Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Blaðfólk: Ljósmyndari: Úps uppseting og prent: Telefon: 311820 agny Joensen, Jens Kristian Vang Sosíalurin Telefax. 314720 E ly Jacobsen Lysingar og søla Fem ur 26 Argjum il mil L. y og + javegur 26, Argj e-mail: Sveinur Tråndarson Jonhard Hammer Postadr: Postsmoga 76, post€ sosialurin.fo Turið Kjølbro 110 Tórshavn Bankin væl fyri - men hvussu við vinnulívinum Oddagrein TAD er at fegnast um, at Føroya Banki - Okkara Banki - klårar seg væl og hevur eitt stórt avlop teir fyrstu seks mánaðirnar í ár. Men, sum roknað varð við, tá tær stóru burturleggingarnar ímóti tapum vórðu gjørdar fyrst í nitiårunum, so fóru tær kanska at síggjast aftur í einum avlopi, tá nøkur ár vóru fráliðin. OG so hevur verið, tí tapini gjørdust minni, enn bankastjórn og fíggjareftirlit roknaðu við, og føroyska samfelagið hevur eina- ferð aftur reist seg skjótari enn spátt. Men spurningurin er, hvussu nógv vit hava reist okkum aftur, og hvussu góð steinsetingin er - hvussu væl foroyska samfelagið er konsoliderað - hvussu vinnustødan er og um vinnulívið klárar seg, ella um foroysku virkini framvegis hava hall ár um ár og hvussu hugurin er at gera iløgur í vinnu- virki. IKKI skerst burtur, at Foroya Banki, sum í dag er nógv verdur, og er væl konsolider- aður, men hevur trupult at fáa »kapitalin« til arbeiðis, tí framvegis skorta burðar- dyggar og vinnuførar verkætlanir. EFTIR eini uppgerð hjá Hagstovuni her- fyri, so hava flestu virkini hall, hóast virk- semið skuldi verið á veg uppeftir í kjalar- vørrinum frá fleiri góðum fiskiårum, sum tíverri ikki hava víst seg aftur í nóg øktari virdisøking. Men so leingi, sum vit ikki fáa meiri burtur úr tilfeinginum, men útflyta partvíst óvirkaðan fisk og partvíst bara åvegis lidna voru, so verður torført at okja útflutningsvirðið hjá hevuðsvinnuni. HARAFTURAT tykist sum um virksemið í tænastuvinnuni hjá hevuðsvinnuni ikki er komið upp í >umdreyningar< aftur, og nógv vinnutól verða lítið brúkt. Tí er spurn- ingurin, um møguligt er at fáa meiri arbeið- ið í ødrum vinnugreinum, smiðum, verk- stoðum o.s.fr. ÚR Noregi ljóðar, at har hava vinnuvirki so nógv at gera, at nógvar fyritøkur innan oljuvinnuna hava steðgað iløgum fyri ikki at leggja meiri brenni til upphitaða bú- skapin og fyri at sleppa undan at flyta inn meiri fremmanda arbeiðsmegi. So spum- ingurin er, um føroysk virki ikki kunnu koma inn i myndina og fåa ordrar frå norsku oljuvinnuni. Í næstum fara fleiri umboð úr landsstýrinum at vitja oljuráð- stevnu í Noregi, so tá skuldu møguleikar fyri at viðgjort møguleikar fyri vinnuligum samstarvi millum norskar og føroyskar vinnufyritøkur. Sosialurin Viðmerking: Kvinnur: Ungar kvinnur i Føroyum Unga føroyska kvinnan, hvussu hevur tú tað? Ert tå glad og nøgd við lívið? Hevur tå arbeidi? Og fært tå studul og kærleika frå tinum manni og landi, so at tå klårar teg, eisini sjålvt um tå ert einsamøll vid tinum børnum? Nógvar ungar føroyskar kvinnur hava ongantíð fyrr verið so illa fyri, sum tær eru í dag. Tær eru púrasta sviknar av landinum, polit- ikarum, monnum og sam- felagnum sum heild. Næstan hvør ung kvinna situr einsamøll vid børnum. Og um hon er gift, so hevur hon børn frå gðrum manni vid i hjånarbandi, og madur hennara hevur børn við aðr- ari konu. Alt í einum ruðu- leika, men kvinnan og børn- ini gjalda rokningina. Tað byrjaði fyri nøkrum árum síðani, at ótrúliga nógvar ungar kvinnur blivu við barn, har pápin at barn- inum ikki stóð við hennara lið. Hesar kvinnur kundu ikki