Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. august 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið S082alui Fíggjarmálaráðharrin: Tingmenn eiga at bíða: Tað er skeivt at hækka lønina hjá tingmonnum nú --Skulu tingmenn hava 25.000 krónur í lón, eig- ur treytin at vera, at teir skulu ikki hava annað ar- beiði eisini, held- ur fíggjarmála- ráðharrin AK! BERTHOLDSEN — Sum stødan er í igtuni kemur onki uppskot frá mær um at hækka lønirnar hjå ungmonnum Karsten Hansen, figgjar- målarådharri heldur ikki, at hetta er rætta løtan at hækka lenirnar hjá tingmonnum Vit hava spurt hann, hverja viðmerking hann hevur til kjakið, sum hevur verið seinastu tíðina um at hækka lønirnar hjá ting- monnum, kanska upp í einar 25.000 krónur um mánaðir Tað var partamaður hans- ara, Finnbogi Ísakson, løg- tingsformadur, sum reisti spurningin og síðani hava fleiri politikarar givið sítt íkast til kjakið, m.a. Heini O. Heinesen, Vilhelm M Johannesen, Sámal Petur í Grund og Bjarni Djurholm, umframt fyrrverandi løg- tingsformadurin, Jógvan I. Olsen, sum var politikari i 28 år Men skulu politikarar hava meiri løn, verdur tad Karsten Hansen, figgjar- målarådharri, sum skal jåtta pengarnar Og hann heldur ikki, at rætta løtan er komin til at tosa um lønarhækking — Skal lønin hjá tingmonnum upp í yvi= 20.000 krónur um mánaðn, skal treytin verða, at tingarbeiðið er fulltíðarstarv og tingmenns skulu ikki sleppa at hava annað arbeiði eisini, heldur Karsten Hansen --Sjálvandi er tað uppgáv- an hjá løgtingsformannin- um at síggja til, at tingmenn hava so góðar umstødur sum gjørligt at arbeiða undir so at tingarbeiðið gongur so væl sum gjørligt. Men hann sigur, at sum stødan er í løtuni, fer hann ikki at leggja fram uppskot um at hækka Jønirnar, hvørki hjå tingmonnum, ella hjá landsstýrismonnum. Men Karsten Hansen heldur eisini, at tað er 6- heppið, at tað ikki er eitt ella annað, sum regulerar løn- irnar hjá politikarunum. — Allar aðrar lønir verða ásettar við samráðingum hvert ár, ella annaðhvort år, ella so. — Men teir einastu, sum kunnu åseta lønirnar hjå politikarum, eru politikarir sjålvir og tad haldi eg er óheppið. Karsten Hansen heldur, at tað kundi tí verðið umhugsa at funnið eina ella aðra skipan, sum reguleraði løn- irnar hjá tingmonnum av og á. Hann minnist ikki, nær tingmannalønirnar eru egu- leradar seinast. — Eg veit ikki um tær so frægt eru pristalsregulerad- ar, so tað ikki verið órættvíst at funnið eina fasta skipan at regulera tær eftir Kostar 2, 5 millión Fíggjarmálaráðharrin sigur, at ein løgtingsmaður tjenar runt roknað 17.000 krónur um mánaðin, íroknað nevndarsamsyningar — Skulu vit hækka ting- mannalønina upp i 25.000 um mánaðin, fer tað at kosta landskassanum umleið 2,5 millión um árið. Nr. 149 — 12. AUGUST 1998 --Nú eri eg so nýggjur í politikki, at eg dugi ikki enn at meta um, hvussu umfat- andi tingarbeiði er. — Og skal tingmannalønin upp í 25.000 krónur, haldi eg, at hon kemur at standa í ósamsvari við landsstýris- mannalgnina, sum er 32.000 krónur um mánaðin, tí eg haldi, at ein landsstýr- ismaður hevur nógv fleiri arbeiðstímar enn ein løg- tingsmaður og í hvussu so er nógv fleiri tímar enn ein lønarmunur uppá 7.000 krónur um mánaðin vísir. Karsten Hansen leggur tó dent á, at ætlanin er ikki at hækka lønirnar hjá lands- stýrismonnunum, hóast á- byrgdin hjá hvørjum ting- manni á ongan hátt kann samanberast við ábyrgdina hjá hverjum einstøkum landsstýrismanni - og sjálvt um aðalstjórarnir eisini eru betri løntir enn landsstýris- menninir hóast tað eru landsstýrismenninir, sum hava endaligu ábyrgdina. So skal tað vera full tíðarstarv Karsten Hansen sigur, at hann skilir og góðtekur, at tingmenn skulu hava eina rímiliga løn, tí at talan er um eitt ómetaliga týdning- armikið starv. Hann vil tó ikki seta tal á, hvat hann heldur vera ein- a hóskiliga