hósdagur 13. august 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 150 — 13. AUGUST 1998
Finnbogi Arge, landsstýrismaður í
vinnumálum leggur upp til kjak um
framtíðar vinnupolitikk í Føroyum
Hví hava vit ikki altjóða farmaflutn-
ing sum týdningarmiklan vinnuveg.
Hví framleiða vit ikki soft-ware og
tónleik til útflutnings - og hví er so
lítið av háteknologi í Fóroyum, spyr
landsstýrismaðurin í vinnumálum,
Finnbogi Arge í bóklingi um vinnu-
politikk
EIRIKUR LINDENSKOV
Fyrsti bóklingurin hjá Vinn-
umálastýrinum um vinnu-
politikk er nú komin. Tað
var í 1997, at Vinnumála-
stýrið tók stig til at fara und-
ir miðvíst arbeiði at orða ein
vinnupolitikk. Ein arbeiðs-
bólkur varð settur at skipa
verkætlanina, og bólkurin
skal handa landsstýris-
manninum í vinnumálum á-
lit á heysti 1998
Vinnumálastýrið heldur
tað hava stóran týdning, at
semja er um vinnupolitikk-
in, og hevur tí miðjað ímóti
einum arbeiðslag við fjøl-
broyttum samstarvi, sum
tey vóna fer at birta upp
undir eitt breitt vinnupolit-
iskt orðaskifti.
Tey halda ikki ráðini vera
at skriva eitt drúgvt álit, og
tí fer Vinnumálastýrið at
geva út fimm rit, sum í stutt-
um lýsa nøkur høvudsevni
í vinnupolitikki.
Í formælinum í bóklingi-
num sigur Finnbogi Arge,
landsstýrismaður í vinnu-
málum, at hóast ein g'å
semja við danir longu nú
hevur slóðað fyri gktum
politiskum sjálvræði, slepst
ikki undan, at ein sterkur
búskapur í longdini er besta
trygdin fyri varandi sjálv-
bjargni.
— Fiskieydnan kann vera
svikalig og blokkstuðulin
fer einaferð at hvørva. Tað
er tí umráðandi, at lands-
kassin fær aðrar inntøku-
keldur at líta á, heldur
landsstýrismaðurin.
Hann vísir eisini á, at
grundstødid undir føroyska
búskapinum verður ov
veikt, finna vit ikki aðrar
vinnur, ið kunnu tryggja
javnvágina í búskapinum, tá
fiskivinnan hevur ring ár.
— Alivinnan er eitt dómi
um vinnu, ið brádliga hevur
fingið stóran týdning fyri
búskapin. Vit byggja í løtuni
Hin fyrsti av fimm
bóklingum um
vinnupolitikk
skip til Grønlands, vit út-
flyta trol og nótir, blanda
alifóður til Hetlands, smíða
hús í Norra, dýpa havnir í
Íslandi og vit flyta ferðafólk
millum lond. Sostatt eru
mong dómi um, at vit eru
kappingarfør, har vit hava
rætta fólkið og rættan hug-
burð, heldur Finnbogi Arge.
Men landsstýrismaðurin í
vinnumálum setir eisini
nakrar spurningar í hesum
sambandi:
— Hví hava vit íkki altjóða
farmaflutning sum týdning-
armiklan vinnuveg, hví
framleiða vit ikki soft-ware,
tónleik ella teknifilmar til
útflutnings, hví er so lítið
av háteknologi í Føroyum,
og hví eru vit ikki ein al-
tjóða banka- og tryggingar-
miðdepil?
Svarunum kemur lands-
stýrismaðurin ikki við í for-
mælinum, men hann sigur,
at Vinnumálastýrið fegið vil
taka lut í kjakinum um
framtíðina, og hann vónar,
at hesin fyrsti av fimm bók-
lingum verður væl móttikin,
- H
ikki
nú broyttar politiskar fyri-
treytir krevja, at vit ganga
nýggjar vinnuligar leiðir.
Tann næsti bóklingurin í
rødini verður um leiklutin
hjá tí almenna og tí privata
Hetta metir arbeiðsbólkurin
verður ein av aðaltáttunum,
og sigur, at fortreytin fyri
einum støðugum vinnupoli-
tikki er, at partarnir kenna
sín leiklut og halda seg til
hansara.
Tridi bóklingurin fer at
umrøda vinnurákið í út-
heiminum. Lønsemid í okk-
ara vinnum veldst um okk-
ara kappingarføri, og tí må
vinnupolitikkurin vera
politikkur
MLLUL ISSI)
tíðindablaðið
a vit
teknifilm?
framskygdur og smidligur,
soleiðis, at hann verður lag-
aður til altjóða vinnuligu
„megingongdirnar.
Vinnupolitikkur í øðrum
smátjóðum verður evnið í
fjórða bóklingi. Málið er at
fáa íblástur til at skipa okk-
ara vinnupolitikk og at læra
av teimum royndum, onnur
hava gjørt. Tey lond, bólk-
urin hevur kannað, eru Ís-
land, Alandsoyggjar, Isle of
Man, malta, Singapore og
New Zealand
Bóklingargðin endar við
fimta bóklingi, ið er eitt til-
mæli til vinnupolitikk.
I arbeiðsbólkinum sita
Karin Toftegaard, fulltrúi
í Vinnumálastýrinum
Bjarni Askham Bjarna-
son, fulltrúi í Vinnumála-
stýrinum
Arne Poulsen, aðalstjóri
í Vinnumálastýrinum
Kjartan Kristiansen, stjóri
á Menningarstovuni
Jens Chr. Justinussen,
skrivari í verkætlanini
Tlf. 317500
Hotelliø
vid útsýninum
Vikuskiftistilbod
Friggja-, leygar- og sunnudag
Bilegging
å tlf. 317500
(Gist eina nátt á fyrstafloks kamari við |
øllum hentleikum.
|
| Matstovan borðreiðir við 3 rættum.
|
| Morgunmatur íroknaður.
2
Kostnaður fyri hvonn á dupultkamari .
kr. 400 -
Tlf. 317500