hósdagur 13. august 1998síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið S082luin
Nr. 150 — 13. AUGUST 1998
Pressan amboð flokkanna
- ein hevði ikki væntað, at stóru blødini fóru at hálova ætlanunum hjá sam-
gonguni á sjálvstýrisleið, men at viðgerðin bleiv so einstáttað ósaklig, sigur
meira um journalistiska virðið enn nakað annað, skrivar Finnur Helmsdal,
lógtingsmaður
Ja, sjálvt tey mest sam-
bandssinnaðu eru ivasom
um viðgerðina stóru blød
okkara, Dimmalætting og
Sosialurin, geva ætlanunum
hjá samgonguni á sjálvstýr-
isleið. Og neyvan man nak-
að politiskt mál hava fingið
so einstáttað ósakliga við-
gerð. Tað er eyðsæð, at
blødini og flokkar teirra
hava avrátt at ganga hond í
hond í hesum málið. Tað er
eyðsæð, at eingin teirra hev-
ur dirvi til at fara undir at
viðgera málið neyvt og
slettis ikki at skifta orð við
hin partin um nakað sum
helst. Taktikkurin er einvis-
ur og pårasta greidur. Alt
fullveldistos skal nidurger-
ast og tileinkisgerast vid
lættkeyptum rædusøgum.
Ja, í nógvum førum siga
bæði blaðfólk og politikarar
væl vitandi beinleiðis ósatt
Hví hvørki javnaðar- og
sambandsfólk og lakajar
teirra á bløðunum ikki tora
í ein dialog við samgong-
una, kunnu vit bert gita um.
Ein orsøk man í hvussu er
vera, at tey eru í uppisetri,
bæði hvat ideologi og boð-
skapi viðvíkur, og at tey tí
tevja tiltrongdan politiskan
vinning við ræðsluherferð-
ini móti teimum, sum royna
at koma upp á pláss, bæði
hvat ideologi og boðskapi
viðvíkur.
Leiðarin í Dimmu
Blað Sambandsfloksins,
Dimmalætting, hevur ein-
víst vent tíðindablaðshugs-
anini bakið og er vorðin
málgagnið fyri svartastu
afturhaldshugsan, ið hugs-
ast kann. Fyrst var tað á-
byrgdarblaðstjórin, sum
førdi pennin í nakrar mán-
aðir, síðan kom so tann
nakra yngri blaðstjórin til.
Einasti munurin er, at yngri
maðurin hevur lættari penn,
men blekkið er framvegis
kolasvart.
Sjálvur havi eg leingi
hugsað sum so, at leiðarar-
nir á Dimmu hava verið so
beinleiðis jánkasligir, at teir
ikki hava verið verdir einum
aftursvari. Men legið nokk
hevur ein hoyrt ein sannan
hóp - av ikki tjóðveldisfólk-
um - sagt júst tað sama um
somu leiðarar. Blaðstjórin á
Dimmalætting nýtti í fjør
høvi í teiginum Hinvegin at
greiða fólki frá, ar sosial-
ráðgevarar ikki kunnu hava
nakra kvalifiseraða hugsan
um blaðmannaarbeiði (men
blaðfólk kunnu væl hava
kvalifiseraðar hugsanir um
alt-eisini sosial viðurskifti),
tó eri eg ikki eina løtu í iva
um, at fóru ávíkavist á-
byrgdarblaðstjórin og blað-
stjórin á Dimmalætting til
próvtgku við leiðarum sín-
um í skjáttuni, so fingu
bæði eitt stórt null vid píli
niðureftir. (tey eru bæði
lærd blaðfólk)
Hinvegin kunnu vit so
bæði staðfesta og ugga okk-
um við, at soleiðis hevur tað
altíð verið við Dimmu og
sambandsfólki, og at vit
vita, hvar vit hava tey. Men
eg havi hug at spyrja hvar
hini blaðfólkini á Dimmu er
í ellum hesum? Tey sita
kanska hvønn dag samlað
kring blaðstjórarnar og lurta
eftir rædusøgum við opnum
muði og hárinum í andarisi
Orð Jóannesar
Sosialurin var eitt skifti við
at menna seg til eitt gott og
hampuliga óheft tiðinda-
blað, har blaðstjórin gekk á
odda við m.a. at banna 6-
nevndum lesarabrévum.