løn. Men hann heldur, at skal tingmannalønin hækka, skal orsøkin til hækkingina vera, at dygdin á tingarbeiðnum verður so mikið nógv betri aftaná, at tað rætt: „gerð eina lønarhækking upp á 8.000 um mánaðin. --Og so krevst at tingar- beiðið verður fulltidarstarv og at tingmenn ikki sleppa at hava annað arbeiði eisini. — Landsstýrismenn kunnu ikki hava nakað sum helst av ødrum arbeiði, og tað haldi eg er í lagi. Hinvegin kunnu løgtings- menn hava hvat tað skal vera afturat tí politiska ar- beiðnum. — Og hækka vit bara ting- mannalgnina, uttan nakrar sum helst treytir, er tað ein stórir spurningur, hvussu nógvir tingmenn veruliga fara at taka farloyvi frá sín- um borgarligu starvi, ella størvum fyri at halga seg tingarbeiði burturav. — Hvussu nógvir ting- menn kunnu vit rokna við, fara sjálvbodnir at siga far- væl til eitt borgarligt starv og eina løn uppá kanska 200-250.000 krónur? — Kunnu tingmenn ikki hava annað arbeiði eisini, hevði eg hinvegin ikki havt fortreð av tí, um teir fingu 25.000 krónur um mánaðin í løn. — Karsten Hansen heldur, at skal talan verða um løn- arhækking, hevur tað størst- an týdning, at tað verður vidgjørt nágreiniliga, hvuss- u samfelagið fær sum mest burturúr lønarhækkingini, tí tað er tað einasta sum telur og ikki tingmaðurin sjálvur. — Vit kunnu ikki hækka lønina, uttan at vit eru heilt vís, at tað fer at lyfta ting- arbeiðið uppá eitt heilt ann- að stødi. Hann sigur, at hækkar tingmannalønin, er tað neyðugt, at eisini almenn- ingurin følir, at hann fær nakað fyri pengarnar, við tað, at dygdin í tingarbeið- num hækkar. Tey mugu ikki sita eftir við teirri fatan „at hetta er bara fyri at ting- menn skulu sætta sær sær og sínum. — Tey mugu veruliga føla, at tey fáa eina tænastu, sum er betri enn hon, sum var frammanundan og at hetta ikki bara er fyri at „tveita skattakrónur burtur“. — Men eg má viðganga, at í løtuni hevur fær hetta tosið um at hækka ting- mannalønina ikki hesa kensluna fram í fólki. veruleikin er ikki aka- demiskur Er tú samdur í, at at tað heyði hækka „dygdina“ á valevnunum, um lónin var hægri? — Tað ivist eg í. Spurn- ingurin er, hvat „dygd“ er. — Eftir mínum tykki er mínum tykki er ein høg út- búgving ikki tað sama sum at tú ert ein góður politikari. — Eg haldi, at tað hevur ómetaligan týdning at hava vanlig fólk við í politikki — Mín størsta ræðsla er, at politikarar skulu missa sambandi við veruleikan. --Og veruleikin er ikki akademiskur. Okkara sam- felag er bygt upp av teim- um, sum arbeiða seg kropsl- liga móð og fáa skitnar hendur. Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at vit ikki skapa eitt samfelag við akademiskari slagsíðu, heldur Karsten Hansen. Í dag fær Havnar Sjón- leikarfelag vitjan úr Svø- ríki Tað eru sjónleikarar úr Avalon sjónleikarhúsin- um í Stokkhólmi, sum koma til Havnar at vitja í dag, og teir steðga til mánadagin 17. august 12 fólk eru við á ferð ini og tey fara at vísa okkum teirra útgávu av finsku mytuni Kalevala Tvær framførslur verða og tær verða báðar í sjónleikarhúsinum. Tann fyrra verður Havnar Sjónleikarfelag fær vitjan úr Svøriki leygardagin tann seinna verður sunnudagin. Báðar verða klokkan 16. Men sum vanligt, tá ið Havnar Sjónleikarfelag hevur útlendskar gestir, fara tey at skipa fyri útferðum, samkomum og ødrum til- tøkum fyri tey. Eins og Havnar Sjónleik- arfelag, var Avalon Sjón- leikarfelagið vid i „Kultur- by 98" tiltakinum i Stokk- hólmi í juni í år. Tiltakið bar heitið „Norr- øn Gudalæra“, og tað, sum Avalon-Leikhúsið fer at framføra í Havn hesar báðar dagarnar, er tann útgávan av finska tjóð- arkvæðinum, sum tey framførdu í Stokkhólmi. Avalon Sjónleikhúsið varð stovnað í 1994 og er eitt yrkissjónleikar- hús. Men hetta tiltakið er í Havn er eitt áhugatiltak í samstarvi við „Studie framjandet“ , sum skipaði fyri sjónleik- inum í „Kulturby 98“.