mikudagur 12. august 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Róðan. sum Thomas Arabo helt á tingi, tå løgmansrødan var til viðgerðar í
tinginum í síðstu viku
Stórur partur av ti politiska
kjakinum í Føroyum snýr
seg um okkara førleika og
møguleikar at lívbjarga
okkum á ein sømuligan hátt.
Snøgt sagt: >Er tað lívs-
grundarlag her fyri tað fólk-
atal, ið er her og ikki minst
tann livistandardin, ið vit
hava<?
Fiskivinnan og aling er í
dag tað stóra grundarlagið
Hettar er einsamalt tó ov
lítið - øll vita tað innast inni.
Nú er grundin at vóna at
ein nýggja vinna kann taka
seg upp, sum kann gerast
stór - kanska ógvuslig - vil
onkur siga. Tað er oljuvinn-
an
Um rætt verður atborið so
kann hettar bliva ein vinnu-
liga týðandi vinna uttan
mun til um olja finst á før-
oyskum øki ella ikki
Afturlitandi
Tað er nógv ið týðir uppá at
vit í okkara oljupolitikki
kunnu nýta royndirnar, ið
eru gjørdar á umsitingarliga
partinum á fiskivinnugkin-
um
Føroyskur fiskivinnupol-
itikkur hevur síðan i 70'un-
um haft tvær síður, eina inn-
anríkispolitiska og eina utt-
anrikispolitiska.
I 1985 bleiv stovnsett ein
umsitingardeild til hesa
vinnugrein, og vit hava i
dag eina deild ella styri sum
uttanlanda er fakliga høgt i
metum, og sum klårar seg
væl úteftir og hevur stórt
sæð eitt samt ting aftanfyri
seg í teimum loysnum teir
koma fram til.
At bylgjurnar ganga høgt
innanlanda um fiskivinnu-
politikk og umsiting, tað er
í lagi og tað er treytin fyri
demokratiinum
Við oljuni verður tað tað
sama.
Har verður ein uttanríkis-
síða og ein innanríkissíða.
Tað sum fyrst og fremst
ræður um at vit hava eina
professionella uttanríkis-
síðu, sum alt tingið bakkar
upp og sum útheimurin re-
spekterar.
Landsstýrið, ið sat frá 91
til 94 gjørdi eitt gott og
grundleggjandi arbeiði í
oljuspurninginum. = Tað
bleiv stovnsett ein sjálv-
støðug umsiting, har bleiv
sett ein oljuráðleggingar-
nevnd við einum formanni,
ið hevði altjóða royndir og
altjóða virðing.
Hettar virkaði væl og tey
úrslit, sum eru rokkin eru
takka verið hesari tilrættis-
legging
Síðsta landsstýri gjørdi
nakrar óhepnar broytingar i
hesum við at skifta for-
mannin í ráðleggingar-
nevndini út - eitt keðiligt
signal úteftir - og at gera
oljuumsitingina til part av
aðrari umsiting.
Nú hava vit so fingið ein
oljuministara burturav.
Hettar er positivt.
Fyri at geva okkara olju-
målarådharra møguleikar at
gera eitt gott arbeiði og út-
eftir at vísa at vit leggja vekt
á hettar målsøki eiga vit at
venda aftur til gamla
mynstrið, ein sjålvstøduga,
væl kvalificeraða oljuumsit-
ing og eina virkna oljuráð-
leggingarnevnd. So hava vit
møguleikan at fáa ein dyn-
amiskan oljupolitikk við
semju og respekt úteftir og
eina vanliga demokratiska
process og keg] innanlanda.
Soleiðis hevur tað verið í
núverandi høvudsvinnu
okkara >fiskivinnuni<
Hvat kunnu vit
vænta?
Einasta vit vita um olju við
Føroyar er at tað er ein ávís-
ur áhugi at fara undir leiting
á økinum ímillum Føroyar
og Bretland.
Er ein heppin so finst olja
á okkara gki, men føroysk
olja kemur ikki í >sglubúð-
irnar< tey fyrstu 10 árini.