Men alt hetta hevur sami
blaðstjóri eftir fáum vikum
brotið niður og oyðilagt - í
mínum hugaheimi med alla.
Sosialurin er í dag vorðin
til málgang hins Jóannes
Eidesgaard pluss ífyllu. Og
har standa tey blaðfólkini
við sjálvum blaðstjóranum
á odda við gapandi muði og
eta hvørt einasta orð ókók-
að.
Jóannes eigur ikki bert
hálvar og heilar Sosialar,
hansara orð verða prentað,
júst sum tey verða søgd.
Ikki ein sál tykist seta
spurnartekin við eitt einasta
orð, sum meistarin sigur.
Tað er eingin, sum ivast í,
at Jóannes Eidesgaard hev-
ur ment seg sum politikari,
og er ein av teimum allar-
størstu profilunum å øki-
num. Hann og onnur skulu
tó ikki gloyma, at hann i
løtuni er bæði óvanliga
priviligeraður og forkelað-
ur. Tí pressan (ikki bert
blødini) er eftir honum, bert
tað letur í honum, hon er
eftir honum, tá hann tegir.
Pressan er støðugt eftir hon -
um. Tað vil siga, at pressan
nýtir hann ikki neyðvend-
ugvís, tí hann sigur ella ger
tað rætta, men tí hann er í
teirri stóðu, hann er í (hann
fær jú onga kapping frá pro-
filleysa Sambandinum á
andstøduøkinum).
Tó hevur Jóannes fleiri
ferðir víst okkum, at hann
hevur nakað eftir á, tá tað
snýr seg um at læra taktiska
stevið til fulnar.
Nú veit eg ikki, um Jó-
annes Eidesgaard fer at
duga at kenna hógy, ella
hann fer at lata pressuna
nýta og misnýta seg soleið-
is, at hann fer at fáa trupult
við at finna samleika sín
aftur í øllum meldrinum.
Men tað sær í hvussu er út,
sum ætla blaðfólkini á Sos-
ialinum at lata seg misnýta
av Jóannesi í tann mun,
hann vil tað. Tey hava ikki
fyri neyðini at hugsa í álv-
arsmálum, tað ger Jóannes
Eidesgaard fyri tey. Tann
tíðin tykist tíverri at vera
farin, tá starvsfólk á Sosial-
inum høvdu møguleikan at
vera við til at mynda høv-
uðsboðskapin í blaðnum.
Medvit og kritiskur sansur
hjá blaðstjóranum tykist
vera farið fullkomiliga fyri
bakka. Ein situr við teirri
kenslu, at sigur Jóannes
Eidesgaard ímorgin, at
eingin olja er í føroysku
undirgrundini, so hevði
blaðstjórin á Sosialinum
dagin eftir havt feitu yvir-
skriftina: Eingin olja við
Føroyar.
Sjålvt geniali skemti og
ålvara teknari bladsins er
snåvadur. Teknarin hevur i
mong år, vid sinum eyg-
leidingum og evnum at orða
tær við strikum, verið okk-
ara politiski viðmerkjari
nummar eitt, tvey og trý.
Men í dag eru tekningar
hansara meira enn eitt sind-
ur tendensigsar við einum
veti av óndskapi uppí. Vit
staðfesta, at sami teknari er
alt annað enn sjálvstýris-
sinnaður.
Verið djørv
Sum sannførdur tjóðveldis-
maður, sum ein, ið vil før-
oysku tjóðini allar hugsandi
menningarmøguleikar, heiti
eg tí staðiliga á andstødu-
politikarar og ikki minst á
blaðfólkini á stóru blødu-
num, um at sýna Føroya
fólki virðing og sóma, og
fara undir ein opnan og sak-
ligan dialog um ætlaninar á
sjálvstýrisleið. Alt annað er
ein 6sømilig undirmeting av
fólkinum.
Eg krevji ikki, at tit skulu
vera samd, men havið dirvi
til at skifta orð um t.d. vinn-
umøguleikar og harvið eis-
ini møguligar inntøkukeld-
ur, føroyingar kunnu rokna
vid.
