mikudagur 12. august 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 149 — 12. AUGUST 1998
tíðindablaðið
158 børn fara
í fyrsta flokk
Fyribils tølini hjá landsmyndugleikunum visa, at 758
børn byrja í fyrsta flokki í komandi viku
TERII NIELSEN
Tá ið tað nýggja skúlaárið
byrjar í komandi viku,
verða tað yvir 7.000 næm-
ingar, sum ganga í tí før-
oyska fólkaskúlanum. Hetta
er nakað tað sama talið, sum
tað var seinasta skúlaár.
Talið av
skålabørnum er økt
Seinastu tvey årini er talid
av skålabørnum f Føroyum
økt nokk so fitt. Hyggur
man bert aftur til skúlaárið
1995/96, so vóru tað tá ein-
ans 6.664 næmingar í tí før-
oyska fólkaskúlanum. Tað
vil siga, at umleið 350
næmingar fleiri eru í skúla-
num ella ein vøkstur upp á
góð 6%.
Orsgkin til vgksturin er
helst tann, at nógvar barna-
familjur, sum fluttu av land-
inum, tá ið ringar tíðir vóru,
nú hava leitað sær heim aft-
ur á klettarnar.
Ein onnur orsgk er
sjálvsagt eisini tann, at árg-
angirnir, sum seinastu tvey
árini eru farnir í skúla, eru
munandi størri enn árgang-
irnir beint undan teimum.
Nevnast kann, at talið av
børnum, ið eru fødd í 1988
er 880 , tað eru tey, sum fóru
í skúla í 1995, meðan talið
av børnum fødd í 1990 er
955, og hesi fóru so í skúla
í fjør.
Talið fer
at lækka aftur
Tað er neyvan nakar ivi um,
at talið av skålabørnum aft-
ur fer at lækka. Hyggja vit
at árgangunum miðskeiðis
í nftiårunum, so eru teir væl
lægri, enn teir hava verið í
mong ár.
I 1995 vóru einans 641
børn fødd í Føroyum, og tað
er lægsta burðartalið í Før-
oym seinastu 30 árini.
Tíbetur kunnu vit síga, at
nógvar barnafamiljur, sum
ådurnevnt, hava leitað sær
heim aftur eftir at hava bú-
leikast í ðrum landi í nøkur
ár.
Venjingarskúlin
stersti skúli
Ikki óvæntað eru tað skúl-
arnir í Havn, sum hava
størsta næmingatalið.
Størstur av øllum er Venj-
ingarskúlin, sum kemur at
hava 491 næmingar kom-
andi skúlaár.
Minsti skúli í landinum er
Dímunar skúli við bert tí
eina næminginum. Í landi-
num eru eisini tríggir skúlar,
sum ongar næmingar hava.
Tað eru skúlarnir í Myki-
nesi, Gásadali og Norða-
dali.
Sosialurin
- Fimm ferðir um vikuna
Kommunuskúlin 52
nýggjar næmingar
ógv kjak hevur eisini ver-
ið um, at fleiri foreldur hava
verið ónggd við, tí at tað
ikki er rúm fyri teirra børn-
um í Venjingarskúlanum, av
tí at eitt so mikið stórt tal
av børnum vóru innskrivadi
til skúlan í år, at ikki var
rúm fyri gllum. Summi
teirra vóru tí noydd til at
ganga í Kommunuskúla-
num í staðin.
Sambært fyribils tólunum
hjá landsmyndugleikunum,
so verður tað eisini
Kommunuskúlin, sum kem-
ur at hava flest fyrsta flokks
næmingar, nevnliga $2.
Runavíkar skú.i kemur at
hava 51 næmingar í fyrsta
flokki.
Ansið eftir
teimum 758
Tað er altíð hugaligt at
síggja børnini fara í skúla
fyri fyrstu ferð. Vit eiga tó
eisini at hava í huga, at hjá
nógvum av børnunum er tað
eisini fyrstu ferð, at tey
møguliga skulu ganga eins-
amøll í ferðsluni. Tískil eiga
vit øll at hava eitt vakið
eyga við teimum og hjálpa
teimum 758 fyrsta flokks
næmingunum á leið, nú tey
fara í skúla í komandi viku.
Tvinni Frændur-
tiltøk í viku-
skiftinum
„Manningin úr tónleikabólkinum
Frændur fer friggjakvøldid og
leygarkvóldið at spæla til dans í
ávikavist Klaksvík og á
Kambsdali
TERII NIELSEN sum teir hava givið út
millum ár og dag. Eisini
verður okkurt lag av
nýggju fløguni hjá Mill-
um Frændum spælt, vid
tað at manningin í hesum
báðum bólkunum er so at
siga tann sama.
Frændur hava íalt givið
fimm tónleikaútgávur út,
síðani teir góvu fyrstu
plátuna, Saman við tær, út
Ein tann best umtókti før-
oyski tónleikabólkurin
nakrantíð, Frændur, fer
um vikuskifti at spæla til
dans í Klaksvík og á
Kambsdali.
Friggjakvøldid fer
bólkurin á pali í KI-høll-
ini í Klaksvík, og leygar-
kvgldið stendur Kambs-
dalur fyri tørni. í 1983. Haraftrat hava
Millum Frændur givið
tvær fløgur út, og Eyðun
758 børn kring landið fara útgávunum = Nolsæ gav herfyri eina
í komandi viku í skúla fyri Frændur fara at spæla eitt solo-fløgu út.
fyrstu ferð breitt úrval av tí tilfari,
(Savnsmynd)
Jørn Hyldgaard er pastor i Troens Ord
i Brande, men sum hann sigur sjálvur:
eg kann ikki vera ólýðin móti Gudi, tá
ið hann eisini hevur biðið meg gera
verk evangelists.
Hann hevur hetta seinasta árið
eisini verið við í vekingini, sum Alborg
Menighedssenter hevur upplivað.
Knappliga var Harrin har og vitjaði
samkomuna. Mong eru tey, sum hava
mølt hinum upprisna Jesusi og eru
sloppin at byrja eitt nýtt lív við honum.
Bæði tey, sum ongantíð fyrr høvdu
mótt honum og tey, sum vóru fråfallin,
kólnaði og sum høvdu synd í sínum
lívi.
Kom og hoyr ein salvaðan Harrans
tænara.
Møtini verða í Rhema, Staravegur 5 hesar tíðir:
Mikukvøldid 12. august kl. 20
Hóskveldið 13. august kl. 20
Friggjakvøldid 14. august kl. 20
Leygardagin 15. august kl. 10 og 20
Sunnudagin 16. august kl. 11 og 18
ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN
RHEM A
STARAVEGUR 5S