Tað merkir at føroyskur
oljupolitikkur fyrst og
fremst má sikta eftir at fáa
eina leiting at byrja og fáa
sum mest burturúr á hesum
øki.
At fåa sum mest burtur
år merkir ikki at vit skulu
kráma so nógv til okkum
gjøgnum protektionistiskar
skipanir.
Nei, tað merkir at vit
aktivt fara inn í vinnuna og
klár aokkum so væl at vit
kunnu fylgja við feløgunum
út í heim í vetrarhálvárin-
um, tí virksemi við Føroyar
verður | summarvirksemi
nógv ár framm.
Tað, sum nú ræður um,
er at byrja leiting við Før-
oyar. Tað er skeivt at bíða
eftir marknaðarloysnini, tí
tá í markið er avgreitt verð-
ur eingin áhugi at leita í
nánd av Føroyum.
Tað eru annars nógv mál
sum troðka á.
T.d. skulu vit taka optión
í loyvum ella part í loyvum?
Skulu vit hava alment ella
hálvalment oljufelag við
serrættindum? Skattaskip-
an, loyvistreytir o.s.fr.
Landsstýrið hevur sent
eina ávegis tíðarætlan út. Er
hon framhaldandi galdandi?
Hettar eru ting sum eiga
at avklárast sum skjótast, so
vit vísa eina framdrift í okk-
ara oljupolitikki.
E.U. spurni n
Sum nevnt er i løgmansrød-
uni so hava vit tveir sátt-
mála við EU. Fiskivinnu-
sáttmála og handilssáttm-
ála.
Handilssáttmálin hevur
ongantíð virka nóg væl. EU
hevur ongantíð víst ein vilja
at fáa hann at virka. Teir
hava í tíð og úrtíð sett so-
kallaðar tekniskar forðingar
í vegin.
Nú er EBS skipanin aftur
á bana. Hon bleiv umhugs-
að fyri fleiri árum síðan. Tá
Nr. 149 — 12. AUGUST 1998
Thomas Arabo setti spurnartekin vid um fiskivinnan er
nóg gott grundarlag undir
hendi einki.
EBS avtala gevur ávísar
fyrimunir fyri báðar partar.
Sum stødan er í løtuni so
verða fyrimunirnri fri hin
partin nógv, nógv størri enn
móttsatt. Her verður fyrst
og fremst hugsað um olju-
vinnuna.
Við einari EBS avtalu so
avskera vit okkum frá øllum
møguleikum at byggja nak-
að vinnulív grundað á olju-
virksemi.
Í dag hava oljufeløgini, ið
skulu virka í Føroyum
skyldu til at virka undir
nøkrum treytum, sum før-
oyingar seta.
Vit kunnu vid ødrum orð-
um skaffa okkum kapping-
arfyrimunir fyri okkara
vinnu á sama hátt, sum EU,
við tekniskum hindringum,
skaffar sær fyrimunir fyri
sítt vinnulív.
ES
Fullveldi er ein spurningur um fult rædi og fulla åbyrgd!
