættarstødu
hins einstaka, og um hvørjar
heimildir Løgtingid skal
hava til at lóggeva og ikki.
Fólkatingið brýtur
grundlógina
Í Danmark er tað soleiðis í
dag, at Fólkatingið er ovasti
politiski myndugleiki. Fólk-
atinzid er eisini omanfyri
Grundlógina. Hetta ljóðar
kanska løgid, men soleiðis
er tað. Danska grundlógin
ásetir í $3 at dómandi valdið
er hjá dómstólunum, men
dómsvaldið brúkar ikki sín
rætt til at taka dagar ímillum
hvørt lóggávan hjá Fólka-
tinginum stríðir ímóti
grundlógini. Her er eitt
dómi:
Tá lóggevari dømir
Táverandi danski kenslu-
mála-ráðharrin Ole Vig Jen-
sen legði í 1996 uppskot
fyri Fólkatingið um við lóg
Jóannes N. Dalsgaard, samfelagsfrødingur
at steingja Tvind-skúlasam-
takið. Kenslumálaráðharrin
hevði tað stóðu, at samtakið
fekk almennan stuðul, sum
samtakið ikki hevði lóglig-
an rætt til. Av ótta fyri at
dóms-valdið fór at geva
samtakinum viðhald um
stjórnin stevndi Tvind fyri
svik, samtykti Fólkatingið
í staðin eina lóg, sum einans
snúði seg um Tvind-skúlar-
nar, og sum ásetti, at skúl-
arnir ikki longur skuldu
hava almennan stuðul. Av
somu orsøk kundu skúlarnir
ikki leggja avgerðina, um at
noktað teimum stuðul, fyri
dómsvaldið. Við at sam-
tykkja lógina feldi Fólka-
tingið sostatt dóm yvir
Tvind-skúlarnar (. ukael
Witte: „Grundloven“, Klim
1997, p.12).
Meirilutin rædur
Dómsvaldið, sum sambært
grundlógini einsamalt hevur
dómsmyndugleikan, varð, í
omanfyri nevnda føri, tikið
av ræði. Men semja er mill-
um danskar løgfrødingar
um, at grundlógin ikki forð-
ar Fólkatinginum í at lóg-
geva soleiðis, at talan í ver-
uleikanum er um avgerðir,
sum svara til ein dóm. Talan
er við gðrum orðum um, at
grundlógarteksturin verður
settur afturum viljan hjá
einum Fólkatingsmeiriluta,
og hetta verður hildið at
verða í lagið.
Alt vald til
Legtingið - ella...?
Spurningurin er so, um før-
oyingar vilja geva Løgting-
inum sama óavmarkaða
vald, sum danska Fólka-
tingið hevur. Ella skal ein
føroysk grundlóg heldur
leggja dent á at avmarka
valdið hjá lóggevara (t.e.
Løgtinginum) eins ameri-
kanska samveldisgrundlóg-
in ger tað? Henda spurning
eigur eingin politiskt sett
nevnd undir landsstýrinum
at taka stóðu til. Henda
spurning kann bara før-
oyska fólkið avgera, og tann
avgerðin kann ikki takast
fyrr enn føroyingar hava
havt høvi til at meta um
ymsu møguleikarnar út frá
hollari upplýsing og saklig-
um kjaki.
Fulltrú ella harraboð?
Eg havi í hesari greinini bert
nortið við eitt lítið vet av tí,
sum rørir seg aftanfyri eina
grundlógartilgong. Eg havi
stutt nevnt tey persónligu
rættindini og manna-rætt-
indini, men ætlandi verður
dentur lagdur á hesi í seinni
greinum. Tað skal verða
mín vón, at eg við hesum
kann verða við til at birta
uppundir eitt alment grund-
lógarkjak i Føroyum. Eitt
tílíkt kjak er neyðugt til tess,
at ein komandi føroysk
grundlóg veruliga kemur at
verða fólksins fulltrú til pol-
itisku myndugleikarnar, og
ikki ødvugt, eini harraboð
til føroyska fólkið.
Keypmannahavn
07.08.98
Jóanes N. Dalsgaard
stjørnmålafrødingur
— Tad kann ikki vera rætt, at menn, ið hava hug at fiska
undir Íslandi, skulu verða noyddir at keypa kvotur frá
monnum, sum ikki tíma at fiska har, heldur Henrik Old
Skeivt at noyða menn at keypa kvotu
sigur Henrik Old, tingmaður, sum hevur sett John Petersen fyrispurning
EIRIKUR LINDENSKOV
Suðuroyartingmaðurin
Henrik Old hevur seinastu
tíðina fleiri ferðir funnist at
John Petersen, fiskimála-
ráðharra, m. a. tí at hann
framhaldandi býtir summ-
um línubátum hálva is-
landskvotu, tá hesir hava
eins nógvar fiskidagar á
Føroyaleidini. Tí vil hann
hava fiskimálaráðharran at
svara sær hesum í einum
fyrispurningi, hann hevur
sett fram.
Henrik Old vil eisini hava
landsstýrismannin at svara
tveimum ødrum spurning-
um:
— Tá yvvir 1000 tons av
íslandskvotuni í 1997 vóru
ófiskað, tykist tað løgi, at
nakrir bátar noyðast at
keypa munandi kvotu frá
ðrum fyri at kunna royna
undir Íslandi, ikki minst
tykist hetta órímuligt, tá
hugsað verður um, at Før-
oya land í mong ár hevur
fingið kvotu úr Íslandi, utt-
an at lata nakað ístaðin fyri.
Kann landsstýrismaðurin
vátta yvir fyri tinginum, at
skip hava fingið íslands-
kvotu í 1998, sjálvt um hesi
ikki tey seinastu fýra-fimm
árini hava roynt undir Is-
landi?, spyr tingmaðurin.
Tann tridi spurningurin
hjå Henriki Old er hesin:
— Fyri at sleppa undan, at
1.000 tons av islandskvot-
uni aftur i ár verða ófiskað,
kann landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum bera so í
bandi, at skip, sum hava hug
at fiska undir Íslandi fáa
íslandskvotu, uttan at noyð-
ast at keypa frá teimum, ið
hava fingið tillutað íslands-
kvotu, men ikki hava hug
at fiska undir Íslandi?
Í viðmerkingum til fyri-
spurningin sigur Henrik
Old, at tað fiskidagaskipan-
in í 1996 varð samtykt í løg-
tinginum, varð samstundis
frá vinnunevndini, at tá skip
í somu bólkufingu ásettar
eins nógvar fiskidagar, so
var eisini rættast, at íslands-
kvotan varð býtt eins mill-
um bátarnar í hesum bólk-
um. Men framhaldandi eru
tað línubátarnir, sum bert
fáa hálva íslandskvotu. Tí
verður hesin fyrispurning-
urin settur landsstýrismann-
inum, sigur Henrik Old.