hósdagur 13. august 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 150 — 13. AUGUST 1998
TERJ1 NIELSEN
Mikudagin 14. oktober
skulu føroyingar og skotar
dystast å heimavøllinum hjå
skotska felagnum Aber-
deen, ið nevnist Pittodrie
Park. Í hesum sambandi fer
Norrøna at sigla til Aber-
deen.
Smyril Line sigur, at ferð-
in verður gjørd í tøttum
samstarvi við áhugafelagið
hjá landsliðnum, 12. maður.
Í somu viku, sum ferðin
verður gjørd, hava skúlarnir
heystfrítíð, so hetta skuldi
gjørt tað møguligt hjá heilt
fitt av fólki at komið við til
Skotlands og stuðla okkara
landsliði. Givið er, at hevur
landsliðið møguliga einar 3-
400 føroyingar at stuðla
seg, so spenna leikararnir
seg enn meiri út.
Fýra dagar burtur
Norrgna fer av Havnini
mánamorgunin 12. oktober
klokkan 10. Kósin verður
sett beint ímóti Aberdeen,
har skipið væntandi verður
týsmorgun klokkkan 7.
Meðan skipið liggur inni
í Aberdeen, fáa ferðafólkini
Login sjón í Sandagerði
eisini møguleika fyri at fara
á ymsar útferðir í Aberdeen
og har um leiðir, sum Smyr-
il Line fer at skipa fyri. Enn
er ikki heilt greitt, hvussu
nógvar útferðir verða gjørd-
ar, men tær verða helst ikki
so nógvar í tali.
Heim beint eftir
dystin
Sum ådurnevnt, so verður
landsdysturin mikukvgldið
14. oktober. Dysturin verð-
ur bríkslaður í gongd klokk-
an 20 skotska tíð, og longu
á midnátt sama kveld fer
Norrøna avstað aftur úr
Aberdeen.
Norrøna verður aftur á
Havnini hósdagin 15. okt-
ober klokkan 20.
Aberdeen
Býurin Aberdeen er væl
kendur millum føroyingar.
Rættiliga nógv handilssam-
band hevur verið millum
Føroyar og henda skotska
havnabýin, sum hevur einar
265.000 íbúgvar.
Í gomlum døgum vóru
tað sera nógv føroysk fiski-
skip, sum sigldu til Aber-
deen at selja fiskin.
tíðindablaðið S08S2luN
Norrøna til landsdyst
í Skotlandi
Í sambandi við landsdystin hjá fóroyingum ímóti skotum í
Aberdeen í oktober fer Smyril Line at skipa fyri Cruise-
ferð til Skotlands og dystin
Nú á døgum er nógv sam-
starv millum føroyingar og
vinnulívið í Aberdeen í
sambandi við eina møguliga
oljuvinnu.
Sjálvsagt verður eisini
góður møguleiki hjá ferða-
fólkunum at vitja handlar og
keypa. Býurin hevur ein
hóp av handlum, sum bjóða
alt hugsandi fram.
Prísir
Smyril Line hevur skipað
soleiðis fyri, at tey, sum
koma við á ferðini, koma at
búgva umborð á Norrønu,
eisini meðan skipið liggur
við kaj í Aberdeen. Hetta
ger, at fólk sleppa undan at
fáa sær kamar á gistingar-
húsi í býnum og gjalda í
dýrum dómum fyri tað.
Ferðaseðlaprísurin liggur
frá knøppum 2.000 krónum
og upp til 4.500 krónur. Í
hesum kostnaðum er eisini
íroknaður = morgunmatur
umborð allar dagarnar.
Norrøna fer til landsdyst í
Skotlandi í heyst
Tey, sum komu framvið í Sandagerði seinnapartin týsdagin sóu eina løgna
sjón góðar 30 - 40 metrar úr landi
TERJI NIELSEN
Tað var av allarfagrasta
veðri allan týsdagin í Havn.
Av somu orsgk vóru rætt-
iliga nógv fólk í Sandagerði
og hildu sær at gaman. Hesi
fólkini sóu eina løgna sjón,
sum tó hevði eina heilt nåt-
úrliga frágreiðing.
Bert føturnar undir
vatni
Einar 30-40 metrar úr landi
stóð ein maður frá brand-
stødini við eini borimaskinu
og boraði. Tað, sum gjørdi
sjónina so løgna, var, at h6-
ast maðurin var staddur so
langt úr landi, so vóru bert
føturnar hjá honum undir
vatni.
Inni á landi sat starvsfel-
agin hjá hesum manni og
fekk sær kaffi. Tá hann var
liðugur við kaffimunnin,
helt hann fyri, at nú mátti
hann fara at loysa hin av.
So gekk hann oman til sjóv-
armálan og vassaði út móti
hinum, og teir síðstu 5 metr-
arnar var hann noyddur at
svimja.
Tað sá løgid út, tá ið annar av monnunum svam út at
loysa starvsfelagan av, sum bert hevði fóturnar undir
vatnskorpuni
(Mynd Álvur Haraldsen)
Fýra stórir klettar
Tað, sum ikki sást úr landi,
var, at maðurin, sum stóð
og boraði, stóð uppi á ein-
um stórum kletti, sum ligg-
ur beint undir vatnskorpuni
úti í Sandagerði
Heilir fýra stórir klettar
liggja undir vatnskorpuni í
Sandagerði, og hesir klettar
eru ofta til stóran ampa fyri
bátar, tá ið grind er í Havn.
Tað eru mangir bátar, sum
hava fingið skaða av hesum
klettum.
Kommunan í Havn hevur
tískil tikid avgerð um, at
hesir fyra klettarnir skulu
spreingjast burtur, so teir
ikki eru til ampa, tå ið grind
næstu ferð er í høvudsstadn-
um. Teir báðir menninir frá
brandstødini vóru tí í ferð
við at gera fyrireikingarnar
til spreingiarbeiði, so alt
hevur sína orsøk
Farið verður av Havnini
mánadag og komið
verður aftur mikudag
Gisting á Fuel
úr einans...
796,-
(á láarstíð) fyri hvenn
”659,-
ung noen
I
Þýtrur bi
úr einans… gi
757,-
(Í láarstíð) tónn