mikudagur 12. august 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 149 — 12. AUGUST 1998
tíðindablaðið S06/2 UT
Yngd - nr. 17
12. august 1998
verða ?
YNGD í dag:
Chat - komið fyri at
- Uttan úr heimi,
listar 0.4.
Visible Fish hava
givið eina fløgu út
við heitinum
“Doing Lounge
Jesus”.
Stilurin er tungur
men góður, og enn
ein góð føroysk
fløguitgåva er á
gøtunum.
lartin N. Simonsen
Tónleikur í Føroyum hevur
"tikið stór stig tey seinastu
árini. Sera nógvar føroyskar
- flyguútgávur koma á gøtur-
nar, og tónleikurin gerst
betur og betur. Tíverri er
ikki serliga nógvur pening-
ur í flguframleiðslu í Før-
oyum, í mun til t.d. fiska-
framleiðslu. Hetta, hóast
tað at tónleikur er ein tann
størsti ídnaðurin í heimin-
um, og kann vera sera
inntøkurikur fyri eitt sam-
felag. Tað sigst, at einu
tíðina var Bjørk størsta
inntgkukeldan hjá Íslandi!
Sjålvsagt er tað torført at
vita, um vit her í Føroyum
eru før fyri at gera altjóða
leik, sum kann seljast
fyri hundraðtals milliónir
krónur, men tað hevði verið
áhugavert at sæð cina
føynd .
Vit her í Yngd vóna, at
ein verulig roynd skjótt
Werdur zjørd. Til tá visa vit
føkkara stuðul við at gera
(Gina roynd at ummæla
Rýggjar fløguitgåvur. Hesa
ferð verður tað Visible Fish
vid fløguni "Doing Lounge
Jesus”.
Doing Lounge Jesus
Visible Fish hava verid at
hoyrt kring landið í eina tíð.
Nú hava teir givið sína
fyrstu fløgu út við heitinum
“Doing Lounge Jesus'
Bólkurin er mannaður við
Petur Jensen, sangari og
sangskrivari, Derhard Ol-
sen, guitar, Eiler Hansen,
guitar, Bogi å Lakjuni, bass
og Asbjørn Bertelsen,
trummur. Jón Hedin Trénd-
heim hevur ljóðblandað
live-upptøkurnar av sang-
unum í RMS-studio í Runa-
vík.
Tekstirnir
Eg má tíverri viðganga, at
eg ikki havi skonkt heit-
inum á fløguni nog nógvar
tankar til at meta um hvat
tað merkir. Á sjálvum
tekstunum sæst eitt sindur
av gospelkendum tilfari,
men eg haldi ikki bein-
leidis, at fløgan kann
skrásetast at vera gospel-
tónleikur. Tekstirnir eru
skrivaðir á enskum, og eru
rættiliga hugtungir. Teir
innihalda hugleiðingar um
ymisk persónlig viðurskifti
um kærleika, trúgv og um
tað at vera til. Til tíðir rætt
iliga áhugaverðar hugleið
ingar, sum tó eru torførar at
lesa við tí sermerkta mát-
anum, sum teksturin
er uppsettur á
húsanum.
Tónleikurin
Tónleikurin á fløguni
er í tyngra endanum
av tónleikatónastig-
anum, um tað ber til
at siga sovorðið um
tónleik. Tað er torført at
siga nágreiniliga, men orð
sum rock og grunge koma
mær i huga, og ein blanding
av bélkum sum Pearl Jam,
REM og Soundgarden.
Flestu sangirnir hava eina
rættiliga seina rútmu og eru
rættiliga eins. Røddin hjá
Petur er ikki nóg sterk til at
bera allan tónleikin á fløg-
uni, trummurnar einstátt-
aðar og ljóðblandingin er
ikki av tí besta. Fyri tað
mesta ein keðilig fløga
Soleiðis kendist fløgan
mær í fyrstani. Eftir at hon
fyri triðju ferð er komin í
fløguspælarin, hevur hon
vunnið nógv longur inn i
mítt hjarta. Ljóðblandingin
er enn ikki av tí allarbesta,
og røddin hjá Petur hevur
sínar veikleikar, men sang
irnir eru vorðnir nógv betur
Tað besta við fløguni er, at
hon er gjøgnumførd
Sangirnir fella væl yvir í
hvønn annan, og av tí sama
fær fløgan sína egnu lítlu
nissja, sum ein skal venja
seg við. Tað eru tey nógvu
smærri frábrygdini, sum
leggjast skulu merki til
Røddin hjá Petur vísur
kanska ikki tað størstu
variatiónina og teknikkir
men hon riggar væl til t
leikin, og minnir nógv um
røddirnar hjá øðrum kend
um sangarum, sum ikki
ljóða serliga gott í fyrstar
men eftir eina tíð oftani
verða åhu, uverdari at lurta
eftir, enn teir meira Oper
sónligu, men tekniskt góðu
sangararnir
Tónleikararnir tora eisini
væl at spæla ymiskt, sum
ikki altíð vildi verið tað
mest eyðsýnda at spælt
Kanska er tað ikki
týðiligt, men mær dámar
tað væl. Og av ti at fløgan
gongur í einum róligu
tempo, so gerst hon dámlig
at lurta eftir, og ikki so
sjálvhátíðarlig. Í endanum
av fløguni er eisini ein
sangur afturat, sum ikki er
nevndur á fløguni
Hann kemur uml. 5 minuttir
eftur at sangur nr. 11 er lið
ugt spældur. Kanska eitur
hann "I swalloved flies”?
Fyri mær ein friskligur måti
at enda eina fløgu, sum eg
sat leingi og flenti eftir
Sum heild ein góð fløga
sum ikki kann vera nógv
betur við ti fígging og møg-
uleikum annars, sum tón-
leikabólkar hava í Føroy-
um. Av eini fyrstu fløgu at
vera, so skuldi teir havt
nógvar møguleikar sum
tónleikabólkur í framtíðini
Við einari betri ljóðbland-
ing og eitt sindur meira
arbeiði við tónleikinum,
haldi eg at fløgan kundi
staðið seg fult so væl við
allar aðrar útlendskar
fløgur. Vónandi fer Visible
Fish at menna seg, og geva
fleiri fløgur út