fáa tikið fosturtøku utt- an víðari, men hava ístaðin baksast fyri lívinum, fyri at »megna« at taka sær av sær sjálvari samstundis við at taka sær av barninum. Páp- arnir sleppa, sum vit vita, ofta snikkaleysir uttan ábyrgd. Kvinnur klára seg ikki Kvinnurnar, sum standa einsamallar og berjast fyri lívinum, hava ógvuligar ringar møguleikar fyri at klára seg í Føroyum. Tað er kalt millum manna, dýrt at liva, ringt at fáa bíligan bú- stað, ringt at fáa arbeiði, ringt at útbúgva seg og ógvuliga lítið er av peningi. Tann einasti >góði< er Al- mannastovan, ALS og barnaverndin, sum herja á hesar ungu kvinnur sum ófaklærdir mafiamenn og alfonsar ella villir hermenn - til stóran skaða fyri hesa neyðars ungu kvinnur. Nú skulu tær saman við teirra børnum eisini undir- leggjast tvangsarbeiði fyri lítið og ongar pengar, undir heitinum >Aktivering av ungum og arbeiðsleysum<. Hetta fyri at børn og ar- beiðsleysar ungar einligar kvinnur kunnu brúkast sum bílig arbeiðsmegi, júst sum tær fátgku kvinnurnar og børnini í Amerika, Afrika 0.s.v. Og kortini koma hesar kvinnur ikki at klára seg fíggjarliga. Hvar er moral- urin - ikki í hjartanum í hvussu so er. Hesir góðu menn, sum eru pápar at børnunum, sita og hugna sær einsamallir í egnum húsum, bilum og við nógvum pengum og skatta- lætta. Teir dansa í luksus meðan kvinnur og børn grulva svong á vegnum púra hjálparsleys. Hvat er hetta fyri eitt land vit liva í - er tað mandsdominerað? Ja, Føroyar er eitt mands- dominerað samfelag og hevur altíð verið tað. Men í dag leggur tann føroyski maðurin ikki petti í, at taka sær av, æra og elska kvinn- una og síni bórn. Um maður fær sær kvinnu í húsið, so er tað við »medgift« pr. md. fyri at pleyga seg sjálv- an og prýða húsið, so at hann kann útbúgva seg og tjena enn meira pengar. Feroya fólk Tíðin er kmin, at menn og landið mugu geva kvinnum og børnum møguleikar í landinum. Nógvar kvinnur og børn eru tyngd, troytt og ólukkulig. Tað er ógvuliga týdningarmikið, at vit fáa gott arbeiði og útbúgving- armøguleikar, men eisini at vit fáa tann stuðul og kær- leika frá monnum, so vit klára okkum. Um ikki, er best hjá kvinnum at fara til frægari stød at búgva. Staðir, har kvinnur og børn kunnu fáa møguleikar og verða eydnu- rík. Menn vaknið upp - kvinnur hava brúk fyri tykk- um. Ann Rós Lesarabræv Avtalumødguleikar til oljukannan Føroyar og Hetlands millum I næstan 20 år hava bretskir og dansk-føroyskir embæt- ismenn og rådgevar teirra samrådst um botnmark landanna millum. Prátað hevur verið óivað hugnaligt millum skilagóð fólk í hugnaligum um- hvørvum. Einasta veruliga føroy- ingar, sum so hava fingið burtur úr hesum eru frá- sagnir um hugnaliga sam- veru og prát. Einki itøkiligt, einki kon- kret. Í bóklingi frá >Det Uden- rigspolitiske Selskab< mars 1998 á blaðsíðu 62 skrivar Flemming Ytzen: »Den in- ternationale havretskonven- tion, der efter 20 års for- handlinger trådte i kraft. November 1994 lægger op til at stridende nationer kan lægge uenigheder til side og indgå provisoriske avtaler om f.eks. olieeftersøgning. Dette er allerede sket mellem Thailand og Malay- sia, mellem Vietnam og Malaysia, mellem Indone- sien og Australien og mel- lem Japan og Sydkorea«. Áhugavert verður at frætta um hesin møguleiki til fyribils avtalu hevur ver- ið vidgjørdur Bretlands og Føroya millum. Um so er, tá við hvørjum úrsliti? Tað verið negativt ella positivt, um ikki, hví Karl Nolsge cand.polit. 04.08.98 r - Sosialin - hann fært tú fimm ferðir um vikuna, eisini á netinum — www.sosialurin.fo