Tit vita, eins og onnur, at
alivinnan eftir byrjunartrup-
ulleikar, barnasjåkur, åvist
åbyrgdarloysi, ja, so fer hon
skjótt upp á eitt útflutnings-
virði oman fyri milliardina.
Tit vita, eins og onnur, at
ferðavinnan hevur verið og
helst framvegis er í somu
undantrupulleikum, men at
hen fer at menna seg og
geva gott íkast í okkara bú-
skap. Hóast forðingar og
kvalifiseraða kapping, so
hevur Atlantic Airways
prógvað, at tað ber til at reka
eitt føroyskt flogfelag á
høgum stødi. Jú, felagið
fekk neyðugu hjálpina og
væl tað, men hygg at AÁ
ídag. Tit vita, eins og onnur,
at soleiðis fer at verða við
ødrum vinnum, sum td.
tøkni, føroyskum dugna-
skapi og ídni (sum útflytir
virðismiklar tænastur) smá-
ídnaði av ymiskum slagi,
nýhugsan innan fiskivinnu-
na. Menningarmøguleikar-
nir eru stórir innan landbún-
aðin. Við mjólk, kjøti, dyrk-
an og ull. Vit hava møgu-
leikar at menna førleikar í
samband við oljuleitingar
og fyrireikingar til olju-
vinnu, førleikar, sum vit
kunnu nýta kring allan
heim. Tit vita, eins væl og
onnur, at hesir og aðrir
møguleikar finnast í ríkilig-
an mun. Og at hesir møgu-
leikar bert skulu hava sína
menningartíð, áðrenn teir
fara at geva sítt ríkiliga íkast
til raksturin av samfelagi
okkara. Í ætlanum sam-
gongunar er skiftistíðin
menningartíðin.
Tit vita, at føroyingar hig-
artil tíverri í alt ov stóran
mun mest sum einvíst hava
lagt dentin á eina einstáttaða
fiskivinnu. Hetta er við at
gerast søga, og bæði fram-
tíðin og alskyns møguleikar
liggja víðopnir fyri okkum.
Lítið bert í snotiligu faldar-
arnar, Menningarstovan let-
ur gera í samband við, at
føroyskar fyritøkur eru við
á framsýningum uttanlands.
Har síggja tit, at vit hava
nógvar spennandi útflutn-
ingsfyritgkur í landinum, og
hesar bert bíða eftir enda-
liga frambrotinum. Hetta
frambrotið kemur ikki við
doyvandi lítlabeiggjasam-
bandi við aðra tjóð men við
at menna samfelagið og
framala dynamikkin.
Tit vita, at tað eisini snýr
seg um at fáa fremmandan
kapital til landið, og tað, at
vit eisini megna at fáa á-
góða av tænastum, útintar
uttanfyri landoddar okkara.
Tit vita eisini, at ein tjóð
fyri og onnur eftir hevur
staðfest tann óreingjandi
veruleikan, at suverenitetur-
in í sjálvum sær gevur tjóð-
ini nógvar og stórar fyri-
munir - ikki minst á fíggj-
arliga økinum.
Tað er stórt spell, at tit
ikki vilja vera vid til at
skifta orð um og leggja ætl-
anir fyri hesum møguleik-
um. Ikki minst tí tit eru væl
vitandi um, at teir eru har.
Endurskoða
ikki niðurbróta
Tað harmar meg eisini al-
mikið, at bæði andstødupol-
itíkarar og blaðfólkini á
floksblødum, so eirinda-
leyst royna at billa fólki inn,
at sokallaða vælferðin fer
fyri bakka tann dagin, full-
veldið Føroyar verður
kunngjørt. Vit hoyra solo-
sang og kór taka upp í sam-
an, upp í saman: Vit missa
rættin til sjúkuviðgerð á
Ríkissjúkrahúsinum (hóast
tit eru væl vitandi um, at vit
gjalda hvørt oyra fyri hesa
Finnur Helmsdal, løgtingsmadur Tjóðveldisfloksins,
finst at fóroysku blóðunum, so hann ikki heldur verða
rættvís mótvegis samgonguni
viðgerð, sum tó langt frá
altíð er á nøktandi stødi). At
vit missa rættin til at fáa
útbúgvingar uttanlands (hó-
ast greiða avtalur fyriliggja
um tað gvugta). At vit missa
heimargktina, barnaansing-
armøguleikarnar, pensiónir,
sosialhjålp og so mangt
annað. At fólk rýma av
landinum, at eina frælsar
Føroyar verða mest sum
fólkatómar.