Tidin er komin til fullveldi,
og samgongan er av ålvara
farin undir hesa ætlan. Sum
verða man var stóri partur
av viðgerðini av Løgmans-
røduni um henda høvuds-
setning landsstýrisins. Tá
hetta er nakað nýtt, at ein
meiriluti av teimum fólka-
valdu vilja ganga hesa leið,
er ikki so undarligt, at ein
åvis mótsteða er; tað vilja
altíð verða fólk, sum ikki
vilja broyungar, sum leggja
nógva orku í at mótarbeiða,
sum spåa um hóttafall og
armóð, um broytingin vinn-
ur frama. Henda måtstøda
er ikki bara av tí ónda, hon
gevur eisini teimum Íram-
burðssinnaðu nýggjar kreft-
ir at fyrireika sína ætlan enn
betur
Tunnar grundgevingar
frá andsteðuni
Men eg kann ikki lata verða
við at halda, at måtstødan
hjá Javnaðar- og Sambands-
flokkinum var rættiliga
tunn. Teir koma ikki longur
enn at siga, at um vit kvetta
í dag, so... um blokkurin
verður tíkin burtur í morgin,
so... Men tað er jú ikki tað,
... e
* á
sum vit ætla - æraðu ting-
menn, vit ætla nemliga at
arbeiða undir skipaðum við-
urskiftum. Stig fyri stig um
tå vilt! Men nu ganga stigini
ikki bara runt í eini karosell,
tey ganga málrættað fram
ímóti fullveldi. Fólkið víst
viljan á valinum og heitt
soleiðis á politisku myndu-
leikarnar um at fyrireika
sjálvstýri Føroya. Miðvísa
fyrireikingin er farin til
verka
Enn er ikki klárt at siga
hvussu skjótt ætlaða full-
veldisgongdin kemur at
ganga hvussu nógv ár
blokkurin verður partur av
landskassans inntøku,
hvussu innihaldið í sátt-
málanum kemur at síggja
út, ella nær folkaatkvødur-
nar báðar verða.
Men hesar spurningarnar
vil fólkið fáa svar uppá, áðr-
enn tey skulu seta sín kross
við fólkaatkveðurnar báðar.
Vegleiðandi
fólkaatkveða
Onkur framstandandi polit-
ikkari eftirlýsir eini veg-
leiðandi fólkaatkvgðu, sum
kann spyrja fólkið, um tey
vilja hava:
- loysing
- økt sjálvstýri ella
- onga broyting
Men fortreytin fyri, at fólkið
kann kunna svara nøktandi
uppá eini líknandi vegleið-
andi forkaatkvødu er, at
fólkið nøkulunda kennir
innihaldið. Annars svara
tey bara uppá tað mittasta,
um tey ikki frammanundan
hava sína politisku sannfør-
ing.
Men økt sjálvstýri er eitt
so vítt hugtak: tú kanst siga,
at tjóðveldi er økt sjálvstýri,
at tað, sum nú verður fyri-
reika - fullveldi - er økt
sjálvstýri, at yvirtøka av
realinum er gkt sjálvstýri.
Hvussu fáa vit fult
ræði og fulla ábyrgd?
Men tað sum hendan sam-
gongan hevur sett sær fyri,
er ikki bara at kunna yvir-
taka øll målsøki og so fram-
vegis lata yvirvaldsrættin
liggja á Christiansborg, nei,
málið er at vit føroyingar
fáa fult ræði og fulla ábyrgd
av hesum samfelag.
Tí var fyrsti spurningur,
sum henda samgonga setti
sær: Hvussu fáa vit fult ræði
og fulla ábyrgd av samfel-
agnum? Og ul tað vóru vit
samd um, at fullveldi var
gongda leið. Tí hevur ver-
andi samgonga sett sær fyri
at fyrireika fullveldi, kanna
hetta og kunna fólkið um
ætlaðu gongdina. Og tað er
neyvan nakar, sum ivast í,
at rætti maður er settur til
starvið!
Annita á Fridriksmørk
tingkvinna Tjóðveldis-
floksins
PS:
Tað var onkur, sum undir
ordaskiftinum um løgmans-
røduna ivadist í, hvør mun-
ur var á orðunum fullveldi,
tjóðveldi og lýðveldi, tí hes-
ar allýsingar:
Fullveldi: tað at hava fult
ræði á viðurskiftum sínum,
fullræði, sjálvræði, politiskt
fullveldi, Ísland fekk full-
veldi í 1918 (á donskum:
suverænitet)
Tjóðveldi: lýðveldi
Lýðveldi: ríki við beinleiðis
ella óbeinleiðis valdum for-
seta at stjórna avmarkað tíð-
Annita á Fridriksmørk
arskeið, tjóðveldi. Mótsatt
kongsveldi, Ísland er lýð-
veldi (frá 1944) (á donsk-
um: republik)
Kelda: Føroysk Orðabók,
1998