Samgongan hevur ongan
ætlanir um at seta fólk í
verri stødur, enn tey eru í
ídag. Heldur er tað hin veg-
in ætlanir um, at endur-
skoða og gera tænastuna
munadyggari. Nú syngja
partar av Tjóðveldisflokki-
num og partar av Fólka-
flokkinum ikki beinleiðis
tvírædda á soialpolitiska
økinum, men partarnir tykj-
ast í hvussu er at vera samd-
ir um, at endurskoðan av
tænastugki ikki nýtist
merkja, at tænastan verður
verri ella nidurløgd. Og
partarnir tykjast eisini vera
samdir um, sum oman fyri
nevnt, at fólk skulu ikki
vera verri fyri samanlagt.
Og so skal tað sjálvsagt
heldur ikki vera nøkur
loyna, at ein so slóðbrótandi
avtala á sjálvstýrisleið krev-
ur, at partarnir hittast á hálv-
ari leið á ymsum gkjum.
Andstøda og pressa høvdu
heldur sýnt mansmót og
tjóðini ans, um tey vístu
vilja til at vera við í neyð-
ugu og sjålvsøgdu endur-
skodanini av almennum
tænastum.
blad
Innihaldið í stóru blødunum
hesa tíðina ber okkum
hvgnn dag boð um, at eing-
in kapping er á gkinum.
T.v.s at tað sæst, at sam-
gongan ikki hevur blað ella
blød, sum dagliga bera boð-
skapin og koma við aftur-
svarum og álopum á hin
partin. Stóru blødini høvdu
ikki hóreiggjað sær soleiðis,
sum tey gera, um samgonga
var betri fyri á blaðgkinum.
Og tað er nokk vorið flestu
samgongulimum greitt. at
stóru blødini fara at geva
andstøduni ov nógvar fyri-
munir, um ikki samgonga
ger nakað munagott á gki-
num. Og einasta muna-
dygga eg dugi at síggja, at
samgongan kann gera, er at
stovna eitt felags blað, sum
kann gerast eitt triðja stóra
1ad í føroyska blaðheimi-
num. Tað hevur verið tosað
um, at samgonguflokkarnir
skuldu hava felags blað, og
eg fari við hesum at skjóta
upp, at hetta blað verður
veruleiki, so skjótt til ber.
Og eg fari tí eisini við hes-
um at heita á teir tríggjar
samgonguflokkarnar um at
taka stig til samráðingar um
hetta mál beinanvegin.
Eitt slíkt blað verður eitt
av teimum neyðugu amboð-
unum, samgonga fer at hava
fyri neyðini í royndunum at
veruleika gera ætlaninar um
einar frælsar Føroyar. Sjålv-
ur ivist eg ikki eina løtu i,
at frælsa føroyska samfel-
agið verður bæði sunt og
fólkaríkt. Men tað tykist tí-
verri soleiðis, at mesti part-
urin av blaðfólkum okkara
hava valt antin at lata seg
nýta í ræðsluherferðunum
hjá andstøduni, ella tey
hava fingið skriviforboð um
ávís viðurskifti, ella tey
hava valt at lata sum einki.
I gllum fórum eru tey við-
virkandi til, at andstødan
ótarnað sleppur at ræða fólk
aftur á sambandsleiðina.
Tey eru viðvirkandi til at
andstødan sleppur ótarnað
at fremja nakað, sum eftir-
tíðin møguliga fer at halda
vera eina óbótagerð móti
landi og fólki.
Fari at enda hesa grein við
einari staðiligari áheitan á
føroysk blaðfólk, um ikki at
lata seg niðurbinda av, at
ávísir flokkar hava åvist til-
knýti til blaðið, tey starvast
á. Verið ikki bangin fyri at
kunngera fyri fólkinum,
hvørja stødu tit hava í full-
veldismálinum. Hava tit
bert eitt lítið vet av journ-
alistiskum medviti, so sigur
hetta tykkum, at tit eiga at
gera so.
Finnur Helmsdal,
tjóðveldismaður